Hetta ummælið havi eg skrivað. Eg eri við í einum kvinnukollektivi, sum skrivar ummæli um serliga nýggjar føroyskar bókmentir. Av tí at eitt blað ikki svaraði aftur, og eitt annað ikki vildi gjalda fyri ummælið, so samdust Rakul og eg um at seta bæði ummælini á mín blogg, so her kemur mítt. Góðan lesihug!

Malan Poulsen: Hjúpuljóð, Sprotin 2023. Kápumynd: Hanni Bjartalíð
Hvat var tað, sum fyrst fekk meg at steðga á og siga við meg sjálva: hetta má eg kanna nærri. Jú, í hesum førinum var tað liturin, myndin og heitið á yrkingasavninum, sum forlagið lýsti við.
Eg var fangað beinanvegin, fyrst og fremst av litinum og orðinum. Hjúpuljóð, so vakurt. Tú kanst næstan smakka tað í munninum, og helst hevur tú eisini smakkað tað: í súltutoyi ella saft.
So feminint, so kvinnuligt, tað talar til mín, sum tey frelstu plaga at siga. Myndin hjá Hanna Bjartalíð, sum er av rósukjarri, fult av hjúpu; men so lesi eg innleiðandi yrkingina, og øll mín romantiska fantaseran fellur til jarðar:
at leita
í tættasta rósukjarri
finna hjúpur
bløðandi
Ongin baksíðutekstur er, men forlagið hevur lagt ein tekst út, sum tey halda, lýsir innihaldið. Og har festi eg meg serliga við tað, at yrkjarin hevur skrivað um elli: um ikki at verða virðismett, at vera óbrúkilig og nyttuleys, og kortini ikki vilja sleppa takinum og enda á ellisheiminum. Hetta fangaði meg veruliga, tí er tað nakað, gomul fólk kenna til, so er tað ellismismun, og tá eg sigi gomul fólk, so meini eg sjálvandi gamlar konur fyrst og fremst.
Eg kann kanska takka mær sjálvari fyri, at so er. Reið jú á ungdómsbylguni, tann tíð tað var, var sannførd um, at tá tú vart tretivu, vart tú liðug sum poppsangari. Hetta hevur bara vundið meira og meira uppá seg, so at man nú nærum situr og skammar seg yvir, at man ikki situr á einari brík og mimrar forsturlandssangir og rakar í eldinum, men framvegis tekur lut í tí pulserandi lívinum og roynir at krøkja seg í tað við neglunum.
Fyrst vil eg siga, at gott at hesin alt, alt ov lítillátni yrkjarin, Malan Poulsen, endiliga hevur givið eitt yrkingasavn út aftur. Tað fyrsta Lát kom í 1988, tað næsta Ímillum kom í 1995 og nú 28 ár seinni kemur Hjúpuljóð. Rætt skal vera rætt, vit, sum lesa Varðan og Vencil, vita, at har hava staðið yrkingar hjá Maluni í tey seinastu árini, tær eru eisini endurgivnar í hesum savninum.
Og lat meg siga beinanvegin, at har eru aðrar yrkingar í enn um elli, onkrar einstakar lyfta kanska ikki lesaran inn í annað stig, men eru meira at kalla myndir; ein yrking hevur heiti: Vitin, tað er hon um Virginiu Woolf, sum enn spælir ein leiklut fyri kvinnur, sum vilja hava rúm og skapanarnáðir. Heitið hevur sjálvandi íblástur frá skaldsøguni To the Lighthouse. Yrkingarnar, sum hugtaka meg einamest, eru allar tær við tilsipingum til rivur og op og millumrúm og glopp, og alt tað, sum roynir at spreingja sær veg, trýsta seg upp og ímillum alla staðni. Koma sær fram. Tað er okkurt serliga kvinnuligt við hesum opunum og rivunum, eg veit ikki, hví eg haldi tað, men tað er tað bara. Kanska tí at vit kvinnur hava roynt at trýst og trokað okkum ígjøgnum alt hetta patriarkalska okið, sum hevur lagt seg oman yvir alt? Mær dámar tankan.
altíð okkurt
ið trokar á
undir mosanum
undir bløðunum
undir kavanum
undir húðini
í speglinum
ein myrkan desembermorgun
ørsmáar rivur
op
Myndirnar av rósunum við hjúpunum verður tiknar fram gjøgnum alt savnið. Tær eru ikki lýstar sum mynd upp á romantiskan kærleika og friðsemi, men heldur sum blóðrósur, svartar og sjúkar, rósukjarrið skyggir brúnreytt sum storknað blóð. Men hóast tað, so gera tær mun: róttræðrirnir verða festir, teir rotna og taða tað glopruta lendið.
Don´t bring your grandmother
Herfyri sá eg lýsing av einum comedy showi, sum lýsti við, at framførslan var á enskum og endaði við orðunum: don´t bring your grandmother, altso tú kundi gott koma við abba tínum, men ikki ommu tíni, tí hon var alt ov gomul og fór ikki at skilja ein pinn av nøkrum. Hvat ger man? Jú, eg geri sjálvandi tað, at eg geri vart við, at hetta er bæði aldurs- og kvinnumismunur. Og fái sjálvandi onki svar. Men yrkingin hjá Maluni um skínandi svarta handskan, sum er dottin niður millum nýfallið heystleyv, fullur av fyrrverandi lívi, fáa meg at hugsa um júst, hvussu vit hugsa elli. Fullkomiliga sogið tómt fyri nakra meining, og sum bara kann liggja har og bíða, til tað fær fýra fjalir at verða lagt í, sum Dorothea Engelbrechtsdatter so vísiliga tók til í sálminum. Malan veit, og vit vita, at tað er meira millum himmal og hav enn hetta, og tí er tað mær dámar so væl heitið: hjúpa er jú fruktin av rósuni, millum annað hana, sum vit kenna sum rosa rugosa, rukkuta rósan, inni í hjúpini liggja fræini væl vard, til reiðar at byrja eitt nýtt lív.
Hjúpuljóð fær meg at hugsa um rukkut kvinnuandlit, ellismerkt, men full av vitan og virkni og ágrýtni og kærleika, sum í seinastu yrkingini, sum setur eitt so avbera gott punktum, næstan sum tá tú ert til kórkonsert, og seinasti sangurin er bara tann besti!
havið andar stillan
flatan ein krossorðagáta
roði legst á puntar
speglar summarmorgun
meðan alt svevur
sæst ein skínandi panna
spakuliga hevja seg
undan leyst bundnari ullarrond
í skoytinum millum himmal og hav
Síggja tit hana ikki: sólina? okkara elskaðu ommu, sum bara ikki vil leggja seg med alla.
Marna Jacobsen