Fimbul

Fríggjamorgun: vakni væl svøvnt og hví? Jú, tí eg fekk tað geniala hugskot at leggja telefonina langt burtur frá høvdalagnum, so at eg ikki bara kundi langa armin út eftir henni, tá eg vaknaði á miðjari nátt. Hugskotið er hervið givið víðari.

Eg geri meg klára at fara til Sands at vitja míni deiligu ommubørn, og foreldur teirra sjálvandi, hóast tey koma í aðru røð …

Tað, eg havi bundið til børnini, verður lagt niður í taskuna saman við Tårernes Europa hjá Lykke Friis, sera aktuell, nú øll hava eina meining um Russland og Ukrainu, og eg kann ikki sjálv lata vera við at geva mína meining til kennar, sum løgið nokk fær tey, ið ganga inn fyri kríggi at halda meg vera í ørviti, og hini, sum halda við Russlandi, at geva mær rætt, sjálvt um eg als ikki taki undir við Russlandi og teirra ágangi á Ukrainu. Soleiðis er tað vorðið so trupult í hesum mega autoriteru døgum, at hava eina nuanceraða meining um nakað sum helst. Um tú ikki ert fyri, so ert tú ímóti, har er ongin millumvegur.

Frost er úti – gellifrost – fær meg at hugsa um frálíku skaldsøguna hjá Kjartani Fløgstad: Fimbul, sum er ein politisk skaldsøga, men so nógv annað enn tað, ein skaldsøga um eina tíð og eitt ættarlið, har utopiirnar verða avlagaðar, vónirnar doyggja ella verða falsaðar, sum tað stendur á baksíðuni. Tað kennist næstan sum fimbulstíð, ja, hendan dubbingin er sum tann langi veturin áðrenn ragnarok.

Ná, Marna, halt nú munn, vónin er hvassasta svørðið!

Eg steðgi á í Havn, havi góða tíð at koma út á Gomlurætt. Fari inn á Listasavnið at hyggja at serframsýningini Brot. Og eg eri glað fyri, at eg gjørdi tað. Ein so deiliga heit framsýning við kendum og minni kendum listafólkum. Eg fór í grundini serliga, tí at eg las, at Anný Djurhuus Øssursdóttir hevði eitt verk við. Fylgi henni á instagram og haldi, at hon er sera áhugaverd, original onkursvegna. Sjálvt listaverkið var ok – men ikki so ótrúliga spennandi, sum eg hevði vónað. Just a small garden ghost – Storing digital data, eitur tað og rannsakar frásøgu og sambandið millum forteljing og veruleika. Eg skilti ikki boðskapin í sambandi við relieffið.

Verkini hjá Kirstin Helgadóttur og Silju Strøm dámdi mær væl, eg elski teir femininu litirnar. Quiet Ordinary Things eitur verkið hjá Silju og verkið hjá Kirstin Helgadóttur hevur sama huglag yvir sær.

Eg var nokkso hugtikin av hasum latekstoynum hjá Jón Sonna, eg veit ikki ordiliga hví, kanska var tað okkurt við ljósinum, sum var so fjálgt í hesum køldu tíðum.

Men tað sum hugtók meg allarmest, nú huglagið kortini er eitt sindur dapurt, var verkið hjá Jóhan Martini Christiansen. Tað var okkurt undarliga dragandi við hesum verkinum. Tað riggaði fyri tað fyrsta stak væl í rúminum, har tað stóð. Tað tyktist at byrja við sum órudd, burturkast, men tá eg hevði staðið eina løtu og hugt, var tað faktiskt rættiliga sigandi. Tú ert eitt blomstir og um veturin sakni eg teg, eitur tað. Hví tað ikki kann vera eitt blomstur, veit eg ikki, men gott er: installatiónin fær meg at hugsa um tað forgeingiliga, um at lívið ikki er óendaligt, og tað er júst tað, sum stendur í kataloginum, at listamaðurin hevur ætlað. So eg var hart rakt, má sigast.Tað stuttliga er, at teksturin og myndin í kataloginum ikki samsvarar við tað, sum er framsýnt, blómurnar standa í mjólkarpakkum stendur, men tær standa faktiskt í sodavatnsfløskum og orkudrykkjum. Eg fái eitt prát við vinarlig starvsfólk og sigi, at tað tykist, sum hann hevur verið mitt í tilgongdini, tá teksturin er gjørdur, og tey eru samd. Í øllum førum gav hetta mær nógv at hugsa um.

Á veg út á Gomlurætt hitti eg gamlar vinir inni á Magn, og vit fáa okkum eitt gott prát um útviklingin í okkara familjum, hvør ger hvat, hvør hevur gjørt tað liðugt, og hvør hevur fingið børn og arbeiði og annað mangt.

Komin út á Gomlurætt liggur Hasfjord við bryggju. Eg skal við Teistanum og havi bílagt mær tíð, men á Hasfjord bjóðar ein galantur maður mær suður við og ger mína bílegging aktiva, so at eg ikki skal gjalda meira. Hetta kann man kalla góða tænastu, og so sleppi eg at royna eitt lítið skip, sum rullar, sum í gomlum døgum.

Tá eg komi til Sands, kemur Rán út í hurðina at taka ímóti, og lívið er ríkt og gott, tá omman sleppur at klemma og mussa sínar snorungar. “Hvar er dukkan,” vil Rán hava at vita, og eg má viðganga, at eg havi onga dukku við. Helst spyr hon, tí omman smeltaði av einari baby born dukku ein dagin og keypti henni eina og sat sum eitt býtt og bant og heklaði dukkuklæðir, sum ein ónytta. Men tað er fallið í góða jørð hjá Rán. Kanska hon kann blíva bankastjóri allíkavæl og spreingja glasloftið. Hvør veit?

So nú hevur omman spælt borðspøl og telefonspøl og sungið og fortalt søgur alt vikuskiftið og lisið Tårernes Europa lidna og er farin ríkari vestur aftur í gjár, áðrenn hendan stórkavan, sum nú er nógv lættari at bera.

Flekka

Eg og dóttir mín, Tina, vóru á Listasavninum herfyri og hugdu at serframsýningini Landslagið í broyting. Spennandi framsýning, hóast eg bleiv við at venda aftur til ein lítlan málning hjá Ruth Smith av einari konu, sum situr undir kúnni og mjólkar. Hann eitur Í fjósinum og er útlántur frá Ruth Smith savninum í Vági. Eitt lítið vindeyga, ein básur, ein reyð og hvít kúgv, eitt júgur, ein spann, ein kona í reyðum kjóla og ein leypur.

Eg hugsaði beinanvegin um mammu mína, sum óteljandi ferðir hevur sitið undir okkara kúgv og mjólkað, morgun og kvøld.

Kúgvin æt Flekka og var sum eitt húsfólk, tað plagdi mamma at siga, og eg skilji hana væl, tí hvønn morgun vaknaði eg av, at mamma gekk niðri í køkini og kykaði og stákaðist og gjørdi klárt til at fara niður í kjallaran at mjólka kúnni. Alla tíðina hoyrdi eg, at tær prátaðu saman: Nú komi eg, Flekka, segði hon, muuuu, svaraði Flekka aftur úr kjallaranum. Skal bara fáa mær ein drekkamunn, so komi eg; muuu, ljóðaði aftur, og soleiðis gekk prátið ella rættari pjátranin aftur og fram teirra millum, inntil eg hoyrdi úrhurðina fara upp og aftur, og mamma var farin oman í kjallaran.

Mamma hevur helst ikki verið so fín sum tann á málninginum hjá Ruth Smith, og tó, hon hevur helst verið í kitli, tí tað brúktu konur tá, allarhelst mynstrutan og bestiltan úr Daells Varehus ella Messen.

Flekka var góðslig og sjáldsama ljót. Grá og hvít, rak sum ein heilag kúgv í India, men hon fekk nokk at eta, tók bara ikki uppá. Um hon hevði verið fólk, hevði hon prísað seg lukkuliga.

Hon mjólkaði væl, so har kom fólk á gátt allan fyrrapartin við spann í hondini, og so bleiv mjólk sílað niður í spannina, og mamma fekk pengar afturfyri, men hvussu nógv, tað minnist eg ikki.

Tá í tíðini lógu konur í køksvindeyganum og prátaðu við aðrar konur, sum gingu framvið. Tær høvdu helst verið heima og keypt breyð frá Skelling, sum bakaði breyð hvørja nátt, so sørvingar kundu fáa nýbakað afturvið temunninum. Og helst høvdu tær hoyrt eina góða samstundis, tí var tað nakað, Skelling var ekspertur í, so var tað at fortelja vanvittigar søgur.

Ein av hesum morgunum lá mamma í vindeyganum og tosaði við eina konu, sum var á veg út á Lið, knappliga hoyri eg hana lata vindeygað nokkso ilsliga aftur og siga: tví fyri kjaftin á tær. Eg øtaðist við og fekk at vita, at konan hevði sagt, at Flekka var ein góð kúgv og mjólkaði so væl, og konan hevði spurstungu, segði mamma. Tá var ikki hugsingur um at gugla og spyrja seg fyri, hvat hetta var, men í staðin vóru mamma og pápi okkara privatu gugulmaskinur og svaraðu, so frægt tey kundu uppá alt, vit spurdu um. So nú var bara at bíða og stúra fyri, at tað ringasta kundi henda: at Flekka datt oman, at hon slepti og ongantíð fór at mjólka so væl aftur ella okkurt tílíkt, men ikki veit eg, tað hendi ikki, so kanska hevði konan ikki spurstungu allíkavæl, ella hevði tað hjálpt, tá ið mamma bannaði.

Neytini frá húsunum hjá Rikku og Víka Peturi og allan vegin út eftir vórðu rikin út í Geilina, har tey gingu úti allan dagin saman við tarvinum hjá Heina í Húsi. Eg hataði at reka kúnna út til portrið í Geilini, lata tað upp og lova henni innum, og enn meira hataði eg og beinleiðis ræddist at fara eftir kúnni um kvøldið, tí tá vóru tær allar komnar oman til portrið og stóðu og bíðaðu saman við tarvinum at sleppa heim at verða mjólkaðar. Eg fái kulduskjálvta enn við tankan um at noyðast at lata portrið upp og lokka Flekku út ígjøgnum, altso bara Flekku og ikki hinar tjúgu, sum allar stóðu klárar og skitu á, um tað var ein nervaniðurbrotin smágenta, sum stóð har og ikki ein onnur, sum tær hoyrdu til.

So eg átti tíbetur eina eldri systur, sum fekk hetta lortajobbið nærum hvønn dag. Fjúsi – hvussu heppin kann man vera!

Og tá eg sigi lortajobb, so er tað við vilja, tí vegurin út á Lið og út í Geilini var yvirbroderaður við neytalorti, tær kappaðust um at skíta bæði út og heim, og tað var mangan onkur kona, sum ilskaðist inn á smágentuna, sum rak kúnna. Men hvat kundi hon gera? Tað var ógjørligt at forhandla við eina kúgv og biðja hana bíða, til hon kom heim í kjallaran og kundi skíta í flórin.

At mjólka og ambæta kúnni var kvinnuarbeiði tá, líka til menn fóru at byggja fjós og fingu sær nógv neyt. Tá yvirtóku teir neytini, tí tá vóru pengar í hesum. Um enn teir neyvan gjørdust millióningar.

Soleiðis hvarv eitt kvinnuyrki, sum var so vitalt fyri øll somul, uttan at nakar ordiliga gav sær far um tað.

Eg eri takksom yvir, at Ruth Smith fangaði hesa løtuna, sum hevur ein so friðarligan dám yvir sær. Ja, tað er næstan so, at eg hoyri mammu sita og murra, ímeðan hon mjólkar Flekku.

Ein paralellverð

Ársins orð  í 2021 var sammóðir.

            Eg kann ikki lata vera við at smílast at hesum undarliga landi, vit búgva í. Samstundis sum politikarar á Føroya Løgtingi gera alt, hvat teir kunnu at sabotera eitt uppskot um sammøður, so velja føroyingar júst hetta orðið til ársins orð.

            Og vit eru stórt sæð púra samd um, at sjálvandi eiga øll børn at hava somu lívstreytir.  Sama tá ið samkynd sluppu at blíva borgarliga vígd, tá vóru fólk í Føroyum fullkomiliga samd í, at tað áttu tey at sleppa, men politikarnir teir grótu upp í spannir, tí tað gekk móti síðstu tíðum!

            Havi júst sitið og skriva eina uppgávu til setrið um Kristin í Geil. Eg veit ikki, hvussu ofta eg mátti steðga á og spyrja meg sjálva: hvat er í grundini broytt síðan 1900, tá ið Kristin í Geil skrivaðu spaltu upp og spaltu niður um, hvussu religiónin gongur hond í hond við afturhaldinum og vil fyri alt í verðini gera okkum ófræls? Ikki so ólukksáliga nógv.

1. akt

            Tann fundamentalistiski kristindómurin, persónifiseraður í Miðflokkinum, hevur nú hildið sína kleimnu hond yvir øllum, sum vil gera okkum fræls, í nógv harrans ár. Teir hava eisini bundið aðrar samgongur enn hesa á hond og fót og givið teimum munnkurv – so komið ikki for gott í gongd -men í hesari hevur hann harumframt lagt seg oman á alt mentanarlív, gjørt okkum til bumbumál og oman á alt sett bann fyri at loyva nøkrum broytingum, sum kunnu geva samkyndum eina tilveru, sum tey sambært mannarættindasáttmálum hava rætt til.

            Miðflokkurin hevur yvirtikið leiklutin hjá Sjálvstýrisflokkinum sum flokkurin, sum kann líma samgongur saman, men hann er túsund ferðir vandamiklari enn sjálvstýrisflokkurin, tí hann kann altíð buka okkum í høvdið við jesuspápanum. Um tú ikki gert so ella so, so er tað tí, at tú ert ein syndari.

            At hoyra Steffan Klein Poulsen gera seg til talsmann fyri kvinnurørsluna og teirra stríð fyri javnrættindum, har á løgtingsins røðarapalli, fær tað at venda sær í mær, tí maðurin hevur ikki hønuskil fyri, hvat kvinnurørslan stendur fyri: Stendur hann ikki har og pástendur, at kvinnurørslan er hótt av transpersónum, og eg veit ikki hvat. Tí nú fara nakrar transkvinnur at taka 1. plássini í ítróttarkappingum, har kvinnur dystast.

            Hesi brøkdeilsprosentini av transkvinnum, sum ikki kunnu samanberast við tey steffantastisku prosentini hjá miðflokkamanninum, sum evt. fara at verða framman fyri í onkrum ítróttarkappingum, eru ikki stórt øðrvísi, enn tá ið Therese Johaug bukar einar hundrað kvinnur á skíðum av og er so klárt nummar eitt hvørja ferð. Og mær vitandi, er Therese Johaug ikki transkvinna. Tá næsta transkvinna strýkur við sigrinum í onkrari elitu-ítróttargrein, so eiga feministar at jubla av gleði, tí tá samanum kemur, so liggur óivað eitt tógvið stríð aftan fyri hetta væl uppiborna heiðursmerki.

            Tað er hugvekjandi at hoyra hesi fólkini, sum elska at hata feministar, men samstundis glaðiliga gíslataka kvinnurørsluna, tá ið tað passar í teirra hatska narrativ.

            Sig mær eitt, hevur maðurin onki millum oyruni? Eitt av størstu eyðkenninum við kvinnurørsluni er, at hon altíð hevur tikið partí fyri minnilutum og kúgaðum: kvinnum, børnum, gomlum, fólk við breki, svørtum, upprunafólki, samkyndum, transpersónum, ja, øllum bólkum, sum eitt konservativt tilafturskomið land roynir at kroysta niður.

            Allan henda langa teinin rundan um kvinnurørslur og transpersónar brúka hesir menn fyri at sleppa undan at koma aftur til tað, sum málið í veruleikanum snýr seg um: sammøður!

            Tíbetur – tíbetur sigi eg bara, eru tað fólk, sum ikki vilja vera við í hesum glantrileikinum á tingi meira: Annika Olsen og Johan Dahl eru mínar hetjur, sjálvt um eg aldrin í lívinum kundi funnið uppá at valt teirra flokk.

2. akt

Glantrileikurin er fullkomin, tá ið landstýrisfólk fara at spæla sær við demokratiið, sum var tað ein tilboðsvøra.

            Eg eri ólukksáliga kedd av, at okkara landstýriskvinna í javnstøðumálum læt seg draga upp á tráð eftir boðum frá patriarkunum. Hin mannin hevði eg ikki væntað annað av. Men hini duga eisini sínar leikir, Heðin Zachariassen lovar Anniku inn aftur. Løgmaður sigur, at fólk kunnu atkvøða, sum tey vilja, og hervið hevur fólkaflokkurin við sínum taktikki bjargað sambandsflokkinum frá at verða totalt sperlaður av sínum egnu.

            Glantrileikurin var eitt flopp, um tú hugsar sum fólkaflokkurin, hann var ein tragedia, um tú hugsar sum miðflokkurin, men hann var ein sigur fyri Føroya fólk, um enn vit, sum sótu á fyrstu parkett kundu staðfesta, at politikarar enn eina ferð hava megnað at máa burtur virðingina fyri Føroya Løgtingi.

Nú bíða vit eftir 3. akt, men eg má bara enn einaferð staðfesta, at fólkið í Føroyum er so langt framman fyri sínar politikarar – ja, tað er sannheit at siga flóvilsigt at lurta eftir hesum konservativu, religiónssteffanatisku monnunum á tingi, sum liva í einari paralellverð, langt burtur frá sínum fólki.

Sum lús millum tvær negl

Katrin Ottarsdóttir
Gentan í verðini
Skaldsøga
Sprotin 2020

Gentan í verðini er fyrsta skaldsøga eftir Katrina Ottarsdóttur. Vit kenna Katrina fyrst sum filmskapara, síðan sum yrkjara, stuttsøguhøvund og nú sum skaldsøguhøvund.

            Tað er ikki uttan týdning at vita júst hetta um høvundin, tí tað gerst greitt fyri hendan ummælaran, at tema í skaldsøguni byggir á tað sama, sum Katrin áður hevur arbeitt við bæði í filmi, yrkingum og í stuttsøgum.

            Søgan um smágentuna og foreldur hennara, sum vit upplivdu í filminum Ludo frá 2014, er tann sama sum í skaldsøguni, eisini tá hugsað verður um umhvørvið. Eg fái ikki latið verið við at brúka somu bygd sum rammu um skaldsøguna, sum er í filminum, og eg haldi, Katrin Ottarsdóttir hevur gjørt hetta við vilja.

            Skaldsøgan kann tó nakað annað enn filmurin, hon kann fyrst og fremst seta nógv meira orð á tað, sum fer fram, útbyggja tema meira, og umframt, so er fokus á ommuna og abban og tey, ið búgva har í húsinum meira enn á foreldrini, sum gentan tó hugsar um alla tíðina.

Søgan

Gentan kemur við bussinum eftir at hava siglt við ferjuni til oynna, har omman og abbin búgva. Hon skal verða har í summarfrí. Gentan er ógvuliga tigandi og smæðin, og lesarin sleppur inn í verð hennara gjøgnum tankar hennara um tað, hon upplivir hjá teimum, og ikki tí at tað hendir so nógv. Hjá gentuni snýr tað seg um at fáa alt við, at lurta eftir, hvat fólk siga, eygleiða hvat tey gera og alla tíðina hava in mente, at tá ið hon verður vaksin, so skal hon ikki verða sum tey. Hon skal skapa sær eitt annað lív. Og eg skilji hana so væl.

Dysfunktionel familja

Túrurin hjá børnum út á bygd í summarfrí hjá ommum og abbum verður vanliga lýstur sera positivur í føroyskum skaldskapi. Har er alt so hugnaligt, har verður tú forkelað og sleppur at uppliva alt møguligt hjá ommuni og abbanum, og so fært tú eitt andarúm frá býnum og foreldrunum har. Men er tað nú soleiðis hjá gentuni í verðini?

            Her er sjálvandi mangt forvitnisligt at uppliva, og gentan sleppur undan serliga mammuni, sum er yvir alt mark fullkomiliga sjálvsentrerað og helst sinnisliga veik. Men hjá ommuni og abbanum er heldur ongin friðsæla, tvørturímóti: tann familjuidyllurin, sum vera skal, fjalir út yvir eina familju, har vantrivnaður er í hásæti.

            Atburðurin, tey havast at í húskinum, har tey ferð eftir ferð traðka inn um mark hjá hvørjum øðrum, ger, at gentan als ikki kann fáa tann linna og ta ró, sum hon í grundini hevur so øgiliga nógv fyri neyðini. Heima við hús gongur mamman og lesur forbannilsi yvir tey bæði pápan og hana nærum hvønn dag, og hon kann als ikki rokna við pápanum, tí hann er ein hosa, sum ikki klárar at verja gentuna á nakran hátt. Í staðin átekur gentan sær leiklutin at verja pápan, so at hann ikki skal koma til at siga nakað ella gera nakað, sum kann øsa mammuna upp.

            Gentan kennir seg óynskta og hugsar eina ferð um, hvørt mamman vil hava hana ella ikki, og her er greið tilsiping til stuttsøguna Í Afrika eru so nógv fitt børn í stuttsøgusavninum Aftanáðrenn (2016), har mamman og pápin sita og stuttleika sær, meðan gentan hoyrir, og “hótta” við at taka sær eitt annað barn heim við, og kanska lata gentuna fara aðra staðni at búgva.

            Hýrurin í húskinum á bygd er á allan hátt sjúkligur: Abbin, sum fær illsinnisanføll í heilum, omman, sum hevur trekt seg burtur úr hjúnabandinum, svevur fyri seg sjálva og brúkar tíðina til at skriva brøv til enskar offiserar, sum hon er komin at kenna undir krígnum, mostirin, sum livir í einari dreymaverð, har alt gongur út uppá at lensa mammubeiggjan í Havn fyri pengar, so at hon kann keypa sær stás, sum hon í grundini lítið brúkar av, og gumman, sum tekur sær av húsarhaldinum og eisini av abbanum kensluliga og kynsliga.

            Eg má viðganga at umframt hetta løgna forholdið millum abban og gummuna, sum gongur fyri seg beint undir nøsini á øllum í húsinum, so fái eg eina ófrættkenda kenslu av, at her fer fram tað, sum verri er, nevnliga blóðskemd. Tað tykir mær, sum abbin ikki bara hevur okkurt koyrandi við gummuni, men at hann eisini ger seg inn á gentuna og mostrina, og hvør veit kanska hevur gjørt tað sama við mammuna at gentuni í verðini, sum kanska aftur kann forklára, hví mamman er, sum hon er.

            Tá ið abbin hevur verið úti eitt kvøldið og kemur seint heim, so liggur gentan og svevur í songini hjá honum, hon vaknar við, at abbin liggur og heldur hana tætt inn at sær:

“Abbin er nokk komin so seint heim, at hann ikki hevur orkað at latið seg í pyjamasin, tann rukkuta við øllum strípunum. Hon fer spakuliga úr songini, hálar náttkjólan niður um rumpuna og fer á tá inn í kamarið hjá gummuni, …” (s. 200)

Eg veit ikki, um tað er rætt, tað kann eisini vera ein byrjandi menning í gentuni, at hon er farin at varnast sín egna seksualitet, tí soleiðis lýsir Katrin eisini gentuna og væl eisini. Men eg sleppi ikki frá hesari ófrættakendu kensluni og hesum skriviháttinum, har alt í húsinum alla tíðina er um at kóka yvir.

Okkurt minus

Eg haldi, at hetta er ein framúr væl skrivað skaldsøga, hon hevur onkur lýti, sum eg hevði viljað ikki vóru, til dømis at hon letur gentuna hoyra ymiskar orðingar, sum hon grundar yvir, tí hon ikki skilir tær, sum t.d. leysingarbørn, sum gentan heldur hanga og darla uppi í luftini, so at hon ikki røkkur eftir teimum. Fleiri slík dømi eru, og eg haldi ikki at tey hóska til eina 11 ára gamla gentu, sum sjálvandi ikki skilir alt, sum tey vaksnu tosa um, men máti skal vera við. Haraftrat hati eg at Katrin skrivar vindag og ikki vindeyga!

Niðurstøða

Lesarin situr eftir við eini fatan av, at patriarkurin, abbin, hevur havt so stóra ávirkan á sínar báðar døtur (mostrina og mammuna), at tær eru vorðnar sálarliga skaddar av honum, og eg grúi fyri gentuni í verðini, tí eitt av hennara yndisspølum er at rykkja bein ella veingir av flugum og vita, um tær klára at flúgva aftaná ella bara detta niður.

            Men eg havi vón um, at gentan fer at klára seg, í øllum førum byrjar hon spakuliga at gera uppreistur at enda í bókini. Tá ið abbin og gumman eru í hjallinum og hugna sær, situr gentan hinumegin veggin og bíðar, ímeðan hon letur eld koma í eina gardinu úr plasti, og samstundis hugsar hon um amerikanarar í Vietnam, sum drepa børn, onkursvegna megnar hon eina einastu ferð at vera óskikkilig fyri at gera tey vaksnu var við, at hon er har. Ella tá ið hon tyggir upp á orðið helviti í sálminum Deyði hvar er nú broddur tín? Helviti, hvar er tín sigur?

“Henni dámar at sleppa at skriva Helviti. HELVITI. Hon átti ikki, men kann ikki lata vera at dáma tað.” (s. 210)

Eg ynski og biði til, at gentan sleppur snikkasleys burtur úr uppalingini.

Eru útisetar vorðnir pariur?

Nú er tað næstan so, at man torir ikki at siga sína hjartans meining.

Var farin at gleða meg til jóla, sum eg plagi at gera á hvørjum ári. Sleppi at síggja mín elskaða ommuson og langommudóttur, sum saman við sínum foreldrum koma heim at halda jól saman við okkum.

Vit hava gjørt alt til reiðar, tey taka test tríggjar dagar áðrenn, aftur á flogvøllinum og sætta dagin. Ímillum hetta tíðarskeiðið halda tey seg øll heima og fara ikki út millum onnur.

Men nú eru fólk í øðini, tí at útisetarnir skulu ikki vága sær at koma heim, og koma teir heim, so eru tey ógvuliga ómoralsk og hugsa ikki um okkum onnur, sum búgva í hesum smørholinum Føroyar.

Eg havi altíð lagt mítt álit á sunna fornuft, og eg má sannheit at siga viðganga, at hóast eg haldi hendan samgongan er reyvin av fjórðu divisjón, so hevur hon klárað væl at takkla hesa koronusmittuna – ja til ug, eftir mínum tykki.

Dentur hevur verið lagdur á, at fólk bera seg at sum ordilig fólk, taka ábyrgd av sær sjálvum og øðrum. Frívilligheitsprinsippið hevur verið í hásæti og ikki tvang, og tað dámar mær altso væl, og eg haldi sannheit at siga, at tað hevur gingið væl at handhevja hetta prinsippið og halda smittuni niðri.

Vit hava eina professionella ráðgeving, professionelt heilsustarvsfólk og testarar. Tað vil við øðrum orðum siga, at okkara tilbúgving fungerar, sum hon skal og meira aftrat.

Nú skal eg ikki guda uppá, at smittutalið ikki fer at vaksa, men eg loyvi mær at ivast í, at útisetar koma heim og fara í býin at ballast hvørja nátt og bera smittuna við sær út um geilar og tún.

Hendan trongdin eftir at fáa løgmann at banna hesum og hasum, steðga allari ferðslu úr útlondum etc etc, er eftir mínum tykki fullkomiliga hysterisk.

Eg vil sleppa at gleða meg til at síggja mína fittu familju savnaða jólaaftan, eftir at tey hava verið í sóttarhaldi. Tey treingja til at koma heim, og vit treingja til at sleppa at klemma tey aftur.

Lat tey for ólukkan fáa frið!

Omma

IMG_29331

Leygarmorgunin stevna fleiri enn 1000 fólk til Klaksvíkar at heiðra okkara upphavi, sum byrjar við Sunnuvu Elisabeth Mikkelsdatter úr Innistovu í Hattarvík, sum varð fødd í 1826, og Zacharias Michelsen, sum varð føddur í 1814. Tey fingu 8 børn, og sætta barnið var Ata Zachariasen, sum varð fødd í 1864; tá var mamman, Sunneva, 38 ára gomul.

Ata giftist við Johan Petersen, og tey fingu 6 børn. Av teimum kendi eg tvey. Ommu, Anna Malenu, sjálvandi og ommubeiggjan Zacharis.

Omma var gift við Jákupi Jacobsen, í Gomlustovu í Sørvági, og tey búðu úti á Lið. Omma og abbi fingu 10 børn, har eitt teirra, Herdis Alvilda, doyði bara 5 mðr gomul. Elsta barnið hjá teimum var pápi mín Meinhard Jacobsen, sum varð føddur 100 ár eftir langabban Zacharias. Hann fylgdi ikki siðvenjuni og fekk nógv børn; tá vóru tíðirnar longu so nógv broyttar, at vit gjørdust bara 4 í tali.

Eg eri í tí hepnu støðu, at eg minnist ommu mína, men mestu minnini eru frá, tá ið hon var í barndømi. Eg minnist hana sum eina sera blíða og smílandi konu, eg haldi at serliga eitt av hennara børnum, Minny, hevur arvað henda fantastiska eginleika. Minny er einasta av børnum teirra, sum er eftir á lívi. Hon býr á ellisheimi í Klaksvík og hevur júst nú fingið, saman við hinari ommuni, eitt heilt yrkingasavn, Djúpini, ognað sær frá ommudóttrini Vónbjørt Vang.

tey  siga at ljósið er røddin hjá sólini

hví læsa dagin úti áðrenn hann er liðugur?

 

eg leggi hond mína á høvur títt

júst sum tú legði hendur tínar í lív mítt

soleiðis sum hendur hava ligið í hondum

soleiðis leggja vit hendur sum aðrar hendur hava lagt

soleiðis leggur kroppurin seg niður á jarðarskorpuna

sum jarðarskorpan ber kroppar  sínar

soleiðis sum alt legst og fer at liggja

leggjast vit niður aftur

og niður aftur

(Djúpini, Vónbjørt Vang, 2017)

 

Tá eg lesi hesi orðini hjá Vónbjørt, komi eg eisini at hugsa um mína ommu: Vit fara báðar leiðandi út eftir ovaravegi. Omma hevur verið heima hjá okkum og vitjað, og eg eri sloppin við henni út á Lið. Tá vit eru ávegis, vil eg sleppa at hoppa oman av vegnum niður í eitt hol, og omma ávarar meg, at eg má ansa mær, tí at eg kann fáa brokk av at hoppa. Eg má smílast við, tí hetta minnið er so tíðarmerkt, har brokk var eitt sera vanligt fyribrigdi.

Hon misti ikki sítt glaða sinnalag, tá hon gekk í barndømi, hon var glað og vildi hjálpa til, har úrslitið ikki altíð var tað allarbesta. Vænti at nógv av mínum systkinabørnum minnast tær dupultpipraðu kjøtfrikadellurnar, sum abbi fekk, ein dagin hann kom av útróðri.

Omma endaði á røktarheimi í Havn, langt burtur frá sínum kæru, men humørið var gott, hóast tað. Hon hevði eina dukku, sum hon fekst við at passa, og tá mamma og pápi ein dagin vóru í Havn og vitjaðu, minnist eg, at tey flentu eftir, at hon hevði hvest eftir einari konu, sum lá og hvein í songini. Hon vildi hava hana av songini og fara og mjólka kúnni; mjólk skuldi latast út í drekkað: Sært tú ikki, at vit hava fingið gestir!

Jú, vist hava tey, ið undan eru farin, lagt hendur sínar í okkara lív, soleiðis sum hendur hava ligið í hondum,  og vit halda fram at leggja hendur okkara, sum aðrar hendur hava lagt.

13669725_1223225097710930_6580314119607563539_n

Her situr ein partur av familjuni í grundini úti í Hattarvík, har eina ferð eini hús hava staðið, har omma er uppvaksin: Benjamin, Dina, Guðrið, Fróði, eg, Tina, Anny, Halla, Herálvur, Eyðun, Anny (yngra), Regitsa og Djóni

Gott nýggjár

img_1044

Eg fekk tvær jólagávur í ár: ein flottan kopp frá mínum ommudøtrum við blómuni Campanula á. Snerla er navnið á føroyskum: You are appreciated, stendur á pappírinum, sum fylgdi við, og tað er jú gott.

Hin gávan var frá mínum børnum og teirra makum. Ein málningur, sum Anna Jacobsen hevur málað. Málningurin hevur hetta yvir sær, sum mær dámar so væl: at okkurt fer at henda skjótt. Skjótt fer hon at lyfta høvdið og tøtla av stað út í heimin. Hesin lítli gentuóvitin, sum ikki vil vísa okkum andlit sítt, hevur sannað orðini hjá Bette Midler: I firmly believe that with the right footwear one can rule the world.

Og hóast Anna Jacobsen ikki hevur sínar málningar hangandi í Listaskálum og í stórum flottum bygningum, men á facebook, so er hetta ein, sum eg fái nógv burtur úr at hyggja at; hann er ein mynd av einari vón um eina bjarta framtíð, og hann er hongdur upp soleiðis, at hann er eitt tað fyrsta, eg síggi, tá eg komi upp um morgunin.

Eg plagi ikki at blíva so øgiliga kenslusom, tá tað nærkast einum nýggjum ári, men eg fari kortini at ynskja øllum eitt gott nýggjár við yrkingini Kom eftir Tarjei Vesaas, sum er týdd til føroyskt og stendur í yrkingasavninum Flytifuglur, sum teir báðir Heðin M. Klein og Steinbjørn B. Jacobsen týddu og góvu út í 1972, og sum eg fekk sum gávu frá mínum foreldrum, tá eg fekk studentsprógv, eitt savn, sum eg mangan hyggi í og havi stóra gleði av, og so er hetta eisini tíðin, tá eg minnist tey og takki fyri, at tey góvu mær lívið við øllum sínum upp- og niðurtúrum:

 

Vilt tú geva mær hondina í mánalýsi

leyv tú ert

Undir víðum himni. Yvir opnari avgrund.

 

Sum leyv

eru tú og eg

skjótt skelvandi

og skjótt burtur

kom.

 

 

 

 

 

Løtt sum lotið

Leonard Cohen - The Future (1992)

Júst liðug at ritstjórna tvey stór handrit, sum nú eru farin í prent. Ikki bara stór stór, men stór at lesa.

Hoyrdi Leonard í morgun á veg til Havnar í bilinum, Leonard er ein djúpthugsandi trubadurur, hvørs sangir eru sum bøkur. Hetta er poesi ílatin tónar, filosofi at hava í lummanum.

Sært tú tjaldur við lið, tá skal lukkan fylgja við, hugsaði eg í morgun, tá eg koyrdi framvið tjøldrum við vegin oman í Vatnsoyrar, og kortini fær Leonard meg altíð í eitt melankolskt hýri, men er tað ringt? Nei, slett ikki.

Kanska kom melankoliin ikki bara av bókunum, sum nú fara í prent, men eisini av øllum teimum hendingum, sum skulu fara fram í komandi døgum: ommudóttirin, sum skjótt fær húgvuna á høvdið, beiggin, sum hevur funnið sína unnustu og nú skal giftast.

And you’re weak and you’re harmless
and you’re sleeping in your harness
and the wind going wild
in the trees,
and it ain’t exactly prison
but you’ll never be forgiven
for whatever you’ve done
with the keys.

O baby I waited …

It’s dark now and it’s snowing
O my love I must be going,
The river has started to freeze.
And I’m sick of pretending
I’m broken from bending
I’ve lived too long on my knees.

 

Kanska kemur melankoliin av, at tvær døtur eru í ferð við at gera seg lidnar við lesnaðin, kanska av henni, sum er so forelskað, at hon næstan ikki fær verið til?

Kanska av honum, sum nú er komin í tann aldur, at hann fer á pensjón. Kanska av henni, sum kemur aftur higar at giftast við sínum Alex. Og henni í Onglandi, sum fær sín Daniel. Og so hugsi eg við mær, at sum vit eru heppin, at vit øll, um vit vilja, kunnu sleppa at giftast við tí, vit elska.

Kanska kom hon av myndini, eg fekk í morgun, av minsta ommusoninum, sum eg síggi alt ov sjáldan. Okkara Emil!

So I knelt there at the delta,
at the alpha and the omega,
I knelt there like one who believes.
And the blessings come from heaven
and for something like a second
I’m cured and my heart
is at ease

 

Løðing

Nú fekk eg jólaferiu og nógva tíð at lurta eftir musikki, lesa bøkur, hyggja at nrk (skíðir, sjálvandi) og eta góðan mat. Nú skulu battaríini løðast til næsta ár, tá farið verður undir at gera enn fleiri bøkur klárar til prent.

Áðrenn eg steig fótin út um songarstokkin í morgun, lá eg og lurtaði eftir musikki og inspirerað av Oddmari, sum legði fantastiska lagið: Killing the Blues hjá Robert Plant og Alison Krauss út á facebook í gjárkvøldið, so fór eg at lurta eftir meira blues í míni nýggju Iphone sjálvandi. Kom fram á fantastiska lagið hjá Bob Dylan: Blind Willie Mc Tell, sum skuldi havt verið á LP´ini Infidels, tað varð innspælt tá í 1983, ja púra eksakt 5. mai. Mark Knopfler spældi á 12 streingjaðan akustiskan guitar saman við Bob Dylan, sum sat aftan fyri klaverið. Men sum sagt, lagið kom ikki út, fyrr enn í 1991 á The Bootleg series 1-3. Lagið er ein viðurkenning og hávirðing av manninum av sama navni, sum sjálvandi hevur verið til: No one can sing the blues like blind Willie Mc. Tell.

Eg haldi sangurin ljóðar bara væl á uppsamlingini The Essential Bob Dylan, men eg fann eina upptøku á youtube, sum sigst vera tann originala:

Meðan eg bíði eftir skíðunum á nrk, havi eg tvey í at velja: Stoner ella Never Let Me Go hjá Ishiguro Kaziu, ella eg kan fara at baka eitt breyð til Turið, sum kemur úr Finnlandi at vitja okkum á jólum.

Á nei, nú byrjaði vetrarítróttin, eg eri farin …

Hugleiðingar um ungdóm

Hoyrdi Mr. Tambourine Man í morgun í útvarpinum, meðan eg neyðhelt mær í róðrið á veg suður til Havnar. Kom knappliga at hugsa um eina hugleiðing, eg hevði til eitt mentanarkvøld í Sørvági fyri seks árum síðan, tí gjørdi eg av at seta hana í bloggin. Hon er lang sum eitt ónt ár, og kanska fáa tey mest burturúr, sum eru úr Sørvági, men nú liggur hon her:

konfirmandSjálvt um fartelefonin, teldan, sjónvarpið, dvdspælarin og aðrar tøkniligar snildir ikki vóru uppfunnar tá á døgum, so var okkurt at stytta sær stundir við í Sørvági:
Útvarpið!
Serliga vóru tað tíðindini hálvgum sjey, har tú mátti sita pinnastill og ikki siga eitt orð, so var tað Tórshavn Radio, har øll alla tíðina skuldu koma á 2069, og har alt Føroya fólk visti av, at Jógvan Páll í Vestamanna fór at fáa ein Beatles jakka, tá pápi hansara kom heimaftur, og so var tað barnaútvarpið: hvussu grótu vit ikki saman við neyðars, frændaleysa Remi ella ristu í brókunum av Kaspari, Jaspuri og Jónatan, sum gingu á tá og stjólu, men gudhavilov var politimeistarin Bastian ein fittur fýrur, men Suffía mostur, hon var ein grussa og váttaði allar fordómar um konufólk við sínum ‘á dú á dú her er so skitið!’ So var tað ljónið, harragud tað var óhugnaligt, eg hevði ikki ánilsi av, hvat eitt ljón var, men bara stemningurin í húsunum hjá Kaspari og teimum segði mær so mikið, at tí skuldi tú ikki koma ov nær.
Og so lurtaðu øll eftir Luxembourg: henda ótrúliga radiostøðin, sum gav tær allan tann musikk, tú ynskti at hoyra, sjálvt um kvaliteturin var soleiðis, at tú við jøvnum millumbilum noyddist at spíla oyrini út fyri yvirhøvur at hoyra nakað, tí ljóðið fjaraði burtur og kom aftur við jøvnum millumbilum, og ljóðið ikki bara hvarv, men tað hvarv við einum fyri okkum serliga væl kendum skróvandi, gresjandi ljóði, sum alíkavæl bara átti at vera so. Og lýsingarnar, sum tú enn hoyrir fyri tær: ‘Stimoriol gum, Stimorol gum, Stimorol chewing gum,’ ella ‘Aqua Welva is new from Goya.’
Heima áttu vit harmoniku, sum var toygd í hvørjari lykkju, og gittara og bandupptakara við spolum, ja ikki var tað løgið, at foreldrini viðhvørt vóru um at gerast ør í høvdinum av óljóði, tí alt gekk fyri seg í heimarustovu, kamar var ikki nakað, tú brúkti sum uppihaldsrúm, tað svavst tú í! Tað fekst serloyvi til at klistra myndir úr Vi unge og Børgeblaðnum upp á veggin uppi yvir songini, so tú um kvøldarnar, áðrenn tú sovnaði, um ikki annað kundi droyma um, tá ið tú skuldi giftast við Mick Jagger og sjálv gerast víðagitin sangarinda.
Ongantíð áttu vit plátuspælara, og tað mátti Jógvan á Ørg líða undir, eg veit ikki, hvussu ofta Erhard sendi meg út á Ørg at lána plátuspælaran frá honum, og tá eg royndi at argumentera fyri, at tað kanska ikki var so heppið í tíð og úrtíð at lána plátuspælaran frá Jógvani, var eg tept við einum: Tú skalt fáa 5 krónur aftur fyri!
Eg gjørdist ongantíð rík av 5 krónunum, ivist í, um eg nakrantíð fekk nakra, og Jógvan var ikki serliga glaður fyri henda snorungan, sum í heilum kom at lána. Eg skilji hann væl! Eg hevði heldur ikki verið so glað, um onkur í tíð og úrtíð kom og lánti sterioanleggið frá mær!
Musikkur opinberaði seg rættiliga fyri mær einaferð úti hjá Zittu. Frammanundan hevði eg verið von við tær tjúkku 75 pláturnar, sum Alma og Mikkjal Erik áttu: tær vóru nógvar, men eg minnist serliga Min firbente ven og En glad køkkenskriver, men úti hjá Zittu gjørdist alt øðrvísi ein dagin, eg var harúti við Erhardi, helst hevði mamma sagt, sum so mangan áður: ’Tak hana við!’ Í øllum førum, har úti høvdu tey plátuspælara – sjálvandi! Og henda góða dag høvdu Erling og Eivin og teir fingið eina nýggja plátu – eina appilsingula singleplátu, hon var sett á og so hoyrdi eg hetta:

Hey, Mr. Tambourine Man!

Og eg var fokin – og hevði bara vanvirðing til yvirs fyri Charlie Pride og Larry Finnegan, sum brølaðu út úr niðurrullaðum vindeygum á bilum hjá miðvágsdreingjum við brúllkrem í hárinum!
Og tá ið Mikkjal Erik lá á sofuni hjá Almu úti á Lið og sang ’Lille Loyla, Lille Loyla’ fyri mammu og spurdi hana, hvat henni dámdi tann sangin, mátti eg bara rista á høvdunum av, hvussu ringan smag hann hevði.

Dansur var fyrst í gomlu dansistovuni, orkestur vóru nógv, allir skuldu royna seg, og tá eg sigi allir, meini eg allir, gentur høvdu ikki lut í útinnandi listini á pallinum, annað enn sum go go girls ella groupies. Men tá ið enska orkestrið The Times kom til Sørvágs og spældi konsert í gomlu dansistovuni, skuldi tú trúð, at tað vóru Beatles, sum vóru komnir, vit lógu omaná hvørji aðrari fyri at fáa autograf, og teir spældu so hart, at tað hoyrdist líka út á Bakka, søgdu øll, og tey gomlu øtaðust, men vit frøddust um at endiliga hendi okkurt spennandi, og ein dagin sá eg enntá Savage Rose á vegnum beint við húsinini hjá Sigrid á posthúsinum. Snakka um globalisering! Uttan iva vóru tey á veg av stað við flúgvara, men tað var bara so fantastiskt, at tað ikki kann lýsast við orðum.

Filmar sóu vit eisini í Sørvági, í heila tikið má sigast, at vit í so máta vóru betur fyri enn í dag, hvat tí viðvíkur. mykines
Mítt fyrsta filmsupplivilsi var ein Gøg og Gokke filmur, sum Geytin kom við og vísti úti í gomlu dansistovuni. Uttan iva hevur mamma sagt, sum hon plagdi: ‘Tak hana við!’ Og so eri eg farin og havi av prátinum væntað, at tað fór at blíva ordiliga stuttligt, men tað var tað bara yvirhøvur ikki! Tvørturímóti var tað so óhugnaligt at síggja Gøg berja Gokke av, og at síggja teir detta oman gjøgnum trappur og koyra útav við bilum, at eg, tá íð Geytin tendraði ljósið fyri at skifta filmsrullu, sat í sjóðheitum gráti av berari neyð, tí at eg var frá mær sjálvari av bangilsi. Geyti, tað reella menniskja hann var, royndi at ugga meg og fáa meg at flyta afturum og seta meg ímillum Hera og Eilif hjá Hensari, ivaleyst helt hann tað vera tryggari har, men har hjálpti ongin bøn, eg græt og skríggjaði og snoraði og var slept út og varð bjargað frá hesum ræðufilmi.
Eg skal ikki endurtaka, hvat Erhard, Anny, ja sjálvt Herálvur, sum var tvey ár yngri enn eg, søgdu við meg, tá ið tey komu til hús, men eg royndi at verja meg við at siga, at Hans abbi segði, at eg hevði gjørt kvettið, tí Geyti gav mær tveykrónuna aftur.
Og tit kunnu ætla, at tað gekk long tíð, áðrenn eg tordi á film aftur, men sum skúlagenta, var eg og flestu onnur ofta á filmi. Tað var fast at fara at hyggja at plakatunum, sum fyrst hingu uttanfyri hjá Mallhans og síðan á hjalsvegginum hjá Jens.

Romantikkur var sera týdningarmikil í huganum á gentum tá og er tað ivaleyst enn: vit sótu allar og bíðaðu eftir riddaranum á tí hvíta hestinum inni á Libbikafé, úti hjá Eli Johnson, í Kaffistovuni ella aftanfyri bakaríið hjá Skælingsjógvan, meðan vit drukku Hawai, ótu Karamel, og Skælingsjógvan undirhelt við tí Alfagra land mítt á donskum.
Vit keddu okkum næstan í hel, tí onki hendi nakrantíð. Sjálvt miðvingar í leðurjakkum, reyðum nylonskjúrtum og við brúllkrem í hárinum ella marinarar á Hvidbjørnen, Fyllu og Vædderen vóru óinteressantir. Tað vóru serliga gentur, ið vóru eldri enn eg, sum fjasaðust við teimum. Gentur við turrikløðum bundnum beint á høkusnippinum – tað var ordiliga smart og sexut, seinni gingu tær í lårkort.
Forrestin nú eg tosi um klæðir, so var Anny shopaholic, langt áðrenn bøkurnar komu út: tá ið hon hevði verið skúlabarnaferð í Íslandi og skuldi koma aftur, sótu vit í vindeyganum í heimarastovu og bíðaðu. So steðgur bussurin heima í bygdini, Anny kemur úr, og so hoyri eg mammu siga niður fyri seg: ‘eg visti tað altíð, hon man eiga nøkur oyrir eftir, tí nú hvarv hon inn í Norðstovu við teimum.’
Og rætt var, hon hevði ikki klovið tveyoyrað eftir, tá ið hon kom til hús, men tað gjørdi ikki petti, tí eg síggi hana enn fyri mær: eina verðinsdamu í spildurnýggjum buksum, koma oman gjøgnum bygdina og út til okkara. Og buskurnar vóru ikki bara nýggjar, men vóru marinubláar við svaj í brókunum, og eg helt tær vera fantastiskar, men ivaleyst havi eg sagt við hana, at tær vóru ordiliga ljótar, sjálvt um eg innast inni bara var sjúkliga øvundsjúk, tí eg hevði sæð, at hon næstan strálaði, meðan hon sjálvsikkur gekk oman gjøgnum bygdina, og onkur annar mundi halda tað sama, tí tað gekk ikki long tíð, fyrr enn ein ljóshærdur miðvingur við falli í hárinum, men ikki við brúllkremi, sást kredsa rundanum húsini hjá okkum á knallert.
Í heila tikið var hetta við dreingjum fantastiska spennandi: Jonna hjá Sigmund og eg kundu sita stillar, hond upp undir kinn og hyggja at myndunum av Jørgen Franz og Hanna, sum stóðu í glas og rammu á náttborðunum hjá Hjørdis og Odu, teir vóru ótrúliga sjeikaligir og vakrir og so vóru teir fremmandir og spennandi, annar úr Miðvági og hin úr Skálavík, sukk!
Ella tá ið eg einaferð slapp við Miu og Elisabeth til Hvítanesar at ferðast, sum í sjálvum sær var eitt ótrúligt bragd, tá ið vanligasta svarið upp á spurningin Min længste rejse gik til? í Mine venner bókini var: ‘til Sandavágs.’
Har sluppi vit oman til Havnar á Ólavsøku, og har uttan fyri hjá nonnunum, sum altíð høvdu basar á ólavsøku, uppstóð ein bardagi millum tveir dreingir, báðir vóru í føroyskum klæðum og skítfullir, og bardagin galt eina gentu, sum grátandi royndi at leggja seg ímillum fyri at skilja teir sundur. Harragud eg helt tað vera romantiskt! Í dag haldi eg tað bara vera sjúkligt!

Enski rithøvundurin Wirginia Woolf skrivaði einaferð eina bók, sum í mínum vaksna lívi kom at hava stóra ávirkan á meg: Bókin A Room of ones own var um rættin hjá kvinnum at hava eitt egið rúm, ella við øðrum orðum javnbjóðis rætt við menn at kunna virka.
Kanska var tað tí, at tá eg var barn og hálvvaksin, høvdu gentur egið rúm á vesunum. Úti hjá Jonnu hjá Sigmund høvdu tey eitt vesi í kjallaranum, har tað stóð: Her kan man sidde i egne tanker, medens en anden på døren banker, og tað vóru vísdómsorð: hvussu mangan vóru vit ikki gummur hjá hvørji aðrari inni á vesunum? og tað var uttan mun til, hvørji ørindini vóru: har blivu mong av lívisins viðurskiftum endavend, tað veri seg romantisk fyribrigdi, politikkur, religión og bara tað at kunna betrúgva seg til eina aðra.
Annars gekk tað út uppá at spassera, undir arm sjálvandi, og royna at síggja ordiliga kul út, tá ið miðvingarnir við brúllkrem í hárinum og í reyðum nýlonskjúrtum og rullukragatroyggjum koyrdu framvið og floytaðu og komu við lokkandi tilboðum, meðan teir veittraðu við elefantøli!
Í heila tikið varð so nógv spasserað eftir Niðaravegi, at eg í dag als ikki undrist á, at vegurin fór so illa, at hann so við og við er asfalteraður næstan upp undir kantin á garðinum oman móti sjónum!

Politikkur upptók meg nógv, bæði tá og ger tað framvegis, Vietnamkríggið var uppá tað harðasta, og eg kendi tað viðhvørt, sum eg skuldi verja alla mannaættina, og eg helt amerikanska herin bera seg at sum dýr, bæði tá á døgum og nú.
Eg gekk eisini inn fyri líkarætti og fekk oftani at vita, at eg bara kundi fara út á kaiina at lossa og vita so, um nakar dugur var í mær, tað var ikki, fyrr enn eg bleiv heilt stór, at eg uppdagaði, at tað saktans bar til at hava líkarætt, sjálvt um tú ikki hevði musklar.
Eg fór heimanífrá 16 ára gomul, kanska var tað sum í sanginum, eg hoyrdi úti hjá Zittu: And the ancient empty street´s too dead for dreaming.
Eg fann stutt síðani eitt bræv, sum Elisabeth hjá Miu hevur skrivað mær, tá eg eri farin til Havnar, har hon sigur, at her er so keðiligt, síðan tú ert farin, at eg ikki eingang tími at lúgva okkurt fyri tær.
Eg havi roynt ikki at logið fyri tykkum, kanska pynta eitt sindur uppá tingini, men vóni, at tit hava tímað at lurta.