Rukkut rósa

Hetta ummælið havi eg skrivað. Eg eri við í einum kvinnukollektivi, sum skrivar ummæli um serliga nýggjar føroyskar bókmentir. Av tí at eitt blað ikki svaraði aftur, og eitt annað ikki vildi gjalda fyri ummælið, so samdust Rakul og eg um at seta bæði ummælini á mín blogg, so her kemur mítt. Góðan lesihug!

Malan Poulsen: Hjúpuljóð, Sprotin 2023. Kápumynd: Hanni Bjartalíð

Hvat var tað, sum fyrst fekk meg at steðga á og siga við meg sjálva: hetta má eg kanna nærri. Jú, í hesum førinum var tað liturin, myndin og heitið á yrkingasavninum, sum forlagið lýsti við.

Eg var fangað beinanvegin, fyrst og fremst av litinum og orðinum. Hjúpuljóð, so vakurt. Tú kanst næstan smakka tað í munninum, og helst hevur tú eisini smakkað tað: í súltutoyi ella saft.

So feminint, so kvinnuligt, tað talar til mín, sum tey frelstu plaga at siga. Myndin hjá Hanna Bjartalíð, sum er av rósukjarri, fult av hjúpu; men so lesi eg innleiðandi yrkingina, og øll mín romantiska fantaseran fellur til jarðar:

at leita

í tættasta rósukjarri

finna hjúpur

bløðandi

Ongin baksíðutekstur er, men forlagið hevur lagt ein tekst út, sum tey halda, lýsir innihaldið. Og har festi eg meg serliga við tað, at yrkjarin hevur skrivað um elli: um ikki at verða virðismett, at vera óbrúkilig og nyttuleys, og kortini ikki vilja sleppa takinum og enda á ellisheiminum. Hetta fangaði meg veruliga, tí er tað nakað, gomul fólk kenna til, so er tað ellismismun, og tá eg sigi gomul fólk, so meini eg sjálvandi gamlar konur fyrst og fremst.

Eg kann kanska takka mær sjálvari fyri, at so er. Reið jú á ungdómsbylguni, tann tíð tað var, var sannførd um, at tá tú vart tretivu, vart tú liðug sum poppsangari. Hetta hevur bara vundið meira og meira uppá seg, so at man nú nærum situr og skammar seg yvir, at man ikki situr á einari brík og mimrar forsturlandssangir og rakar í eldinum, men framvegis tekur lut í tí pulserandi lívinum og roynir at krøkja seg í tað við neglunum.

Fyrst vil eg siga, at gott at hesin alt, alt ov lítillátni yrkjarin, Malan Poulsen, endiliga hevur givið eitt yrkingasavn út aftur. Tað fyrsta Lát kom í 1988, tað næsta Ímillum kom í 1995 og nú 28 ár seinni kemur Hjúpuljóð. Rætt skal vera rætt, vit, sum lesa Varðan og Vencil, vita, at har hava staðið yrkingar hjá Maluni í tey seinastu árini, tær eru eisini endurgivnar í hesum savninum.

Og lat meg siga beinanvegin, at har eru aðrar yrkingar í enn um elli, onkrar einstakar lyfta kanska ikki lesaran inn í annað stig, men eru meira at kalla myndir; ein yrking hevur heiti: Vitin, tað er hon um Virginiu Woolf, sum enn spælir ein leiklut fyri kvinnur, sum vilja hava rúm og skapanarnáðir. Heitið hevur sjálvandi íblástur frá skaldsøguni To the Lighthouse. Yrkingarnar, sum hugtaka meg einamest, eru allar tær við tilsipingum til rivur og op og millumrúm og glopp, og alt tað, sum roynir at spreingja sær veg, trýsta seg upp og ímillum alla staðni. Koma sær fram. Tað er okkurt serliga kvinnuligt við hesum opunum og rivunum, eg veit ikki, hví eg haldi tað, men tað er tað bara. Kanska tí at vit kvinnur hava roynt at trýst og trokað okkum ígjøgnum alt hetta patriarkalska okið, sum hevur lagt seg oman yvir alt? Mær dámar tankan.

altíð okkurt

ið trokar á

undir mosanum

undir bløðunum

undir kavanum

undir húðini

í speglinum

ein myrkan desembermorgun

ørsmáar rivur

op

Myndirnar av rósunum við hjúpunum verður tiknar fram gjøgnum alt savnið. Tær eru ikki lýstar sum mynd upp á romantiskan kærleika og friðsemi, men heldur sum blóðrósur, svartar og sjúkar, rósukjarrið skyggir brúnreytt sum storknað blóð. Men hóast tað, so gera tær mun: róttræðrirnir verða festir, teir rotna og taða tað glopruta lendið.

Don´t bring your grandmother

Herfyri sá eg lýsing av einum comedy showi, sum lýsti við, at framførslan var á enskum og endaði við orðunum: don´t bring your grandmother, altso tú kundi gott koma við abba tínum, men ikki ommu tíni, tí hon var alt ov gomul og fór ikki at skilja ein pinn av nøkrum. Hvat ger man? Jú, eg geri sjálvandi tað, at eg geri vart við, at hetta er bæði aldurs- og kvinnumismunur. Og fái sjálvandi onki svar. Men yrkingin hjá Maluni um skínandi svarta handskan, sum er dottin niður millum nýfallið heystleyv, fullur av fyrrverandi lívi, fáa meg at hugsa um júst, hvussu vit hugsa elli. Fullkomiliga sogið tómt fyri nakra meining, og sum bara kann liggja har og bíða, til tað fær fýra fjalir at verða lagt í, sum Dorothea Engelbrechtsdatter so vísiliga tók til í sálminum. Malan veit, og vit vita, at tað er meira millum himmal og hav enn hetta, og tí er tað mær dámar so væl heitið: hjúpa er jú fruktin av rósuni, millum annað hana, sum vit kenna sum rosa rugosa, rukkuta rósan, inni í hjúpini liggja fræini væl vard, til reiðar at byrja eitt nýtt lív.

Hjúpuljóð fær meg at hugsa um rukkut kvinnuandlit, ellismerkt, men full av vitan og virkni og ágrýtni og kærleika, sum í seinastu yrkingini, sum setur eitt so avbera gott punktum, næstan sum tá tú ert til kórkonsert, og seinasti sangurin er bara tann besti!

havið andar stillan

flatan ein krossorðagáta

roði legst á puntar

speglar summarmorgun

meðan alt svevur

sæst ein skínandi panna

spakuliga hevja seg

undan leyst bundnari ullarrond

í skoytinum millum himmal og hav

Síggja tit hana ikki: sólina? okkara elskaðu ommu, sum bara ikki vil leggja seg med alla.

Marna Jacobsen

Ærlig og djørv í oyðilendinum

Hetta ummælið hevur Rakul í Gerðinum skrivað. Tað stendur her, tí at vit báðar eru í einum kvinnukollektivi, sum skrivar ummæli um serliga nýggjar føroyskar bókmentir. Av tí at eitt blað ikki svaraði okkum aftur, og eitt annað ikki vildi gjalda okkum fyri ummælið, so samdust vit um at seta tey bæði á mín blogg. Góðan lesihug!

Yrkingasavnið OYÐILENDI eftir Svannu Jákupsdóttur kom út á forlagnum Sprotanum í novembur 2022. Jógvan Andreas á Brúnni gjørdi kápumyndina, og Else Sjúrðarberg hevur brotið um. 

Snøgga yrkingasavnið er á kápuni prýtt við blýantstekning í gráum litbrigdum. Ein bringumynd, ið er formað av húsum og greinum, rótum og mynstrum. Ein menniskjuvera við tómum eygum, ið stendur framman fyri mjørkafjald hús. Ein bygd í baksýni. Hetta snøgga og, at síggja til, eitt sindur óunniliga yrkingasavnið inniheldur 28 stuttar prosayrkingar.

Yrkingarnar hava heiti við spjaldrastavum og einum tali í klombrum úr 1 til 28; til dømis “ARVAGÓÐS (3)”, “FRIÐHALGAÐI STAÐUR (12)” og “ORÐ (19)”. Eg veit ikki, um tað er nøkur ávís orsøk til hesa uppsetingina, men tað er rættiliga vanligt at skriva yvirskriftir við stórum bókstavum á facebook, tí har ber ikki til at skriva við feitum ella við størri skriftstødd, sum annars oftast verður gjørt fyri at markera yvirskriftir.

Yrkingarnar sjálvar hava vanliga teknseting, nýggjur setningur byrjar við stórum, men annars verður skrivað við smáum. Onkur skrivivilla er, sum vónandi verður rættað í einum møguligum endurprenti.

At seta orð á at missa orð

Hóast væl meir enn helvtin av teimum fólkunum, sum búgva á ellis- og røktarheimum og á sambýlum í landinum hava eitthvørt slag av demens, og hóast tað eru alt fleiri fólk í dag, sum fáa sjúkuna, tá tey enn eru lutfalsliga ung, so er ikki nógv fagurbókmentaligt tilfar um evnið.

Sólrun Michelsen hevur skrivað skaldsøguna Hinumegin er mars, Carl Jóhan Jensen hevur skrivað skaldsøguna Vatn er ein vátur logi og Dánial Hoydal hevur skrivað barnabókina Abbi og eg, og abbi. Og nú hevur Svanna Jákupsdóttir skrivað yrkingasavnið OYÐILENDI.

Yrkingarnar í savninum hjá Svannu Jákupsdóttur snúgva seg um ávirkanina av minnissvinni. Hvat ger tað við eitt menniskja at missa málið og minnið eitt petti á gangin? Hvat ger tað við makan, við børnini, barnabørnini og við starvsfelagarnar hjá einum sjúkuraktum? Tað er hetta, Svanna setir orð á við sínum yrkingum. Fyrst og fremst úr sínum egna sjónarhorni, sum avvarðandi dóttir at einum demensraktum.

Onkuntíð sum tann eygleiðandi, onkuntíð sum tann kennandi, onkuntíð sum tann ímyndandi, setir yrkjarin orð á at missa orð. At missa minnið. Onkursvegna vera vitni til, at eitt menniskja verður skilt sundur frá heiminum, tað hevur verið partur av alt lívið. Verður fremmandagjørt. 

 “Hon vil  í eina troyggju./ Leitar eftir orðinum./ Finnur tað ikki./ Tekur aðra hondina í durakarmin,/ hina tekur hon fyri pannina (sic!),/ ristir við høvdinum./ Leitar, roynir./ Trilvandi fer hon niður í orðaskjáttuna,/ har er so lítið at finna./ Einans ljóð, sum hon ikki kann brúka,/ stavilsi, hon ikki vil kennast við.”

“Leitanin steðgar./ Skjáttan letur aftur./ Tey fáu orðini, ið enn eru eftir, falla til ró./ Hon fær brúkt tey,/ so dánt, skirvisliga, følin./ Sum skal hon passa væl upp á tey,/ verja tey./ Spara upp á tey.// Nær eru tey uppi?”. 

Í hesum báðum brotunum úr yrkingini “ORÐ (19)”, er yrkjara-egið tann eygleiðandi, sum at enda ger eina roynd at seta seg inn í, hvussu tað man vera at vera tann, sum yrkingin snýr seg um; tann eygleidda. Hvat hon man hugsa í støðuni.

Á hendan hátt vísir yrkjara-egið okkum sína egnu støðu við at lýsa eina gerandisstøðu hjá mammuni. Ein gerandisstøða, ið er heilt óhugsandi fyri eitt frískt menniskja. 

Tað ljóta verður lagt á blik

Styrkin við savninum er, at yrkjarin er ikki bangin fyri at yrkja um tað ljóta og skitna í menniskjasinninum, sum eru ein avleiðing av sorg og avmakt. Yrkingarnar eru ikki pakkaðar inn í glitur og glans, men draga nakrar ektaðar og ófjaldar perlur úr myrka, kensluliga dýpinum hjá yrkjara-egnum. Her er pláss fyri teimum ljótu kenslunum, vit vanliga ikki vilja kennast við. Teimum ljótu kenslunum, sum ikki kunnu vera stýrandi í einum siviliseraðum samfelag, men sum kortini eru har.

Yrkjara-egið er í sorg og upplivir skomm og máttloysi og aðrar forbodnar kenslur, sum verða bornar fram á einum gerandismáli, ið ikki er til at taka feil av. Her er ovmikið av tilfari til at skapa stóra list, og yrkjarin hevur nógv upp á hjarta,  men eg sakni, at yrkjarin fer úr yrkingini sum privatpersónur, tí tað er ein forðing fyri, at yrkingarnar hepnast til fulnar.

Dømi um hetta er fyrsta brotið úr yrkingini “MÓRUHYLURIN (11)”:

“Her liggi eg/ í mínum móruhyli/ og svansi í sjálvseymkan./ Gníggi mær lørini/ við sjálvseymkannarmóru (sic!)./ Válki mær í míni syndarligu lagnu./ At hon andfer./ Hvussu við mær/ og mínum?”.

Yrkingin “ARVAGÓÐS (3)” lýsir somuleiðis væl hetta ljóta, sum kagar undan vatnskorpuni, men hon eydnast listarliga betri enn hin fyrr nevnda, eitt nú í fyrsta brotinum:

“Ringa samvitskan hongur har/ um hálsin./ Ein hálsketa./ Grønar saltvatnsperlur,/ sum eg havi arvað frá mammu,/ sum hevur arvað frá ommu,/ sum hevur arvað frá alheimsins kvinnum/ við djúphavsgrønum saltvatnsperlum“.

Hóast eg havi hug at halda, at yrkingarnar sum heild eru meira privatar enn gott er, so er hendan yrkingin eitt dømi um, at kvinnusøga og annar súmbolikkur verða flættað upp í tað annars heldur privata úttrykkið, so tað verður lyft upp á eitt meira alment støði, har tað gerst viðkomandi fyri uttanveltaða lesaran.

Best dámar mær kortini yrkingarnar, sum hava ein estetiskt tilveruligan dám, so sum “SJÁLVVARÐVEITSLA (25)” og “SORG (27)”. Hin seinna er soljóðandi: “Dropar av sorg detta/ niður á vøllin.// Savna seg til smáar hyljar,/ sum spakuliga torna.// Ein hyljur (sic!), kann ikki vera til/ uttan dropar.// Viðhvørt slítur í./ Man sorgin torna?// Savna seg til smáar fuktperlur,/ sum ikki rína við.”

Her er gott pláss ímillum linjurnar til lesaran at fylla út, til sjálv at uppliva og á ein hátt at vera samvirkin í tí, sum yrkjarin úttrykkir.

List ella privat útsøgn

Eg fór at hugsa um “List til eitt vist” um rithøvundar og bókmentir, sum var í Perluni herfyri. Har staðfesti ein av luttakarunum, at tað er lætt at geva út í Føroyum. Eg fór eisini at hugsa um tað, sum onnur hava sagt um munin millum list og privata útsøgn, tá eg las yrkingasavnið, og tað, sum  Svanna sjálv sigur um útgávuna á heimasíðuni hjá Sprotanum: at yrkingarnar vórðu til í eini roynd at viðgera kenslur og tankar í samband við ólekiligu sjúkuna hjá einum av hennara nærmastu, og at hetta hevur givið henni nýggjan samanhang og innlit í tilveruna. Tað fær meg at grunda yvir, hvussu eg eigi at fyrihalda meg til eitt yrkingasavn sum”OYÐILENDI”.

Eitt avgerandi fyribrigdi í yrkingalist er týdningurin av at strika egið í yrkingini. Tað vil siga, at egið í yrkingini eigur at vera skilt frá egnum hjá yrkjaranum. Danski yrkjarin og rithøvundurin Pia Tafdrup, sigur í síni poetik, síni bókmentafrøði Over vandet jeg går, at: Der kan aldrig blive tale om kunst, med mindre det private stof er bearbejdet og selv de mørkeste begivenheder eller mest rystende oplevelser er transformeret til lys. Digtet har ikke egenværdi, førend jeg forlader det, hvilket betyder, at jeg ikke må være til stede som privatperson. Det partielle må ikke kvæle det universelle”, um ósambærið millum privata útsøgn og list.

Tað snýr seg um stríðið millum tað lutvísa og tað algilda, um stríðið hjá yrkjaranum at gera seg leysan frá sær sjálvum sum privatpersóni fyri at kunna skapa sanna list. Í lesiupplivingini er hetta munurin ímillum at kenna tað sum, at tú hevur sett teg at lesa úr dagbókini hjá yrkjaranum og at kenna tað sum, at tú lesur úrdráttir av persónligum upplivingum og sannkenningum, sum yrkjarin hevur sett saman á ein estetiskan hátt, so tú kanst fáa tínar egnu upplivingar av tí skrivaða. Sigast skal, at Pia Tafdrup, eins og aðrir danskir yrkjarar, ið komu fram í 80´unum, stendur í andsøgn til sannkenningaryrkjararnar frá 70´unum, ið yrktu um persónligar kenslur og tankar, um snoypni, skuld og skomm.

Og tað er einki at taka seg aftur í, at sannkenningarbókmentirnar er nær skyldar við autofiktión, sum er nógv frammi í tíðini. Við savninum OYÐILENDI skrivar Svanna Jákupsdóttir seg sum yrkjari inn í hetta rákið, samstundis sum evnisvalið er samfelagsliga viðkomandi. Og tað er millum annað tað, ein yrkjari eigur at vera. Ærlig og djørv.

Rakul í Gerðinum