Seinasti riddarin

foroyskur-dansur-2

Ein sera bilsin Mary – Myndina eigur Sverri Egholm

 

Tað var tann tíð, tá ið tjóðveldisfólk ikki róptu hurra fyri kongshúsinum, tá tey komu at vitja á tingi. Hetta er farin tíð.

Nú hevur ein av fremstu oddvitum í Tjóðveldinum latið gjørt føroysk klæðir til Vincent prins, og hann fer gladliga umborð á Dannebrog at eta pinnamat.

Så gik der tid med det …

Og tingformaðurin verður hunddálkaður í miðlunum, tí hann ikki tímir umborð at eta og mingla, ongin skilir nakað sum helst. Var hann ikki og át føðingardagskaku hjá Fríðriki herfyri, og hvat er hetta við at vera vertur her og har? Ongin skilir nakað sum helst. Og prinsippir, tað eru øll langt síðan farin frá.

Og tá ið vit nú hava slept prinsippunum og skíta á loysingina, so kunnu vit bara øll lata okkum í nissuklæðir, sum tað so niðrandi verður kallað í donskum miðlum, so hava vit okkurt føroyskt at halda okkum til.

Og so mugu Christan og Vincent og Isabella og Josephina vansmektað í føroyskari húgvu og kýsa, meðan øll hini børnini eru í brølapum og øðrum góðum húgvum at verja seg ímóti kuldanum. Og tað seinasta, eg havi hoyrt, er, at húgvurnar venda skeivan veg – hevur man vitað so galið!

Og vei tí konu, sum ikki hevur dugað at tikið mál av Fríðriki og hevur verið atvold til, at hann hevur gingið í alt ov síðari troyggju – Jesus Kristus, tað KANN man bara ikki! Og hasin rektarin á Glasi, hví gekk hann hvítklæddur og tók ímóti feðgunum báðum – nei – álvaratos – onkur prinsippir mugu vit hava eftir!

Men tað er ikki bara hesin, sum ikki dugir fólkaskikk, tí man skuldi trúð, at ein prinsur dugdi sovorðið. Men fer hann ikki spankulárandi av stað at taka í hondia á onkrum mitt í tjóðsanginum! Tað var líka við, at tað endaði sum í disneyteknifilminum Aristocats – at alt hornorkestrið mundi sett trompetirnar í hálsin.

Tobbi, sum er so einastandandi góður at úttala seg, so tú skuldi trúð, at hann dagliga las í Takt og Tone hjá Emmu Gad, sigur í aftursvari til Árna Dahl á Vágaportalinum, at trupulleikin eri ikki breyðflísin umborð á danska matriklinum “Dannebrog”:

problemið er, at loysingarvongurin á tingi er stein hamrandi deyður. Lívlátin. Meginmálið er deytt, fyri tíðina, og nú snýr tað seg meiri um hvørt føroysk børn skulu hava tveir pápar ella um onkur kona skal gerast maður ella øvut, alt gott um tað, men her kámast alt í einum bagatellragnaroki.

Hvat sigur man ikki fyri at sleppa at ganga á bonaðum gólvum.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s