Hin svanga ormveran

Hin svanga ormveran1

Eric Carle er amerikanskur rithøvundur og myndprýðari, sum er vorðin kendur um allan heim. Og ein av orsøkunum er myndabókin Hin svanga ormveran, sum hann gav út í 1969.

Sostatt er hon 50 ára gomul, men framvegis aktuell og nógv lisin.

Bókadeildin hevur givið fýra bøkur út eftir Eric Carle, men Hina svanga ormveruna hava vit givið út í trimum ymiskum formatum.

Myndabókin kom út á føroyskum í 2004, Turið Kjølbro týddi til føroyskt. Í 2007 gav Bókadeildin bókina út við blindaskrift, har myndirnar vóru gjørdar úr ymiskum tilfari, toyi og leðri td., soleiðis at til bar at sansa myndirnar heldur enn at síggja tær. Í 2012 varð bókin givin út til tey smáu sum ein pappbók.

Bókin er helst vorðin klassikari, av tí at hon ger brúk av so nógvum ymiskum frásøgusnildum.

Fyrst og fremst er hon eitt listaverk, haraftrat er hon ein einføld innføring í lívfrøði, men samstundis lærir hon barnið at telja, at kenna nøvnini á døgunum, at kenna mun á heilsugóðum og minni heilsugóðum mati. Yvirornað nertur hon eisini við eitt filosofiskt tema sum vón, menning og broyting.

At tú ert eitt egg, ein ormvera og broytist til ein vakran firvald!

Hetta er nakað, ið barnið skilir: at tað veksur og mennist, og tað kann eisini skiljast av einum, sum stríðist við sín samleika, einum, sum ikki kennir seg heima í sínum kroppi.

Alt, ormveran skal gera fyri at blíva til ein firvald, er at eta seg ígjøgnum alskyns góðan mat og bløð, vit kunnu kanska siga við børnini: hygg, tú mást eta akkurát sum ormveran fyri at gerast stór og vøkur, men sum vaksin vita vit, at meira skal til enn at eta seg til vakurleika og eydnu.

Hin svanga ormveran er eitt meistarverk í øllum sínum einfeldni.

Eiga vit nú øll málið?

policing-language-silencing-women

Óteljandi hátíðarhald eru á skránni, nú V. U, Hammershaimb fyllir 200 ár.

Og tað er so rímiligt, hann er hóast alt faðir at skriftmálinum, sum vit plaga at taka til, fyri nú at halda tað fast í tí eitt sindur yvirhátíðarliga.

V. U. Hammershaimb hevur gjørt tað gjørligt hjá okkum at málbera okkum á skrift við egnum máli, og tað eiga vit at vera takksom fyri. Helst var hann ikki tann einasti, men nú er tað hann, sum fyllir 200.

Skriftmál okkara hevur fingið manga skorfleingju, tí at tað hevur verið hildið, at tað hevur fjøtrað okkum meira enn gjørt okkum fræls. Helst tí at vit hava havt eitt ótal av monnum, sum hava roynt at vaskað og reinsað málið fyri øll møgulig sløg av ónollum, so tað viðhvørt kendist, sum tú næstan las okkurt á norrønum heldur enn á føroyskum. Hesir menn hava viljað málinum væl, lat ongan iva vera um tað, og teir hava verið málkønir, ja, viðhvørt ynskir tú teir aftur, tí at tað í dag tykist, sum vit meira og minni skíta á, hvør týdningur liggur í málinum, vit tráðnýta einstøk orð uttan at vita av, at málið í grundini liggur inni við óteljandi møguleikum fyri at málbera seg.

Men hinvegin so hevur júst hetta fjøtrað okkum, tí vit eru ikki sloppin at menna málið til eitt nútímans føroyskt mál. Hetta er tó við at broytast, tíbetur. Børnini fáa eina frágera góða frálæru í málinum, ja, tað er enntá so væl vorðið, at mentamálaráðharrin fór frá at skerja tímatalið í føroyskum í byrjanarundirvísingini! Í dag kundi einki barn funnið uppá at sagt fjernsyn ella elevator, nei, nei, nei. Og gott tað sama. Føroyingar skulu sjálvandi tosa føroyskt.

So samanumtikið eri eg sera fegin um, at vit vilja hjúkla um og menna føroyska málið, men tað tykist sum at, tá ið vit skulu hátíðarhalda Hammershaimb, so glíða vit spakuliga aftur í forna tíð og gloyma, at málið er annað enn ein akademisk disiplin.

Kanska tað mest fólksliga er kvøldsetan hjá Málráðnum, sum jú hevur sum motto, at vit øll eiga málið, og har sleppa kvinnur eisini at seta dám á. Eisini hátíðarhaldið hjá Sprotanum er fólksligt, men tað eru bara menn, sum sleppa til orðanna: Teir, sum hava sett varandi spor í føroyska mentan, er yvirskriftin, og teir, sum sleppa at siga nakað um tað, eru Knút og Jákup.

Setrið skipar eisini fyri hátíðarhaldi, og teir, sum sleppa til orðanna har eru: Christer, Jákup, Jógvan, Rakul (ups), Sjúrður, Trond, Hjalmar og Paul. Inni á Nesi fara tey sjálvandi eisini at halda hátíð, har skulu Jákup, Ólavur og Jørgen siga frá. Í Sandavági fara tey at minnast gamlar dagar, har skulu Heine og Jákup siga frá, og á Landsbókasavninum fara Christer, Kim, Ole, Kim, Helgi og Kim at folda seg út.

So samanumtikið verður als ikki tikið upp á tungu tvey tey størstu vandamálini í føroyskum, málið hjá børnum og ungum, og hvussu málsliga kallkynsgerðin er við til at sementera eina patriarkalska mentan í Føroyum. Hetta sæst týðiliga bæði í hálovanini av manninum og fyrilestrum um hvønnfall og suðuroyarmál og corpus osfr. Og kvinnurnar eru sum ikki einaferð bert til pynt, tær lesa yrkingar, spyrja menn um hetta og hatta, lata gávur og byrja seancurnar við innleiðandi talum. Hetta er eitt sindur løgið, tí tað finnast nógvar kvinnur, bæði í Føroyum, Norðurlondum og londum longri burturi við serfrøði í máli, bæði so og so. Men tað tykist sum, at tá ið tað skal vera rættilig veitsla, so sleppa kvinnurnar bara at ganga til handa.

Nærum júst soleiðis sum tað var á FMA 2019.

Tann gamli patriarkurin kann gleða seg – hann fær ein rimmar føðingardag.