
Sara Omar: Skyggedanseren, Politikens Forlag 2019
Hesa varð eg byrjað uppá, áðrenn eg fór í sóttarhald, hon er ógvuliga sterkur lesnaður, rithøvundarøddin er ógvuliga týðilig, sjálvt um hon ikki beinleiðis er við í frásøgnini. Ein bók, sum eg noyddist at leggja frá mær av og á, tí hon var so sterk. Og so var eg so forbiðið ill inn á persónarnar alla tíðina, bæði teir, sum gjørdu skaða, og teir, sum onki gjørdu.

Katrin Didriksen Apol: Fjallafólk á flatlendi, Sprotin 2020
Ein sera forvitnislig bók, sum er eitt savn úr dagbók hjá Sannu Apol, sum giftist hollendara og flutti við honum til Hollands. Longsul hennara til Føroya og keðsemi av at vera stødd í einum býi og ikki úti í náttúruni, sum hon er von, er yvirhonds stórt. Dagbókin byrjar í januar 1921, so bara tað ger hetta til ógvuliga forvitnisligan lesnað. Eg vil ikki siga, at eg var so hugtikin av bókini, kanska tí at hon var í so deprimerandi, ja, onkursvegna kendist hon grenjut, men hinvegin, hetta er kærkomið tilfar at fáa frá kvinnu fyrst í 1900-talinum. Bókin er harafturímóti væl ritstjórnað við yvirliti yvir familjuni, bakgrundsvitan um familjuna og uppvøkstur hennara. Og so var handan fongsulsrevsingin fyri abortin altso sera áhugaverd!

Marie NDiaye: Tre stærke kvinder, Gyldendal 2011.
Hesa keypti eg mær í Gamli Bókhandli, einaferð tey høvdu tilboð upp á danskar bøkur. Hetta er eitt stuttsøgusavn við trimum stuttsøgum. Havi lisið ta fyrstu og eri í holt við ta næstu. Fyrsta stuttsøgan var sera áhugaverd, hetta at høvuðspersónurin (kvinnan) pissar í buks, hvørja ferð okkurt er áfatt, er hugtakandi løgið. Onnur stuttsøgan, sum eg eri í holt við nú hevur ógvuliga tunga og langdrgna byrjan, men kortini hangi eg í, tí høvuðspersónurin, Rudy Descas, hevur sagt okkurt við konuna (ella kanska hann ikki ehvur sagt tað), sum hann angrar, og eg vil altso vita, hvat hetta snýr seg um …
framhald …