Einglarnir syngja fyri øllum

Offiseroghjemls

Í gjárkvøldið byrjaði eg at hyggja at einari sending um kærleika og kriminalitet á bbc, hvat kærleiki og kriminalitetur hevur við hvørt annað at gera, er mær ein gáta, men tað verður í heilum blandað saman í veruliga lívinum.

Tað, sum sló meg, var ein samrøða við ein drápsmann, sum sat og prísaði seg lukkuligan, tí at hann hevði tikið ímóti Gudi og var frelstur. Hann var vísur í, at hann slapp í himmiríki, men hann visti, at kvinnan, sum hann hevði dripið, ikki slapp í himmiríki, tí hon hevði livað i synd, tá hon doyði.

Vit lata hetta standa eina løtu.

Hugdi at Gud signi Føroyar, triðja sending, men havi ikki viljað blandað meg í kjakið á facebook, tí tað tykist at vera har á staðnum, sum orðatakið sigur: tá ølið fer inn, fer vitið út. Ikki so at siga, eg blandi meg ofta upp í kjak á facebook, men angri tað næstan altíð aftaná. At tosa um kristna trúgv, muslimar og javnrættindi á facebook er sum at tveita perlur fyri svín.

Eg haldi, tað er sera áhugavert at hyggja at hesum sendingunum, og serliga haldi eg, tað er áhugavert at síggja kanningina hjá Lóðri, sum er gjørd saman við sendingini. Trúgv hevur sera stóra ávirkan á alt okkara lív, so henda faðiruppgerðin hjá Heina er kærkomin og upplýsandi. Vit vita øll, hvat kristindómur stendur fyri, og at hann verður praktiseraður á ymsan hátt, alt eftir hvør kirkja ella samkoma talan er um.

At tað so koma úttalilsi fram, sum vit halda, ikki hóskar til okkara modernaða lív anno 2018, kann væl ikki koma sum ein skelkur. Tað er kanska bara tað at hoyra tað úttalað hart í einum miðli, sum ger okkum so forargað.

Vit, sum hava bara eitt lítið sindur millum oyruni, vita, at kristna grundprisippið er tað sama, men at trúgvin verður praktiserað á tíggjutúsundtals ymsar hættir, og eg haldi, at vit eru før fyri at taka dagar ímillum, hvat hesi ymsu fólkini føra fram. Tú fært aldri allan sannleikan at vita, tí hann man vera øgilgia ringur at finna, men tú kanst gera tær eina mynd, og tað haldi eg, at Heini megnar at gera her.

Sjálv havi eg gingið í sunnudagsskúla hjá baptistunum, tað var so praktiskt. Tíðin styttist til tú fekst døgurða og salurin lá og liggur enn eitt hanagleiv frá mínum barnaheimi. Pápi gekk í kirkju hvønn sunnudag, men hann kundi ikki droymt um at forða okkum at ganga í sunnudagsskúla í Kedron, um tað var tað, vit vildu. Har var gott at ganga, tað sigi eg, tí eg minnist ikki eitt einasta orð av tí, sum varð sagt í sunnudagsskúlanum, og tað taki eg sum eitt gott dømi um, at teir (eg sigi teir, tí eg haldi ikki, at kvinnur sluppu at siga nakað alment á møtum), hava duga sítt kramm og ikki hava hóttað við báli og brandi. Men eg minnist væl sangirnar, framúr góður sangur, ja, eg taki meg sjálva enn í at vagga og murra, tá eg hoyri brøðurnar syngja.

 

Eg setti meg at lurta eftir Ole Paus í morgun. Selv sopere har et hjørne i himmelen, syngur hann. Haldi, at hann man hava havt onkrar framførslur í hitastovum í Oslo, sum Frelsunarherurnar hevur opnar fyri heimleysum og rúsmisnýtarum.

Englene synger for hvem som helst

Kast dine krykker og bli frelst

Himmelen er åpen og Gud han er god

Og lykken kan smile selv til homofile

Selv sopere har et hjørne i himmelen

Halleluja

Selv sopera har et hjørne i himmelen

Jada

 

Kristnir felagsskapir hava roynt at pjøssa upp á tey, sum liva á samfelagsins skuggasíðu. í so máta haldi eg ikki, at vit, sum oysa gor og gall oman yvir tey, bæði av góðum og minni góðum grundum, kunnu vaska okkara hendur so væl, tá tað kemur til hetta. Eg hugsi um felagsskapir sum Frelsunaherin og Fólkakirkjuna bæði við rúsdrekkaviðgerð og við at hava eitt stað opið til teirra sum treingja til tað. Onnur eru heilt vist eisini, sum hjálpa, og høvuðsendamálið er vist at fáa fólk at gevast við at brúka rúsevni og í staðin at byggja sítt lív á kristin virði, men aftrat tí er ein púra vanlig fatan av, at vit eru menniskju, sum eiga at taka okkum av okkara næsta.

Eg haldi absolutt ikki, at tað er rætt, at brúka deyða, illamann og krossfesting sum uppbyggiligan barnalærdóm, men so velji eg tað bara frá og lesi góðar bøkur fyri børnunum ella fari at hyggja at góðum sjónleiki sum Ludda og Lundisu í gjár í Gamla skúla í Sørvági. Takk Vár Berghamar Jacobsen fyri leikin, tit megnaðu at fáa fram eina fitta mynd av lundapisum, flættað saman við náttúruvernd og umhvørviskritikki. Børnini sótu sum á nálum, ja, tað minti meg eitt sindur um seansurnar í Kedron, tá eg var barn. Boðskapurin var hin sami: Farið væl við hvør øðrum!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s