Mítt Laurel Canyon

DSCF1724

 

Eg gangi oman gjøgnum Traðardal fram við Dalsá, og eg hugsi, at ljóðið av ánni broytist allan vegin oman. Hon er sum eitt tónleikaverk.

 

Eg liggi oman á einum hoylessi í einum lastbili á veg gjøgnum Sørvág, lukturin av turrum hoyggi er so sterkur og góður, at eg næstan fari í eina aðra dimensión.

 

Eg hyggi oman yvir tey sprøklut littu húsini á Christiania, har er so friðarligt, og ongin teirra fer nakrantíð at sleppa í eitt Bo Bedre-blað. Tað er so lívgevandi at hugsa sær.

 

Eg stingi nøsina niður móti nýfødda kroppinum á Róki og njóti angan av barninum, sum nú er komið at vitja okkum.

 

Eg gangi á sandinum og samli leiku at spæla við, og saman við mær er mín besta vinkona Elisabeth.

 

Eg hyggi fram fyri meg í heimi mínum og hugsi um øll tey, ið hava havt sítt lív her undan mær.

 

Eg vitji foreldur míni í kirkjugarðinum og hugsi um alt, sum var.

 

Eg hoyri likkulát uttan fyri kamarsvindeygað og gleðist um, at alt er, sum tað eigur at vera.

 

Eg stýri træskip á havinum mitt á nátt á veg til Hetlands og hugsi, at verðin er óendalig.

 

Eg drukni í tónleiki, sum streymar út úr hátalaranum og hugsi, at listin er ómissandi.

 

Oh, oh, it´s so beautiful to be alone

Got the sun and trees and silence

I´m in my Laurel Canyon home