Tá ið deyðir lutir fáa lív

catherine

Flestu okkara kenna søguna um Jólaskipið, sum hóast sítt hugnaliga navn fekk eina óhugnaliga lagnu.

Í Krígssavninum eru vit so heppin at hava fingið lutir frá Sauternes/Jólaskipinum í varðveitslu frá teimum, sum á sinni kavaðu niður í Fugloyarfirði og funnu lutir frá vrakinum har.

Teir standa so í einum horni í Krígssavninum og siga sína stillu søgu. Tú gongur framvið teimum, hvørja ferð tú hevur vakt, og fyri tær eru teir í høvuðsheitum deyðir lutir. Okkurt, sum er farið fram fyri mongum árum síðan, sum sjálvandi er ógvuliga syrgiligt, men tú venist við tað.

Líka til tú hittir fólk, sum hava verið merkt av onkrum av hesum hendingunum, sum sýndar verða fram.

Seinasta sunnudag var eg yviri á Krígssavninum og tók ímóti fólki, sum vóru í familju við ein av manningini, ið fórst við Sauternes. Ein ótrúliga sterk uppliving, sum gevur mær vissu fyri, hvussu stóran týdning tað hevur at goyma søguna um fólk og land okkara upp á gott og ónt.

Tey høvdu verið og vitjað grøvina hjá einum av teimum fimm monnunum, sum vóru skolaðir í land eftir sjólátið og liggja grivnir í Klaksvík.

Hesin, talan var um, er Robert Ross, sum doyði bara 24 ára gamal, og tey, sum vóru og vitjaðu á Krígssavninum, var dóttirin Catherine við manni, børnum og verbørnum. Cathrine fortaldi frá, at hon bara var eitt ára gomul, tá pápin doyði. Mamman, Margaret, giftist ongantíð uppaftur. Catherine fortaldi frá, at sonurin æt Robert eftir abbanum. Tað hevði nógv at týða fyri hana, sum altíð hevði verið nógv merkt av hesum at missa pápan, hóast hon onki mintist til hansara. Hetta var ikki fyrstu ferð, tey vóru og vitjaðu í Føroyum, men hetta var fyrstu ferð, eg hitti tey. Tey vóru samd við meg um, at mitt í allari neyðini av at missa, so er kenslan av at eiga eitt stað at fara at vitja, har tey kunnu minnast tey deyðu, ein góð kensla. Ímeðan vit tosaðu um hetta, kundi eg ikki lata vera við at hyggja yvir á myndirnar av teimum føroysku sjómonnunum, sum lótu lív undir krígnum.

Vit fingu eitt ómetaliga gott prát har á Krígssavninum, tey vóru øll takksom fyri at sleppa at síggja lutirnar, summi teirra høvdu ikki verið her fyrr. Eg tók myndir av teimum framman fyri lutunum av skipinum, og tey vildu fegin, at eg bloggaði um vitjanina. Myndirnar fekk Catherine heim aftur við sær til Skotlands, og hon var glað, tí nú væntaði hon ikki, at hon kom aftur.

Ein hjartanemandi løta, sum gav deyðum lutum lív, og eg fór enntá heim við biskvitt, sum eg hevði afturvið einum góðum bretskum temunni.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

w

Connecting to %s