
Eg veit sannheit at siga ikki, um eg skal tora at skriva hendan bloggin, tí hví skal eg loyva mær at geva nøkrum ein uppsang? Men nú eri eg og onnur við mær so vónsvikin av at stíla fyri nøkrum í hesari bygdini, at eg má fáa luft.
Í gjárkvøldið var ein framúrskarandi og spennandi fyrilestur í Marghøllini um Mat, menniskja og matoyðsl. Tær báðar Gunnhild Dahl Niclasen og Sanna Andrassardóttir Dahl tosaðu og greiddu frá um hetta, sum hevur so ómetaliga nógv at siga fyri okkum øll: hvussu vit fara við okkum sjálvum og okkara klótu. Á væl grundaðan hátt varð lagt fram, hvat tað er, sum hevur gjørt og framvegis ger, at vit eru farin við okkara jørð á sovorðan hátt, at vit nú kunnu vænta, at hon ikki orkar meira og gevur okkara ommu- og langommubørnum nógv verri vánir at liva í einari frískari, grønari verð. Vit kunnu gera nakað, vissaðu tær báðar okkum um, og kjakið gekk væl millum tey, ið møtt vóru, um hvat gerast kundi, og hvat longu bleiv gjørt.
Trupulleikin er, at vit vóru somu 5-6 tandur, sum møttu upp, mált í prosentum av fólki, ið búgva her í kommununi, fyri ikki at siga í oynni, er tað helst ógjørligt at koma niður á nóg lágt tal.
Hvussu ber tað til, at vit bara tíma at lurta eftir tí, sum vit longu frammanundan vita nakað um, ella halda vit, at vit onki kunnu læra aftrat teimum 10 árunum í fólkaskúlanum?
Hvar eru lærarar, sjúkrahjálparar, læknar, prestar, húsmøður, fiskimenn, húsasmiðir, kommunustýrislimir, pensjónistar, vaskifólk, pilotar, fiskaalarar, stevardessur, skrivstovufólk, bilmekanikarar og you name it?
Tey koma so ikki í Marghøllini, tey tíma ikki at lurta eftir, tá fakfólk greiða frá um stjørnuskipanina, innlandsísin í Grønlandi, kaffi, virus, Føroya søgu, matoyðsl og dálking o.s.fr. o.s.fr.
Eg veit ikki hvussu ofta, tú hoyrir: Tað sker onki í Sørvági. Jú vist sker nakað í Sørvági, men ongin tímir at taka lut í tí. Og heldur hetta fram, so dettur hugurin burtur at skipa fyri nøkrum, tí tað fær snøgt sagt onga undirtøku.
Herfyri var ætlanin at hava stovukonsert í Bø. Herborg Torkilsdóttir og Eyðun Nolsøe. Tey máttu avlýsa, tí tey ikki fingu fylt eina STOVU við fólki!
Gásadalsgarður skipar fyri tiltøkum, Gamli skúli skipar fyri tiltøkum, Bókasavnið í Sørvági skipar fyri tiltøkum og helst onkur annar eisini, so vist hendir nakað í Sørvági. Var á aðalfundi í Sørvágs fornminnafelag, sum forrestin hevur eitt savn, har næstan ongin sørvingur nakrantíð hevur vitjað … á aðalfundinum hevði Sonni Jacobsen ein hjartanemandi fyrilestur um fátækradømi í Vágum í 1800 talinum grundað á protokoll hjá fattigforstandaraskapinum í Vágum. Vit vóru fimm fólk, sum lurtaðu, og tað var sera, sera upplýsandi at hoyra, hvussu fólk hava stríðst fyri at yvirliva.
Ein standard umbering er: Man kann ikki fara til alt. Nei, tað kann man so vist og sannheit ikki, men tað er langt frá tí og so ongantíð at koma til nakra framløgu ella fyrilestur, uttan so at tú roknar við at hetta er okkurt, tú frammanundan veitst okkurt um. Hvat við at víðka um horisontin – hevði tað ikki verið eitt hugskot?
Ein onnur standard umbering er: Oys, eg visti slett ikki av tí. Nei, eg skilji væl, at tað, sum verður lýst á facebook, hvørvur aftur, men kalendarin er uppfunnin, tú kanst antin hava hann í bók, á telefonini ella á vegginum. Har ber til at notera sær, um okkurt er, sum kanska ljóðar eitt lítið sindur áhugvert og kitlar forvitni.
Tað er ikki løgið, at fólk kasta frá sær og siga, nei, álvaratos, nú tími eg ikki meira. At skipa fyri tiltøkum er ikki bara sum at rista nakað burtur úr ermuni, tú brúkar tíð uppá at skipa fyri, og tá áhugin er næstan lig við null, so sigur man at enda, slutt – prutt – finale.
So vælsignaði tit, roynið at stuðla tiltøkum, sum eru í kommununi. Tað er gott fyri samanhald og trivnað hjá okkum øllum og tað er við til at gera okkara kommunu fjølbroytta og góða at liva í. Nú er bert ein fyrilestur eftir hjá okkum á bókasavninum áðrenn summarsteðgin, og vit fara undir enn eitt skeið í heyst við vón um, at fólk taka sær um reiggj, stuðla og fáa eina rúgvu av spennandi vitan oman á alt.