Blómuskapið á klantrasliga legginum

089bbc1f8dc4bcd2ea556eae11f1beaa1f7dfbfd_w1152_h0_fS

Eg havi loyst knútin um nominering til norðurlendsku bókmentaheiðurslønina næsta ár. Bókin er funnin! Eg varnaðist hana í somu løtu, eg kom inn í bókhandilin, tíbetur var elsta dóttirin við, so hon hoyrdi mítt mutl, meðan eg gekk rundan um bunkan av bókum, nart við, luktaði, blaðaði, segði áh, áh, hon er flott, harrajesus hon er fullkomin og annað slíkt av sama slag, men keypti eg hana, nei! Gud viti hví, eg angraði tað fleiri ferðir aftaná.

 

Men so fór eg um ein hvassan kant, gjørdist 65 og fekk gávur og góðan døgurða og kaku og gávur, nógvar heilsur á facebook og messenger og í telefonini.

 

Tað besta vóru tó gávurnar frá børnum og ommubørnum. Alt verk eftir kvinnum, sjálvandi, eitt prent eftir Deu Trier Mørch, ein bók við signaturi eftir Adda Lykkeboe og bókina Leitanin eftir at vera eftir Katarinu Nolsøe. og her er tað, at eg havi loyst knútin hjá uppstillingarnevndini. Bókin, sum skal vera í uppskoti næstu ferð, er nevnliga júst hendan hjá Katarinu Nolsøe.

Hon er sjáldsama væl frágingin, har er alt ein samanhangandi heild, fantastiskar tekningar, fantastiskar yrkingar, og so eru tær skrivaðar á fantastiska góðum føroyskum máli, so at tú gerst so ómetaliga glað at vera føroysktmælt: Vit kunnu jú siga alt á okkara máli.

Sum prikkurin yvir i´ið fóru eg og dóttirin og versonurin at hyggja at leikinum hjá Katarinu, og eg má siga, at sjáldan havi eg sitið so rimmarføst á stólinum, ja, viðhvørt mátti eg næstan slíta meg úr einari transu og noyða munnin saman aftur, so væl var hetta uppsett og ikki minni spælt. Eg havi aldrin sæð Gunnvá Zachariassen spælt so væl, sum hon gjørdi her, og eg havi sæð hana spælt nógvar og góðar leikir.

Sjálvt um tað er mítt arbeiði at seta orð saman, at ritstjórna, at kuta orð burtur og alt møguligt, sum hevur við orð at gera, so eri eg ikki før fyri at greina hendan leikin, sum byggir á bókina við sama navni.

Fyrst og fremst var hendan framførslan merkt av at tann, ið hevði leverað tilfarið, visti, hvat hon tosaði um.

Tað byrjar alt við vektleysa kroppinum, sum er onkra aðrastaðni, um fallið, har tú ikki veitst, hvar og nær tað endar, um spakuliga at tora at koma upp aftur, burtur úr avbyrgingini og út í lívið hjá hinum.

Eg var so tikin á bóli, at tá ið Gunnvá framførir eitt hjartaskerandi skríggj á pallinum, sum ongan enda vil taka, bresti eg út úr at gráta, tí eg kenni á mær, at hetta var tað, sum skuldi til, nú fer hon at tora at koma fyri seg aftur, nú slapp hon av við slanguna og djevulin og tó, so vita bæði hon, sum skrivað hevur, hon sum framførir, og vit sum hyggja, at tú noyðist at liva við djevlinum, tú mást foreina teg við hann, hyggja í eyguni á honum, rura honum fyri at sissa hann.

Leikurin er upplagdur at spæla á øðrum málum, so onkur má skunda sær at týða til norðulendsk mál. Takk fyri Katarina, Gunnvá, Búi og øll, sum hava havt nakað við hann at gjørt.

Og bókina, hana fari eg at bera við mær inn at hjartanum og lesa og læra av. Takk og lov fyri hesa gávaðu kvinnu!

 

Hin langa líðingin

3a44cb69ac923ffc4c2c33879bf0a102c1dff2f6_w1152_h0_fS

Byrjaði at lesa Ikki fyrr enn tá í flogfarinum niður til Danmarkar. Tað seinasta var lisið langa fríggjadag, hóskaði stak væl til innihaldið, av tí at bókin er ein long líðilsissøga við einum eitt sindur happy end.

Nú ljóði eg kanska, sum mær ikki dámar bókini, men tað er ikki so. Bókin er stak væl skrivað, tú flýgur ígjøgnum hana, og sjálvt um eg ikki havi verið ígjøgnum hetta, sum Janus fer ígjøgnum, so haldi eg, at hetta má vera nøkulunda soleiðis, tá ið tú noyðist at liva við hesum slagi av sjúku og deyða tætt inn at tær.

Snúningsásin er hetta tá og nú, og hóast orðið er eitt orð, tú vanliga setur í samband við nakað, sum er farið, so er tað kortini talan um eina framtíð, okkurt sum tú noyðist at bíða eftir, okkurt tú skalt gera, men ikki fært gjørt, tí hetta sjúka menniskja, sum tú elskar, heldur tær føstum í einum ongamannlandi, har tú hvørki sleppur at drekka ella at skriva fyri at dulma pínuna.

Janus, yrkjari og hjálparfólk í bókhandli, er høvuðspersónurin. Og hvat kann vera meira hóskandi enn at arbeiða í bókhandli, tá ið tú ikki kanst liva av tínari skriving, í so máta átti Janus at havt eitt eydnusamt lív, hann hevur eina konu, sum hann elskar, ein hund, sum skapar samanhald hjúnanna millum, tí Janus vil ikki hava børn til tað sama, ein hundur, sum eisini hevur ein sera týðandi leiklut sum skipari av gerandisdegnum, og sum er ein bjargingarboya at krøkja seg í, tá ið Janus noyðist út at anda og fáa sær ein royk ella báðar tveir fyri at sleppa undan tí sálartrýsti, sum tað er at síggja konuna fána burtur, broytast og gerast eitt hím.

Bókin hevur ein einfaldan bygnað, og tað er ein sannur lætti, at tú viðhvørt fært eina bók at lesa, har tú ikki noyðist at lesa ein kapittul í senn vápnað við etymologiskari orðabók og ógemeina nógvum toli. Og sannheit at siga, fært tú akkurát líka nógv burtur úr tí einfalda sum úr tí samansetta.

Treyðugt so, eg skuldi kortini venja meg við hana, tí eg helt, at hon brúkti í so nógv myndamál at byrja við, eg minnist, at eg hugsaði, at eg hopað ikki, at hon var alt ov nógv lík einari yrking, eitt tekstaslag, sum mær annars dámar sera væl, men eg vandist skjótt við skrivingarlagið, og eg haldi ikki, at myndamálið minkaði, tað bleiv bara betri.

Okkurt var eisini, sum eg helt kundi verið betri ritstjórnað, men tað var ólukksáliga lítið, og kanska átti tað at vera har, onkrar uppafturtøkur, sum eg helt vera óneyðugar, men kanska var hetta bara orsakað av mínum fakidioti. Sára Mikkelsen hevur gjørt permuna, sum er framúr væl gjørd og rakar mitt í essens. Svullurin, sum breiðir seg út yvir skrivingina, sum køvir alt!

Fáir persónar eru í skaldsøguni, tey bæði Elsa og Janus í fyrra parti og Rósa og Janus í seinna parti og so nakrir hjápersónar aftrat, sum eru væl lýstir, og sum ikki taka yvir, men eru ikki til fyri annað enn at lýsa støðuna hjá Janusi betur.

Minnist, at mamma mín plagdi at siga, at einkjumannasorg er sum álbogastød, menn klára seg ikki uttan eina kvinnu aftrat sær, men onkursvegna er hendan Rósa sum ein druknandi, sum bjargar sær upp á land hjá Janusi. Tey bæði líkasum liva víðari í niðran, hann av síni sorg yvir konuna, og hon av sínum sálarkvøl av at í fleiri ár at hava verið bukað og bard av manni sínum. Og kortini fær Rósa sama leiklut, sum kvinnur mangan fáa, hon er tann, sum tekur sær av Janusi, ger honum døgurða, kókar honum kaffi, fær hann at gera okkurt fornuftugt. Hon tekur eisini avgerðina fyri hann at pakka minnini um Elsu niður og liva víðari saman við sær.

Og hóast tað at fara at drekka er nógv lættari at gera enn at skriva, so fær Janus, gud havi lov, skrivihugin aftur til seinast, men tá hevur Job, sum er tað hann drekkur, og sum kanska er ein nokkso eyðsýnd tilsiping til ein annan líðilsisfullan persón, næstan gjørt enda á honum, um tað ikki var fyri Rósu, sum heldur honum nøkulunda a float.

Tá eg var liðug at lesa, og Jesus var deyður á krossinum, lurtaði eg eftir Canon í D duri eftir Johann Pachelbel, sum altíð hevur staðið sum nakað av tí syrgiligasta, eg havi hoyrt, og eg hugsaði um orðini hjá George Harrison: All things must pass. None of life´s strings can last. So, I must be on my way and face another day.