Ein paralellverð

Ársins orð  í 2021 var sammóðir.

            Eg kann ikki lata vera við at smílast at hesum undarliga landi, vit búgva í. Samstundis sum politikarar á Føroya Løgtingi gera alt, hvat teir kunnu at sabotera eitt uppskot um sammøður, so velja føroyingar júst hetta orðið til ársins orð.

            Og vit eru stórt sæð púra samd um, at sjálvandi eiga øll børn at hava somu lívstreytir.  Sama tá ið samkynd sluppu at blíva borgarliga vígd, tá vóru fólk í Føroyum fullkomiliga samd í, at tað áttu tey at sleppa, men politikarnir teir grótu upp í spannir, tí tað gekk móti síðstu tíðum!

            Havi júst sitið og skriva eina uppgávu til setrið um Kristin í Geil. Eg veit ikki, hvussu ofta eg mátti steðga á og spyrja meg sjálva: hvat er í grundini broytt síðan 1900, tá ið Kristin í Geil skrivaðu spaltu upp og spaltu niður um, hvussu religiónin gongur hond í hond við afturhaldinum og vil fyri alt í verðini gera okkum ófræls? Ikki so ólukksáliga nógv.

1. akt

            Tann fundamentalistiski kristindómurin, persónifiseraður í Miðflokkinum, hevur nú hildið sína kleimnu hond yvir øllum, sum vil gera okkum fræls, í nógv harrans ár. Teir hava eisini bundið aðrar samgongur enn hesa á hond og fót og givið teimum munnkurv – so komið ikki for gott í gongd -men í hesari hevur hann harumframt lagt seg oman á alt mentanarlív, gjørt okkum til bumbumál og oman á alt sett bann fyri at loyva nøkrum broytingum, sum kunnu geva samkyndum eina tilveru, sum tey sambært mannarættindasáttmálum hava rætt til.

            Miðflokkurin hevur yvirtikið leiklutin hjá Sjálvstýrisflokkinum sum flokkurin, sum kann líma samgongur saman, men hann er túsund ferðir vandamiklari enn sjálvstýrisflokkurin, tí hann kann altíð buka okkum í høvdið við jesuspápanum. Um tú ikki gert so ella so, so er tað tí, at tú ert ein syndari.

            At hoyra Steffan Klein Poulsen gera seg til talsmann fyri kvinnurørsluna og teirra stríð fyri javnrættindum, har á løgtingsins røðarapalli, fær tað at venda sær í mær, tí maðurin hevur ikki hønuskil fyri, hvat kvinnurørslan stendur fyri: Stendur hann ikki har og pástendur, at kvinnurørslan er hótt av transpersónum, og eg veit ikki hvat. Tí nú fara nakrar transkvinnur at taka 1. plássini í ítróttarkappingum, har kvinnur dystast.

            Hesi brøkdeilsprosentini av transkvinnum, sum ikki kunnu samanberast við tey steffantastisku prosentini hjá miðflokkamanninum, sum evt. fara at verða framman fyri í onkrum ítróttarkappingum, eru ikki stórt øðrvísi, enn tá ið Therese Johaug bukar einar hundrað kvinnur á skíðum av og er so klárt nummar eitt hvørja ferð. Og mær vitandi, er Therese Johaug ikki transkvinna. Tá næsta transkvinna strýkur við sigrinum í onkrari elitu-ítróttargrein, so eiga feministar at jubla av gleði, tí tá samanum kemur, so liggur óivað eitt tógvið stríð aftan fyri hetta væl uppiborna heiðursmerki.

            Tað er hugvekjandi at hoyra hesi fólkini, sum elska at hata feministar, men samstundis glaðiliga gíslataka kvinnurørsluna, tá ið tað passar í teirra hatska narrativ.

            Sig mær eitt, hevur maðurin onki millum oyruni? Eitt av størstu eyðkenninum við kvinnurørsluni er, at hon altíð hevur tikið partí fyri minnilutum og kúgaðum: kvinnum, børnum, gomlum, fólk við breki, svørtum, upprunafólki, samkyndum, transpersónum, ja, øllum bólkum, sum eitt konservativt tilafturskomið land roynir at kroysta niður.

            Allan henda langa teinin rundan um kvinnurørslur og transpersónar brúka hesir menn fyri at sleppa undan at koma aftur til tað, sum málið í veruleikanum snýr seg um: sammøður!

            Tíbetur – tíbetur sigi eg bara, eru tað fólk, sum ikki vilja vera við í hesum glantrileikinum á tingi meira: Annika Olsen og Johan Dahl eru mínar hetjur, sjálvt um eg aldrin í lívinum kundi funnið uppá at valt teirra flokk.

2. akt

Glantrileikurin er fullkomin, tá ið landstýrisfólk fara at spæla sær við demokratiið, sum var tað ein tilboðsvøra.

            Eg eri ólukksáliga kedd av, at okkara landstýriskvinna í javnstøðumálum læt seg draga upp á tráð eftir boðum frá patriarkunum. Hin mannin hevði eg ikki væntað annað av. Men hini duga eisini sínar leikir, Heðin Zachariassen lovar Anniku inn aftur. Løgmaður sigur, at fólk kunnu atkvøða, sum tey vilja, og hervið hevur fólkaflokkurin við sínum taktikki bjargað sambandsflokkinum frá at verða totalt sperlaður av sínum egnu.

            Glantrileikurin var eitt flopp, um tú hugsar sum fólkaflokkurin, hann var ein tragedia, um tú hugsar sum miðflokkurin, men hann var ein sigur fyri Føroya fólk, um enn vit, sum sótu á fyrstu parkett kundu staðfesta, at politikarar enn eina ferð hava megnað at máa burtur virðingina fyri Føroya Løgtingi.

Nú bíða vit eftir 3. akt, men eg má bara enn einaferð staðfesta, at fólkið í Føroyum er so langt framman fyri sínar politikarar – ja, tað er sannheit at siga flóvilsigt at lurta eftir hesum konservativu, religiónssteffanatisku monnunum á tingi, sum liva í einari paralellverð, langt burtur frá sínum fólki.

RIP – Ronnie Bennett (Spector)

Tá ið eg fyri nøkrum árum síðani hevði tríggjar tónleikasendingar í útvarpinum við kvinnuligum tónleikarum, valdi eg at kalla hana Tær komu, tær sóu, tær sigraðu. Heitið hevði eg frá sanginum You came, you saw, you conquered, sum orkestrið The Ronettes spældi inn í 1969.

            Orkestrið The Ronettes byrjaði at spæla í 1957 og gjørdist heimskent av sanginum Be my baby, sum kom út í 1963, sum Phil Spector framleiddi saman við teimum.

            Ronnie Spector var leiðarin í orkestrinum og høgt vird av øðrum tónleikarum, sum td. Rolling Stones og Beatles.

            Tá ið tær eftir tógvið stríð vórðu upptiknar í Rock and Roll Hall of Fame, eftir at Phil Spector hevði roynt, alt hann kundi, at forða fyri tí, var tað Keith Richards, sum presenteraði tær á pallinum.

            Hjúnarbandið millum Ronnie og Phil Spector var ein marra fyri hana. Hon varð illa viðfarin, var fyri harðskapi og innistongd í hjúnalagnum, sum hon slapp burturúr í 1972. Hon hevur síðan skrivað sína ævisøgu, har hon m.a. skrivar um hesi ræðsluárini saman við Phil Spector. Bókin eitur Be My Baby: How I Survived Mascara, Miniskirts and Madness, or My Life as a Fabulous Ronette. (1990).

            Ronnie Spector tók undir við #MeToo – rørsluni av somu orsøkum.

            Gentubólkar vóru altíð brandaðar á ávísan hátt í trýssunum, sum skuldi gera tær spennandi og femininar. Ronnie Spector fekk eitt image sum the bad girl of rock and roll, og tað var neyvan ringasta image at fáa, aldantíð tað jú snúi seg um rock and roll.

            Hon hevði serliga útsjónd við svørtum eyelinara rundan um eyguni og høgt uppsettum hári, Sum dragdrotningin Sharon Needles sigur á Instagram í morgun: You know what they say, ‘the higher hair the closer to god’.

            Ronnie Spector hevði nógvar fjepparar. Amy Winehouse var ein teirra, tað sæst m.a. av útsjóndini á Amy Winehouse, men sanniliga eisini tónleikaliga. Tá ið hon doyði, gav Ronnie Spector út sangin Back to Black í 2011 sum ein heiður til hennara, og har pengarnir fóru til Daytop Village, ein viðgerðarstovn fyri bundinskap. Hon framførdi sangin manga ferð síðan,  m.a. tá ið hon var á konsertferð í Bretlandi í 2015.

            Nú er rødd hennara tagnað, og eg má bara staðfesta, at Ronnie Spector er ein teirra, sum er ein sterk fyrimynd fyri meg, sum elski tónleik og virði tað stríð, mangar kvinnur hava av at verða illa viðfarnar av monnum.

Hon kom, hon sá, hon sigraði!

Síðsti deyðskrampin ella seigpíning?

(mynd: pov international)

Enn einaferð sama venanin: hví, hví er hetta landið so tilafturskomið, hví verða kvinnur so lítið virdar, hví, hví, hví.

            Eg havi bara eitt svar: so leingi kvinnur í Føroyum ikki taka seg saman í ein felagsskap og arbeiða miðvíst fyri sínum rættindum og rættindum hjá øðrum kúgaðum bólkum, so sleppur hetta at halda fram!

            Vit mugu hava eitt forum, sum svarar aftur, tá ið mismunur fer fram, sum kunnar javnt og samt um tað, sum fer fram á økjum, sum hava við kvinnuspurningar at gera. Sum talar at, tá ið okkurt verður gjørt, sum ger støðuna hjá kvinnum verri: evnini eru óteljandi:

barsilsskipanin, pensjónin, abortspurningurin, málið um løgtingmenn/kvinnur/limir, lønarspurningar í kvinnufakum, arbeiðsumstøður á ansingarstovnum, umstøður hjá føðandi kvinnum, ólønt arbeiði heima við hús, hvør hevur høvuðsábyrgd av barnaansing, vaski, rudding, lækna/tannlæknavitjanum, ansing av gomlum, umboðan í miðlum, politisk umboðan, umboðan í kommunum, kvinnuharðskapur og buking, neyðtøkur/valdstøkur, gentu-dreingjauppaling, lønarójavni, manglandi starvsuppstiging, mismunur í nevndarsamansetingum, ein kynsuppdeildur arbeiðsmarknaður, manglandi stjóra/leiðaramøguleikar, metoo, kvinnan í søguni …

Eg kann halda fram, men velji at steðga her: tað, sum er av størsta týdningi, er at síggja, at ásanna, at kvinnur eru partar av einum samfelag, sum byggur á, at menn hava valdið og fyri at fáa javnstøðu, mást tú stríðast fyri henni, tí ongin gevur valdið frá sær ókravdur.

            Hetta, sum eg og mangar við mær kalla eitt patriarkalskt samfelag, druknar okkum í einari patriarkalskari fatan av, at tað normala er tað maskulina, tann patriarkalski hugsanarhátturin, sum gjøgnumsúrgar alt okkara tankalív og samfelagsbygnað. Ella sum Simone de Beauvoir segði:

Representation of the world, like the world itself, is the work of men; they describe it from their own point of view, which they confuse with the absolute truth.

Nei, hasir dinosaurarnir, sum onkur kallar teir á facebook, fara ongantíð at finna út av, at teir eru til grin, tí tað eru teir ikki, tað eru vit kvinnur, ja alt Føroya fólk, sum er til grin, so leingi vit ikki veruliga stríðast ímóti – í felag!

So eg spyrji meg sjálva – og tykkum: nær fara vit til verka?

Sum lús millum tvær negl

Katrin Ottarsdóttir
Gentan í verðini
Skaldsøga
Sprotin 2020

Gentan í verðini er fyrsta skaldsøga eftir Katrina Ottarsdóttur. Vit kenna Katrina fyrst sum filmskapara, síðan sum yrkjara, stuttsøguhøvund og nú sum skaldsøguhøvund.

            Tað er ikki uttan týdning at vita júst hetta um høvundin, tí tað gerst greitt fyri hendan ummælaran, at tema í skaldsøguni byggir á tað sama, sum Katrin áður hevur arbeitt við bæði í filmi, yrkingum og í stuttsøgum.

            Søgan um smágentuna og foreldur hennara, sum vit upplivdu í filminum Ludo frá 2014, er tann sama sum í skaldsøguni, eisini tá hugsað verður um umhvørvið. Eg fái ikki latið verið við at brúka somu bygd sum rammu um skaldsøguna, sum er í filminum, og eg haldi, Katrin Ottarsdóttir hevur gjørt hetta við vilja.

            Skaldsøgan kann tó nakað annað enn filmurin, hon kann fyrst og fremst seta nógv meira orð á tað, sum fer fram, útbyggja tema meira, og umframt, so er fokus á ommuna og abban og tey, ið búgva har í húsinum meira enn á foreldrini, sum gentan tó hugsar um alla tíðina.

Søgan

Gentan kemur við bussinum eftir at hava siglt við ferjuni til oynna, har omman og abbin búgva. Hon skal verða har í summarfrí. Gentan er ógvuliga tigandi og smæðin, og lesarin sleppur inn í verð hennara gjøgnum tankar hennara um tað, hon upplivir hjá teimum, og ikki tí at tað hendir so nógv. Hjá gentuni snýr tað seg um at fáa alt við, at lurta eftir, hvat fólk siga, eygleiða hvat tey gera og alla tíðina hava in mente, at tá ið hon verður vaksin, so skal hon ikki verða sum tey. Hon skal skapa sær eitt annað lív. Og eg skilji hana so væl.

Dysfunktionel familja

Túrurin hjá børnum út á bygd í summarfrí hjá ommum og abbum verður vanliga lýstur sera positivur í føroyskum skaldskapi. Har er alt so hugnaligt, har verður tú forkelað og sleppur at uppliva alt møguligt hjá ommuni og abbanum, og so fært tú eitt andarúm frá býnum og foreldrunum har. Men er tað nú soleiðis hjá gentuni í verðini?

            Her er sjálvandi mangt forvitnisligt at uppliva, og gentan sleppur undan serliga mammuni, sum er yvir alt mark fullkomiliga sjálvsentrerað og helst sinnisliga veik. Men hjá ommuni og abbanum er heldur ongin friðsæla, tvørturímóti: tann familjuidyllurin, sum vera skal, fjalir út yvir eina familju, har vantrivnaður er í hásæti.

            Atburðurin, tey havast at í húskinum, har tey ferð eftir ferð traðka inn um mark hjá hvørjum øðrum, ger, at gentan als ikki kann fáa tann linna og ta ró, sum hon í grundini hevur so øgiliga nógv fyri neyðini. Heima við hús gongur mamman og lesur forbannilsi yvir tey bæði pápan og hana nærum hvønn dag, og hon kann als ikki rokna við pápanum, tí hann er ein hosa, sum ikki klárar at verja gentuna á nakran hátt. Í staðin átekur gentan sær leiklutin at verja pápan, so at hann ikki skal koma til at siga nakað ella gera nakað, sum kann øsa mammuna upp.

            Gentan kennir seg óynskta og hugsar eina ferð um, hvørt mamman vil hava hana ella ikki, og her er greið tilsiping til stuttsøguna Í Afrika eru so nógv fitt børn í stuttsøgusavninum Aftanáðrenn (2016), har mamman og pápin sita og stuttleika sær, meðan gentan hoyrir, og “hótta” við at taka sær eitt annað barn heim við, og kanska lata gentuna fara aðra staðni at búgva.

            Hýrurin í húskinum á bygd er á allan hátt sjúkligur: Abbin, sum fær illsinnisanføll í heilum, omman, sum hevur trekt seg burtur úr hjúnabandinum, svevur fyri seg sjálva og brúkar tíðina til at skriva brøv til enskar offiserar, sum hon er komin at kenna undir krígnum, mostirin, sum livir í einari dreymaverð, har alt gongur út uppá at lensa mammubeiggjan í Havn fyri pengar, so at hon kann keypa sær stás, sum hon í grundini lítið brúkar av, og gumman, sum tekur sær av húsarhaldinum og eisini av abbanum kensluliga og kynsliga.

            Eg má viðganga at umframt hetta løgna forholdið millum abban og gummuna, sum gongur fyri seg beint undir nøsini á øllum í húsinum, so fái eg eina ófrættkenda kenslu av, at her fer fram tað, sum verri er, nevnliga blóðskemd. Tað tykir mær, sum abbin ikki bara hevur okkurt koyrandi við gummuni, men at hann eisini ger seg inn á gentuna og mostrina, og hvør veit kanska hevur gjørt tað sama við mammuna at gentuni í verðini, sum kanska aftur kann forklára, hví mamman er, sum hon er.

            Tá ið abbin hevur verið úti eitt kvøldið og kemur seint heim, so liggur gentan og svevur í songini hjá honum, hon vaknar við, at abbin liggur og heldur hana tætt inn at sær:

“Abbin er nokk komin so seint heim, at hann ikki hevur orkað at latið seg í pyjamasin, tann rukkuta við øllum strípunum. Hon fer spakuliga úr songini, hálar náttkjólan niður um rumpuna og fer á tá inn í kamarið hjá gummuni, …” (s. 200)

Eg veit ikki, um tað er rætt, tað kann eisini vera ein byrjandi menning í gentuni, at hon er farin at varnast sín egna seksualitet, tí soleiðis lýsir Katrin eisini gentuna og væl eisini. Men eg sleppi ikki frá hesari ófrættakendu kensluni og hesum skriviháttinum, har alt í húsinum alla tíðina er um at kóka yvir.

Okkurt minus

Eg haldi, at hetta er ein framúr væl skrivað skaldsøga, hon hevur onkur lýti, sum eg hevði viljað ikki vóru, til dømis at hon letur gentuna hoyra ymiskar orðingar, sum hon grundar yvir, tí hon ikki skilir tær, sum t.d. leysingarbørn, sum gentan heldur hanga og darla uppi í luftini, so at hon ikki røkkur eftir teimum. Fleiri slík dømi eru, og eg haldi ikki at tey hóska til eina 11 ára gamla gentu, sum sjálvandi ikki skilir alt, sum tey vaksnu tosa um, men máti skal vera við. Haraftrat hati eg at Katrin skrivar vindag og ikki vindeyga!

Niðurstøða

Lesarin situr eftir við eini fatan av, at patriarkurin, abbin, hevur havt so stóra ávirkan á sínar báðar døtur (mostrina og mammuna), at tær eru vorðnar sálarliga skaddar av honum, og eg grúi fyri gentuni í verðini, tí eitt av hennara yndisspølum er at rykkja bein ella veingir av flugum og vita, um tær klára at flúgva aftaná ella bara detta niður.

            Men eg havi vón um, at gentan fer at klára seg, í øllum førum byrjar hon spakuliga at gera uppreistur at enda í bókini. Tá ið abbin og gumman eru í hjallinum og hugna sær, situr gentan hinumegin veggin og bíðar, ímeðan hon letur eld koma í eina gardinu úr plasti, og samstundis hugsar hon um amerikanarar í Vietnam, sum drepa børn, onkursvegna megnar hon eina einastu ferð at vera óskikkilig fyri at gera tey vaksnu var við, at hon er har. Ella tá ið hon tyggir upp á orðið helviti í sálminum Deyði hvar er nú broddur tín? Helviti, hvar er tín sigur?

“Henni dámar at sleppa at skriva Helviti. HELVITI. Hon átti ikki, men kann ikki lata vera at dáma tað.” (s. 210)

Eg ynski og biði til, at gentan sleppur snikkasleys burtur úr uppalingini.