Eric Carle er amerikanskur rithøvundur og myndprýðari, sum er vorðin kendur um allan heim. Og ein av orsøkunum er myndabókin Hin svanga ormveran, sum hann gav út í 1969.
Sostatt er hon 50 ára gomul, men framvegis aktuell og nógv lisin.
Bókadeildin hevur givið fýra bøkur út eftir Eric Carle, men Hina svanga ormveruna hava vit givið út í trimum ymiskum formatum.
Myndabókin kom út á føroyskum í 2004, Turið Kjølbro týddi til føroyskt. Í 2007 gav Bókadeildin bókina út við blindaskrift, har myndirnar vóru gjørdar úr ymiskum tilfari, toyi og leðri td., soleiðis at til bar at sansa myndirnar heldur enn at síggja tær. Í 2012 varð bókin givin út til tey smáu sum ein pappbók.
Bókin er helst vorðin klassikari, av tí at hon ger brúk av so nógvum ymiskum frásøgusnildum.
Fyrst og fremst er hon eitt listaverk, haraftrat er hon ein einføld innføring í lívfrøði, men samstundis lærir hon barnið at telja, at kenna nøvnini á døgunum, at kenna mun á heilsugóðum og minni heilsugóðum mati. Yvirornað nertur hon eisini við eitt filosofiskt tema sum vón, menning og broyting.
At tú ert eitt egg, ein ormvera og broytist til ein vakran firvald!
Hetta er nakað, ið barnið skilir: at tað veksur og mennist, og tað kann eisini skiljast av einum, sum stríðist við sín samleika, einum, sum ikki kennir seg heima í sínum kroppi.
Alt, ormveran skal gera fyri at blíva til ein firvald, er at eta seg ígjøgnum alskyns góðan mat og bløð, vit kunnu kanska siga við børnini: hygg, tú mást eta akkurát sum ormveran fyri at gerast stór og vøkur, men sum vaksin vita vit, at meira skal til enn at eta seg til vakurleika og eydnu.
Hin svanga ormveran er eitt meistarverk í øllum sínum einfeldni.