Nú er tað næstan so, at man torir ikki at siga sína hjartans meining.
Var farin at gleða meg til jóla, sum eg plagi at gera á hvørjum ári. Sleppi at síggja mín elskaða ommuson og langommudóttur, sum saman við sínum foreldrum koma heim at halda jól saman við okkum.
Vit hava gjørt alt til reiðar, tey taka test tríggjar dagar áðrenn, aftur á flogvøllinum og sætta dagin. Ímillum hetta tíðarskeiðið halda tey seg øll heima og fara ikki út millum onnur.
Men nú eru fólk í øðini, tí at útisetarnir skulu ikki vága sær at koma heim, og koma teir heim, so eru tey ógvuliga ómoralsk og hugsa ikki um okkum onnur, sum búgva í hesum smørholinum Føroyar.
Eg havi altíð lagt mítt álit á sunna fornuft, og eg má sannheit at siga viðganga, at hóast eg haldi hendan samgongan er reyvin av fjórðu divisjón, so hevur hon klárað væl at takkla hesa koronusmittuna – ja til ug, eftir mínum tykki.
Dentur hevur verið lagdur á, at fólk bera seg at sum ordilig fólk, taka ábyrgd av sær sjálvum og øðrum. Frívilligheitsprinsippið hevur verið í hásæti og ikki tvang, og tað dámar mær altso væl, og eg haldi sannheit at siga, at tað hevur gingið væl at handhevja hetta prinsippið og halda smittuni niðri.
Vit hava eina professionella ráðgeving, professionelt heilsustarvsfólk og testarar. Tað vil við øðrum orðum siga, at okkara tilbúgving fungerar, sum hon skal og meira aftrat.
Nú skal eg ikki guda uppá, at smittutalið ikki fer at vaksa, men eg loyvi mær at ivast í, at útisetar koma heim og fara í býin at ballast hvørja nátt og bera smittuna við sær út um geilar og tún.
Hendan trongdin eftir at fáa løgmann at banna hesum og hasum, steðga allari ferðslu úr útlondum etc etc, er eftir mínum tykki fullkomiliga hysterisk.
Eg vil sleppa at gleða meg til at síggja mína fittu familju savnaða jólaaftan, eftir at tey hava verið í sóttarhaldi. Tey treingja til at koma heim, og vit treingja til at sleppa at klemma tey aftur.
Lat tey for ólukkan fáa frið!