Fótbóltur í klædningi og slipsi

abigail-keenan-17651
Mynd: Abigail Keenan/Unsplash

Var biðin um at skriva eina hugleiðing í dystarblaðið hjá 07 Vestur, vikuskiftið 16-17. september. Fekk hug at kunngera hana á blogginum, nú tað tykist, sum mong eru tikin á bóli av tí fakta, at tað ikki er javnstøða millum føroyskar menn og kvinnur í fótbólti. Enn í dag noyðast vit at argumentaera fyri tí mest natúrliga í verðini: javnrætti millum menn og kvinnur, eisini í ítrótti. Ótrúligt, men satt!

Havi áður skrivað um føroyskan kvinnufótbólt á blogginum. Til ber at lesa: Tað er so mangt, kvinnur ikki skilja og Fótbóltur og kvinnufótbóltur.

 

Í Fótbóltsambandinum eru nógvar nevndir. Har er ein starvsnevnd, ein fíggjarnevnd, ein kappingarnevnd, ein ungdómsnevnd, ein kvinnunevnd, ein landsliðsnevnd, ein útbúgvingar- og menningarnevnd, ein grasrootsnevnd, ein dómaranevnd og ein hattricknevnd.

Millum nøvnini, sum ganga aftur og aftur í øllum nevndunum: Christian, Róin, Jógvan Páll, Jákup Martin, Fríðin, Fróði, Kristmund, Oddmar, Heðin, Petur Even, Rúni A og Rúni H, eru fýra kvinnur: Hanna, Liljan og Malena í (ja, hvar heldur tú?) kvinnunevndini og Oda í (halt tær fast) dómaranevndini.

Í januar í ár kom FSF út við teimum kollveltingarligu tíðindunum, at teir ætlaðu at tryggja einari kvinnu sess í nevndini hjá FSF.

Í sending í útvarpinum í januar 2017, vóru Virgar Hvidbro, aðarskrivari hjá FSF, og Ásla Johannesen, leikari hjá B 36, og gjørdu viðmerkingar til tíðindini. Og hóast Ásla Johannesen ikki gav so nógv fyri tíðindini hjá FSF, so vísti hon á skeivleikarnar, ið eru millum mannligar og kvinnuligar leikarar í fótbóltssambandinum. Kvinnurnar fáa onga løn, tær fá nógv verri venjingartíðir enn menn, og tær fáa ikki endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, tá tær eru uttanlands og spæla. Og vit, sum trúðu, at FSF var komið upp á aðrar tankar hesum viðvíkjandi, nú teir vístu seg so kollveltingarsinnaðar, tóku so øgiliga feil. Svarið frá Virgari var stutt og greitt, at vit hava ikki ráð til at javnseta kvinnuligu og mannligu leikararnar í bestu deildini. Eitt annað argument hjá Virgari var, at fótbóltur er siðbundin mannlig ítrótt. Og har má eg svara: siðbundin hjá hvørjum? Tí kvinnufótbóltur hevur verið kendur síðan miðøld. Serliga í Skottlandi og Onglandi hevur kvinnufótbóltur verið kendur, og tað var so galið (ella gott, alt eftir hvør lesur), at kvinnurnar savnaði nógv fleiri áskoðarar til sínar dystir enn mennnir, tá ið teir spældu; líka til tær vóru steðgaðar at spæla við lóg í 1921. Eitt forboð, sum vardi til 1971, tá ið kvinnurnar aftur vóru farnar at krevja javnstøðu.

Ásla læt seg ikki líka nógv dupera sum eg av tíðindunum, og eg noyðist tíverri at geva Áslu rætt, hetta var mest av øllum spæl fyri gallarínum, tí ongin broyting er at síggja. Starvsnevndin hjá FSF er framvegis full av monnum í svørtum klædningi og við slipsi.

Hinvegin so er at smíða, meðan jarnið er heitt, fyri nú at brúka eina maskulina mynd. Ongantíð áður hevur so nógv fokus verið á kvinnufótbólti í Føroyum sum nú. Tað gongur eisini væl hjá kvinnulandsliðnum, tær liggja nummar trý í løtuni, so spennandi verður at fylgja við. Ja, tað er so galið, at sjálvt menn eru farnir at hyggja at fótbólti!

Og hjá okkum eru eisini glottar at hóma. O7 Vestur hevur sett kvinnudeild á stovn, sum m.a. skal tryggja kvinnuligu leikarunum líka góðar treytir sum monnum. Sig so tað!

 

Nøkur fakta:

Fyrsta almenna evropameistarskapið í kvinnufótbólti var í 1984 – Svøríki vann.

Fyrsta almenna heimsmeistaraskapið í kvinnufótbólti var í 1991 í Kina – USA vann.

Í 1996 kom kvinnufótbóltur við í olympisku leikirnar.

Í 2013 luttóku føroyskar kvinnur fyrstu ferð í einari HM undankapping.

Í 2017 dømdi ein kvinna fyri fyrstu ferð dyst í týsku Bundesligaini.

Advertisements

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s