Nykur í neon

nykur_magdaguttesen

Foto: Magda Guttesen

Sunnudagin var flott avdúking niðri við Sørvágsvatn av nykinum í skapi av hesti, sum listamaðurin Pól Skarðenni hevði gjørt.

Vit vóru øll so hjartansglað og fegin, fingu kaffi og kakur, børn vóru sloppin við at fylla grót í nykin, har var sangur, talur og leikur og ein rúgva av fólki samankomið at síggja hesa stóru hending, sum hitaði okkum hjartarøturnar hesa køldu ársins tíð.

Men gleðin var stokkut, tí nú fingu vit at vita á facebook, at vit, sum dámdu nykin, vóru skít etandi býtt, høvdu als ongan estetiskan sans ella skil fyri list, what so ever.

Vit høvdu gloymt at spurt tey listakønu, hvat vit skuldu gera.

Mær rann í huga, at eg akkurát hevði verið í útvarpinum og tosað um mín alsk til kommunismu, og hóast nógv vatn er runnið í ánna síðan, og nógvar lívsáskoðanir fingið eitt skot fyri bógvin, so minti hetta meg so ólukksáliga nógv um kravið í Sovjetsamveldinum og Kina aftaná kollvetingina. Kravið um at list skal dikterast av statinum, tú sleppur bara ikki at hava tína egnu hugsan um list, men skal fylgja einum ávísum ráki, sum onkur annar dikterar.

Spurningurin er so – er EITT ráðandi listarák í Føroyum, sum vit øll skulu hella okkum til?

Ikki veit eg, vit landsbýtossar – okkum dámar væl nykin, og neonið situr væl til øll hini ljósini á og rundan um flogvøllin. Eg meini so við – hava tit nakrantíð koyrt eftir vatnavegnum fram við Sørvágsvatni um kvøldið, beint áðrenn eitt flogfar setir seg – nei – ha? Men eg skal heilsa og siga, at har er neon, so tað battar!

So nykurin er komin fullkomiliga til sín rætt – og vit eru hjartansfegin – eisini í kommununi.

 

Advertisements

3 thoughts on “Nykur í neon

  1. Hey Marna Takk fyri ein frálíkan blogg. Lesið hann við áhuga hvørja ferð. Kundi ofta so væl hugsað mær at “spjatt boðskapin” eitt nú á fb. Ber tað til inni á hesi síðuni hjá tær? (møguliga eg eri so dallalig, at eg ikki dugi ;)) ella tað er kanska við vilja, at tað ikki skal bera til ?

    blh. Sigurlaug

    > Den 29. nov. 2017 kl. 17.08 skrev Egið rúm : > >

  2. nei, tað er slett ikki við vilja. Eg havi ongantíð hugsað um tað. Veit at onkur deilir á facebook, tí at øll míni blogginnlegg liggja har, men eg má fara at kanna, um hitt ikki ber til, altso at fara beinleiðis av blogginum

  3. nú fann eg útav tí, tú mást trýsta á yvirskriftina fyri at koma inn á sjálvt blogginnleggið, tá kemur facebookknappurin fram og aðrir við

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s