Tað er so forbiðið sjáldan, at tú verður skotin aftur í sjeytiárini uppi í Hoydølum við stenclum, sum skuldu blíva til Vitan, studentablaðið, har teksturin var garvillur og ljótt uppsettur, men ordiliga stuttligur at arbeiða við.
Onkra sovorðna kenslu fekk eg, tá eg tók hetta savnið upp í hendurnar, sum meira líkist nøkrum A4 síðum, boygdar á miðjuni, og sum fólk hava sitið og boygt saman og sett klips í.
Innihaldið harafturímóti er ótrúliga spennandi.
Ein innleiðing er, har greitt verður frá átakinum Yrkingar, sum er farið fram í Sirkus frá august 22 til apríl 23. Allir møguligir yrkjarar hava hits og lisið upp av sínum yrkingum. Tey spenna víða í aldri, giti eg mær, og enn víðari í royndum, summi hava givið út í bók, meðan onnur ikki hava givið út, men hava kanska ligið við hesum í onkrari skriviborðsskuffu.
Nú var høvi so her at sleppa at lesa upp, uttan at nakar brast útur at flenna ella spottaði teg aftaná og spurdi teg, hvat tú helt teg vera!
Devisan er at geva fólki eina kenslu av, at tey eru partar av eini longri søgu, har alt, sum tey siga, hevur týdning.
Eg fái eina sovorðna kenslu av, at hetta er sum ein salong, har skrivandi fólk hittast at skifta orð um alt, sum hevur týdning, drekka vín og sóla sær í sínum yrkingum, sum onkur kanska kemur og rósar aftaná, at tú hevur lisið upp. Oh joy!
37 fólk hava latið eina yrking á prent. Fleiri teirra bera longu heitið rithøvundar, um enn kanska ikki øll eru mest kend fyri yrkingar. Flestu eru tó glaðir amatørar, men my god, tey duga at yrkja! tey duga eisini at provokera, og tað er sanniliga ikki eitt vánaligt útgangsstøði at hava.
Allar yrkingarnar eru á føroyskum uttan tvær. Onnur er ein yrking hjá Annu Iachino og hin hjá Nicolinu Æðustein Danielsen, sum eitur The Twisted Trio. Og hon er so væl yrkt, at eg vildi ynskt, at hon var á føroyskum, tað hevði gjørt hana enn og meira spennandi. Anxiety, Alcohol og Depression ráða hvør í sínum lagi yvir henni, hesar tríggjar skiftast um at gera lívið hjá yrkjaranum so trupult sum til ber, ja, tær berjast um at gera henni helviti heitt. Og tær tríggjar eru kvennkyn, sum ger hesa yrkingina enn og betri.
Í heila tikið eru fleiri yrkingar, har lívið er nokkso trupult – serliga hjá teimum ungu. Teir gomlu royndu yrkjararnir sita eitt sindur meira upp afturá og hyggja at lívinum soleiðis eitt sindur uppifrá. Saturn td. sum eg giti er ung/ur, sum skrivar um at vera eitt produkt av sínum egnu hondum:
Mín HÚÐ ER EITT KORT
TAÐ LÍKIST AMERIKANSKUM FORSTAÐARBÝLINGUM
ELLA KRYSS OG BOLLA Á EINUM SKÚLABORÐI
Ella Einar Tórstún við frálíku yrkingini Sprekkan í glasinum:
urtin ið drepur teg
giftin í kroppinum
ein skitin følsk lívsgleði
bert fyri at vera á toppinum
Bárður Persson við umsíðir:
umsíðir innlagdur
umsíðir inn um gáttina
inn í eitt hvítt helviti
at gráta myrkur úr mær
Umsíðir kann væl sipa til hesa bíðitíðina, sum er, fyri at sleppa fram at hjálp, mangan er støðan so ring, at tú kanska kundi bløtt út, í øllum førum, so spýrt tú steinrunnið myrkur úr tær.
Í summum yrkingum sita orðini so væl, at tú frøist um tað, ella hevur hug at smílast, tí onkur dugir so væl at seta orð saman. Rannvá Holm Mortensen við sínum mjólkarevangelii er bara framúr:
søgan er nýggj
men sorgin er gomul
og devulsins látur
ber linna
ein slaktari býr
í mínari poesibók
Ella nýggir yrkingaháttir, sum blanda gamalsligt rím við nútímans ikki-rími, sum hjá & Bartal: Spegilin talar:
eym bibba so kná
negl brotin í líð
sjúk bundin og rá
spegilin hann talar:
“hvør vakrastur er í ríki og tíð?”
skomm brýtur á sker
og sjálvsmynd sum dalar
Ella makaleysar myndir sum hendan:
eingil í eygsjón
hon gongur á vatninum
vesalavætti
(ári patursson: lognbrá)
Ella yrkingin hjá Niels Una Dam, Tá javnaldrar doyggja, har yrkjarin fyrireikar sína jarðarferð. Hon er ein perla, bæði stuttlig og tankavekjandi. Nakað sum nógv okkara kenna seg aftur í.
Ella tær sum provokera, sum tann hjá Búa Rouch, har yrkjarin:
vil tilfonglast hvønn leygardag
hvørja ferð eitt sindur øðrvísi
vakna upp við nýggjum monnum
hvønn sunnudag
og lata kjøtvitið vitna ta nýggju innskriftina
ella tann hjá Daniu O. Tausen, sum er mín yndis, sum tosar beinleiðis til feministin í øllum kvinnum, og sum bæði provokerar og er mega stuttlig, tí at kunna blanda humor inn í álvarssemi er altavgerandi fyri góðar bókmentir, annars verður tað turrgelt. Yrkingin er nærum ein prosayrking, har yrkjaraegið liggur í songini og lesur eina bók:
tað er ein bók, sum er skrivað av einum manni
einum gomlum manni
faktist einum deyðum manni
sum er gamal í mínum høvdi
tá eg hugsi um hann
tað er ein gamal føroyskur og deyður maður
sum skrivar um aðrar gamlar føroyskar og deyðar menn
bókina havi eg lænt
frá einum hálvgomlum føroyskum manni sum eg kenni
sum sjálvur fekk bókina viðmælda
av einum øðrum gonlum vinmanni
sum fekk bókina í mannfólkagávu
So senan er sett og bjóðar ikki líkafram inn til nakað njótilsi, men tað verður tað so avgjørt kortini, tá yrkjaraegið hoyrir zzz-ljóð frá undirbúgvanum, sum er ein kvinna.
Hetta var bara eitt úrdrag av øllum teimum stuttligu, tankavekjandi og provokerandi yrkingunum í savninum, sum Rannvá Glerfoss hevur sett upp. Hetta tiltakið við yrjkingakvøldum, sumDania O. Tausen hevur sett í gongd, er hart tiltrongt, og mær er sagt, at tað er sera gevandi. Í øllum førum hava fólk brúk fyri at sleppa at royna seg í einum umhvørvi, sum tekur tey í álvara.