
Sunnudagur, ein dagur sum eg fyrr ikki orkaði fyri, tí man onki kundi gera, noyddist at vera pent ílatin, ræðuligan klassiskan tónleik í útvarpinum, í heila tikið, var alt so glatt og keðiligt, at eg var um at sálast.
So er ikki í dag, tá eg sjálv sleppi at ráða yvir mínum sunnudegi. Ógvuliga friðarligt kanska, men eitt sindur av lívi er; eg skal bara hyggja oman á plenuna, so síggi eg smábørn spæla sær við fótbóltar, og hundar, sum royna at sleppa upp í leikin.
Morgunin byrjaði við rundstykkjum og te, onki áhugavert í dummikassanum, so hann hevur fingið frið. Í staðin havi eg týtt nakrar kapitlar av bókini 304 dagar eftir Simon Stranger, sum snýr seg um ræðuleikarnar í Afganistan. Nicholas er akkurát heimsendur, men veit ikki av, at øll tey skotini, sum hava flogið um oyruni á honum tað hálva árið, hann hevur verið í kríggi, hava savnað seg inni í honum og fara at bresta tríggjar mánaðir seinni, tað, sum á fremmandum máli verður til posttraumatiska strongd.
Hann hugsar eisini um, hví hann í grundini er í krígnum, tað hevur hann tíð til nú. Kanska er tað bara okkurt við pengum og olju og valdi, hugsar hann. Og tað kunnu vit hóskandi spyrja okkum sjálvi, nú kríggið hevur flutt seg aftur til Europa, og allir politikarar eru um at slíta seg sundur fyri at gera oljurokningina bíligari, tí hevur tað ikki okkurt við olju at gera? Og maskulina sinnisjúku eftir valdi, og angist fyri tí fría orðinum, og onga virðing fyri menniskjum, sum doyggja sum flugur ella eru noydd at flyta burtur? Og fanin og hansara pumpustokk?
Nå – so lurtaði eg eftir tveimum poddvarpum – føroyskum. gott upplivilsi. Skannarin hjá Brynhild og Øssur var eitt slag av innføring í, hvat tey ætlaðu sær, tey komu ikki so serliga langt inn í nakað mál: Ingolf Olsen slapp at siga eitt sindur um fyrimyndir í ítrótti, sum eru so týdningarmiklar, og Brynhild slapp at siga eitt sindur um, hvussu týðandi tað er, at vit ikki lata Russland vinna hetta kríggið. Brynhild var ikki so aggressiv, sum hon annars er á sosialum miðlum, viðhvørt blívi eg so bangin av henni, tí hon er so krígsgrað, haldi eg, men tað er jú bara eg, sum ræðist so illa, tí konan hevur jú grein í sínum máli, vit kunnu ikki vera so vattut, vit noyðast at taka støðu. Brynhild hevur tikið støðu, og eg eri við, tó ikki so aggressivt sum hon.
Hin poddurin var av tí meira friðarliga slagnum; Trygvi Danielsen vitjar staðið, sum er grundin undir bókmentaligari útgávu. Hesaferð Sørvág og Sólgarðin hjá Beinir Bergson ella rættari ommu Beinir. Eg varð seld beinanvegin, bara av sanginum hjá Tinganest: Válandi heim eftir Niðaravegi … allir sørvingar fáa tár í eyguni av honum. Men samrøðan var eisini framúr góð. Trygvi Danielsen, sum ikki er bangin fyri at seta seg sjálvan á pall (tíbetur), dugdi óalmindiliga væl at tiga sum mest, men annars at spyrja teir røttu spurningarnar, soleiðis at samrøðan bleiv ein innilig filosofisk samrøða um lívið og deyðan og minni, sum vit bera uppá. Kom at hugsa um Simon Stranger aftur hesaferð, tá hann í byrjanini á bókini: Leksikon um ljós og myrkur, sigur, at í jødiskari mentan, doyr eitt menniskja tvær ferðir. Aðru ferð, tá vit gevast at tosa og minnast tann deyða.
Stuttligt at abbin eisini slapp við, og at ein 82 ára gamal maður sigur, at vit hava gjørt okkum so nógv inn á náttúruna, at tað nú fer at hevna seg aftur, og hugsi við mær, at tað var honum, løgmaður skuldi lurtað eftir, nú hansara størsta jólaynski er, at útlendsk oljufeløg aftur fara at leita eftir olju við Føroyar.
Vóni ikki, at tað verður sum Maren Uthaug fortelur um í bókini 11%, at drongurin, sum tær fjala í kleystrinum, nú allir menn eru burtur úr samfelagnum, ikki fer at innihalda so nógv testosteron, at hann verður ein hóttan fyri allar kvinnurnar, sum liva eftir.
Eins og
ein grálig várperla
mugu vit koma til sættis við
at vaksa við okkara
egnu ferð
eg leggi ein avleggara á sárið
sum bindir meg við jørðina
(Sólgarðurin)
Apropos náttúru, so var eg mín dagliga túr niðri í garðinum, sum sær út sum harragud veit, skal eg heilsa og siga, og hvat síggi eg: eina lýsandi gula blómu mitt í øllum tí følnaða og sundurskrædda, so her var eitt tekin um veðurlagsbroyting ella bara ein heilsan til mín um, at tað skal nokk fara at laga seg.