
Havi mangan hugsað hetta, at vit áttu at havt eina virðisløn at givið týðarum. Vit eru so fáment og hava tí fyri neyðini at týða úr øðrum málum eisini. Hetta víðakar sanniliga eisini um sjónarringin!
Heðin M. Klein er ein teirra, sum týðir, umframt at hann yrkir sjálvur.
Fyrstu ferð, eg varnaðist hansara týðingar, var, tá ið eg fekk savnið Flytifuglur frá mammu og pápa mínum í studentagáva saman við einum gullringi. Tey vistu sum var, gentan át bøkur, so skuldi eg hava nakra gávu, so mátti bók verða uppi í. Og so var hon so glæsulig eisini við gullpermu, hóskaði so væl til ein nýklaktan student.
Týddu yrkingrnar í Flytifugli vóru avspegling av tíðini, vit livdu í fyrst í sjeytiárunum. Eitt sindur reyð, eitt sindur easygoing, øgiliga tjóðskaparlig, øgiliga nógv ímóti EEC …
Hetta við EEC var nakað eg visti, at Heðin var ímóti, tí tað var eg eisini, og eg plagdi at fara út á háskúlan á eec-fund, saman við Heðini, Steinbirni og DP og øðrum. Og vit spældu enntá eec-kabarett, og Heðin og eg bæði vóru sendimenn í EEC, minnist meg rætt. Í øllum førum menn, tí eg royndi at fjala síða hárið undir einum kasjetti.
Flytifuglur kom út júst hetta lagnuárið, tá ið Fólkafylkingin móti EEC stríddist fyri at forða fyri, at Føroyar gjørdust limir í felagsskapinum.
Fyrsta yrkingasavnið hjá Heðini Væmingar og vaggandi gjálv var komið út nøkur ár frammanundan, tá ið Heðin gekk á læraraskúla, so var steðgur í nógv ár. Kanska var hann næstan tikin á bóli av at geva sítt egna yrkingasavn út, ella hevði hann so nógv at gera sum politikari.
Eg gangi við leinkjaðum hondum og fótum
Men fuglasongurin í fjøllunum
og angin av blómum í skóginum
blíðkar mína endaleysu einsligu ferð.
Ho Chi Minh
Í 2005, árið eftir at eg var byrjað á Bókadeildini kom Heðin við týðingum av yrkingum hjá Olav H. Hauge. Eg var sjálvandi in awe, tordi næstan ikki at nerta tær, tí maðurin var yrkjari, og vei mær, um eg broytti ein stav. Hjá yrkjarum er tað týdningarmikið at komma og punktum er sett rætt,hjá summum í hvussu er, og her verður ikki altíð hugsað um at halda seg til statsautoriseraðar orðabøkur.
Hetta vóru yrkingar úr savninum Dropar i austavind, sum Heðin hevði týtt. Eitt savn, eg taki í hondini aftur og aftur. Her hevur hann m.a. meistarliga týtt yrkingina, sum skuldi gerast høvuðstema fyri norsku luttøkuna á Frankfurtar bókamessuni í ár:
Tað er tann dreymin
Tað er tann dreymin vit bera,
at nakað undursamt verður,
at tað kann verða –
at tíðin letur seg upp
at hjartað letur seg upp
at hurðar lata seg upp
at bergið letur seg upp
at keldurnar spretta –
at dreymurin letur seg upp,
at vit ein morgun í dýrd leggja inn
á ein vág sum vit einki fyrr vistu um.
Olav H. Hauge
Í ár hevur Heðin aftur gjørt um seg við tveimum yrkingasøvnum, einum frá sær sjálvum og einum týddum.
Og av tí, at tað eru týðingar, hetta snýr seg um, so má eg sigi honum stóra takk fyri at hava týtt yrkingar eftir fyrstu kvinnu, sum fekk bókmentaheiðurslønina fryi bundnan skaldskap, Nelly Sachs.
Heðin hevur eisini verið so djarvur, at hann hevur valt at geva sítt egna yrkingasavn út við pinkliti á permuni, kann ikki vera meira kvinnuligt! Sær út sum søtur slushísur – leskiligt.
Heðin hevur skrivað um yrkjaran aftast í savninum Tín angist er lýsandi vorðin, eitt listafólk, hvørs endaleysa sorg og líðing er sum eitt monomant kórverk, sum hann tekur til.
Nelly Sachs fekk nobelvirðislønina í 1966.
Aftan fyri hurðina
togar tú so í longsuls-togið
at tárini spríkja
í hesi kelduni speglar tú tær –
Nelly Sachs
Nú, eg komi at hugsa um tað, so hevur Heðin 50 ára jubileum í ár. Fyrsta útgavan Væmingar og vaggandi gjálv kom út í 69 og hesi bæði seinastu søvnini í ár.
Um tit eru í ferð við at leggja til rættis at lesa 100 bøkur í 2020, so lesið í hvussu er eitt yrkingasavn, tit fara ikki at angra tað!