Tá ið froskamamman fríaði Krumskum

frosk_rumdar

Viðhvørt noyðist tú bara at boyggja teg og siga við teg sjálva, at hetta er bara ein fantastisk bók. Soleiðis havi eg tað við nógvum, um ikki øllum, barnabókunum hjá Jakob Martin Strid.

Havi lisið bókina fleiri ferðir fyri elsta ommusoninum, og eg blívi bara meira og meira bilsin av, hvussu nógv er lagt í hesa søguna.

Og so er hon bara um froskar – altso hallov!

Jakob Martin Strid dugir so ótrúliga væl at skriva søgur. Í hesari ger hann tað ótrúliga, at hann letur øll, sum ikki vanliga eiga heiður uppibornan, koma til heiðurs og æru. Lítla frosk, rúmdarveruna úr Krumskum, froskamammuna og froskapápan.

Froskahúskið eru mamman, pápin og teir tríggir froskabeiggjarnir: Stórifroskur, Miðlingafroskur og Lítli froskur.

Lítli froskur er eitt tekniskt geni og hevur funnið uppá at byggja eitt rúmdarfar. At so pápin av misgáum kemur til at leggja seg á eitt handtak og senda tey øll út í rúmdina, ger bara søguna enn meira spennandi.

Froskamamman tekur beinanvegin um endan fyri at fyribyrgja, at øll ikki ganga amokk umborð, eg meini so við, tey eru ávegis út í rúmdina! So hon fer at baka, tí tað var upprunaliga ætlanin, áðrenn pápin legði seg á handtakið.

Og so siga tey, at kvinnur eru hysteriskar!

Úti í rúmdini hitta tey eina rúmdargentu, sum greiðir teimum frá, at á hennara gongustjørnu liva tey øll undir trælaoki. Robottarnir hava tikið valdið og fáa tey at stríðast og strevast fyri teir.

Aftur her vísir froskamamman sína styrki, hon fær gjørt enda á størsta leiðararobottinum, tí eitt og hvørt strategiskt geni veit, at man eigur at fara eftir leiðaranum fyrst. Og við hvørjum? Við kaku, sjálvandi: tað, sum er so gott í friðartíð, kann vendast til tað øvuta í krígstíð.

Og takkað veri froskamammuna tveita allar rúmdarverurnar bókstaviliga leinkjurnar av sær og verða frælsar.

Og endiliga fær ein kvinna – í hesum førum ein froskakvinna – eina standmynd av sær sjálvari. Tað hevur hon sanniliga uppiborið og mangar aðrar við henni!

Og froskapápin, hann fær mínsann sín manndóm aftur! Eftir nærum at hava gjørt feigdina um seg við sum eitt býtt at leggja seg á handtakið, so situr hann við pípu og hugnar sær við øllum froskahúskinum, nú tey eru afturkomin til hús. Og hann verður ikki minni maður av at biðja froskamammuna seta seg niður og slappa av, so at hann og børnini kunnu fara undir at baka kakur og gera kakao, tí tað gera rættir menn í dag.

Froskafamiljan minnir ikki sørt um mumifamiljuna hjá Tove Jansson, og har er so mangt at tosa um við tann lítla fimm ára gamla, sum júst nú er á einum filosofiskum menningarstigi, har hann setir spurnartekin við alt millum lív og deyða: hví hetta og hví hatta …

Tað er so ótrúligt at sleppa at lesa fyri honum og síggja, at hann viðhvørt bara situr og starir fram fyri seg, søkkur líka sum inn í seg sjálvan, tekur síðan dik á seg og spyr og spyr og spyr.

Og sjálvandi fór Lítli froskur byggir rúmdarfar við honum umborð á Norrønu, nú hann fór at ferðast við mammu og pápa sínum.

standmynd_0003

 

Hvat er tað, vit ræðast?

14067588_1304137936266077_663237438152325594_n

Hvørja ferð eg komi niður at vitja familjuna, sum býr á Nørrebro, taki eg metroina av flogvøllinum, fari av á Nørreport støðini og so við 5C ella 350S út eftir Nørrebrogade. Tá eg so koyri framvið Stefanskirkjuni á Nørrebrogade 191, so veit eg, at nú nærkist eg.

Havi mangan hugsað um, tá føroyingar á facebook oysa gor og gall yvir muslimar, at tað er øgiligt, sum tað er lætt at tosa, tí føroyingar hava á ongan hátt hetta margfeldni inni á lívinum.

Familjan hjá mær býr í góðari íbúð. Íbúðin hevur bakgarð sum flestu hús í tættbygdum arbeiðaraøkjum, men tey hava eisini garð rundan um húsini framman, og tey kunnu læsa seg inni, so ongin ørindaleysur sleppur inn í garðin. Og tað er jú gott, tá hugsað verður um, at her renna og spæla smáir rollungar í frið og náðum, uttan at nakar uttanífrá ger seg inn á tey, ella at tey kunnu renna út á vegin.

Økið rundan um íbúðarblokkin er ein meldur av ymsum mentanum, beint hinumegin gøtuna er handil, har tey selja hijabar, ólukksáliga óinteressantir kjólar, spyrt tú meg, men eg ætli mær ikki at ganga í teimum, so tey um tað. Gangi heldur ikki í føroyska búnanum fyri alt tað. Har var eisini ein kýsi fyrr, minnist meg rætt, sum kvinnurnar hava blakað burtur. Helst fer tað sama at henda við hijabinum, hvør veit.

Nørrebro tokstøðin liggur eitt hanagleiv frá, so her er yðjandi fult av fólki alla tíðina. Undir tokbrúnni standa romair ella sigoynarar, sum vit kallaðu tey fyrr. Ikki øll eru so øgiliga glað fyri hetta, tú noyðist viðhvørt nærum at gleiva tvørtur um gomul radio, stivlar frá fúrsunum, fartelefonir og annað mangt, sum ikki tykist freistandi hjá so nógvum øðrum at keypa enn teimum sjálvum. Eg veit ikki, hvussu nógvur vinningurin er av hesum handilsvirkseminum, men kanska er tað bara ein máti at hittast og hugna sær úti í frískari luft. Men nei, fert tú nærri inn á tilveru teirra, so fært tú at vita, at hetta er neyðugt, fyri at tey kunnu breyðføða familjuna og hava bara eina evarska lítla vón um, at eitt barn kann fáa eina útbúgving, so tað klárar seg.

Framman fyri Føtex er alskyns grønmeti og frukt at keypa, umframt, so stendur tann heimleysi har og selur Hus forbi. Og eg má viðganga, at eg royni altíð at hava reiðan pening uppi á mær og keypa mær eitt blað. Sera upplýsandi greinar, skal eg heilsa og siga, men havi eg ongan reiðan pening, so fái eg eitt smíl og eitt ynski um framhaldandi góðan dag. Her eru ongar súrar minur, hóast viðkomandi hevur so ótrúliga nógv størri orsøkir enn eg at hava súrar minur.

Sjálvandi er nógv, tú kanst irriterast inn á: at tú noyðist at gleiva tvørtur um gomul transistorradio, tá tú fert við ommusoninum í vøggustovu ella teir villu ungdómarnir, sum koyra hasardkoyring á vegnum ella mítt gamla feministahjarta, sum venar seg av øllum turikløðunum, men hvat veit eg, kanska fleiri teirra eru á veg á CBS ella Panum fyri at gerast verkfrøðingar, læknar, businesskvinnur og annað, sum kann geva teimum tað økonomiska sjálvræði, sum kvinnur hava suffað eftir í øldir?

Í øllum førum eru ikki størri gentlemen til enn muslimskir kioskeigarar, teir geva tær komplimang oman á komplimang, so at eg at enda haldi meg vera 33 og ikki 63, sum føðibrævið vísir.

Men aftur til Stefanskirkjuna: har hava tey hildið Ramadanendaveitslu við bøn og mati. Sjálvandi eru tað nógv, sum siga: hvat hava muslimar at gera í einari kristnari kirkju, men tá man kennir Nørrebro eitt lítið sindur, so hugsi eg, at tey flestu siga: Hví ikki? Hvussu fevnir tú veruleikan, tá ið nú magfeldni er so stórt, sum tað er á Nørrebro? Við hatri og útisteinging? Nei, ha?

Og so hugsi eg um okkara samkomufólk/politikarar, sum hava oyst gor og gall úr sær, tí teir ikki tola, at samkynd fáa borgarlig rættindi at gifta seg, um tað er tað, tey vilja. Systir mín, sum er ein klók kona, segði við meg, at hon hevði lurtað eftir politikarunum, tá seinasta viðgerð var av málinum á tingi, og tað fyrikom henni, sum at teir, ið vóru ímóti borgarligari giftu, bara hugsaðu um sex. Eg meini so við, um tú hittir eitt fitt par – heteroseksuelt, meini eg – sum sigur tær, at tey skulu giftast, hugsar tú so beinanvegin um, hvat tey gera undir dýnuni? Nei, ha? Men tað øvuta er opinbart púra vanligt.

Í Stefanskirkjuni eru tveir prestar: Pernille Østrem og Thomas Høg Nørager. Eg haldi at tú, góði blogglesarari, skal unna tær at lesa um hesar prestarnar á heimasíðu teirra, og so seta tær spurningin: Hvat missir kristindómurin av, at vit fevna margfeldni?

http://stefanskirken.dk/praester

Skaðafrøin leingi livi!

envyOngin frøi kitlar meira enn skaðafrøin.

Nú katedralurin í Suðuroynni bleiv til eitt gement mentanarhús, gleðast vit norðanfyri og kasta upp á nakka: hvør hevði væntað annað?

Saltsiloin liggur jú ikki í Havn, so tað er ikki loyvt at gleðast saman við suðringum um, at projektið loksins fer at síggja dagsins ljós.

At so kanska væntanirnar eru vorðnar meira realistiskar, er helst ikki eindømi fyri hetta projektið.

Sjálv vil eg siga, at hetta er eitt megnartak, suðringar hava tikið, og tað eiga vit at gleðast um og ikki sita og gníggja okkum í lógvunum av skaðafrøi og við tí so úttugda setninginum á varrunum: Hvat segði eg!

Tað er alla æru vert, at hetta er eydnast hjá teimum á Tvøroyri. Og hví skulu vit gremja okkum um, um raksturin man fara at vera skynsamur ella ikki? Latið kassameistaran í Saltsiloini grunda yvir tað og latið okkum onnur ynskja teimum í Suðuroynni hjartaliga til lukku!

Ein skrubbforvirrað tíð!

top_folk

Hvønn sunnudag prædika prestar í kirkjunum í Føroyum.

Vit, sum ikki ganga so nógv í kirkju, vita ikki, hvat teir prædika um, men vit hoyra av og á okkurt, av tí at gudstænastur jú verða sendar í útvarpinum.

Bergur Debes Joensen, prestur, hevur, sum so mangir aðrir prestar, ta greiðu fatan, at hjúnalagið er til fyri at 1) seta børn í verðina, 2) hava ein at vera saman við og 3) at fáa bæði andaligan og kynsligan kærleika frá mótpartinum.

So far so good.

Hjúnalagið er grundað í Bíbliuni, sigur Bergur, nærri frásagt í Fyrstu Mósebók, øðrum kapitli, ørindi 24, har sagt verður, at maður skal fara frá mammu og pápa sínum og halda seg afturat konu síni.

Tí, sigur Bergur, er tað synd at liva saman ógift, at liva saman við sama kyni, at vera ótrúgv, at brúka porno og at skiljast.

Men alt hetta er nú farið á rull, sigur Bergur, tí verða vit so skrubbforvirrað!

 

Tíðin er forvirrað – ja, skrubbforvirrað. Menniskju vita ikki, hvat vendir upp, og hvat vendir niður. Vita ikki – heldur ikki tey lærdu! – hvat kyn er, og finna nýggjar samlívseindir og noyða málfrøðingar at uppfinna nýggj orð, sum samsvara nýggja hugburðinum. Og tað ger bara forvirringin alt størri, tí har eingin haldgóð grund er, har er einki at byggja á.

(http://www.folkakirkjan.fo/Default.aspx?pageid=6203&NewsItemID=24281).

 

Úrslitið av skrubbforvirringinum er einsemi, tunglyndi, stríð, fíggjarligur missur, fosturtøka, harmur og ring samvitska og lág sjálvkensla.

Bergur veit, hvør lekingin er: at trúgva upp á Várharra, so er vón fyri tær. Trúgvin fer at venda øllum á aftur, tú verður ikki einsamøll longur, tú verður glað, hevur onki stríð, og klárar teg væl fíggjarliga. Fosturtøku hevur tú ikki fyri neyðini, og tú sleppur undan harmi og ringari samvitsku, og sjálvkenslan verður høg.

Og hvør vil ikki tað? Og man ikki onkur, sum hevur lýtt á, fingið eina vón um, at alt kanska fór at blíva betri?

Tí vit liva jú í eini skrubbforvirraðari tíð, tað hevur Bergur fullkomiliga rætt í!

Men nú vilja LGBT og Humanistafelag Føroya hava, at Bergur tekur orðini í seg aftur, tí soleiðis kann man ikki tosa um fólk.

Hallóv, hvørjari verð liva tit í? Nær hava tit seinast verið í kirkju?

Sjálvandi kann man tosa soleiðis um fólk, eisini tey, sum eru hálv ella heil almenn. Men øll hava vit loyvi at vera ósamd og vísa pástandinum aftur, men vit hava sanniliga ikki lov at geva prestum forboð at tosa, sum teir tosa.

Humanistafelagið vil vera við, at vit eiga øll fólkakirkjuna, tað haldi eg, at tey hava misskilt. Samkynd td. eiga ikki fólkakirkjuna, uttan so at tey lova ikki at vera samkynd. Tað er so einfalt sum tað!

Tað er bara ein prestur, sum alment er komin fram við, at hann vil vælsigna samkynd. Vælsignaður verði hann, sigi eg bara, hann hevur so tulkað kærleiksboðið øðrvísi enn Bergur.

Og eg má siga, sum er, at eg nikkaði fleiri ferðir at uppramsingini, tí sambært hana eigi eg heldur ikki fólkakirkjuna og endi eitt vist stað, har tað er øgiliga heitt!

Um eg altso ikki vendi um og angri, sjálvandi. Altso, um eg nú taki undir við fortreytunum.

Míni ráð skulu vera: Vísið hasum aftur, sum Bergur sigur, men ikki geva honum forboð at tosa, Og eitt aftrat: Tað er so deiliga befríandi at hoyra hetta, her verður onki ballað inn, tað duga prestar jú so ómetaliga væl.

Nei, tú veitst, hvar tú hevur Berg, og tú veitst hvar tú hevur Jens Mortan.

 

 

 

 

 

Gott nýggjár

img_1044

Eg fekk tvær jólagávur í ár: ein flottan kopp frá mínum ommudøtrum við blómuni Campanula á. Snerla er navnið á føroyskum: You are appreciated, stendur á pappírinum, sum fylgdi við, og tað er jú gott.

Hin gávan var frá mínum børnum og teirra makum. Ein málningur, sum Anna Jacobsen hevur málað. Málningurin hevur hetta yvir sær, sum mær dámar so væl: at okkurt fer at henda skjótt. Skjótt fer hon at lyfta høvdið og tøtla av stað út í heimin. Hesin lítli gentuóvitin, sum ikki vil vísa okkum andlit sítt, hevur sannað orðini hjá Bette Midler: I firmly believe that with the right footwear one can rule the world.

Og hóast Anna Jacobsen ikki hevur sínar málningar hangandi í Listaskálum og í stórum flottum bygningum, men á facebook, so er hetta ein, sum eg fái nógv burtur úr at hyggja at; hann er ein mynd av einari vón um eina bjarta framtíð, og hann er hongdur upp soleiðis, at hann er eitt tað fyrsta, eg síggi, tá eg komi upp um morgunin.

Eg plagi ikki at blíva so øgiliga kenslusom, tá tað nærkast einum nýggjum ári, men eg fari kortini at ynskja øllum eitt gott nýggjár við yrkingini Kom eftir Tarjei Vesaas, sum er týdd til føroyskt og stendur í yrkingasavninum Flytifuglur, sum teir báðir Heðin M. Klein og Steinbjørn B. Jacobsen týddu og góvu út í 1972, og sum eg fekk sum gávu frá mínum foreldrum, tá eg fekk studentsprógv, eitt savn, sum eg mangan hyggi í og havi stóra gleði av, og so er hetta eisini tíðin, tá eg minnist tey og takki fyri, at tey góvu mær lívið við øllum sínum upp- og niðurtúrum:

 

Vilt tú geva mær hondina í mánalýsi

leyv tú ert

Undir víðum himni. Yvir opnari avgrund.

 

Sum leyv

eru tú og eg

skjótt skelvandi

og skjótt burtur

kom.

 

 

 

 

 

Gott val!

Í morgin verður val, og eg vóni, at tað skal bera til at skapa eitt bygdaráð á demokratiskum grundarlagi.

At tað ikki skal hava týdning, hvønn tú ert í familju við, ella hvussu nógvar pengar tú eigur. Eitt tað týdningarmesta er eftir mínum tykki, at vit ikki steðga upp, men hugsa nýtt. Ikki so at skilja at alt gamalt er óbrúkiligt, men tað er av týdningi, at vit sleppa burtur úr vanahugsan, at vit ikki vilja broyta, bara tí at soleiðis hava vit altíð gjørt. Tað hevur týdning, at vit megna at hugsa uttan fyri boksina, at gera tingini øðrvísi enn vit plaga.

Kommunualt arbeiði er broytt. Fyrr var vanligt at kommunan hevði størri sjálvræði og kundi takst við tey mál, hon helt hava størst týdning, men nú eru fleiri og fleiri stór øki løgd út í kommunurnar at umsita.

Eldraøkið og barnaverndartænastan eru mál, sum krevja, at samstarv er millum báðar kommunurnar, og tað er væl hugsandi, at øki koma afturat, sum gera, at kommunan fær minni sjálvræði og størri lógarkravd mál at umsita.

Kommunan má hava eina langtíðar fíggjarætlan við eini samlaðari ætlan fyri, hvørjar atgerðir skulu prioriterast í valskeiðnum. Sumt skal bara gjaldast, tí tað er lógarkravt, annað skal prioriterast, tí tað er neyðugt fyri at kunna virka, og so aftur skal fyrilit takast fyri tað, sum er neyðugt at brúka pengar uppá, fyri at fólk skulu trívast á staðnum bæði í vinnu og frítíð.

Eg havi í mínum valátaki lagt dent á nøkur høvuðsmál: týdningin av at borgarin kennir seg hoyrdan, at hann veit, hvat fer fram í kommununi, at hann ikki kennir seg avvístan, tá hann vendir sær til kommununa við einum trupulleika.

Eg havi tosað um integrering, sum eg haldi, vit eiga at seta í verk, og at vit eiga at síggja integrering sum nakað, ið gongur báðar vegir.

Eg havi víst á tær tríggjar smáu bygdirnar í kommununi, sum vit eiga at knýta tættari at okkum, har Mykines er í einari serstøðu, bæði við atliti til, at hon er útoyggj og at hon dregur eitt vaksandi tal av ferðafólki til sín, og at har mugu atlit takast til náttúruna beinanvegin.

At enda havi eg víst á, at vit mugu seta trivnaðarsamskipara í starv; vit kunnu ikki halda fram at dúvu uppá, at sjálvboðin skulu skipa fyri frítíðartilboðum til børn og ung, her má kommunan inn at leggja tilboðið í fasta legu.

Eg havi sera stóran áhuga í mentan. Eg eri virkin í savnsarbeiði og havi verið tað í nógv ár. Kommunan sjálv nýtist ikki neyðturviliga at standa fyri mentanartilboðum, men fólk mugu kenna, at tey eru vælkomin við sínum hugskotum, og at tað verður settur prís uppá, at tey eru framtakshugað og vilja skipa fyri.

Tær báðar valkaféirnar í Bø og í Sørvági og valfundurin leygarkvøldið í Marghøllini góvu mær eitt nokkso gott yvirlit yvir, hvat fólk halda hava týdning fyri at kunna trívast. Tað var týðiligt, at tað í mongum førum als ikki varð tosað um alt tað glæsiliga, sum valevnini lovaðu at fremja, um tey vórðu vald inn, men harafturímóti at tað í grundini eru tey smáu tingini, sum hava nakað at siga: mangan slíkt sum liggur og gnagar, tí at borgarin følir, at hann ikki verður hoyrdur. Tað er slíkt, sum ferðslutrygd, kloakkviðurskifti, verja av børnum, so tey ikki koma til skaða, skelting, kavarudding, viðlíkahald av gróðri og kirkjugørðum og ivaleyst annað við.

Sjálvandi er tó týdningarmikið at hava visjónir, at duga at skapa karmar fyri at fólk skulu trívast, at vinnan skal mennast og økjast, at gera tað gjørligt og attraktivt at búseta seg í kommuni, tí um slíkar visjónir ikki vóru og settar í verk, so var helst ónøgdin størri.

Vit eru øll góð við okkara heimstað og vilja honum tað besta, nú er upp til veljaran at avgera, hvørji valevni, hann heldur, eru best før fyri at skipa fyri næstu fýra árini.

Gott val

Barna- og ungdómsvinalig kommuna

tim-marshall

Í Sørvágs kommunu eru 289 borgarar ímillum 0 og 18 ár.

Hetta eru børn og ung, sum samfelagið ikki tilskilar nakran formligan rætt at taka avgerðir um nakað viðvíkjandi sínum lívi.

Fyrst er at siga, at tað ber illa til at geva heilt smáum nakran rætt at ráða yvir nøkrum, men tað skulu ikki ganga mong ár, so eru børn før fyri at geva sína meining til kennar um viðurskifti, sum ávirka tey.

Men duga vit nóg væl at lurta?

Børn og ung undir 18 ár hava ongan atkvøðurætt, men mugu bara vóna, at tey vaksnu taka avgerðir, sum er til bata fyri teirra viðurskifti.

Vit, sum eru vaksin, vita sjálvandi nokkso væl, hvat børn hava tørv á, men kortini fáa vit ikki alt við. Vit eru kanska onkursvegna uppsteðgað í einari hugsjón um, hvat vit halda, er gott fyri børn, og hvat tey hava tørv á. Og kanska hava vit ein ynskidreym um, at alt skuldi verið, sum tað var fyrr, tá ið ung gingu í dans, á biograf og spasseraðu aftur og fram eftir vegnum, kanska drukku eina sodavatn inni á einari kafé onkuntíð.

Vit vita innast inni, at nógv av hesum er farið. Í dag fara ung av bygdini til Havnar í vikuskiftinum at hugna sær. Tíbetur er ein bussur, sum kann avheinta tey, tá tey vilja heim aftur, so tey á tann hátt eru betur tryggjað móti bilvanlukkum.

Komandi bygdarráð eigur at seta ein trivnaðarsamskipara í starv, sum millum annað skal hava tilboð til børn og ung um hendi. Neyðugt er, at viðkomandi tekur tey við upp á ráð. Vit eiga at lurta eftir teimum ungu, hvat tey helst vilja sleppa at gera í einum ungdómshúsi. At tey fáa avgerðarrætt og sleppa at virka fyri at skapa eitt gott ungdómsumhvørvi, fer at gera tað meira viðkomandi fyri tey og tryggjar, at tey ikki kenna tað sum, at hetta bara er okkurt, sum er smoygt oman vyir høvdið á teimum, men at tey eru ein aktivur partur av átakinum. Kommunan hevur sjálv prógvað, at tað ber til við átakinum í skúlanum í januar 2015, har børn og foreldur vórðu spurd um, hvat tey sakanaðu í kommununi.

Tað ber til at skapa karmar fyri børnum og ungum í kommununi. Tað verður endurtikið nærum sum eitt mantra, at vit hava brúk fyri spæliplássum og ungdómshúsum, men vit mugu eisini fylla okkurt í hesar karmarnar og gevast at halda, at alt kann gerast við sjálvbodnum kreftum. Kommunan má tryggja, at tilboðið liggur í fastari legu, sjálvt um øll sjálvboðin hjálp er kærkomin, ongin ivi um tað.

Ein annar trupulleiki eru tey ungu, sum hava størri trupulleikar at dragast við. Seinastu tølini frá Barnaverndartænastuni vísa, at børn og ung í Vágum hava tað trupult. Orsøkirnar kunnu vera mangar, tað kann millum annað vera av rúsevnum, kynsligum ágangi, harðskapi, happing og hjúnaskilnaði. Ein trivnaðarsamskipari kann neyvan loysa hesar trupulleikarnar, men vit hava tíbetur nógv fakfólk á økinum, sum duga at loysa slík mál, men eisini hesi ungu eiga at fáa karmar, sum fær tey at kenna seg trygg og elskað. Kanska vit bjarga onkrum á málstrikuni.

Børn og ung eru okkara framtíð, tí mugu vit fara væl við teimum og lurta og virka hareftir.