Eg

IMG_1891eiti Marna og búgvi í Sørvági. Eg havi verið ritstjóri á einum barna- og ungdómsbókmentaforlagi, og tað er eitt arbeiði, sum mær dámdi ógvuliga væl.

Nú havi eg valt at fara til hús og sleppa ungum kreftum framat, men eg eri sanniliga ikki givin at ritstjórna og arbeiða við tekstum. Nú geri eg tað bara heima við hús.

Búgvi í húsunum, har eg eri uppvaksin. Uttanfyri er ein lítil garður, har blómur, runnar, trø og kryddurtir stríðast fyri at koma fram um ókrútið.

Elski tað, sum veksur, tó ikki ókrút. Av tí at eg havi sum princip ikki at flyta meg longri enn 5 metrar á apostlunum, so er ein túrur niðri í garðinum, har friður valdur, nakað sum er neyðugt fyri at fylla sinnið við góðum lívgevandi tonkum.

Eg eigi fýra børn, sum øll eru vaksin, og sum eg elski yvir alt á jørð, sjálvt um eg altíð sigi teimum mína hjartans meining, bæði tá tey hava gjørt okkurt gott og okkurt minni gott. Eg eigi fýra ommudøtur og fýra ommusynir, og um tey hava eg bara gott at siga, tey eru feilfrí og fittast í allari verðini. Og so eri eg vorðin langomma at tveimum børnum, og eg eri takksom, at tað er eydnast mær at uppliva tað eisini. Eg eigi tríggjar versynir og eina verdóttur, og tey eru øgiliga fitt, serliga tí at tey eisini eru góð við míni børn

Og eg elski at skriva og skræða meg um alt millum himmal og jørð – so hetta við bloggi er sum skraddaraseymað til mín.

Eg havi sera avgjørdar meiningar serliga um politikk, bókmentir og feminismu. Og tað fái eg at hoyra fyri við hvørt, men tað leggi eg ikki petti í. IMG_1188

Eg haldi at tónleikur, telda, bøkur og øl er guds gáva til mannaættina. Tónleikur og bøkur kunnu njótast í óavmarkaðum mongdum, meðan hini bæði mugu nýtast (og njótast) við skili.

5 thoughts on “Eg

  1. “Øl skal njótast við skili” – Marna Jakobsen

    “Øl skal njótast við eini aðrari øl” – Hanus Johannessen

  2. Hey Marna, stuttligt at finna tín blogg – eg visti ikki av at tú vart flutt úr grannalagnum hjá okkum í Brekkustovu. Vænti nógv gullkorn.

    Heilsan Erla

  3. Hey mutti,
    Nú hevur Goodreads fingið ein barcode skannara til iphone – um tú hevur Goodreads, so kann tú downloada applikatiónina, og so kann tú synkronisera bókahyllina á netinum (kanska eisini deila á blogginum) og deila hana við øðrum.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s