Omma

IMG_29331

Leygarmorgunin stevna fleiri enn 1000 fólk til Klaksvíkar at heiðra okkara upphavi, sum byrjar við Sunnuvu Elisabeth Mikkelsdatter úr Innistovu í Hattarvík, sum varð fødd í 1826, og Zacharias Michelsen, sum varð føddur í 1814. Tey fingu 8 børn, og sætta barnið var Ata Zachariasen, sum varð fødd í 1864; tá var mamman, Sunneva, 38 ára gomul.

Ata giftist við Johan Petersen, og tey fingu 6 børn. Av teimum kendi eg tvey. Ommu, Anna Malenu, sjálvandi og ommubeiggjan Zacharis.

Omma var gift við Jákupi Jacobsen, í Gomlustovu í Sørvági, og tey búðu úti á Lið. Omma og abbi fingu 10 børn, har eitt teirra, Herdis Alvilda, doyði bara 5 mðr gomul. Elsta barnið hjá teimum var pápi mín Meinhard Jacobsen, sum varð føddur 100 ár eftir langabban Zacharias. Hann fylgdi ikki siðvenjuni og fekk nógv børn; tá vóru tíðirnar longu so nógv broyttar, at vit gjørdust bara 4 í tali.

Eg eri í tí hepnu støðu, at eg minnist ommu mína, men mestu minnini eru frá, tá ið hon var í barndømi. Eg minnist hana sum eina sera blíða og smílandi konu, eg haldi at serliga eitt av hennara børnum, Minny, hevur arvað henda fantastiska eginleika. Minny er einasta av børnum teirra, sum er eftir á lívi. Hon býr á ellisheimi í Klaksvík og hevur júst nú fingið, saman við hinari ommuni, eitt heilt yrkingasavn, Djúpini, ognað sær frá ommudóttrini Vónbjørt Vang.

tey  siga at ljósið er røddin hjá sólini

hví læsa dagin úti áðrenn hann er liðugur?

 

eg leggi hond mína á høvur títt

júst sum tú legði hendur tínar í lív mítt

soleiðis sum hendur hava ligið í hondum

soleiðis leggja vit hendur sum aðrar hendur hava lagt

soleiðis leggur kroppurin seg niður á jarðarskorpuna

sum jarðarskorpan ber kroppar  sínar

soleiðis sum alt legst og fer at liggja

leggjast vit niður aftur

og niður aftur

(Djúpini, Vónbjørt Vang, 2017)

 

Tá eg lesi hesi orðini hjá Vónbjørt, komi eg eisini at hugsa um mína ommu: Vit fara báðar leiðandi út eftir ovaravegi. Omma hevur verið heima hjá okkum og vitjað, og eg eri sloppin við henni út á Lið. Tá vit eru ávegis, vil eg sleppa at hoppa oman av vegnum niður í eitt hol, og omma ávarar meg, at eg má ansa mær, tí at eg kann fáa brokk av at hoppa. Eg má smílast við, tí hetta minnið er so tíðarmerkt, har brokk var eitt sera vanligt fyribrigdi.

Hon misti ikki sítt glaða sinnalag, tá hon gekk í barndømi, hon var glað og vildi hjálpa til, har úrslitið ikki altíð var tað allarbesta. Vænti at nógv av mínum systkinabørnum minnast tær dupultpipraðu kjøtfrikadellurnar, sum abbi fekk, ein dagin hann kom av útróðri.

Omma endaði á røktarheimi í Havn, langt burtur frá sínum kæru, men humørið var gott, hóast tað. Hon hevði eina dukku, sum hon fekst við at passa, og tá mamma og pápi ein dagin vóru í Havn og vitjaðu, minnist eg, at tey flentu eftir, at hon hevði hvest eftir einari konu, sum lá og hvein í songini. Hon vildi hava hana av songini og fara og mjólka kúnni; mjólk skuldi latast út í drekkað: Sært tú ikki, at vit hava fingið gestir!

Jú, vist hava tey, ið undan eru farin, lagt hendur sínar í okkara lív, soleiðis sum hendur hava ligið í hondum,  og vit halda fram at leggja hendur okkara, sum aðrar hendur hava lagt.

13669725_1223225097710930_6580314119607563539_n

Her situr ein partur av familjuni í grundini úti í Hattarvík, har eina ferð eini hús hava staðið, har omma er uppvaksin: Benjamin, Dina, Guðrið, Fróði, eg, Tina, Anny, Halla, Herálvur, Eyðun, Anny (yngra), Regitsa og Djóni

TOWANDA!!!

rioÍ gjár fekk eg nýggjan bil. Mín gamli splashur var um at geva upp ondina, so eg mátti bíta í tað súra eplið og keypa mær ein nýggjan.

Hann bleiv ruddaður og smávaskaður, so hann sá út sum flunkandi nýggjur, og tað var ikki við sørt av sorgblídni, tá eg setti hann frá mær fyri síðstu ferð. Løgið, tí bilur er bara ein jarnbunki, men kortini, so hevur hann verið við mær nú í átta ár. Var ótrúliga brúkiligur, tí hann var so lættur at seta seg inn í; eg hevði tað nokkso møtumikið við gikt akkurát um tað mundið.

Eg skilji bæði rokkarar, rynkeby súkklarar, sjómenn og pendlarar, man verður góð við jarnabunkan!

Men nú stendur so ein Kia Rio í túninum, og ikki sørt, at eg kenni meg eitt sindur ernari. Hann er bæði størri, flottari og dýrari enn splashurin. Kanska er hetta fyri at kompensera fyri aldurdómin. Minnist eina senu úr Fried Green Tomatoes, har Evelyn Couch (Kathy Bates) roynir at finna eitt parkeringspláss til bilin, men verður yvirhálað av tveimum lekkrum, ljóshærdum kvinnum, sum stjala plássið frá henni og siga: Face it, lady, we’re younger and faster!

Evelyn skiftir ikki bil, men hon hevnir seg og koyrir á bilin hjá teimum og trýstir hann av parkeringsplássinum. Tá ið tær báðar ungu koma út og síggja skilið, skríggja tær og spyrja, hvat hon ger, og Evelyn svarar: Face it, girls, I’m older and I have more insurance.

Evelyn skríggjar towanda, tá ið hon ger okkurt púra ørt. Millum annað tá ið hon trýsir bilin hjá gentunum av parkeringsøkinum ella knúsar ein vegg niður í húsinum. Hon vil hava broyting, okkurt nýtt skal henda. Tá ið hon hittir Miss Threadgoode (Jessica Tandy) á ellisheiminum og greiðir frá sínum upplivilsum av at gera sovorðið ørt, sigur hon: I never get mad, Miss Threadgoode, never, the way I was raised, it was bad manners. Well I got mad, and it felt great. I felt like I could just beat the shit out of all those punks! Excuse my language. And then when I finish with those punks, I’ll take on all the wife beaters like Frank Bennett, machine gun their genitals …

Miss Threadgoode heldur hetta vera bæði stuttligt og spennandi, men vil kortini hava at vita, hvussu nógvar hormonir, Evelyn í grundini hevur tikið, men Evelyn heldur bara fram: Towanda will go on a rampage, I’ll slip tiny bombs into Penthouse and Playboys so they explode when you open them. I’ll ban all fashion models who weigh under 130 pounds! And I’ll give half the military budget to people over 65 and declare wrinkles sexually desirable.

Eg havi mangan verið í somu støðu sum Evelyn, og eg kann viðmæla at gera okkurt ørt og skríggja towanda samstundis. Tað hjálpir!