Í kvøld 8. juni verður stovnandi aðalfundur, har felag, ið skal arbeiða fyri rættinum til egnan kropp verður stovnað. Rætturin, sum fyrst og fremst er talan um í hesum førinum, er rætturin til at fáa abort, um kvinnan vil tað.
Kvinnur hava í øldir stríðst fyri hesum fyri teimum sjálvsagda rætti, men verða forðaðar av kúgandi meiningsdannarum, serliga í trúarbólkum, og bangnum politikarum, sum ræðast at missa atkvøður, og sum vilja gera alt, tey kunnu fyri at forða fyri hesum.
Men nú tíma ikki ungar føroyskar kvinnur hetta meira, men stíga opið fram og krevja sín sjálvsagda rætt. Tær kenna ikki trongd til at standa og bukka og skava fyri at fáa hendan rættin, tvørturímóti so krevja tær broyting.
Eg eri in awe av, at vit hava so skilagóðar ungar kvinnur í hesum landinum, tí sum tær siga:
Tað er ikki í lagi, at avgerðin skal vera tengd at privatum áskoðanunum hjá einstøkum læknum, politikarum ella trúarbólkum. Hvat onnur halda vera rætt og skeivt í hesum máli er óviðkomandi. Tað, sum hevur týdning er, at politiska skipanin tryggjar kvinnuni eitt greitt, trygt og virðiligt grundarlag til at taka ta avgerð, sum er røtt fyri hana!
Mín kroppur er ikki ein politiskur vígvøllur, siga tær. Valið skal vera frítt.
Sjálvsagt fóru fólk í hernað beinanvegin at verja rættin til lív, sum tað so fagurt eitur. Tað var greitt, at talskvinnan fyri undirskriftainnsavningina als ikki helt, at kvinnan hevur rætt at ráða yvir sínum egna kroppi, og her eri eg og tær, sum skipa fyri at seta felagið á stovn, so rúkandi ósamdar. Kvinnan ræður yvir sínum egna kroppi og ongin annar!
“Ynskja vit at minka um fosturtøkutalið, mugu vit sostatt flyta fokus frá at nokta fosturtøku til heldur at fyribyrgja, at kvinnan kemur í ta støðu, at hon má taka fosturtøku. Tað gera vit m.a. við at hava góða seksualundirvísing í fólkaskúlunum, ókeypis fyribyrging og góðar sosialar skipanir.” sigur skilagóða Maria Lyager við jn.fo
At hesar kvinnur tora at stíga fram og bróta tøgnina á henda hátt, soleiðis at fosturtøka ikki heldur fram at vera nakað, tú eigur at skammast yvir, og sum tú sagtans kanst liva við, hóast tað er ein trupul avgerð, er alla æru vert. Og hetta ber boð um, at rákið er við at venda, nú tíma kvinnur ikki longur at standa við hattinum í hondini.
Eg ynski tykkum alt gott!