Eg hoyrdi eina ferð eina góða søgu um Ingálv av Reyni, sum ofta varð plágaður av einum ávísum persóni, sum vildi sleppa at tosa við hann í tíð og úrtíð. Ein dagin ringir hesin persónur so til Ingálv, konan tekur telefonina og sigur, at tann og tann er í telefonini. Ingálvur ger ikki mætari enn at hann loypur út á altanina og teskar við konuna: Sig, at eg eri úti.
Vildi ynskt, at løgmaður kendi hesa søguna, tá ið Pro Vita felagsskapurin ringdi til hansara og bað hann seta eina ráðstevnu um abortmótstøðu í Føroyum. Ikki tí at tað var ein ráðstevna ímóti aborti, men tí at í hvussu er ein av røðarunum, Ludvig Nessa, er ein ógvuliga ódámligur og kontroversiellur persónur. Hann er prestur, sum hevur mist sítt loyvi at prædika í norsku fólkakirkjuni, sum sigur at álopið á Utøya og stjórnarbygningin í Oslo var úrslit av abortlóggávuni í Noregi, sum hevur prísað forsetanum í Uganda fyri at gera homoseksualitet ólógligt. Og øll vita, at tú ert í lívsvanda, um tú ert samkynd í Uganda. Ein maður sum brúkar sína twitter-kontu at siga, at feminisma hevur kostað fleiri mannalív enn bæði nazisma og kommunisma tilsamans. Minnir eitt sindur um Jenis av Rana úr Miðflokkinum, sum heilt vist tekur fult undir við Føroya Pro Vita, tá ið hann á tingsins røðarapalli ákærdi konufólk fyri at vera nazistar, uttan at formaðurin segði eitt einasta orð um, at hetta var átaluvert. Men at vera í ljósareyðari t-shirt við orðinum feminisma á er harafturímóti átaluvert og skal bannast!
Sami Ludvig Nessa hevur eisini á sínari twitter-kontu sagt, at homoseksualitetur er perversur og í stríð við náttúrulógirnar og Bíbliuna.
Bara tað at ein felagsskapur sum Pro Vita bjóðar einum slíkum persóni at hava framløgu um síni sjónarmið á ráðstevnuni, sum opinbart skal greina mannavirði, sigur ein hóp, ja, kanska alt, um støðið á ráðstevnuni.
Er hetta tað, løgmaður vil leggja rygg og umdømi sítt til? Eg øtist! Skulu vit taka tað soleiðis, at løgmaður gongur inn fyri slíkum horriblum úttalilsum – at hetta er tann kjakmentanin, hann viðmælir, at hann er ímóti abortlóggávuni í Føroyum, at hann er ímóti feministum, samkyndum? Eg trúgvi tí ikki ordiliga, men so átti hann at hava lisið skránna hjá pro Vita betur, áðrenn hann leyp út í hetta við báðum beinum – tí hetta er eitt sera óheppið signal, hann sendir Føroya fólki.
Í Føroyum fáa vit ferð eftir ferð prógvað, hvussu bangin vit eru fyri teimum rætttrúgvandi, og tey brúka eitt og hvørt høvi at spæla við musklunum, og fáa tey ikki sín vilja, ja, so siga tey bara at tey eru kúgað og sleppa ikki til orðanna. Og so tosa tey um talufrælsi, samstundis sum tey vilja banna moskum, høvuðturrikløðum, feministiskum t-shirtum, aborti, muslimum, feminsimu, menningarlæruni, nýggju ættleiðingarlógini, ógiftum pørum, at samkynd sleppa at giftast borgarliga, 266b, ja, tit kunnu bara halda fram við listanum …
Er hetta tað løgmaður er bukkaður undir fyri? Har havi eg hug at siga: Tað er altso ikki hvørt gildi, tú skalt fara í, Aksel V. Johannesen.
Epilogur:
Ímeðan eg havi sitið og skrivað mín blogg, er javnaðarflokkurin farin út á facebook at siga, at løgmaður hevur tikið seg aftur og fer ikki at seta ráðstevnuna. Hann leggur dent á sama persón, sum eg havi viðgjørt í blogginum. Eg má bara siga, at hetta var fyri neyðuni!