Ein skrubbforvirrað tíð!

top_folk

Hvønn sunnudag prædika prestar í kirkjunum í Føroyum.

Vit, sum ikki ganga so nógv í kirkju, vita ikki, hvat teir prædika um, men vit hoyra av og á okkurt, av tí at gudstænastur jú verða sendar í útvarpinum.

Bergur Debes Joensen, prestur, hevur, sum so mangir aðrir prestar, ta greiðu fatan, at hjúnalagið er til fyri at 1) seta børn í verðina, 2) hava ein at vera saman við og 3) at fáa bæði andaligan og kynsligan kærleika frá mótpartinum.

So far so good.

Hjúnalagið er grundað í Bíbliuni, sigur Bergur, nærri frásagt í Fyrstu Mósebók, øðrum kapitli, ørindi 24, har sagt verður, at maður skal fara frá mammu og pápa sínum og halda seg afturat konu síni.

Tí, sigur Bergur, er tað synd at liva saman ógift, at liva saman við sama kyni, at vera ótrúgv, at brúka porno og at skiljast.

Men alt hetta er nú farið á rull, sigur Bergur, tí verða vit so skrubbforvirrað!

 

Tíðin er forvirrað – ja, skrubbforvirrað. Menniskju vita ikki, hvat vendir upp, og hvat vendir niður. Vita ikki – heldur ikki tey lærdu! – hvat kyn er, og finna nýggjar samlívseindir og noyða málfrøðingar at uppfinna nýggj orð, sum samsvara nýggja hugburðinum. Og tað ger bara forvirringin alt størri, tí har eingin haldgóð grund er, har er einki at byggja á.

(http://www.folkakirkjan.fo/Default.aspx?pageid=6203&NewsItemID=24281).

 

Úrslitið av skrubbforvirringinum er einsemi, tunglyndi, stríð, fíggjarligur missur, fosturtøka, harmur og ring samvitska og lág sjálvkensla.

Bergur veit, hvør lekingin er: at trúgva upp á Várharra, so er vón fyri tær. Trúgvin fer at venda øllum á aftur, tú verður ikki einsamøll longur, tú verður glað, hevur onki stríð, og klárar teg væl fíggjarliga. Fosturtøku hevur tú ikki fyri neyðini, og tú sleppur undan harmi og ringari samvitsku, og sjálvkenslan verður høg.

Og hvør vil ikki tað? Og man ikki onkur, sum hevur lýtt á, fingið eina vón um, at alt kanska fór at blíva betri?

Tí vit liva jú í eini skrubbforvirraðari tíð, tað hevur Bergur fullkomiliga rætt í!

Men nú vilja LGBT og Humanistafelag Føroya hava, at Bergur tekur orðini í seg aftur, tí soleiðis kann man ikki tosa um fólk.

Hallóv, hvørjari verð liva tit í? Nær hava tit seinast verið í kirkju?

Sjálvandi kann man tosa soleiðis um fólk, eisini tey, sum eru hálv ella heil almenn. Men øll hava vit loyvi at vera ósamd og vísa pástandinum aftur, men vit hava sanniliga ikki lov at geva prestum forboð at tosa, sum teir tosa.

Humanistafelagið vil vera við, at vit eiga øll fólkakirkjuna, tað haldi eg, at tey hava misskilt. Samkynd td. eiga ikki fólkakirkjuna, uttan so at tey lova ikki at vera samkynd. Tað er so einfalt sum tað!

Tað er bara ein prestur, sum alment er komin fram við, at hann vil vælsigna samkynd. Vælsignaður verði hann, sigi eg bara, hann hevur so tulkað kærleiksboðið øðrvísi enn Bergur.

Og eg má siga, sum er, at eg nikkaði fleiri ferðir at uppramsingini, tí sambært hana eigi eg heldur ikki fólkakirkjuna og endi eitt vist stað, har tað er øgiliga heitt!

Um eg altso ikki vendi um og angri, sjálvandi. Altso, um eg nú taki undir við fortreytunum.

Míni ráð skulu vera: Vísið hasum aftur, sum Bergur sigur, men ikki geva honum forboð at tosa, Og eitt aftrat: Tað er so deiliga befríandi at hoyra hetta, her verður onki ballað inn, tað duga prestar jú so ómetaliga væl.

Nei, tú veitst, hvar tú hevur Berg, og tú veitst hvar tú hevur Jens Mortan.