Áardunið vol. 3

Tað er so forbiðið sjáldan, at tú verður skotin aftur í sjeytiárini uppi í Hoydølum við stenclum, sum skuldu blíva til Vitan, studentablaðið, har teksturin var garvillur og ljótt uppsettur, men ordiliga stuttligur at arbeiða við.

            Onkra sovorðna kenslu fekk eg, tá eg tók hetta savnið upp í hendurnar, sum meira líkist nøkrum A4 síðum, boygdar á miðjuni, og sum fólk hava sitið og boygt saman og sett klips í.

            Innihaldið harafturímóti er ótrúliga spennandi.

            Ein innleiðing er, har greitt verður frá átakinum Yrkingar, sum er farið fram í Sirkus frá august 22 til apríl 23. Allir møguligir yrkjarar hava hits og lisið upp av sínum yrkingum. Tey spenna víða í aldri, giti eg mær, og enn víðari í royndum, summi hava givið út í bók, meðan onnur ikki hava givið út, men hava kanska ligið við hesum í onkrari skriviborðsskuffu.

            Nú var høvi so her at sleppa at lesa upp, uttan at nakar brast útur at flenna ella spottaði teg aftaná og spurdi teg, hvat tú helt teg vera!

            Devisan er at geva fólki eina kenslu av, at tey eru partar av eini longri søgu, har alt, sum tey siga, hevur týdning.

            Eg fái eina sovorðna kenslu av, at hetta er sum ein salong, har skrivandi fólk hittast at skifta orð um alt, sum hevur týdning, drekka vín og sóla sær í sínum yrkingum, sum onkur kanska kemur og rósar aftaná, at tú hevur lisið upp. Oh joy!

            37 fólk hava latið eina yrking á prent. Fleiri teirra bera longu heitið rithøvundar, um enn kanska ikki øll eru mest kend fyri yrkingar. Flestu eru tó glaðir amatørar, men my god, tey duga at yrkja! tey duga eisini at provokera, og tað er sanniliga ikki eitt vánaligt útgangsstøði at hava.

            Allar yrkingarnar eru á føroyskum uttan tvær. Onnur er ein yrking hjá Annu Iachino og hin hjá Nicolinu Æðustein Danielsen, sum eitur The Twisted Trio. Og hon er so væl yrkt, at eg vildi ynskt, at hon var á føroyskum, tað hevði gjørt hana enn og meira spennandi. Anxiety, Alcohol og Depression ráða hvør í sínum lagi yvir henni, hesar tríggjar skiftast um at gera lívið hjá yrkjaranum so trupult sum til ber, ja, tær berjast um at gera henni helviti heitt. Og tær tríggjar eru kvennkyn, sum ger hesa yrkingina enn og betri.

            Í heila tikið eru fleiri yrkingar, har lívið er nokkso trupult – serliga hjá teimum ungu. Teir gomlu royndu yrkjararnir sita eitt sindur meira upp afturá og hyggja at lívinum soleiðis eitt sindur uppifrá.  Saturn td. sum eg giti er ung/ur, sum skrivar um at vera eitt produkt av sínum egnu hondum:

Mín HÚÐ ER EITT KORT

            TAÐ LÍKIST AMERIKANSKUM FORSTAÐARBÝLINGUM

            ELLA KRYSS OG BOLLA Á EINUM SKÚLABORÐI

Ella Einar Tórstún við frálíku yrkingini Sprekkan í glasinum:

urtin ið drepur teg

giftin í kroppinum

ein skitin følsk lívsgleði

bert fyri at vera á toppinum

Bárður Persson við umsíðir:

umsíðir innlagdur

umsíðir inn um gáttina

inn í eitt hvítt helviti

at gráta myrkur úr mær

Umsíðir kann væl sipa til hesa bíðitíðina, sum er, fyri at sleppa fram at hjálp, mangan er støðan so ring, at tú kanska kundi bløtt út, í øllum førum, so spýrt tú steinrunnið myrkur úr tær.

Í summum yrkingum sita orðini so væl, at tú frøist um tað, ella hevur hug at smílast, tí onkur dugir so væl at seta orð saman. Rannvá Holm Mortensen við sínum mjólkarevangelii er bara framúr:

søgan er nýggj

men sorgin er gomul

og devulsins látur

ber linna

ein slaktari býr

í mínari poesibók

Ella nýggir yrkingaháttir, sum blanda gamalsligt rím við nútímans ikki-rími, sum hjá & Bartal: Spegilin talar:

eym bibba so kná

negl brotin í líð

sjúk bundin og rá

spegilin hann talar:

“hvør vakrastur er í ríki og tíð?”

skomm brýtur á sker

og sjálvsmynd sum dalar

Ella makaleysar myndir sum hendan:

eingil í eygsjón

hon gongur á vatninum

vesalavætti

(ári patursson: lognbrá)

Ella yrkingin hjá Niels Una Dam, Tá javnaldrar doyggja, har yrkjarin fyrireikar sína jarðarferð. Hon er ein perla, bæði stuttlig og tankavekjandi. Nakað sum nógv okkara kenna seg aftur í.

Ella tær sum provokera, sum tann hjá Búa Rouch, har yrkjarin:

vil tilfonglast hvønn leygardag

hvørja ferð eitt sindur øðrvísi

vakna upp við nýggjum monnum

hvønn sunnudag

og lata kjøtvitið vitna ta nýggju innskriftina

ella tann hjá Daniu O. Tausen, sum er mín yndis, sum tosar beinleiðis til feministin í øllum kvinnum, og sum bæði provokerar og er mega stuttlig, tí at kunna blanda humor inn í álvarssemi er altavgerandi fyri góðar bókmentir, annars verður tað turrgelt. Yrkingin er nærum ein prosayrking, har yrkjaraegið liggur í songini og lesur eina bók:

tað er ein bók, sum er skrivað av einum manni

einum gomlum manni

faktist einum deyðum manni

sum er gamal í mínum høvdi

tá eg hugsi um hann

tað er ein gamal føroyskur og deyður maður

sum skrivar um aðrar gamlar føroyskar og deyðar menn

bókina havi eg lænt

frá einum hálvgomlum føroyskum manni sum eg kenni

sum sjálvur fekk bókina viðmælda

av einum øðrum gonlum vinmanni

sum fekk bókina í mannfólkagávu

So senan er sett og bjóðar ikki líkafram inn til nakað njótilsi, men tað verður tað so avgjørt kortini, tá yrkjaraegið hoyrir zzz-ljóð frá undirbúgvanum, sum er ein kvinna.

Hetta var bara eitt úrdrag av øllum teimum stuttligu, tankavekjandi og provokerandi yrkingunum í savninum, sum Rannvá Glerfoss hevur sett upp. Hetta tiltakið við yrjkingakvøldum, sumDania O. Tausen hevur sett í gongd, er hart tiltrongt, og mær er sagt, at tað er sera gevandi. Í øllum førum hava fólk brúk fyri at sleppa at royna seg í einum umhvørvi, sum tekur tey í álvara.

Ein uppsangur

Eg veit sannheit at siga ikki, um eg skal tora at skriva hendan bloggin, tí hví skal eg loyva mær at geva nøkrum ein uppsang? Men nú eri eg og onnur við mær so vónsvikin av at stíla fyri nøkrum í hesari bygdini, at eg má fáa luft.

            Í gjárkvøldið var ein framúrskarandi og spennandi fyrilestur í Marghøllini um Mat, menniskja og matoyðsl. Tær báðar Gunnhild Dahl Niclasen og Sanna Andrassardóttir Dahl tosaðu og greiddu frá um hetta, sum hevur so ómetaliga nógv at siga fyri okkum øll: hvussu vit fara við okkum sjálvum og okkara klótu. Á væl grundaðan hátt varð lagt fram, hvat tað er, sum hevur gjørt og framvegis ger, at vit eru farin við okkara jørð á sovorðan hátt, at vit nú kunnu vænta, at hon ikki orkar meira og gevur okkara ommu- og langommubørnum nógv verri vánir at liva í einari frískari, grønari verð. Vit kunnu gera nakað, vissaðu tær báðar okkum um, og kjakið gekk væl millum tey, ið møtt vóru, um hvat gerast kundi, og hvat longu bleiv gjørt.

            Trupulleikin er, at vit vóru somu 5-6 tandur, sum møttu upp, mált í prosentum av fólki, ið búgva her í kommununi, fyri ikki at siga í oynni, er tað helst ógjørligt at koma niður á nóg lágt tal.

            Hvussu ber tað til, at vit bara tíma at lurta eftir tí, sum vit longu frammanundan vita nakað um, ella halda vit, at vit onki kunnu læra aftrat teimum 10 árunum í fólkaskúlanum?

Hvar eru lærarar, sjúkrahjálparar, læknar, prestar, húsmøður, fiskimenn, húsasmiðir, kommunustýrislimir, pensjónistar, vaskifólk, pilotar, fiskaalarar, stevardessur, skrivstovufólk, bilmekanikarar og you name it?

            Tey koma so ikki í Marghøllini, tey tíma ikki at lurta eftir, tá fakfólk greiða frá um stjørnuskipanina, innlandsísin í Grønlandi, kaffi, virus, Føroya søgu, matoyðsl og dálking o.s.fr. o.s.fr.

            Eg veit ikki hvussu ofta, tú hoyrir: Tað sker onki í Sørvági. Jú vist sker nakað í Sørvági, men ongin tímir at taka lut í tí. Og heldur hetta fram, so dettur hugurin burtur at skipa fyri nøkrum, tí tað fær snøgt sagt onga undirtøku.

            Herfyri var ætlanin at hava stovukonsert í Bø. Herborg Torkilsdóttir og Eyðun Nolsøe. Tey máttu avlýsa, tí tey ikki fingu fylt eina STOVU við fólki!

            Gásadalsgarður skipar fyri tiltøkum, Gamli skúli skipar fyri tiltøkum, Bókasavnið í Sørvági skipar fyri tiltøkum og helst onkur annar eisini, so vist hendir nakað í Sørvági. Var á aðalfundi í Sørvágs fornminnafelag, sum forrestin hevur eitt savn, har næstan ongin sørvingur nakrantíð hevur vitjað … á aðalfundinum hevði Sonni Jacobsen ein hjartanemandi fyrilestur um fátækradømi í Vágum í 1800 talinum grundað á protokoll hjá fattigforstandaraskapinum í Vágum. Vit vóru fimm fólk, sum lurtaðu, og tað var sera, sera upplýsandi at hoyra, hvussu fólk hava stríðst fyri at yvirliva.

            Ein standard umbering er: Man kann ikki fara til alt. Nei, tað kann man so vist og sannheit ikki, men tað er langt frá tí og so ongantíð at koma til nakra framløgu ella fyrilestur, uttan so at tú roknar við at hetta er okkurt, tú frammanundan veitst okkurt um. Hvat við at víðka um horisontin – hevði tað ikki verið eitt hugskot?

            Ein onnur standard umbering er: Oys, eg visti slett ikki av tí. Nei, eg skilji væl, at tað, sum verður lýst á facebook, hvørvur aftur, men kalendarin er uppfunnin, tú kanst antin hava hann í bók, á telefonini ella á vegginum. Har ber til at notera sær, um okkurt  er, sum kanska ljóðar eitt lítið sindur áhugvert og kitlar forvitni.

            Tað er ikki løgið, at fólk kasta frá sær og siga, nei, álvaratos, nú tími eg ikki meira. At skipa fyri tiltøkum er ikki bara sum at rista nakað burtur úr ermuni, tú brúkar tíð uppá at skipa fyri, og tá áhugin er næstan lig við null, so sigur man at enda, slutt – prutt – finale.

            So vælsignaði tit, roynið at stuðla tiltøkum, sum eru í kommununi. Tað er gott fyri samanhald og trivnað hjá okkum øllum og tað er við til at gera okkara kommunu fjølbroytta og góða at liva í. Nú er bert ein fyrilestur eftir hjá okkum á bókasavninum  áðrenn summarsteðgin, og vit fara undir enn eitt skeið í heyst við vón um, at fólk taka sær um reiggj, stuðla og fáa eina rúgvu av spennandi vitan oman á alt.