Eitt sindur av tí sama

Marjun 031 - Kopi

Foto: Birgir Kruse

Statens Kunstfond hevur gjørt eina evaluering av sínum 3 ára starvslønum 2006 -2016 og er komin fram til, at hon er ein vinningur og ein vitamininnspræning fyri donsk ritverk.

Í Føroyum elska vit at pinkulingugera starvslønirnar hjá Mentannargrunninum og gera listar við nøvnum, so at vit øll skulu síggja, at tær allar flestu fara til miðstaðarøkið, og at tær flestu fara til tey somu fólkini umaftur og umaftur, at vit blíva við at fáa tað sama avrikið, at tey fáa løn uttan at arbeiða osfr. osfr.

Hetta føroyska pinkulingaprátið samsvarar ikki á nakran hátt við tey úrslit, sum Statens Kunstfond er komin fram til, jú meira arbeiðsfrið tú gevur listafólki, jú meira og fjølttáttað er tað, sum kemur burturúr.

Nøkur úrslit:

  • 95 % svara, at arbeiðslegatið sum heild hevur havt týdning fyri teirra bókmentaligu menning
  •  60 % svara, at arbeiðslegatið hevur havt við sær, at tey hava arbeitt meira við øðrum genrum/formatum
  •  84 % meta, at tey ikki høvdu kunnað skriva sama tal av bókum í sama tempo

    • 85 % svara, at arbeiðslegatið hevur havt ávirkan á teirra arbeiðsstøðu og lesnað

    • 73 % svara, at tey hava brúkt arbeiðslegatið til at fara í niðursetta tíð ella heilt at fara av arbeiðsmarknaðinum.

88 rithøvundar, myndprýðarar, týðarar og leikritahøvundar hava fingið 3 ára starvsløn í 2006-16. Tvey teirra eru Kim Leine og Leonora Christine Skov, sum júst nú hava givið út nýggjar skaldsøgur, sum hava fingið ummælarar upp úr stólinum. Gjøgnumgangandi svarini eru, at tey hava torað meira, hava havt betur tíð og hava havt frið at arbeiða.

Í Føroyum hava, so vítt eg dugi at lesa meg fram til, 12 fólk fingið 3 ára starvsløn síðan 2001:

Alexandur Kristiansen

Teitur Árnason

Kristian Blak

Rannvá Kunoy

Rakel Helmsdal

Oggi Lamhauge

Katrin Ottarsdóttir

Jóanes Nielsen

Marjun S. Kjelnæs

Tróndur Bogason

Eivør Pálsdóttir

Hansina Iversen

Og eg má bara siga, at nógv er komið burturúr. Eg kenni sjálvandi mest til tveir rithøvundar, sum eg sjálv hava arbeitt saman við: Rakel Helmsdal (3 ára starvsløn í 2005) og Marjun Syderbø Kjelnæs (3 ára starvsløn í 2009).

Tær liva á allan hátt upp til niðurstøðurnar hjá Statens Kunsfond: Tað grør rundan um tær, báðar hava roynt seg í ymsum genrum, báðar eru engageraðar í projektum uttan fyri tað vanligu skrivingina: Marjun td. við filmi og tónleiki, umframt at hon skrivar yrkingar, skaldsøgur og barna- og ungdómsbøkur.  Bara á tí forlagnum, har eg arbeiði, hevur Marjun útgivið 3 bøkur síðan starvslønina, harav tvær teirra mugu sigast at vera slóðbrótandi: ungdómsbókin Skriva í sandin 2010 og skaldsøgan Óendaliga vera í 2016. Og Rakel við barna- og ungdómsbókum, marionettsjónleiki, Ung í Føroyum átakinum, sum skrivivegleiðari (365 orð), sum samstarvspartnari við aðrar norðurlendingar um væl umtóktu, mest týddu myndabøkurnar í Norðurlondum: Skrímslabøkurnar. Rakel er sera virkin, umframt skrímslabøkurnar, sum hon hevur fingið tíð at fordjúpa seg í, so hevur hon givið út flottu myndabókina Veiða vind, sum var framførd á konsert í Íslandi, og so fantastisku ungdómsbókina: Hon, sum róði eftir ælaboganum, sum hevur verið á IBBY Honour List, vunnið Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins og hevur verið í uppskoti til Barna – og ungdómbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, og hetta er bara ein brotpartur av øllum.

Hesar báðar liva ikki á nakran hátt upp til orðini í Norðlýsinum um, at vit fáa bara nakað av tí sama alla tíðina, heldur tvørturímóti, og eg vænti, at tað sama kann sigast um øll hini, sum hava fingið 3 ára starvsløn, so hvat gremja vit okkum um?

 

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s