Yvir um hav

 

IMG_2973Tá ið man er farin upp um 60, so skal man ikki brúka alt ov nógva tíð at hugsa. So tá ommudóttirin Rannvá spurdi, um ikki onkur kom at vitja hana í Kanada, nú hon hevði tvær vikur frí, so smekkaði henda gamla til.

Tað skulu nógvar fyrireikingar til, skal eg heilsa og siga. Eg skilji væl, at polarfarar hava verið noyddir at brúka rúma tíð at fáa røttu útgerðina til vega, áðrenn tey fara norður ella suður í ísin. Tað sama má ein, sum skal vestur um í sólina. Hitin liggur millum 27-35 stig, síggi eg á fonini, so har nyttar sanniliga ikki at fara við vetrarklæðum. Øll míni keyp, gjørd í ørskapi, tí eg helt, at nú fór at at blíva heitari í Føroyum vegna veðurlagsbroytingar, koma nú til sín rætt. Stuttar buksur, niðurdeilar, summarkjólar, sandalir etc. endiliga sleppi eg at lata meg fínt í.

Men so er tað alt hitt mercendeisið: hvønn faktor skal eg keypa? Las og spurdi meg fyri, um tað var rættari at keypa faktor 50-60-75, men fann útav, at tú sagtans kanst brúka faktor 30, sum eg longu havi standandi, skal bara smyrja meg oftari inn.

Flogbillettir, airbnb, loyvi at koma inn í Kanada, loyvi at millumlenda í Seattle. Check!

Eg hyggi varisliga niður eftir tíðindastroyminum hjá mær á facebook at vita, hvussu langt tað er síðan, eg havi spilt ein ávísan gulhærdan mann út, fjúsi: ikki so langt síðan. Vónandi dugir ongin føroyskt over there.

So er tað tað, at eg skal sita 7-8 tímar í einum flogfari, tá skal man hava power bank, tí tað má ikki henda, at eg standi í floghavnini í Vancouver, og telefonin er avlødd. Jee – bara tankin fær meg at skelva. So sigur onkur, at eg má hava stuðulssokkar. Stuðulssokkar? – skríggi eg- hvat billar tú tær inn? – aldursrasisma! Åh nei, sigur hon í Matas, tað er faktiskt nokkso smart at brúka stuðulssokkar, tá tú situr so leingi still – blóðrenslið, veitst tú; og so komi eg í tankar um allar ferðirnar, eg leypi út á gólv um náttina við sinadrátti, og smekki til, sjálvt um tær kosta 250 kr. Men, sigur hon í Matas, tú kanst eisini brúka tær, sjálvt um tú ikki situr í flogfari. Ok – check.

So sigur onkur – hevur tú hugsað um ferðatrygging? – øh, eri eg ikki tryggjað – eg ringi beinanvegin – og hon í rørinum sigur, at nei, tað ert tú ikki, bara Europa – skít – aftur 1000 kr har.

So komi eg í tankar um allan heilvágin, eg taki, og gud – eg má hava medisinpass eisini. Tað gamla er frá 2014.

Og nakkapútu má eg hava – gud í hægsta himli – eg knógvi ikki undir hondtaskuni við hetta lag. Og helst komi eg í tankar um okkurt aftrat, áðrenn eg lætti mær á í morgin.

So nú er bara at vóna, og gleðast um, at Atlantic er betur útgjørt móti mjørka enn SAS, og vóna, at onki fjall í Íslandi fer í útbrot. So fer tað vónandi at ganga. Wish me luck!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

w

Connecting to %s