Fekk eitt bræv frá einari kvinnu. Hon hevði lisið eina grein, sum eg hevði lagt út á facebook, har eg skrivaði sum viðmerking, at eg visti ikki, um eg tímdi at leggja hetta út, tí tað kortini altíð bleiv sligið upp i glens.
Og so beint eftir kom hendan røddin úr fortíðini, sum segði frá upplivingum, sum hon hevði kent seg noydda at tiga um, tí hon var so bangin fyri, at ongin fór at trúgva sær!
Hon, ið skrivaði brævið, minti meg eisini á eina kollektiva blygdanarskemd, sum var farin fram í Vágum í trýssinum, spyr bara … (og so nevndi hon eitt navn), men eg hevði ikki fyri neyðini at spyrja nakran, tí eg hevði sjálv verið fyri hesum sum tannáringagenta í trýssunum:
Allar gentur í framhaldsdeild skuldu hava bróstini kannað av einum lækna, sum tá var, og fyri ikki at skuldseta allar læknar í trýssunum, so lat meg siga, at læknin var grikki. So er tað sagt! Allar genturnar mótmæltu – hví tað? Eg vil ikki! Og kortini vórðu vit stillaðar á rað framman fyri hesum slímuta læknanum, sum so kroysti og klemmaði okkara næstan-ikki bróst til heiðurs fyri læknavísindina. Ella var tað til heiðurs fyri onkran annan, hugsi eg við mær nú, og kanska vit eisini hugsaðu tað tá – hence okkara spøku mótmæli?
Ótrúligt at hugsa sær, at slíkt kundi fara fram, uttan at nakar lyfti ein fingur. Ongin vaksin segði kortanei, hví? Var tað autoriteturin, læknin, sum øll høvdu so stóra virðing fyri? Var tað tí, at talan var um gentur? Hevði ongin mótmælt, um hann nú skuldi kannað allar pissilingarnar á tannáringadreingjum í Vágoynni?
Men hví skuldi nakar mótmælt? Hvør skuldi mótmælt? Eg meini so við – lurta eftir undanførslunum, í flestu førum av monnum, men tíverri eisini væl bakkaðir upp av kvinnum, sum vanen tro stuðla hesari niðurtosing.
Hetta er umleið sama slutur, sum kvinnur og menn mugu leggja oyru til í hesum døgum, sum í 1964:
Ná, ná, kunnu vit nú ikki blunka til eina kvinnu longur … altso tit eru sartar … tit gera okkum menn til brotsmenn allar samlar … hetta undirgrevur rættarsamfelagið … nú má man altso biðja um loyvi at fríggja við einari kvinnu … hava brúnar kvinnur tað ikki nógv verri, hví hugsa tit ikki um tær … máti skal vera við, altso … nú er hetta farið út um alt mark …
Men fakta er, at tey, sum gera seg inn á eitt annað menniskja, eru farin út um alt mark fyri sóma. Og í allar, allar, allar flestu førum eru tað menn, sum gera seg inn á gentur og kvinnur. Tað hevur samband við eina patriarkalska mentan, sum valdar í øllum samfeløgum, sum eg kenni til, og sum loyvir monnum at fara út um mark, at taka sær rættindi, sum teir ikki áttu at havt, men sum teir hava tikið sær. So einfalt er tað.
Tell you what? Nú hevur pípan fingið eitt annað ljóð, nú er flotið yvir hjá kvinnum, nú vilja tær ikki finna seg í, at hetta er farið fram, og framhaldandi fer fram.
Tað bullar, vellir, oysir, flýtur, bløðrar, sjóðar, kókar, bralar, floymir, rennur, brúsar, fossar, streymar – tað er ikki til at steðga aftur – og guda havi lov fyri tað!