Kensluborin løta

Gamli skúli

Seinasta framførsla í Gamla Skúla áðrenn summarsteðgin var heilt vist ein av teimum heilt góðu.

            Vit hava hoyrt sum slatur, at nakrir sørvingar høvdu tikið seg saman og gjørt eitt kór, manskór væl at merkja, og eg fekk sjón fyri søgn eitt kvøldið, eg var á bókasavninum og hoyrdi vakran sang úr Marghøllini. og stóðu teir ikki allir har og ruggaðu og sungu Halelluja hjá Leonard Cohen, sum Niclas Heri Jákupsson hevur týtt ella umyrkt til føroyskt. So tá ið Gamli Skúli boðaði frá dupultkonsert við Gørpum, sum hesir jassarnir eita, saman við Strámonnum, so var eg ikki sein at keypa mær billett.

            Eg kom á tal við ein av kórlimunum og segði, at eg var so glað, at menn nú funnu saman um okkurt felags áhugamál sum td. hetta. Hann visti sum var, at eg eri gløðandi feministur, so hann var skjótar at bedýra, at hetta als ikki var sovorðið følarí, sum tá kvinnur vóru saman. tað var lige på og hårdt.

Ikki veit eg, eg fekk annað at hoyra, tá eg var og lurtaði í gjárkvøldið.

            Stemningurin var settur, beint sum tú komst heim á skúlan: reyð motta eftir brúnni, eg angraði, at eg ikki var farin í ballkjóla. Blikk við eldi í. Fullsettur salur, og Helga Nordendal úr Pakkhúsinum í Bø bjóðaði drinks, so man skuldi vera meira enn idiot, um man ikki kom í stemning beinanvegin.

            Garpar byrjaðu, teir vóru helst eitt sindur nervøsir, giti eg. Tí mær vitandi, er hetta fyrstu ferð, teir syngja alment fyri fólki. Men tíbetur hava teir Niclas Hera, hann leiddi okkum ígjøgnum allar sangirnar við nógvum stuttligum og hugvekjandi søgum, so eg lúgvi ikki, tá eg sigi, at salurin fór upp at kóka beinanvegin.

            Tað er ikki hvørsmansføri at syngja í kóri og ikki hava dirigent framman fyri sær, men eg má siga, at sum heild gekk tað serdeilis væl hjá teimum. treyðugt so, okkurt smákiks var av og á, men alt var framúr væl sungið, og tað verður bara betur, jú meira teir venja. Onki at ivast í at Be my life´s companion, (Bob Hilliard skrivaði orðini, og Milton de Lugg gjørdi lagið, 1951) var tann besti og so sjálvandi Válandi heim eftir Magnus á Stongum, sum kann fáa ein og hvønn sørving at falla í krampagrát.

            Orðini hjá kórliminum um maskulinitet vórðu fullkomiliga gjørd til skammar, hóast rungandi basskendar mannfólkarøddir, so svumu allir runt í einum kensluhavi av kærleika og longsli. Og tíbetur.

            Aftaná komu Strámenn, og tað var ongin ivi um, a teir allir høvdu hildið á einum ljóðføri fyrr og nakað væl tað. Teir opnaðu við einum braki við Miller´s Cave (Jack Clement, 1960), einum bluegrasslagi, sum mangir undan teimum hava sungið: Bobby Bare, Hank Snow, Charley Pride og Johnny Cash millum annað. Tað setti líka sum stemningin! Sera væl spælandi bólkur, eg noyddist at yvirgeva meg, sjálvt um at eg ongantíð hava  havt meira enn eitt vanvirðisligt smíl til yvirs fyri countrytónleiki – sovorðið bygdasligt nakað, serliga tá ið teir spældu Man of constant sorrow, eitt gamalt amerikanskt fólkalag frá fyrst í 1900-talinum, fantastiska væl spælt og Galway girl (Steve Earl, 2000) ikki minni væl spælt. Eg sat og hugsaði um Levon Helm úr The Band og hugsaði, at hetta minti um hann.

            Ein gestatónleikari var við, Tóra æt hon, sang ógvuliga væl, men tíverri var hon ikki presenterað meira enn við fornavni. Øll gingu bara út frá, at vit øll kenna Tóru. men tað kemur kanska.

            Kvøldið endaði við felags sangi og spæli, har Garpar og Strámenn spældu saman. Her vóru sørvingar, miðvingar og sandavágsingar, gittarar, harmonikur, floytur, violin, banjo og sangur í eini lukkuligari greipu.

Tá eg síðan válaði heim, tó ikki eftir Niðari vegi, var eg fullvís í, at hetta ætlaði eg mær at lurta eftir aftur, um høvið beyðst.

At reyta ella verða reytað

Eg var til gigtaviðgerð í gjár á Landssjúkrahúsinum. Ein viðgerð, sum tekur umleið seks tímar, har eg liggi á einari briks við nál í handarbakinum og posa við onkrari kemi í, dinglandi uppiyvir, og har tað spakuliga rennur ein dropi fyri og annar eftir, sum skal gera meg sum fjøruti aftaná.

            Á veg suður til viðgerðina lurtaði eg eftir Góðan morgun, Føroyar, og har høvdu tveir unglingar gjørt eina heimasíðu, har tú kanst reyta alt ímillum himmal og jørð: virki, tænastu í handlum og matstovum, læknar, upplivilsir av ymsum slag, ja, snøgt sagt alt, tú kanst koma í tankar um.

            Hetta ljóðar lokkandi, tí hvør hevur ikki sitið og hugsað: hvar finni eg ein elektrikara, sum ikki ger eitt lortaarbeiði, og sum ikki tømir alla bankakontuna? Ella ein skorsteinssópara, sum ikki snýtir meg upp um bæði oyru (eg havi hoyrt onkrar søgur um hetta í seinastuni).  Eitt timburmenniskja, sum er fitt á hondunum og ikki hevur tíggju tummilfingrar? Ella ein lækna, sum vil lova mær víðari, so eg fái abort? Absolutt, tað er lokkandi!

            Hinvegin, so veit eg, at eg kann bara spyrja meg fyri, eg veit, at eg ikki skal fara til Jenis av Rana at biðja um abort, ella eg veit, eg kann spyrja beiggja mín, hvør tað var, sum legði honum tekjuna á húsini, og um hann var vælgjørdur.

            Tað er sjálvandi munur á, hvussu nógvar kenslur tú leggur í alt hetta við tænastum. Verður tú frá tær sjálvari, um handilsmaðurin javnt og samt syngur og floytar og er í góðum lag, tí tú fært ikki hugsað fyri larmi, verður tú fratør, tí gentan við kassan sigur Hav ein góðan dag, tí tað er altso ikki føroyskt! Stendur tú við himmalvendum eygum, tí ongin inni á Jysk hevur tíð at taka sær av tær, so ikki nokk við, at tey hava skippað eitt gott gamalt føroyskt heiti, men so er tænastan versnað eisini!

            Ja, at døma eftir, hvussu vit bera okkum at á Facebook, so er ikki endi á indignatiónunum, ongin endi á okkara harmi, firtni og vreiði yvir, hví ongin vil lurta eftir okkum og okkara genialu meiningum. Tað er snøgt sagt óskiljandi.

            Eg eri eitt sindur bangin fyri hesari heimasíðuni, eg síggi fyri mær, at fólk og virki verða skammað so út, at tey mugu pakka í sekkkin og steingja, ja, fara til hús, tí ongin vil fara til handan skítbýtta læknan, sum ongantíð lurtar eftir, hvat eg sigi, ongantíð vil geva mær tær tablettirnar, eg havi lisið mær til á Netdoktor, sum eg skal hava fyri at koma fyri meg. ella handan skítbýtta tænaran og enn býttari matstovan, har tað tók ein tíma (!) áðrenn eg fekk matin, eg bað um.

            Eg sá einaferð ein film um ein lækna, sum var fráskild, tí maðurin hevði funnið sær eina yngri og penari, og sum bar seg eitt sindur ørt at í eina tíð, tí hon var sjálvandi sjúk av sorg og hatri. Tað gekk útyvir fakið, hon bleiv ill inn á sjúkingarnar eisini við tí úrsliti, at hon bleiv reytað á netinum, og sjúklingarnir góvust at ganga til hennara, og hon mátti gevast sum lækni og endaði sum almannaklientur … og og og …  Eg meini so við, hon snávaði eina tíð av persónligum trupulleikum, hon var ikki perfekt, soleðis sum vit vildu hava hana – á dumpin við henni!

            Nei, so ringt verður hetta hjá okkum ikki. Men eg veit ikki, eru junglutrummurnar givnar at trumma, eru vit givin at tosa saman og finna fram til, hvat er tað besta fyri okkum. Noyðast vit at finna øll svarini á netinum?

            Ná, aftur til Landssjúkrahúsið – eg fekk eina framúr viðgerð og tænastu, teppi um beinini, so eg ikki bleiv køld av at liggja so leingi. Kalt vatn, kaffi og spakuligan sjongur úr lurtinum. Smílandi sjúkrarøktarfrøðingar allar av kvennkyni, sum hjúklaðu um teg, løgdu høvdalagið niður, kodda undir høvdið, so tú fekst sovið eina løtu hesar seks tímarnar, so eg skuldi bara liggja har og syvja og lesa mína e-bók – eina uppbyggiliga eina, sum eitur For han ved ikke hvad han gør. Av og á hugdi eg út á Merkið, sum veittraði í vindinum, tí tað var tjóðardagur Noregs, og mátti at enda konstatera, at hetta helst var tað, sum teir í útvarpinum kalla hann kemur av ymsum ættum – sum aftur fekk meg at hugsa um neyðars útvarpið og alt, tey fáa oman yvir sín kropp. Eg plagi onkuntíð at skriva til tey, um eg eri ónøgd við okkurt, eitt hampiligt bræv, har eg leggi mín sak fram á ein hóvligan hátt, men kortini soleiðis, at ongin ivi skal vera um, hvat eg meini við, og hvat eg haldi, átti at verið gjørt øðrvísi, og eg fái altíð eitt pent aftursvar, sum sjáldan gongur mínum ynski  á møti, men har eg uggi meg við, at eg kortini havi rørt eitt sindur í dunnuhylinum, so næstu ferð fara tey at hugsa seg eitt sindur meira um. Man kann nie wissen …

Men hinvegin, tað er nógv stuttligari at sjeyma – slutsjeyma og newssjeyma – a facebook, meini eg.

Ná, so varð viðgerðin av, og eg leyp uppfrá sum ein gasella, tí gud veit, at virkar kemiin beinanvegin, bæði tann inni í kroppinum og tann ímillum meg og sjúkrarøktarfrøðingarnar, so um eg skal geva stjørnur, so fáa tey – øh, eg meini tær, 10 út av 10 stjørnum.