A loss is a loss is a loss

rosaluxemburg

A friend or a lover a loss is a loss is a loss. Soleiðis sigur internetyrkjarin Rupi Kaur og stjelur sum so mong onnur frá víða gitnu yrkingini hjá Gertrude Stein: Sacred Emily, sum sigst vera ein kvøða til yrkjaran Emily Dickinson. Eg hugsaði sjálvandi um rósuna.

Mangar kvinnur hava verið samanbornar við rósur – vit minnast øll sangin the Rose, sum Amanda McBroom skrivaði, og sum Bette Midler gjørdi ódeyðiligan í filminum um Janis Joplin.

Men tá ið eg hugsi um rósur, hugsi eg fyrst og fremst um sosialistin Rosu Luxemburg, mína stóru fyrimynd, sum varð dripin í dag fyri 100 árum síðan saman við Karl Liebknecht.

Tað er ikki so løgið, at tá ið fólk doyggja ung, so kunnu tey mangan fáa eitt slag av reinleikastatus – og hvør veit, kanska hava vit brúk fyri tí. Rosa Luxemburg er fyri mær ein leiðarstjørna, sum tordi at traðka fram í einari harðari mannfólkaverð, og sum eisini tordi at kritisera viðurkenda kommunistiska hugsan um kollvelting og stat.

Hon var ímóti, at Týskland fór í kríggj – nevnliga 1. veraldarbardaga – og sat tí mestu tíðina, meðan kríggj var, í fongsli. Hon stovnaði saman við øðrum Spartakusrørsluna, sum seinni gjørdist KPD – kommunistaflokkurin í Týsklandi. Onkur vil vera við, at um hon ikki varð blivin myrd, so hevði Týskland kanska ongantíð byrjað 2. veraldarbardaga. Um so er, er ilt at vita – tað, vit vita, er, at hon varð tikin saman við Liebknecht, av tí, sum tey kallaðu Freikorps, førd til hotel Eden, avhoyrd, bard av og síðan sligin í høvdið fleiri ferðir og at enda skotin. Tá tað var gjørt, varð hon førd við bili og tveitt í Landwehrkanalina, sum gongur úr ánni Spree í Berlin.

Hetta hendi 15. janaur 1919.

Á myndini av henni hevur listamaðurin valt at seta plástur á andlit hennara – tí tað var tað, sum gekk fyri seg í høvdinum á henni – tankar og tala – sum teir ræddust og ætlaðu at gera enda á.

A friend or a lover a loss is a loss is a loss.

 

 

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s