Eldgos

Eg gloymi ongantíð setningin:

Nú er ikki neyðugt/ hjá mær at órógvast/ nú er tað hent/ sigur hann

soleiðis  hugsar 10 ára gamli drongurin í einari yrking í yrkingasavninum Århundradets kärlekssaga eftir Märtu Tikkannen (1978) í frálíkari týðing eftir Lauru Joensen (1998), tá ið pápin enn einaferð er dottin útí og ger gerandisdagin hjá familjuni ótolandi.

Hugsaði mangan um hetta, ímeðan eg týddi ungdómsbókina Vulkan eftir Zakiya Ajmi, sum nú er komin út á Bókadeildini. Pápin í hesari bókini er ikki drankari, men hann er harðligur, og gentan Kili og mamman hava verið noyddar at flýggja til kreppumiðstøð fyri kvinnur fyri at sleppa undan honum. Søgan lýsir á framúrskarandi hátt lívið hjá gentuni, sum skal fóta sær í nýggjum umhvørvi og nýggjum skúla, nú mamman og hon eru fluttar úr aftur kvinnuhúsinum. Hon hevur framvegis samband við pápan, men tá tey hittast endar alt aloftast við, at pápin oysir út av sínari ómegd og setir dóttrina í eina keðiliga støðu, har hon er noydd at verja bæði seg og mammuna:

“Men tú vilt heldur búgva hjá hasari helvitis heksini.”

            Eg pilki við tað lítla kettjupílatið. Har er aldrin nokk til øll kipsini. Tey síðstu má eg eta uttan. Har er ov nógv salt á.

            Pápi hyggur spyrjandi at mær. Sum um tað var ein spurningur.

            “Hon er mamma mín,” sigi eg.

            “Jú, jú, harragud. Men fyri tað kann hon vera ein helvitis heks.” Hann flennir og turkar sær um munnin við einum servietti. (bls. 120)

Søgan er nógv um sorg, vald og harðskap, men hon er eisini um kærleika og forelskilsi. Um alt tað, sum kann ganga av skriðjuni, tá tú ert so ung, men eisini um alt tað, sum er so gott, at tað kitlar í búkinum.

Í Føroyum hava vit sanniliga eisini trupulleikar av harðskapi. At døma eftir tølunum frá Kvinnuhúsinum er trupulleikin stórur. Í 2021, sum eru tey seinastu tølini, eg havi sæð, er talið av kvinnum, ið hava gist í húsinum 15 og tilsamans hava tær 16 børn.

            Um vit gera ein topp 10 lista yvir orsøkirnar til, at kvinnur venda sær til Kvinnuhúsið eftir hjálp, so sær hann soleiðis út:

1. sálarligur harðskapur (486)

2. hóttanir um harðskap (325)

3. annar harðskapur – útleigaari, arbeiðsgevari etc. (205)

4. rúsmisnýtsla (191)

5. likamligur harðskapur (182)

6. fíggjarligur harðskapur (176)

7. materiellur harðskapur (146)

8. sálarligir trupulleikar (131)

9. bústaðarviðurskifti (112)

10. ymiskar mentanir (112)

Harðskapsfremjarin er sum oftast maðurin ella fyrrverandi maður (maki).

Har eru fleiri aðrar orsøkir til, at kvinnur venda sær til Kvinnuhúsið, til dømis, stalking, neyðtøka og kynsligur ágangur (blóðskemd).

            Samanumtikið er harðskapur móti kvinnum vegna teirra kyn ein risa trupulleiki í okkara landi. Kvinnuhúsið førir miðvísa kampagnu á facebook um harðskap, har kvinnur sleppa til orðanna av greiða frá sínum lívi í harðskapsraktari familju.

Eg eri av tí áskoðan, at Kvinnuhúsið skuldi fingið nógv størri peningaligan stuðul frá landi og kommunum. Haraftrat skuldi Kvinnuhúsið ikki fingið harðskapsraktar menn at taka sær av oman á alt hitt, í staðin skuldi ráðgeving verið latin upp fyri monnum, sum eru fyri harðskapi, og sum sjálvir fremja harðskap.

            Frá almennari síðu er ein trongd til at stinga høvdið í sandin og ikki kalla ein spaka fyri ein spaka. Tað skal eita at veita hjálp til harðskapsraktar familjur. Harðskapur í parlagi og nærsambondum, eitur álit, sum varð gjørt í 2011, og hóast ætlanirnar eru góðar, so verður ikki eitt orð sagt um kynsgrundaðan harðskap í álitinum. Ikki eitt orð verður sagt um, at kvinnur eru serliga útsettar fyri harðskapi frá monnum, og so leingi at vit ikki vilja síggja í eyguni, at hetta er veruligi trupulleikin, at kvinnur verðar útsettar fyri harðskapi vegna sítt kyn, so klára vit ikki at loysa trupulleikan nóg væl.

At liva í harðskapi er sum at liva oman á einum eldgosi, tað kann fara í útbrot, nær tað skal vera, og sum Zakiya Ajmi tekur til um eldgos: Eitt eldgos kann vara alt frá fáum døgum til fleiri ár. (bls. 81)

So lesið Eldgos og stuðlið Kvinnuhúsinum!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s