Flekka

Eg og dóttir mín, Tina, vóru á Listasavninum herfyri og hugdu at serframsýningini Landslagið í broyting. Spennandi framsýning, hóast eg bleiv við at venda aftur til ein lítlan málning hjá Ruth Smith av einari konu, sum situr undir kúnni og mjólkar. Hann eitur Í fjósinum og er útlántur frá Ruth Smith savninum í Vági. Eitt lítið vindeyga, ein básur, ein reyð og hvít kúgv, eitt júgur, ein spann, ein kona í reyðum kjóla og ein leypur.

Eg hugsaði beinanvegin um mammu mína, sum óteljandi ferðir hevur sitið undir okkara kúgv og mjólkað, morgun og kvøld.

Kúgvin æt Flekka og var sum eitt húsfólk, tað plagdi mamma at siga, og eg skilji hana væl, tí hvønn morgun vaknaði eg av, at mamma gekk niðri í køkini og kykaði og stákaðist og gjørdi klárt til at fara niður í kjallaran at mjólka kúnni. Alla tíðina hoyrdi eg, at tær prátaðu saman: Nú komi eg, Flekka, segði hon, muuuu, svaraði Flekka aftur úr kjallaranum. Skal bara fáa mær ein drekkamunn, so komi eg; muuu, ljóðaði aftur, og soleiðis gekk prátið ella rættari pjátranin aftur og fram teirra millum, inntil eg hoyrdi úrhurðina fara upp og aftur, og mamma var farin oman í kjallaran.

Mamma hevur helst ikki verið so fín sum tann á málninginum hjá Ruth Smith, og tó, hon hevur helst verið í kitli, tí tað brúktu konur tá, allarhelst mynstrutan og bestiltan úr Daells Varehus ella Messen.

Flekka var góðslig og sjáldsama ljót. Grá og hvít, rak sum ein heilag kúgv í India, men hon fekk nokk at eta, tók bara ikki uppá. Um hon hevði verið fólk, hevði hon prísað seg lukkuliga.

Hon mjólkaði væl, so har kom fólk á gátt allan fyrrapartin við spann í hondini, og so bleiv mjólk sílað niður í spannina, og mamma fekk pengar afturfyri, men hvussu nógv, tað minnist eg ikki.

Tá í tíðini lógu konur í køksvindeyganum og prátaðu við aðrar konur, sum gingu framvið. Tær høvdu helst verið heima og keypt breyð frá Skelling, sum bakaði breyð hvørja nátt, so sørvingar kundu fáa nýbakað afturvið temunninum. Og helst høvdu tær hoyrt eina góða samstundis, tí var tað nakað, Skelling var ekspertur í, so var tað at fortelja vanvittigar søgur.

Ein av hesum morgunum lá mamma í vindeyganum og tosaði við eina konu, sum var á veg út á Lið, knappliga hoyri eg hana lata vindeygað nokkso ilsliga aftur og siga: tví fyri kjaftin á tær. Eg øtaðist við og fekk at vita, at konan hevði sagt, at Flekka var ein góð kúgv og mjólkaði so væl, og konan hevði spurstungu, segði mamma. Tá var ikki hugsingur um at gugla og spyrja seg fyri, hvat hetta var, men í staðin vóru mamma og pápi okkara privatu gugulmaskinur og svaraðu, so frægt tey kundu uppá alt, vit spurdu um. So nú var bara at bíða og stúra fyri, at tað ringasta kundi henda: at Flekka datt oman, at hon slepti og ongantíð fór at mjólka so væl aftur ella okkurt tílíkt, men ikki veit eg, tað hendi ikki, so kanska hevði konan ikki spurstungu allíkavæl, ella hevði tað hjálpt, tá ið mamma bannaði.

Neytini frá húsunum hjá Rikku og Víka Peturi og allan vegin út eftir vórðu rikin út í Geilina, har tey gingu úti allan dagin saman við tarvinum hjá Heina í Húsi. Eg hataði at reka kúnna út til portrið í Geilini, lata tað upp og lova henni innum, og enn meira hataði eg og beinleiðis ræddist at fara eftir kúnni um kvøldið, tí tá vóru tær allar komnar oman til portrið og stóðu og bíðaðu saman við tarvinum at sleppa heim at verða mjólkaðar. Eg fái kulduskjálvta enn við tankan um at noyðast at lata portrið upp og lokka Flekku út ígjøgnum, altso bara Flekku og ikki hinar tjúgu, sum allar stóðu klárar og skitu á, um tað var ein nervaniðurbrotin smágenta, sum stóð har og ikki ein onnur, sum tær hoyrdu til.

So eg átti tíbetur eina eldri systur, sum fekk hetta lortajobbið nærum hvønn dag. Fjúsi – hvussu heppin kann man vera!

Og tá eg sigi lortajobb, so er tað við vilja, tí vegurin út á Lið og út í Geilini var yvirbroderaður við neytalorti, tær kappaðust um at skíta bæði út og heim, og tað var mangan onkur kona, sum ilskaðist inn á smágentuna, sum rak kúnna. Men hvat kundi hon gera? Tað var ógjørligt at forhandla við eina kúgv og biðja hana bíða, til hon kom heim í kjallaran og kundi skíta í flórin.

At mjólka og ambæta kúnni var kvinnuarbeiði tá, líka til menn fóru at byggja fjós og fingu sær nógv neyt. Tá yvirtóku teir neytini, tí tá vóru pengar í hesum. Um enn teir neyvan gjørdust millióningar.

Soleiðis hvarv eitt kvinnuyrki, sum var so vitalt fyri øll somul, uttan at nakar ordiliga gav sær far um tað.

Eg eri takksom yvir, at Ruth Smith fangaði hesa løtuna, sum hevur ein so friðarligan dám yvir sær. Ja, tað er næstan so, at eg hoyri mammu sita og murra, ímeðan hon mjólkar Flekku.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s