En dåre skriver sit navn alle steder

Salmebog. Et udvalg for skole og hjem

Eg eri farin down memory lane nú í einingi, og eisini av at syngja morgunsang saman við Phillip Faber hvønn morgun.

Eg varð biðin herfyri at siga lærarum frá um at ganga í skúla í Sørvági, men av koronasóttini bleiv hetta sjálvandi avlýst, men nú havi eg sitið og hugsað eitt sindur um skúlan í trýssunum í Sørvági.

Lærarin, sum eg ræddist allarmest av øllum, var DD, og eg var neyvan einsamøll at døma eftir brotnum nasum, avskrøddum oyrum, heilaskjálvtum og øðrum.

DD varð settur sum lærari í skúlanum eina tíð, tá ið onki fantilsi var á skúlagongd í bygdini. Hann tók sína uppgávu upp á seg í størsta álvara og kravdi militert disiplin og lýdni. Man skal ikki tala ilt um tey deyðu, so eg skal spara lesaranum fyri allar tær túsundtals anekdoturnar, ið eru um DD.

Løgið, tað er við DD næstan sum við Knut Hamsum. Tú kanst ikki lata vera við at halda, at Knut Hamsum dugdi meistarliga væl at skriva, men for ólukkan, maðurin var nasistur, sama er við DD, hann hevur lært meg so ómetaliga nógvar danskar sálmar, umframt at hann var søguforteljari av guds náði, men for ólukkan, maðurin var harðligur, fyri at siga tað milt.

Tá ið Phillip Faber stemmar í at syngja morgunsálmar, ja, so nýtist mær als ikki at hyggja at tekstinum, tí eg dugi teir allar uttanat.

Vit áttu øll Salmebog. Et udvalg til brug i skole og hjem eftir J. Heltoft.

í bókini eru 187 sálmar, men vit sungu ikki allar, tí bókin var fyrst og fremst brúkt til morgunsang, so tær fyrstu 37 bls. eru gular og skitnar og kloddutar av at verða blaðaðar aftur og fram, aftur og fram hvønn einasta morgun. Tað var parturin Morgen og aften, har vit sjálvandi sungu Morgen-partin: Den signede dag, I østen stiger solen op, Nu vågne alle Guds fugle små, Morgenstund har guld i mund, Se, nu stiger solen og onkra einstaka ferð Kirkeklokke! mellem ædle malme ella Lyksalig, lyksalig, alt meðan DD fílaði á violinina.

Gud náði tann arma syndara, sum ikki hevði Salmebog við, og gud náði tann arma syndara, sum ikki hevði lummaturriklæði við, tí tá eg gekk í skúla hjá DD, so skuldu vit prógva, at vit høvdu lummaturriklæði við, sjálvt um tað vóru nógv ár síðan, at børn vóru givin at snýsa sær upp í troyggjuermarnar. Vit byrjaðu hvønn morgunsang við at lyfta sálmabøkurnar upp og veittra við lummaturriklæðnum millum blaðsíðurnar.

Mín sálmabók er í heilum líki, um enn kloddut, men eg kann ímynda mær, hvussu bókin hevur sæð út hjá teimum, sum altíð gloymdu lummaturriklæðið eftir. Har varð resolutt skrødd ein síða út úr bókini, so varð hon flutt upp úr síðunum, og har varð veittrað so hart og títt við bókini undir nøsini á DD, tá ið hann kom framvið, at teir gingu teknaranum hjá Anders And ein skarpan gang. Eg hugsi um strikurnar, sum skuldu vísa ferð …

Tað er so løgið, at tú, hóast tú hevur gingið í einum langt frá pedagogiskum umhvørvi, ja, kanska heldur í einum strongdarframkallandi umhvørvi, so havi eg altíð elskað teir donsku sálmarnar og eisini teir væl týddu føroysku, sum altso ikki fingu innivist í skúlanum, meðan DD ráddi fyri borgum. Ingemann, Brorson, Grundtvig, Kingo og Blicher vóru lýsandi stjørnur í mínum hugaheimi, tá sum nú.

En dåre skriver sit navn alle steder, var pápi mín vanur at siga. Eg síggi, at eg havi skriva mítt navn tríggjar ferðir á heitisblaðið, men eg kann vissa lesaran um, at tað má hava verið aftaná, at DD er farin úr skúlanum, ella tá ið hann meira at kalla gekk í barndømi.

Teir donsku sálmarnar, eg ikki lærdi í Sørvágs skúla, lærdi eg í kirkjuni, tí sjálvt eftir at føroyskt varð viðurkent sum kirkjumál – eisini í Sørvágs kirkju, so slapp DD at hava deknagudstænastu í kirkjuni eina ferð um mánaðin – á donskum, sjálvandi.

#taðverðurgottaftur

Eg má viðganga, at eg havi verið eitt sindur niðri í kjallaranum í morgun, altso ikki honum undir húsunum, men innan í mær sjálvari.

Sjálvt um eg havi nóg mikið at gera, so koma løtur, tá man kennir seg fullkomiliga sum pállpúraeinsamallur. Tað er helst hendan forbannaða gigtin, sum ger, at eg viðhvørt havi lyndi til at uppgeva ervið.

Men tíbetur havi eg arvað eginleikar frá mínari mammu, sum hevur lært meg at bíta tenninar saman og kempa víðari. Ikki soleiðis at skilja, at eg býti alt í meg, men hevur tú ikki orku til at lyfta teg upp aftur, so er illa vorðið.

Og so tá eg fái telduheilsu frá SOS barnabýunum um støðuna hjá børnum runt um í heiminum, ikki minst í Italia, so má ein sláa seg fyri munnin, at man gongur her og gremur seg um einki, í grundini.

Børnini merkja hetta tunga huglagið og óttan, sum er millum vaksin. Í Italia eru tey serliga bangin, men gud havi lov, so er ongin teirra í barnabýunum, hvørki í Italia ella í øðrum londum, smittaður enn, hvørki børn ella vaksin. Lat okkum vóna, at tað heldur fram.

Hetta er gott at hoyra. Sjálv hjálpi eg einum dreingi í barnabýi í Vietnam við vón um, at hann skal fáa eina góða framtíð, og gleðist tí um, at hann enn hevur tað gott. Eg kenni hann ikki serliga væl, eigi nakrar myndir av honum og veit, at hann dugir óføra væl at rokna og elskar at spæla fótbólt. Hann er eisini øgiliga góður við systkini, sum hann býr saman við í barnabýnum. Men hóast hann er so ræðuliga langt burturi, so er hann ein partur av mær, og eg vóni sjálvandi, at onki skal koma uppá hann!

Børnini í barnabýunum í Italia eru farin at tekna ælabogar og skriva “andra’ tutto bene” – tað verður gott aftur. Og sjálvandi verður tað gott aftur.

Og hví stúra? Uttanfyri eru týðilig tekin um, at várið er komið, talið av smittaðum er ikki vaksið alt ov nógv her hjá okkum, í garðinum trokast smáliljur og snjóklokkur fyri at sleppa undan moldini, Emil hevur sent ommu síni heilsan úr Odense, og á Sandi hevur lítli Rókur hjá ommu dansað í barnastólinum, ímeðan mamman og pápin hava sungið Fagra blóma út gjøgnum vindeygað, og í kvøld kemur mín elsta dóttir við mati og øðrum góðum til mín, og hvør veit, kanska Djóni er við, so kunnu vit práta saman út gjøgnum vindeygað.

Sjálvboðið sóttarhald

Hetta er veruliga tað løgnasta, eg havi upplivað. At vera bangin fyri at koma nær fólki, tí at eg kann doyggja av tí.

Hetta minnir óhugnaliga nógv um ein science fiction film. Føroyar settar í undantakstøðu av einari hóttandi sótt, sum kann koma at kosta gomlum og sjúkum lívið!

Men hinvegin, tú kanst doyggja av so mongum, kríggi td. í Sýria ella Kongo ella onkrum øðrum landi. Í Føroyum er hóast alt, alt sett inn fyri at tryggja tær, at tú skalt koma so snikkaleys sum gjørligt burtur úr hesum.

Kreppunevndir, løgtingið, landstýrið, heilsustarvsfólk, løgreglan og mong, mong onnur, sum veruliga leggja alla orku í at fáa skil á støðuni, at hjálpa har tey kunnu.

Og kortini eru vit ótakksom og grenja og skríggja í útvarpinum um alt tað óhoyrda, sum fer fram, og gera Jóhannu á Bergi til tað stóra dýrið, og tey lesandi, sum vilja sleppa heim, til okkara erkafíggindar.

Eg skammi meg av hesum – sjálvt Carsten Jensen, sum er ein av harðastu kritikarunum av sínum egna landi, rósar sínum myndugleika upp í skýggini fyri tey átøk, sum tey hava sett í verk. All right – hann sammetir við USA, har Trump ger corona-smittuna til eitt politiskt vápn, sum hann kann brúka.

Men á facebook oysa føroyingar, sum man annars skuldi hildið, høvdu eitt lítið sindur ímillum oyruni, gor og gall yvir løgmann og landslækna og you name it og gera tað til ein trupulleika millum loysing og samband! Hallóv – er onki mark fyri hesum vrøvlinum?

Sjálvandi ber til at vera ósamd við hesum og hasum, men ongin orsøk er til at oysa alt upp í varg, sum td. ein fólkavaldur gjørdi, sum nærum avmæltur skríggjaði upp í útvarpinum.

Sjálv eri eg so heppin at verða sloppin í sóttarhald, tí at tað ber til at arbeiða heimanífrá. Í Vágum bjóða tey teimum grannahjálp, sum hava brúk fyri onkrum, hattin av fyri tí, onki grenj, í staðin bróta tey upp um armar og fara til verka, sama við teimum, sum arbeiða á ellisheiminum her vesturi – tey hava eina stóra og týdningarmikla uppgávu.

Tað er annars eitt sindur løgið – fyri nú at blíva eitt lítið sindur politisk – at tey, vit dúva mest uppá í hesum tíðum, eru tær undirbetaltu kvinnurnar. Tøkk fái tær og øll hini við.

Eg skilji væl tey ungu lesandi, sum vilja sleppa heim til familjuna í hesum døgum, sjálv hugsi eg nógv um mína familju, sum er í Danmark, og sum hevur valt ikki at koma heim, harav ein teirra hevur átt fyri fáum døgum síðan og gjørt meg til langommu.

Men eg – ja, eg havi tað fínt, skal eg heilsa og siga: vesipappír, tak yvir høvdið, mat í køliskápinum, góðar bøkur, rættlestur og ritstjórn fyri BFL, kaffi á kannuni, sjónvarp, tónleik og góða song at sova í. Tað minsta, eg kann gera, er at lurta eftir serkunnleikanum, og tað haldi eg, at øll eiga at gera.

Vit skulu helst eisini liva aftaná corona, næstan sum mín novemburkaktus á myndini, hann hevur tikið veruligt dik á seg og blómar, sum eg veit ikki hvat, tá ið hann í grundini átti at verið farin í dvala.