Go Amy!

Hetta er ein løgin verð, vit liva í.

Í USA ger man alt, hvat man kann fyri at reinsa ein neyðtøkumann og løna honum við einum lívstíðarstarvi í hægstarætti, so hann kann vera við til at taka rættin frá kvinnum til egnan kropp.

Hóast fleiri ákærur frá kvinnum um, at hann ikki er egnaður at umboða rættarskipanina í USA, tí hann hevur gjørt seg kynsliga inn á tær, so ger patriarkatið við Donaldi Trump á odda alt, hvat tað kann fyri at niðurgera kvinnurættindi og trumfa sín vilja ígjøgnum. Við at lata FBI gera eina kanning av manninum so at siga við påholden penn, so at onki avgerandi skal koma fram um mannin, er øði komin í kvinnurnar. Í gjárkvøldið var mótmælisgonga og yvir 300 fólk handtikin. Harímillum sjónleikarin Amy Schumer, sum hevur heiti sum skemtari, men sum als ikki sær nakað skemtiligt í hesum, sum nú fer fram.

<> on October 4, 2018 in Washington, DC.

Og hetta við skemti fær meg at hugsa um seinasta happening hjá GMF, har fólk nú sleppa at lata sín innara svínhund leysan í klummum, sum hava heitið Knarrið. Og hetta sleppa tey at gera ónevnd í okkara almenna miðli. Hetta er milt sagt tankavekjandi! Tú onkursvegna eggjar fólki til at oysa út av tínum privatu frustratiónum um kyn, sum enn einaferð skal sementera, hvussu eintáttað vit eru: kvinnur eru eittans slag av fólki, og menn eru eitt annað slag av fólki. Vit verða eintáttað í høvd og reyv. Vit skulu tross allar devlar kroystast niður á smalar kassar, har kvinnur eru freistarinnur, og menn eru snikutir. Sig mær eitt: hvørji øld livir KVF í? Miðøld? Hevur ongin fylgt við í kynsgransking og øllum orðaskiftum, sum fara fram í hesum landinum, har fólk royna at seta orð á, at vit eru menniskju við ymsum lívsfatanum, og at tað ikki ber til at siga, at kvinnur eru soleiðis, og menn eru soleiðis? Hevur ongin varnast #MeToo-rørsluna?

At menn eru til, sum heilsa nýggjari fatan av mansleiklutinum vælkomnum, har hann sleppur at vera rúmligari, enn hann var frammanundan, at maksulinitetur í dag ikki er tann sami, sum hann var fyri 30 árum, og somuleiðis kvinnur: teirra leiklutir eru fjølbroyttir og øðrvísi, tað er so nógv hent, síðan vit tveittu hoftuholdararnar av okkum, lótu okkum úr kitlunum frá Daells og fingu okkum uppvaskimaskinu, stutt sagt hava stríðst fyri at koma úr øllum, sum hevur fjøtrað okkum í øldir.

Men sambært GMF er alt við tað gamla, har verður enn tosað um mammukroppar, strammar troyggjur, stutt skjúrt, gamlar menn, sum vilja hava ungar kvinnur, og at kvinnurnar sjálvar hava skylduna av, at menn hyggja at teimum. Ja, tað er líka við, at man spyr seg sjálva, meinar KVF so eisini, at tær sjálvar hava skyldina av, at tær verða neyðtiknar? Trúgvi tí ikki, men eftir øllum at døma er tað júst hendan fatanin, sum liggur aftan fyri hvítvaskingina av Brett Kavanaugh.

Nei, nú má KVF royna at finna fram til sítt skilvísi aftur. Takið ein morgunfund og roynið at koma ásamt um, at skemt er so ævintýrliga nógv meira enn at oysa út við fordómum um hetta og hatta.

Amy fekk meg rættiliga upp á barrikadurnar í morgun!