I-landstrupulleikar

vespa

Eru nú vespur komnar til Sørvágs, dreparasniglar …?

Hetta upptekur okkum, í grundini meira enn flóttafólkastreymin úr Sýria og rasistiskar mótmælisgongur í Charlotteville.

Onkur hevur sæð eina vespu uttan fyri Á. Tað rennur mær kalt niður eftir bakinum. Og eg, sum helt meg vera varda fyri slíkum skriðdjórum!

Sá eina tvístertu undir stovuloftinum nú ein dagin, hon hekk har og sá sær løgir at loypa niður í hárið á mær og haðani so beint í oyrnagangirnar. Jesus Christ, tað er farligt at liva!

Um kvøldið fái eg ikki koyrt vindeyga upp í heimara enda á stovuni, tí har húsast heygsmenn, slíkar menn, sum eg als ikki vil hava inn til mín um kvøldið.

Ja, her hendir mangt óhugnaligt í Sørvági. Og kortini veksur fólkatalið og skjótari enn í Vága kommunu, so alt er ikki bara ringt.

Í garðinum hava smáir, grønir ormar etið mær bløðini á einum træi, og sniglar eru farnir undir at eta seg ígjøgnum rabarbubløðini, tó so er tað helst teir góðu, gomlu, gráu føroysku sniglarnir ella tær væl kendu svørtu sniglarnir við tí prýðiliga navninum Arion ater og ikki hitt beistið Arion lusitanicus;  bara navnið sigur mær, at hetta er ein lúshundur.

Puff Huff.

Advertisements

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s