Hvat er tað, vit ræðast?

14067588_1304137936266077_663237438152325594_n

Hvørja ferð eg komi niður at vitja familjuna, sum býr á Nørrebro, taki eg metroina av flogvøllinum, fari av á Nørreport støðini og so við 5C ella 350S út eftir Nørrebrogade. Tá eg so koyri framvið Stefanskirkjuni á Nørrebrogade 191, so veit eg, at nú nærkist eg.

Havi mangan hugsað um, tá føroyingar á facebook oysa gor og gall yvir muslimar, at tað er øgiligt, sum tað er lætt at tosa, tí føroyingar hava á ongan hátt hetta margfeldni inni á lívinum.

Familjan hjá mær býr í góðari íbúð. Íbúðin hevur bakgarð sum flestu hús í tættbygdum arbeiðaraøkjum, men tey hava eisini garð rundan um húsini framman, og tey kunnu læsa seg inni, so ongin ørindaleysur sleppur inn í garðin. Og tað er jú gott, tá hugsað verður um, at her renna og spæla smáir rollungar í frið og náðum, uttan at nakar uttanífrá ger seg inn á tey, ella at tey kunnu renna út á vegin.

Økið rundan um íbúðarblokkin er ein meldur av ymsum mentanum, beint hinumegin gøtuna er handil, har tey selja hijabar, ólukksáliga óinteressantir kjólar, spyrt tú meg, men eg ætli mær ikki at ganga í teimum, so tey um tað. Gangi heldur ikki í føroyska búnanum fyri alt tað. Har var eisini ein kýsi fyrr, minnist meg rætt, sum kvinnurnar hava blakað burtur. Helst fer tað sama at henda við hijabinum, hvør veit.

Nørrebro tokstøðin liggur eitt hanagleiv frá, so her er yðjandi fult av fólki alla tíðina. Undir tokbrúnni standa romair ella sigoynarar, sum vit kallaðu tey fyrr. Ikki øll eru so øgiliga glað fyri hetta, tú noyðist viðhvørt nærum at gleiva tvørtur um gomul radio, stivlar frá fúrsunum, fartelefonir og annað mangt, sum ikki tykist freistandi hjá so nógvum øðrum at keypa enn teimum sjálvum. Eg veit ikki, hvussu nógvur vinningurin er av hesum handilsvirkseminum, men kanska er tað bara ein máti at hittast og hugna sær úti í frískari luft. Men nei, fert tú nærri inn á tilveru teirra, so fært tú at vita, at hetta er neyðugt, fyri at tey kunnu breyðføða familjuna og hava bara eina evarska lítla vón um, at eitt barn kann fáa eina útbúgving, so tað klárar seg.

Framman fyri Føtex er alskyns grønmeti og frukt at keypa, umframt, so stendur tann heimleysi har og selur Hus forbi. Og eg má viðganga, at eg royni altíð at hava reiðan pening uppi á mær og keypa mær eitt blað. Sera upplýsandi greinar, skal eg heilsa og siga, men havi eg ongan reiðan pening, so fái eg eitt smíl og eitt ynski um framhaldandi góðan dag. Her eru ongar súrar minur, hóast viðkomandi hevur so ótrúliga nógv størri orsøkir enn eg at hava súrar minur.

Sjálvandi er nógv, tú kanst irriterast inn á: at tú noyðist at gleiva tvørtur um gomul transistorradio, tá tú fert við ommusoninum í vøggustovu ella teir villu ungdómarnir, sum koyra hasardkoyring á vegnum ella mítt gamla feministahjarta, sum venar seg av øllum turikløðunum, men hvat veit eg, kanska fleiri teirra eru á veg á CBS ella Panum fyri at gerast verkfrøðingar, læknar, businesskvinnur og annað, sum kann geva teimum tað økonomiska sjálvræði, sum kvinnur hava suffað eftir í øldir?

Í øllum førum eru ikki størri gentlemen til enn muslimskir kioskeigarar, teir geva tær komplimang oman á komplimang, so at eg at enda haldi meg vera 33 og ikki 63, sum føðibrævið vísir.

Men aftur til Stefanskirkjuna: har hava tey hildið Ramadanendaveitslu við bøn og mati. Sjálvandi eru tað nógv, sum siga: hvat hava muslimar at gera í einari kristnari kirkju, men tá man kennir Nørrebro eitt lítið sindur, so hugsi eg, at tey flestu siga: Hví ikki? Hvussu fevnir tú veruleikan, tá ið nú magfeldni er so stórt, sum tað er á Nørrebro? Við hatri og útisteinging? Nei, ha?

Og so hugsi eg um okkara samkomufólk/politikarar, sum hava oyst gor og gall úr sær, tí teir ikki tola, at samkynd fáa borgarlig rættindi at gifta seg, um tað er tað, tey vilja. Systir mín, sum er ein klók kona, segði við meg, at hon hevði lurtað eftir politikarunum, tá seinasta viðgerð var av málinum á tingi, og tað fyrikom henni, sum at teir, ið vóru ímóti borgarligari giftu, bara hugsaðu um sex. Eg meini so við, um tú hittir eitt fitt par – heteroseksuelt, meini eg – sum sigur tær, at tey skulu giftast, hugsar tú so beinanvegin um, hvat tey gera undir dýnuni? Nei, ha? Men tað øvuta er opinbart púra vanligt.

Í Stefanskirkjuni eru tveir prestar: Pernille Østrem og Thomas Høg Nørager. Eg haldi at tú, góði blogglesarari, skal unna tær at lesa um hesar prestarnar á heimasíðu teirra, og so seta tær spurningin: Hvat missir kristindómurin av, at vit fevna margfeldni?

http://stefanskirken.dk/praester

Advertisements

One thought on “Hvat er tað, vit ræðast?

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s