Menn velja ikki kvinnur – that´s the problem

Nú byrjar tað aftur: Uppáhaldið um, at kvinnur velja ikki kvinnur og at tað er tí, at tað stendur so illa til við kvinnum á løgtingi og í kommunum.

MEN TAÐ ER IKKI SO!

Trupulleikin er, at menn ikki velja kvinnur í nóg stóran mun.

Hvussu veit eg tað?

Jú, tí at kanningar eru gjørdar av hesum, so í staðin fyri bara at sleingja út: at tað er tykkara egni feilur, at tit ikki sleppa inn um tingsins ella kommunurnar gátt, so sigur fakta: at tað er monnum fyri at takka, tí teir hava ikki nóg stórt álit á kvinnum!

Lat okkum nú jarða hesi fake news/urban legends/kvinna er kvinnu verst/kvinnur trúgva ikki upp á seg sjálvar etc. etc. einaferð med alla:

Hesi eru tølini, sum tala fyri seg. Tey eru úr Gallup kanning, sum er gjørd í 2017:

Niðurstøðan er tí, at kvinnur velja umleið helvt um helvt kvinnur og menn til løgtingsval, og nógv fleiri kvinnur til kommunuval.

Menn, harafturímóti, velja ógvuliga fáar kvinnur bæði til løgtings- og kommunuval.

Eg gangi ikki út frá, at vit vilja hava kvinnur at velja færri menn. Men vit vilja gjarna hava, at menn velja nógv fleiri kvinnur, takk!

Meiri útgreinað tøl síggjast á demokratia.fo undir Tilfar.

GOTT VAL – VEL EINA KVINNU!

HON

Á netmiðlinum in.fo eru gjørdar forvitnisligar raðfestingar, má sigast.

Ovast upp á breddanum kanst tú velja at tøppa teg inn á ávís evni, sum hugsandi er, at tú hevur størst áhuga í.

Eyguni á mær verða sjálvandi fangað av yvirskriftini HON, og tað vænti eg, at eg ikki eri einsmøll í. HON er løgd ímillum Ítrótt og Vinnu.

Tá ið eg fari inn á síðuna, fái eg ta fatan, at tað hjá kvinnum í mestan mun snýr seg um heilsuspurningar. Her eru ørgrynna av greinum um krabbamein, koppseting og tunglyndi, og eg hugsi við mær, hevði ikki verið smartari at skriva HANN sum yvirskrift, tá hugsað verður um, hvussu seinir menn eru at fara til lækna og tað stóra talið av sjálvmorðum millum menn td.?

Eg skilji ikki hetta sundurbýti, hví verður tað hildið, at hetta er eitt evni, sum bara kvinnur hava áhuga fyri?

Tá eg so síggi, at undiryvirskriftirnar eru Íblástur og Uppskriftir, so er tað líka sum sligið fast við sjey tummaseymi, at kvinnurnar eru tær, sum ansa eftir, fjálga um, gera mat og binda.

Tá eg so hyggi undir teigarnar Ítróttur og Vinnan, so verður hetta enn grellari!

Vinstrumegin Hon stendur Ítróttur, sum er yvirbroderað við mansítrótti og myndum av monnum, har eru umleið fýra tíðindi (í skrivandi stund) um kvinnur og ítrótt samanborið við 29 tíðindastubbar um mansítrótt. Og myndin broytist ikki, tá tú fert undir teigarnar: Fótbóltur, Hondbóltur og Annar ítróttur.

Høgrumegin HON er VINNAN. Har er sjálvandi aftur yvirvág av monnum í vinnuni, men treyðugt so, so sníkja nakrar kvinnuligar vinnurekandi seg inn ímillum, td. Guðrun og Guðrun, Føroya Bjór og eini tíðindi um at Hotel Føroyar hevði yvirskot upp á 4,6 milliónir í fjør, tí tá ið eg síggi myndina av einum kamari, so hugsi eg sjálvandi um tær túsundtals kvinnurnar, sum millum ár og dag hava verið inni har við dustsúgvara og vaskilappa fyri at gera alt so hugnaligt og reint. Huff, neyvan eiga tær størsta partin av yvirskotinum …

Tá eg hyggi at undirteigunum Fiskivinna, Byggivinna, Orkuvinna, Ferðavinna og Bilar, so fái eg sjálvandi ikki skelk av, at støðan er tann sama, tað var væntandi. Tað einasta feminina undir fiskivinnuni er, at Varðin hevur nú keypt Gitte Henning. Ja, tað er so galið, at síðan man gavst at brúka bikiniklæddar kvinnur á motorhjálminum er ikki eitt einasta konufólk at finna undir Bilum, bara metal og bilmekanikarar.

Tað, sum undrar og øsir meg, er, at tað skal vera ein serligur teigur sum eitur HON, hvør skal siga, hetta er tað, sum tú skalt konsentrera teg um sum kvinna. Mín bøn skal vera: gevist við hasum oldnordiska mátanum at dríva journalistikk. Tað hoyrir onga staðni heima, at ein tíðindamiðil geberdar sær sum Alt for Damerne!