Reiggjan

mamma_or

Tú merkir tað beinanvegin: Her er ein, sum ikki ætlar at balla nakað inn: á permuni stendur at mamman er ør og á bakinum á bókini stendur óhugnaliga orðið sinnisjúk. Aftast í bókini skrivar høvundan, hví hon hevur valt sinnissjúk heldur enn sálarsjúk, og hetta er avgjørt nakað, eg kann taka undir við, hóast vit eru von at bleytgera so mangt fyri at fáa tað at glíða betur niður.

Laura Kathrine Apol hevur skrivað hesa alneyðuga barnabókina um Gyðju, sum eigur eina mammu, sum viðhvørt verður øðrvísi enn aðrar mammur.

Tá ið tað gongur upp, er tað stuttligt, mamman hevur tíð at spæla við tey bæði systkini Gyðju og Hall, og hon finnur upp á at gera bláar pannukøkur og lovar Gyðju at mála stovuna grøna. Men ímillum alt hetta stuttliga frælsi er ein gnagandi ótryggleiki, tí at

”onkuntíð sær hon ymist, sum ikki er til í veruleikanum. Tá mugu Gyðja og Hallur bara látast sum um, at tey eisini síggja tað sama.”

Longu her merkja vit, at her er okkurt, sum ikki ruggar rætt: mamman er alt ov glað, og hon sær fyri sær, nakað sum ørkymlar børn.

Mamman sleppur sjálv at greiða frá sínari sjúku fyri Gyðju: Sjúkan er sum ein reiggja, sigur hon, onkuntíð uppi í luftini og onkuntíð niðri við jørðina.

Tað verður greitt frá muninum á deildum á sjúkrahúsum: ein partur er til teirra við likamligum sjúkum og ein til teirra við sinnisligum sjúkum.

 

Ommur, abbar og námsfrøðingar

Tá ið reiggjan er niðri við jørðina, eru omman og abbin har at taka sær av børnunum.

Námsfrøðingarnir í barnagarðinum vita eisini av, at mamman verður sjúk viðhvørt og noyðist at verða innløgd. Tey tosa við børnini um tað, og tey tekna og skriva til mammuna, sum tey fara at vitja við ommuni.

Og tíbetur verður mamman frísk aftur og sleppur heim.

 

Tey vaksnu

Aftast í bókini er ein tekstur til tey vaksnu um børn, sum vaksa upp við sinnissjúkum foreldri. Hvussu týðandi tað er, at vit tosa við børnini um hetta, tí at tey annars kunnu gera sær eina mynd av støðuni, sum ikki samsvarar við veruleikan.

”Henda myndin er ofta nógv verri, og børnini kunnu goyma kenslur, sum fara at fylla nógv, tá ið tey verða vaksin.”

Júst hetta, haldi eg er aðalmálið við eini slíkari bók sum hesari. Tosið við børnini, greiðið teimum frá.

Sjálv søgan er væl fortald við stuttum og greiðum setningum, sum eru skrivaðir til eitt barn. Myndin av reiggjuni, sum bæði vísir til sjúkuna hjá mammuni og tað stuttliga spælið at reiggja, sum tey øll gleða seg til, tá ið mamman kemur heim aftur av sjúkrahúsinum, vísir, at høvundan hevur eydnast at brúka eina barnsliga mynd at greiða einum barni frá einum álvarsligum trupulleika.

Onkur kundi kanska sagt, at hetta er í so ljósareytt, tí at tað ikki eru øll heim við sinnissjúkari mammu, har tað er gott hjá einum barni at vaksa upp. Eg sigi við vilja mammu, tí tað sum oftast er hon, sum heldur heiminum saman, men tað er sanniliga heldur ikki lætt at hava sinnisjúkan pápa.

Hinvegin hevur høvundan sett hol á, og tú kanst brúka hesa søguna at tosa við børn um hetta so fjalda økið. Og hví skalt tú taka vónina frá barninum?

Bjørk J. Tróndheim hevur teknað, og tað er hon sloppin væl frá. Grátt og hvítt hoyrir til sjúkuviðgerðina, tað litríka til gleðina, áðrenn tað gongur niður á bakka, tað myrka til kvøldini, tá trupult er at sova, og tað endar við tí grøna vónarlitinum.

Ein væl skrivað, einføld søga, eitt nýbrot í føroyskum barnabókum, sum høvundan og Sprotin kunnu vera errin av.

 

 

 

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s