Elinborg Lützen

elinborg

Í hesum døgum er forvitnislig framsýning á Listasavni Føroya við listaverkum eftir Elinborg Lützen.

Á heimasíðuni hjá Listasavn Føroya stendur, at Elinborg ikki fann seg sjálva sum listafólk fyrr enn í 1960.

Tískil hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags alla orsøk at frøast yvir, at hon kanska hava verið ein hjálp í leitanini, hon hevur havt av sær sjálvari.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav Elinborg rúm fyri sínum grafisku tekningum longu í 1950, tá ið hon hevði eina mynd í Míni jólabók. Myndin var av húsum, har roykur kemur úr skorsteinum. Aftanfyri húsini er eitt høgt fjall, og framman fyri er ein brekka oman á sjógv. Søgan var Drongurin og huldufólkini eftir Martin Joensen, og tríggjar myndir vóru til søguna, hinar báðar átti Eivind Dalsgarð.

Tað vóru teir báðir, Holgar Bærentsen og Jákup M. Kjeld, sum stóðu fyri útgávuni.

Síðan hevði Elinborg myndir í Jólabókini í 1951, -52 og -54.

Í 1959 gav Føroya Lærarafelag fyrsta ævintýrsavnið út, Ævintýr 1, sum Heðin Brú hevði týtt, og har átti Elinborg allar myndirnar. Seks søvn vórðu tilsamans, seinasta kom út í 1974.

Í 1960 hevur Elinborg myndprýtt permuna á Míni Jólabók. Myndin er av einglinum, sum flýgur uppi yvir hirðinum. Hann er komin at boða frá, at Jesus er føddur. Tað er sermerkt fyri hesa permuna, at hon fyllir bæði for- og baksíðu. Á baksíðuni flúgva fuglar í ring uppi yvir bønum, sum má sigast at vera okkurt merkisvert, kanska er hetta fyri at vísa á tað serliga við Jesu føðing, at eitt undur er hent. Perman er svørt og blá, býtt upp á tveir partar: niðari partur er bláur, og har eru hirðar og fuglar svartir, ovari partur er svartur, og har er eingilin, stjørnurnar og fuglarnir bláir. Heitið og árstalið er við reyðum.

Tað vóru Jens Pauli Heinesen, Jákup M. Kjeld og Svenning Tausen, sum stóðu fyri útgávuni av Jólabókini.

Í nýggjari tíð hevur Bókadeildin eisini givið bøkur út við tekningum eftir Elinborg Lützen. Tað eru tær báðar Í skýmingini, sum er ein myndabók við smáum skjaldrum og ævintýrum eftir Sofíu Petersen. Bókin kom út í 1988, men nakrar av myndunum hjá Elinborg eru eldri enn so, av tí at tær hava verið at sæð í 1948, tá ið bókin fyrstu ferð varð givin út á Egnum forlagi. Í útgávuni frá 1988 eru enn fleri skjaldur og ævintýr og sjálvsagt enn fleiri myndir eftir Elinborg enn í upprunaútgávuni.

Hin bókin er Barnarímur eftir Hans A. Djurhuus, sum Bókadeildin fyrstu ferð gav út í 1992. Myndirnar eru tó frá 1964, tá ið H. N. Jacobsen Bókhandil gav bókina út.

Í 2012 læt Bókadeildin Landsbókasavninum metalplátur (kliché´ir) í varðveitslu, sum hava verið brúktar at prenta bøkur við, eisini bøkur við myndum eftir Elinborg Lützen.

Tríggjar av bókunum, har Elinborg eigur myndirnar, eru enn at fáa til keyps. Tað eru Ævintýr1, 5 og 6, Í skýmingini og so sjálvandi Barnarímurnar, sum verða endurprentaðar aftur og aftur.

Bókadeildini gevur ungum listafólki rúm at royna seg.

Tá í tíðini vóru tað fólk sum Janus Kamban, William Heinesen, Elinborg Lützen, Bárður Jákupsson, Ingálvur av Reyni og mong onnur, í dag fáa ung listafólk rúmd bæði í Jólabókini, sum kemur út á hvørjum ári og í upprunaføroysku bókum.

Á tann hátt roynir Bókadeildin at seta við í vónini um, at tað kann vera ein hjálp í leitan teirra at mennast sum listafólk.