
Herfyri kom bæði yrkingasavn og leikrit út, sum Marjun Syderbø Kjelnæs hevði skrivað. Eg las beinanvegin leikritið, tí eg bleiv so forvitin at lesa tað, tá eg hevði verið til bókarframløgu, har Paula Gaard tosaði vð Marjuna um tað.
Yrkingasavnið, Karmageitin, eri eg ikki liðug at lesa, tí eg taka altíð yrkingar inn í smáum bitum, smakki tær, tyggi og svølgi og meti, um tær smakka væl. Higartil havi eg bara gott at bera teimum.
Men leikritið? Eg skilti onki. Sjálvt um Elisa Vang sigur á baksíðuni, at tað fær teg at fara aftur í títt egna gentukamar og til teir dreymar og kenslur, sum hetta rúmið fataði um.
Men í gjárkvøldið var eg og hugdi at leikinum, og eg bleiv ein heilan deil klókari, má eg siga. Kanska er tað so, at tað ber ikki til at lesa eitt leikrit av hesum slagnum, sum er eitt sindur flákrandi, og har tú roynir av øllum alvi at fáa ein samanhang, sum ongantíð rættiliga kemur fram. Tú noyðist at síggja og hoyra tað á palli eisini.
Av leikinum síggi eg, at samanhangur er ikki júst tað, talan er um. Hetta er meira at kalla, í mínum optikki, skal eg skunda mær at viðmerkja, ein uppgerð við tína fortíð. Alt tað, tú ætlaði, tað, sum síðan hendi, og at koma ásamt við seg sjálva um, at soleiðis er tað bara: Lívið. Men eisini, at tað er loyvt at iðra seg um sumt av tí, tú hevur gjørt, samstundis sum tú veitst, at tú kanst ikki gera nakað fyri at broyta akkurát títt lív, men kanska okkurt annað? Lívið hjá dóttrini … møguliga.
Eg kann ikki sjálv minnast, at eg havi droymt og spekulerað so nógv um lívið í mínum gentukamari, har eg og eldra systir mín deildust um territoriið, men eg minnist tó angistina, við at hyggja at tapetinum, sum broytti seg til undarlig skap, og sum undirbygdu tað, sum eg hevði upplivað um dagin av happing og øðrum fortreðiliguheitum. Men tíbetur var tapetið plástrað við plakatum av Rolling Stones, so eg hevði Mick Jagger at ugga meg við og vissa meg um, at alt fór at laga seg. Hygg – typiskt! Ein maður skuldi til fyri at definera meg sum menniskjað – og eg skal heilsa og siga, at tað tekur nógv ár at broyta tað – hjá summum broytist tað ongantíð!
Tað er, sum veran sigur í leikinum, tá ið gentan stóð framman fyri katastrofuni: Hví gjørdi tú onki? Tú kundi verið hetja í tínum egna lívi.
Eg má her at enda bara siga: ug fyri avrik og ug fyri pall, búnar og ljóðeffektir og alt samalt. Eg má eisini sleppa at siga, at øll trý spældu óalmindiliga væl, men eg fari seint at gloyma Hans Tórgarð, sum skaraði framúr – ein eminent framførsla!
Takk fyri Tjóðpallurin, sum nú vónandi sleppur at dvølja í nýggjum hølum – tit gera okkum, sum hungra eftir sjónleiki, eitt vet ríkari fyri hvørja ferð.