Nú er ikki neyðugt/ hjá mær at órógvast/ nú er tað hent/ sigur hann
soleiðis hugsar 10 ára gamli drongurin í einari yrking í yrkingasavninum Århundradets kärlekssaga eftir Märtu Tikkannen (1978) í frálíkari týðing eftir Lauru Joensen (1998), tá ið pápin enn einaferð er dottin útí og ger gerandisdagin hjá familjuni ótolandi.
Hugsaði mangan um hetta, ímeðan eg týddi ungdómsbókina Vulkan eftir Zakiya Ajmi, sum nú er komin út á Bókadeildini. Pápin í hesari bókini er ikki drankari, men hann er harðligur, og gentan Kili og mamman hava verið noyddar at flýggja til kreppumiðstøð fyri kvinnur fyri at sleppa undan honum. Søgan lýsir á framúrskarandi hátt lívið hjá gentuni, sum skal fóta sær í nýggjum umhvørvi og nýggjum skúla, nú mamman og hon eru fluttar úr aftur kvinnuhúsinum. Hon hevur framvegis samband við pápan, men tá tey hittast endar alt aloftast við, at pápin oysir út av sínari ómegd og setir dóttrina í eina keðiliga støðu, har hon er noydd at verja bæði seg og mammuna:
“Men tú vilt heldur búgva hjá hasari helvitis heksini.”
Eg pilki við tað lítla kettjupílatið. Har er aldrin nokk til øll kipsini. Tey síðstu má eg eta uttan. Har er ov nógv salt á.
Pápi hyggur spyrjandi at mær. Sum um tað var ein spurningur.
“Hon er mamma mín,” sigi eg.
“Jú, jú, harragud. Men fyri tað kann hon vera ein helvitis heks.” Hann flennir og turkar sær um munnin við einum servietti. (bls. 120)
Søgan er nógv um sorg, vald og harðskap, men hon er eisini um kærleika og forelskilsi. Um alt tað, sum kann ganga av skriðjuni, tá tú ert so ung, men eisini um alt tað, sum er so gott, at tað kitlar í búkinum.
Í Føroyum hava vit sanniliga eisini trupulleikar av harðskapi. At døma eftir tølunum frá Kvinnuhúsinum er trupulleikin stórur. Í 2021, sum eru tey seinastu tølini, eg havi sæð, er talið av kvinnum, ið hava gist í húsinum 15 og tilsamans hava tær 16 børn.
Um vit gera ein topp 10 lista yvir orsøkirnar til, at kvinnur venda sær til Kvinnuhúsið eftir hjálp, so sær hann soleiðis út:
1. sálarligur harðskapur (486)
2. hóttanir um harðskap (325)
3. annar harðskapur – útleigaari, arbeiðsgevari etc. (205)
4. rúsmisnýtsla (191)
5. likamligur harðskapur (182)
6. fíggjarligur harðskapur (176)
7. materiellur harðskapur (146)
8. sálarligir trupulleikar (131)
9. bústaðarviðurskifti (112)
10. ymiskar mentanir (112)
Harðskapsfremjarin er sum oftast maðurin ella fyrrverandi maður (maki).
Har eru fleiri aðrar orsøkir til, at kvinnur venda sær til Kvinnuhúsið, til dømis, stalking, neyðtøka og kynsligur ágangur (blóðskemd).
Samanumtikið er harðskapur móti kvinnum vegna teirra kyn ein risa trupulleiki í okkara landi. Kvinnuhúsið førir miðvísa kampagnu á facebook um harðskap, har kvinnur sleppa til orðanna av greiða frá sínum lívi í harðskapsraktari familju.
Eg eri av tí áskoðan, at Kvinnuhúsið skuldi fingið nógv størri peningaligan stuðul frá landi og kommunum. Haraftrat skuldi Kvinnuhúsið ikki fingið harðskapsraktar menn at taka sær av oman á alt hitt, í staðin skuldi ráðgeving verið latin upp fyri monnum, sum eru fyri harðskapi, og sum sjálvir fremja harðskap.
Frá almennari síðu er ein trongd til at stinga høvdið í sandin og ikki kalla ein spaka fyri ein spaka. Tað skal eita at veita hjálp til harðskapsraktar familjur. Harðskapur í parlagi og nærsambondum, eitur álit, sum varð gjørt í 2011, og hóast ætlanirnar eru góðar, so verður ikki eitt orð sagt um kynsgrundaðan harðskap í álitinum. Ikki eitt orð verður sagt um, at kvinnur eru serliga útsettar fyri harðskapi frá monnum, og so leingi at vit ikki vilja síggja í eyguni, at hetta er veruligi trupulleikin, at kvinnur verðar útsettar fyri harðskapi vegna sítt kyn, so klára vit ikki at loysa trupulleikan nóg væl.
At liva í harðskapi er sum at liva oman á einum eldgosi, tað kann fara í útbrot, nær tað skal vera, og sum Zakiya Ajmi tekur til um eldgos: Eitt eldgos kann vara alt frá fáum døgum til fleiri ár. (bls. 81)
Soleiðis sang amerikanski blues-gitaristurin, sangarin og lagskrivarin J.B. Lenoir fyrstu ferð í 1956, men tíverri er hesin boðskapurin enn ikki náddur til Føroya.
Hví eg sigi tað?
Jú, hygg bara eftir, hvør sleppur framat at siga sína hugsan um samfelagsviðurskifti í almenna rúminum.
Hesir viðgjørdu ting, sum ganga fyri seg í heiminum í dag
Hesir kjakaðust um tilfeingisrentu og tilfeingisgjald
Nei J.B. Lenoir hevur livað til fánýtis, tí hygg, hvør sleppur at verða heima hjá sjúkum barni í óavmarkaða tíð:
Liljan Weihe tók orðið í løgtinginum, tá aðalorðaskifti var um fiskivinnuna. Eg loyvi mær at sitera:
Eg sakni tó kjakið um kvinnur og vald – ella rættari vantandi vald.
Tað er ein stórur trupulleiki fyri javnstøðuna í Føroyum, at kvinnur er avskornar frá maktini. Vit hava framvegis ikki javna umboðan á Løgtingi, sum vit síggja.
Vit skulu bara tríggjar mánaðir aftur í tíð, so var ongin kvinna í Føroyum mett at vera nóg skikkað til at sita í landsins leiðslu. Ikki ein einasta.
Vantandi javnstøðan sæst eisini aftur í fiskivinnuni – har sum stóru virðini í samfelagnum eru. Kvinnur eru ikki partur av vinnuni – og luttaka heldur ikki í kjakinum um vinnuna.
Mín pástandur er, at mátin vit umrøða fiskivinnuna, ekskluderar kvinnurnar – helvtina av Føroya fólki. (Liljan Weihe)
Og eg má bara siga: Álvaratos tit, sum standa fyri kjaksendingum og øðrum sendingum um samfelagsviðurskifti, sum td. um fisk og tilfeingisgjald og byggivinnu og annað mangt: Please don´t dog your woman, tí: if she don´t, one day she´ll get away
Fyri nøkrum døgum síðani hevði kringvarpið tey tíðindini, at nú fór formansskapurin í tinginum at koma við einum uppskoti um lógarbroyting av heitunum fyri løgtings- landsstýrisfólk og løgmann. Tíðindini vórðu løgd á facebook, og so vardi ikki lang tíð, fyrr enn øði kom í grindina.
Ufff!
Álvaratos!!!!!
Eru ikki størri mál á skránni enn hatta??
Maður merkir upprunaliga menniskja. Hvat er trupulleikin???
Har mangla eini 143 onnur kyn og hvørkikyn.
Støðið er høgt má sigast …
Løgkvinna riggar ikki! At vera løggutur er tað sama sum at vera ljótt ílatin …
Finnið eitt annað heiti, kanska tjóðovasti
Aftur fornermað konufólk
Tak teg saman genta
Lær teg at skilja týdningin av orðinum “maður”
Hví ikki gera okkurt vigtugt? So sum at hjálpa fólki?
Aftur eitt dømi, um at politikarar spilla tíðina upp á fjant og fjas
Megingæsakvigga
Seriøsur trupulleiki hjá høsnunum
Sera sera “visioner” samgonga, nógv stórmál á skránni
Valdskommiserur er hóskandi
Hetta er burtur úr rúgvuni, men samanumtikið er alt avgerandi hjá fólki, serliga monnum, at fáa fram, at hetta málið blokerar fyri øðrum stórmálum, hvør skal siga: formaðurin hevur lagt alt løgtingið lamið, tí nú skal bert hetta eina málið viðgerast.
Ein annar máti at fáa okkum burtur frá tí, sum uppskotið leggur upp til, er at tosa um okkurt annað: at so mugu vit eisini hava heiti fyri tey 143 ymisku kynini td., hvør skal siga, hetta er bara so langt úti!
Onkur hevur ikki hugsað seg ordiliga um og sigur, at løgkvinna riggar ikki, tí tað merkir, at hon er løggut, ok? Er Aksel V. Johannsen løggutur. Ikki tá eg hyggi at honum, nydiligur harri í vøkrum klædningi, og hann er løgmaður …
Og so eru tað teir, sum fyri tíggjutúsundu ferð skulu læra okkum kvinnur, at vit hava misskilt hetta við manni fullkomiliga, men ongin hugsar um ella vil ikki hugsa um, at hetta er komið í brúk, tá kvinnur als onki vald høvdu á nøkrum viðurskiftum, hvørki valrætt ella atkvøðurætt ella rætt at stilla upp til ting. Tá trýr fanin, at maður merkir menniskja, tí kvinnur vóru ikki menniskju!
So verður sipað til valdshungurin hjá kvinnum: tær ella kanska rættari Bjørt Samuelsen skuldi itið tjóðovasti ella valdskommiserur, og annars alt tað vanliga niðrandi sum gæs, høsn, fornermað konufólk og at enda genta: tak teg saman, genta, hvør skal siga, tú ert ikki turr bak oyrað og eigur ikki at sita har, tú situr.
Nógv vóru bilsin, tá Bjørt Samuelsen tók við starvinum sum løgtingsformaður. Hildið var, at hon hevði gjørt nógv størri nyttu sum landsstýrismaður. Eg var ikki ein teirra, eg helt, at hon hevði valt akkurát rætt og er eitt virðiligt umboð fyri tingið á sama hátt sum Marita Petersen var á sinni. Hetta uppskotið, sum nú verður lagt fyri tingið, prógvar, at hon situr ikki á reyvini og ger onga nyttu. Hetta ynski frá fólki um alt Føroya land, um at fáa hóskandi starvsheiti er endiliga farið á rull. Tað hevði so ongantíð komið víðari, tá Jógvan á Lakjuni var tingformaður, tí sum hann tók til: eg havi ongantíð følt, at tað var nøkur forðing at eita løgtingsmaður … Eg skilji teg so væl, Jógvan, tú ert jú maður.
So…e uttan mun til, hvussu tit skræða tykkum á sosialum miðlum, so arbeiða kvinnur við góðum treysti fyri at bøta um javnstøðuna og menn eru vælkomnir við.
Tá ið eg fyri nøkrum árum síðani hevði tríggjar tónleikasendingar í útvarpinum við kvinnuligum tónleikarum, valdi eg at kalla hana Tær komu, tær sóu, tær sigraðu. Heitið hevði eg frá sanginum You came, you saw, you conquered, sum orkestrið The Ronettes spældi inn í 1969.
Orkestrið The Ronettes byrjaði at spæla í 1957 og gjørdist heimskent av sanginum Be my baby, sum kom út í 1963, sum Phil Spector framleiddi saman við teimum.
Ronnie Spector var leiðarin í orkestrinum og høgt vird av øðrum tónleikarum, sum td. Rolling Stones og Beatles.
Tá ið tær eftir tógvið stríð vórðu upptiknar í Rock and Roll Hall of Fame, eftir at Phil Spector hevði roynt, alt hann kundi, at forða fyri tí, var tað Keith Richards, sum presenteraði tær á pallinum.
Hjúnarbandið millum Ronnie og Phil Spector var ein marra fyri hana. Hon varð illa viðfarin, var fyri harðskapi og innistongd í hjúnalagnum, sum hon slapp burturúr í 1972. Hon hevur síðan skrivað sína ævisøgu, har hon m.a. skrivar um hesi ræðsluárini saman við Phil Spector. Bókin eitur Be My Baby: How I Survived Mascara, Miniskirts and Madness, or My Life as a Fabulous Ronette. (1990).
Ronnie Spector tók undir við #MeToo – rørsluni av somu orsøkum.
Gentubólkar vóru altíð brandaðar á ávísan hátt í trýssunum, sum skuldi gera tær spennandi og femininar. Ronnie Spector fekk eitt image sum the bad girl of rock and roll, og tað var neyvan ringasta image at fáa, aldantíð tað jú snúi seg um rock and roll.
Hon hevði serliga útsjónd við svørtum eyelinara rundan um eyguni og høgt uppsettum hári, Sum dragdrotningin Sharon Needles sigur á Instagram í morgun: You know what they say, ‘the higher hair the closer to god’.
Ronnie Spector hevði nógvar fjepparar. Amy Winehouse var ein teirra, tað sæst m.a. av útsjóndini á Amy Winehouse, men sanniliga eisini tónleikaliga. Tá ið hon doyði, gav Ronnie Spector út sangin Back to Black í 2011 sum ein heiður til hennara, og har pengarnir fóru til Daytop Village, ein viðgerðarstovn fyri bundinskap. Hon framførdi sangin manga ferð síðan, m.a. tá ið hon var á konsertferð í Bretlandi í 2015.
Nú er rødd hennara tagnað, og eg má bara staðfesta, at Ronnie Spector er ein teirra, sum er ein sterk fyrimynd fyri meg, sum elski tónleik og virði tað stríð, mangar kvinnur hava av at verða illa viðfarnar av monnum.
Enn einaferð sama venanin: hví, hví er hetta landið so tilafturskomið, hví verða kvinnur so lítið virdar, hví, hví, hví.
Eg havi bara eitt svar: so leingi kvinnur í Føroyum ikki taka seg saman í ein felagsskap og arbeiða miðvíst fyri sínum rættindum og rættindum hjá øðrum kúgaðum bólkum, so sleppur hetta at halda fram!
Vit mugu hava eitt forum, sum svarar aftur, tá ið mismunur fer fram, sum kunnar javnt og samt um tað, sum fer fram á økjum, sum hava við kvinnuspurningar at gera. Sum talar at, tá ið okkurt verður gjørt, sum ger støðuna hjá kvinnum verri: evnini eru óteljandi:
barsilsskipanin, pensjónin, abortspurningurin, málið um løgtingmenn/kvinnur/limir, lønarspurningar í kvinnufakum, arbeiðsumstøður á ansingarstovnum, umstøður hjá føðandi kvinnum, ólønt arbeiði heima við hús, hvør hevur høvuðsábyrgd av barnaansing, vaski, rudding, lækna/tannlæknavitjanum, ansing av gomlum, umboðan í miðlum, politisk umboðan, umboðan í kommunum, kvinnuharðskapur og buking, neyðtøkur/valdstøkur, gentu-dreingjauppaling, lønarójavni, manglandi starvsuppstiging, mismunur í nevndarsamansetingum, ein kynsuppdeildur arbeiðsmarknaður, manglandi stjóra/leiðaramøguleikar, metoo, kvinnan í søguni …
Eg kann halda fram, men velji at steðga her: tað, sum er av størsta týdningi, er at síggja, at ásanna, at kvinnur eru partar av einum samfelag, sum byggur á, at menn hava valdið og fyri at fáa javnstøðu, mást tú stríðast fyri henni, tí ongin gevur valdið frá sær ókravdur.
Hetta, sum eg og mangar við mær kalla eitt patriarkalskt samfelag, druknar okkum í einari patriarkalskari fatan av, at tað normala er tað maskulina, tann patriarkalski hugsanarhátturin, sum gjøgnumsúrgar alt okkara tankalív og samfelagsbygnað. Ella sum Simone de Beauvoir segði:
Representation of the world, like the world itself, is the work of men; they describe it from their own point of view, which they confuse with the absolute truth.
Nei, hasir dinosaurarnir, sum onkur kallar teir á facebook, fara ongantíð at finna út av, at teir eru til grin, tí tað eru teir ikki, tað eru vit kvinnur, ja alt Føroya fólk, sum er til grin, so leingi vit ikki veruliga stríðast ímóti – í felag!
So eg spyrji meg sjálva – og tykkum: nær fara vit til verka?
Nú byrjar tað aftur: Uppáhaldið um, at kvinnur velja ikki kvinnur og at tað er tí, at tað stendur so illa til við kvinnum á løgtingi og í kommunum.
MEN TAÐ ER IKKI SO!
Trupulleikin er, at menn ikki velja kvinnur í nóg stóran mun.
Hvussu veit eg tað?
Jú, tí at kanningar eru gjørdar av hesum, so í staðin fyri bara at sleingja út: at tað er tykkara egni feilur, at tit ikki sleppa inn um tingsins ella kommunurnar gátt, so sigur fakta: at tað er monnum fyri at takka, tí teir hava ikki nóg stórt álit á kvinnum!
Lat okkum nú jarða hesi fake news/urban legends/kvinna er kvinnu verst/kvinnur trúgva ikki upp á seg sjálvar etc. etc. einaferð med alla:
Hesi eru tølini, sum tala fyri seg. Tey eru úr Gallup kanning, sum er gjørd í 2017:
Niðurstøðan er tí, at kvinnur velja umleið helvt um helvt kvinnur og menn til løgtingsval, og nógv fleiri kvinnur til kommunuval.
Menn, harafturímóti, velja ógvuliga fáar kvinnur bæði til løgtings- og kommunuval.
Eg gangi ikki út frá, at vit vilja hava kvinnur at velja færri menn. Men vit vilja gjarna hava, at menn velja nógv fleiri kvinnur, takk!
Meiri útgreinað tøl síggjast á demokratia.fo undir Tilfar.
Á netmiðlinum in.fo eru gjørdar forvitnisligar raðfestingar, má sigast.
Ovast upp á breddanum kanst tú velja at tøppa teg inn á ávís evni, sum hugsandi er, at tú hevur størst áhuga í.
Eyguni á mær verða sjálvandi fangað av yvirskriftini HON, og tað vænti eg, at eg ikki eri einsmøll í. HON er løgd ímillum Ítrótt og Vinnu.
Tá ið eg fari inn á síðuna, fái eg ta fatan, at tað hjá kvinnum í mestan mun snýr seg um heilsuspurningar. Her eru ørgrynna av greinum um krabbamein, koppseting og tunglyndi, og eg hugsi við mær, hevði ikki verið smartari at skriva HANN sum yvirskrift, tá hugsað verður um, hvussu seinir menn eru at fara til lækna og tað stóra talið av sjálvmorðum millum menn td.?
Eg skilji ikki hetta sundurbýti, hví verður tað hildið, at hetta er eitt evni, sum bara kvinnur hava áhuga fyri?
Tá eg so síggi, at undiryvirskriftirnar eru Íblástur og Uppskriftir, so er tað líka sum sligið fast við sjey tummaseymi, at kvinnurnar eru tær, sum ansa eftir, fjálga um, gera mat og binda.
Tá eg so hyggi undir teigarnar Ítróttur og Vinnan, so verður hetta enn grellari!
Vinstrumegin Hon stendur Ítróttur, sum er yvirbroderað við mansítrótti og myndum av monnum, har eru umleið fýra tíðindi (í skrivandi stund) um kvinnur og ítrótt samanborið við 29 tíðindastubbar um mansítrótt. Og myndin broytist ikki, tá tú fert undir teigarnar: Fótbóltur, Hondbóltur og Annar ítróttur.
Høgrumegin HON er VINNAN. Har er sjálvandi aftur yvirvág av monnum í vinnuni, men treyðugt so, so sníkja nakrar kvinnuligar vinnurekandi seg inn ímillum, td. Guðrun og Guðrun, Føroya Bjór og eini tíðindi um at Hotel Føroyar hevði yvirskot upp á 4,6 milliónir í fjør, tí tá ið eg síggi myndina av einum kamari, so hugsi eg sjálvandi um tær túsundtals kvinnurnar, sum millum ár og dag hava verið inni har við dustsúgvara og vaskilappa fyri at gera alt so hugnaligt og reint. Huff, neyvan eiga tær størsta partin av yvirskotinum …
Tá eg hyggi at undirteigunum Fiskivinna, Byggivinna, Orkuvinna, Ferðavinna og Bilar, so fái eg sjálvandi ikki skelk av, at støðan er tann sama, tað var væntandi. Tað einasta feminina undir fiskivinnuni er, at Varðin hevur nú keypt Gitte Henning. Ja, tað er so galið, at síðan man gavst at brúka bikiniklæddar kvinnur á motorhjálminum er ikki eitt einasta konufólk at finna undir Bilum, bara metal og bilmekanikarar.
Tað, sum undrar og øsir meg, er, at tað skal vera ein serligur teigur sum eitur HON, hvør skal siga, hetta er tað, sum tú skalt konsentrera teg um sum kvinna. Mín bøn skal vera: gevist við hasum oldnordiska mátanum at dríva journalistikk. Tað hoyrir onga staðni heima, at ein tíðindamiðil geberdar sær sum Alt for Damerne!
Kanska var tað sjónin av hesum koronamonnunum, sum aftur vóru at síggja í sjónvarpinum í dag, sum fekk meg at minnast eina framløgu, eg hevði á aðalfundi í 2018 hjá Heilsurøktarafelagnum um kvinnuarbeiði, sum kanska er verd at hyggja at, hóast hon er long sum eitt ónt ár.
Vit síggja afturt og aftur, at fólk á sosialu miðlunum senda hjørtu, bæði grøn og reyð til hesar hart arbeiðandi, undirbetaltu kvinnurnar, hvussu tey klappa og rósa teimum upp um skýggini, men hvussu verður tá lønarsamráðingarnar verða aftur, munnu tær fara at fáa meira í løn? Og hvussu hevði verið, at tað kom ein hjálparpakki til hesar kvinnurnar, sum hava gjørt sítt til at verja og hava umsorgan fyri okkara veikastu. Eg meini so við, sjófólk plaga (ella plagdu) at fáa eyka løn fyri vandamikið arbeiði …
Ná, men hesi vóru orðini:
Fyri 45 árum síðan fór eg niður at lesa teoretiska námsfrøði. Í einari bók um sálarfrøði las eg um eina roynd, sum var gjørd við apuungum. Tvær kunstigar apumammur vóru bygdar, onnur var bleyt, mjúk og fjálg, og hin var hørð og kantut, men gav mjólk frá sær. Apuungarnir skuldu so velja sær ta mammuna, teir vildu vera hjá, og allir uttan undantak valdu ta bleytu apumammuna, hóast teir vóru í vanda fyri at doyggja av svongd. Ungarnir høvdu umsorgan fyri neyðuni heldur enn mat.
Hetta setti nakrar tankar í gongd hjá mær um, hvussu ótrúliga virðismikið tað økið er, sum varðar av umsorgan, verju og røkt av menniskjum, og hvussu lítið tað verður virðismett í mun til onnur arbeiði.
Hetta er tað økið, vit við einum fínum orði nevna endurframleiðsla, mótsatt framleiðsla. Og tað er í endurframleiðsluni at størsti partur av kvinnum eru í starvi.
Arbeiðsmarknaðurin verður býttur upp í tríggjar partar: tilfeingisvinna, vøruframleiðsluvinna og tænastuvinna. Nógv flestar kvinnur starvast í tænastuvinnuni: 10.772 kvinnur og 7077 menn. Tær flestu 2988 starvast innan heilsu og sosialøkið, 2537 starvast í kommunalari umsiting, tvs. fyri tað mesta í barnagørðum og 1673 í handilsvinnuni. Í tilfeingisvinnuni starvast flest kvinnur í alingini, hóast tær eru í undirtali, í vøruframleiðslu starvast flest kvinnur í fiski, hóast tær eisini her eru í undirtali.
Øll her inni kenna Florence Nightingale, kvinnuna við lampuni. Á mannmunni er hon tann fitta sjúkrasystirin, sum gekk millum sengurnar hjá hermonnunum í Krimkrígnum og veitti teimum hjálp og umsorgan. Tað, sum vit kanska hoyra minni um, er, at hon kannaði væl og virðiliga umstøðurnar á sjúkrahúsinum, savnaði saman data og fann útav, at hermenninir ikki fyrst og fremst doyðu av sínum sárum og løstum, teir høvdu fingið í krígnum, men av vantandi reinføri, sum gjørdi, at teir vóru smittaðir av ymsum sjúkum, sum trivust á sjúkrahúsinum. Hon syrgdi fyri at øll, sum starvaðust á sjúkrahúsinum, skuldu vaksa sær um hendurnar javnan og skuldu halda alt reint og nossligt. Og av tí orsøk hóraðu mangir hermenn undan og komu heim aftur á lívi.
Hendan eitt sindur romantiska myndin av kvinnuni við lampuni var tískil ikki øll søgan um røkt og umsorgan, heldur ikki tá, seinast í 1800 talinum, men hon samsvaraði væl við myndina av tí uppofrandi mammuni, kvinnuni, sum gjørdi ein góðan gerning, har arbeiðið bar lønina í sær.
Sjúkrasystrafakið var upprunaliga hildið at vera filantropi. Tað vóru kvinnur í miðalstættini, sum sóu ein møguleika at sleppa burtur heimanífrá og realisera seg sjálvar. Tær fyrstu livdu eina kleysturtilveru, tær skuldu búgva og eta á sjúkrahúsinum og máttu ikki giftast. Florence Nightingale var idealið, har hon gekk millum særdu bretsku hermennirnar við sínari lampu, mild og móðurlig. Tað hevur týdning, at leggja sær í geyma, at hetta slagið av arbeiði er øðrvísi enn vøruframleiðsla, og at hesir eginleikarnir, sum kvinnur hava, at røkja hetta arbeiðið, eru ótrúliga týdningarmiklir, men hinvegin verða júst hesir eginleikarnir traðkaðir undir fótum bæði av nýggjum leiðsluformun sum New Public Management og við tað, at arbeiðsøkið, sum byggir á hesar kvinnuligu egnaleikar við røkt, umsorgan osfr. Hevur minni virði reint lønarliga enn onnur øki.
Tað er jú hetta eftirsleipið av filantropi, sum m.a. eisini heilsurøktarar stríðast við í dag. Tí so hvørt sum sjúkrarøktarfrøðingar fingu størri valdstøðu í heilsuverkinum, var brúk fyri bíligari arbeiðsmegi. Og tí komu sjúkrahjálparar og heimahjálparar framat. Tær vóru av fyrstan tíð ófaklærdar, sum tóku tær uppgávurnar uppá seg, sum ikki kravdu útbúgving, soleiðis at sjúkrarøktarfrøðingarnir kundu flyta seg longri inn á arbeiðið hjá læknunum. Á tann hátt fekk man so nýggjar láglønarbólkar av kvinnum inn í skipanina. Síðan hava sjúkrahjálparar og røktarar fingið útbúgving, men eftirsleipið er har framvegis.
Vit síggja somu tendensir her hjá okkum. Stríðið sum hevur verið millum sjúkrarøktarfrøðingar og jarðarmøður og stríðið millum pedagogar og hjálparar. Eg meti eisini, at tað í kanningini av heilsurøktarstarvinum kemur fram eitt ynski um at sleppa at arbeiða á øðrum økjum enn teimum, sum tit arbeiða í nú.
Tað er kanska ljótt at samanbera við arvastríð, men eg geri tað kortini. Jú minni arv, tú hevur í væntu, jú meira stríðist tú fyri at fáa hendur á honum.
At kvinnur altíð hava arbeitt, vita vit øll, hugsa bara um fiskagenturnar, sum stríddust á fiskaplássum fyri dagligt breyð. Undirbetaltar, illa viðfarnar. Men tað kemur ikki rættilig gongd á kvinnurnar fyrr enn í trýssunum, hálvfjerðsunum, ja kanska ikki rættiliga fyrr enn í fúrsunum í Føroyum. Kvinnurnar fóru í stórum tali frá grýtunum og út á arbeiðamarknaðin, soleiðis at vit í dag hava størsta talið av útiarbeiðandi kvinnum í Norðurlondum. Tað almenna yvirtók tær siðbundnu funktiónirnar hjá kvinnum, og vit fingu nýggj yrki og arbeiðsøki innan heilsu, sjúkrarøkt og barnaansing. Og tey sum tóku hesi arbeiðini, vóru kvinnurnar sjálvar. Hetta skapti eina mýtu um, at hetta var bara til stuttleika, hetta var gott aftrat, tí at maðurin var framvegis forsyrgjarin. Ja, ikki so sjáldan hoyrdist spurningurin, hví skal hon arbeiða, maður fortjenar jú eina rúgvu.
Nógv vatn er tíbetur runnið í ánna síðan tá, men kortini er tað hetta, sum ger, at vit enn í dag síggja markantam lønarmun á teimum lágløntu kvinnufakunum og mansfakunum bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum.
Og hví? Jú, tí at tað er nógv størri prestiga í mansfakinum enn í kvinnufakinum. Vit kunnu bara taka læraran sum dømi, sum var ein týdningarmikil persónur í lokalsamfelagnum. Hann var sum oftast sóknarstýrislimur, deknur, sjúkrakassaformaður og alt møguligt annað. Men tá ið lærararnir fingu minni at siga í samfelagnum, kanska av ungdómsuppreistirinum í trýssunum, har vit settu spurnartekin við autoritetar, so fóru menninir burtur frá lærarayrkinum og kvinnurnar yvirtóku. Nú er lærarayrkið ikki so lokkandi meira hjá monnum, tí møguleikarnir fyri at glíða yvir í leiðslustørv innan lærarayrkið eru ov fáir.
Hví lægri løn?
Hví fáa kvinnur lægri løn enn menn? Onkur vil vera við, at tað er vegna tað, at tær starvast í serligum størvum, sum eru láglønarstørv burturav, men Jytte Larsen, sum er søgufrøðingur og arbeiðir í einari granskingarverkætlan sum greinar javnstøðulóggávuna í Danmark frá grundlógini til dagin í dag, sigur, at granskingin vísir, at grundleggjandi orsøkin er, at kvinnur altíð hava verið bíligari arbeiðsmegi enn menn. Tað ber ikki til at siga, at tað er bara vegna tað, at tey siðbundnu kvinnufakini eru ein leingjan av tí frammanundan ókeypis húsarbeiðinum.
Søgan vísir nevnliga, sigur hon, at tey fyrstu fakini, sum vórðu hildin at vera kvinnufak, vóru fak, har kvinnur skuldu stríðast við menn í sama faki fyri yvirhøvur at fáa eitt arbeiði td. lærarar og flakakvinnur.
Longu í 1867 sita teir í Fólkatinginum og forhandla seg fram til, at kvinnur skulu hava millum 2/3 og helvtina av mannfólkalønini. Orsøkin er, at tað bara eru tær ógiftu kvinnurnar, sum sleppa at arbeiða lønararbeiði, og so heldur man bara at ógiftar kvinnur ikki hava somu økonomiskan tørv sum ein maður, sum skal forsyrgja sínari familju og tí má hava hægri løn.
Teir vóru elitan í samfelagnum. Teir vóru yvirhøvdið í familjuni og sótu á politiska valdinum. Og tað er hetta eftirsleipið, vit sita við enn tann dag í dag. Ólíkaløn bleiv so at siga stovnsfest.
Hví hava kvinnur láglønarstørv? Kanska tí at tær vera hildnar at vera óstøðug arbeiðsmegi. Kvinnan verður við barn, hon tekur mesta barnsburðarfarloyvið, hon vil hava fleksibul størv fyri at kunna taka sær av familjuni, og man tað ikki vera tí, at so stórt tal av føroyskum kvinnum arbeiða niðursetta tíð, sum so aftur sæst í lønini? Í kanningini hjá Hagstovuni í 2008 sæst, at 80% av monnu arbeiða fulla tíð og 46 % av kvinnum.
Í galluppkanning, sum Demokratia læt gera seinast í 2017 kom fram, at tað framvegis er kvinnan, sum keypir húsarhaldsvørurnar, ger døgurðan, vaskar klæðini, ger reint, fer til lækna og tannlækna við barninum, er heima við sjúkum barni osfr. Onkur bati er – treyðugt so, men als ikki so stórur, at tær nú kunnu kenna seg ájavnt við mannin heima við hús.
Arbeiðsumstøður
Politilogurin Hanne Marlene Dahl hevur greinað heimahjálparaarbeiði 1943-95 og er komin fram til, at arbeiðið sær fullkomiliga øðrvísi út í dag, tí at eitt marknaðarorienterað stýringsamboð, New Public Management, hevur gjørt sína innrás. Her verða arbeiðstíðir reguleraðar, og arbeiðsinnihaldið verður standardiserað soleiðis, at tað verður gjørt til nærum manuelt arbeiði. So tað kvinnuliga arbeiði, sum av fyrstan tíð var grundað á menniskjakunnleika, verður í dag gjørt til eitt slag av ídnaðararbeiði.
Tað hevur við sær, at arbeiðið verður gjørt so einfalt sum gjørligt, soleiðis at tað verða til nakrar praktiskar arbeiðsfuntktiónir. Tað, sum man ikki fær við er, at tá ið ein heimahjálp dustsýgur og ger reint hjá einum gomlum, so snýr tað ikki bara um at dustsúgva ella gera reint, men um at ansa eftir liviumstøðunum hjá tí gamla, hvussu klárar viðkomandi seg, kunnu tekin vera um sukursjúku, taka tey ov nógvan heilivág, hava tey tunglyndi osfr, og tað sama er galdandi fyri øll øki innan umsorgan, røkt ella ansing.
Hendan sparingin og effektiviseringin kann hava við sær, at arbeiðsfólkið missir hugin at arbeiða, tey fáa strongd, fara í sjúkrafarloyvi ella gevast.
Nógv í almennum størvum umhugsa at fara úr arbeiði, tað kann vera av vánaligari løn ella av vánaligum arbeiðsumstøðum. Í Føroyum tykist tað sum nøgdsemi er stórt á arbeiðsplássum, tað sæst í kanning, sum Heilsurøktarafelagið hevur latið gjørt í 2014 og eisini í einari galluppkanning, gjørd í 2016, har fólk søgdu seg gleða seg yvir at fara aftur til arbeiðis, hóast tað vísti seg, at gleðin var størst hjá teimum hægstløntu.
Eg dugi ikki at siga, hvussu støðan er í dag, men eg havi varhuga av, at tað er ónøgd við arbeiðsviðurskiftum á heilsu- og sosiala økinum.
Í vesturheiminum er nógv skorið niður upp á vælferðarskipanir, og tað hevur ávirkan á serliga kvinnurnar, tí at tær skulu renna skjótari á arbeiðsplássinum, starvssetanirnar eru ótryggari, tú verður sett í fyribils starv ella tíðaravmarkað starv, sum ger, at tú ikki fært eina skipaða tilveru, har tú td. veitst hvar tú flótar í framtíðini, ongin vil geva tær lán upp á eina íbúð, hvussu fer tín pensjón at síggja út, tá tú verður gomul og mangt annað.
Tú hoyrir dag og dagliga um strongd á arbeiðsplássinum, og hetta er nakað, sum eigur at verða kannað í Føroyum, hvørjir fakbólkar eru serliga illa fyri, hvat kann gerast fyri at loysa trupulleikan osfr.
Lønargjógvin
Í kanning gjørd í 2008, sum Hagstova Føroya gjørdi av útvaldum arbeiðsplássum í Føroyum, varð komið fram til, at miðal tímalønin hjá monnum er 16,3% hægri enn hjá kvinnum, og hetta samsvarar væl við tølini í hinum Norðanlondunum.
Menn átaka sær ofta størv við menningarmøguleikum og ofta leiðarastørv. Kvinnur hava ofta umsorganarstørv og rutinuarbeiði, hetta eru samstundis størv, sum krevja lægri og meðal útbúgvingar, og har ið møguleikarnir fyri at koma í hægri starv ikki eru stórir.
Tosað verður um horosontalt og vertikalt arbeiðsabýti. Horosontalt arbeiðsbýti er, at munur er á arbeiðsuppgávum, menn arbeiða í privata geiranum, teir arbeiða við framleiðslu. Kvinnur arbeiða í almenna geiranum og taka sær av endurframleiðsluni. Fólk kunnu hava somu útbúgving og sama arbeiði, men kortini er innihaldið av arbeiðnum ymiskt, menningarmøguleikarnir ymiskir og lønin ymisk.
Vertikala arbeiðsbýtið sipar til býtið av leiðslu og ábyrgd, altso hierarkiið millum starvsfólk og leiðslu. Og har er greitt, at menn hava flestu leiðslustørv og harvið hægri løn.
Bæði horosontala og vertikala arbeiðsbýtið gera, at tað skapast ein lønargjógv, hvørs størsta eyðkenni er kyn, men at tað letur seg gera at bøta um hetta eru seinastu atgerðirnar í Íslandi prógv um.
Í 2017 samtykti íslendska altingið ein sokallaðan líkalønsstandard, sum kom í gildi við lóg 1. januar 2018.
Hetta merkir, at virki og stovnar, har 25 fólk starvast í miðal gjøgnum árið, skulu prógva, at tey gjalda líka løn fyri sama arbeiði ella arbeiði av sama virði.
Ísland er sostatt fyrsta land í verðini, har arbeiðsgevararnir skulu prógva, at teir gjalda líka løn til menn og kvinnur.
Arbeitt hevur verið við at menna ein líkalønarstandard, sum liggur til grund fyri at finna virði á arbeiði. Líkalønarstandardurin hevur reglur og leiðbeiningar, sum greina lønarstrukturin á einum arbeiðsplássi, harvið tryggjar man sær, at tað verður fastsett ein løn fyri sama slag arbeiði á einum arbeiðsplássi. Avgerðir um løn skulu takast út frá førleika, royndum og ábyrgd.
Tá ið leiðslan á arbeiðsplássinum skal seta líkalønsstandardin í verk, so skal hon definere lønarpolitikkin á arbeiðsplássinum, hon skal greina lønirnar fyri at finna útav, um kynsgrundaður lønarmunur er á arbeiðsplássinum. Tað verða sett 4 ár av til at seta hetta í verk, alt eftir hvussu stórt virkið er, og tá tað er farið, ber til at geva arbeiðsplássum bót fyri ikki at liva upp til krøvini um líkaløn, bótin er uml. 3000 kr um dagin.
Tað verður ikki mett, at hetta fer fullkomiliga at loysa trupulleikan við kynslønarmuni, men tað verður hildið, at munurin fer at minka nógv, og at eitt opið orðaskifti um løn fer at gera tað verri og ikki góðtakandi at gera mun. Eisini er rákið soleiðis í dag, at tað fer at verða hildið at vera eitt pluss fyri eina fyritøku, at hon rinda líka løn fyri líka arbeiði.
Í Føroyum hevur Fíggjarmálaráðið sett ein lønarbólk niður, sum m.a. skal kanna og koma við einum áliti um virði á arbeiði. Tað keðiliga er, at hesin lønarbólkur ongan veg er komin, so her mugu fakfeløgini streingja á fyri at fáa hann at fara til verka. Tað hevur eisini týdning, at landsins myndugleikar skilja, at tað kann fara at fáa vanlukkuligar fylgjur fyri arbeiðið á heilsu- og sosialøkinum, um hetta ikki verður tikið í álvara. Vit hoyra eisini, tá ið verkfall eru innan hesi øki, at nú seta sjúkrarøktarfrøðingar ella námsfrøðingar okkum øll í stóran vanda. Men um so er, at hesi arbeiðini innan tænastuvinnuna eru so týðandi, at vit eru beinleiðis í vanda, so er tíð uppá at gera broytingar og seta virðini upp. Líkalønin kom í sjeytiárunum, men enn hava vit ikki reella líkaløn.
Tá ið verkfall hjá SOSU-assistentum rakti í Danmark í 2007, var Dennis Kristensen formaður í felagnum. Hann stóð nokkso einsamallur við tí meining at fyri at loysa ólíksstøðuna hjá hesum lønarbólki í mun til aðrar lønarbólkar, so máttu politiskar atgerðir gerast. Hann helt tað vera ógjørligt at gera seligar kvinnuloysnir við tí mátanum, sum man forhandlar í almenna geiranum. Hann helt, at samfelagið átti at taka viðábyrgd fyri at loysa trupulleikan. Vit vera noydd at innloysa tað skuldarprógv, sum kvinnurnar hava havt liggjandi frá samfelagnum í nógv ár, segði hann tá.
Nýggjur javnstøðupolitikkur
Tað hevur týdning at gera upp við siðbundnu fatanina av, at mansarbeiði hevur størri virði enn kvinnuarbeiði. Eitt er at tit, sum arbeiða siðbundið kvinnuarbeiði duga at síggja virði á arbeiðinum, tit gera, tað hevur faktiskt ógvuliga stóran týdning, tí annars hevði ongin broyting komið. Hinvegin er tað ikki nóg mikið, tí tað er alneyðugt, at vit á politiska pallinum gera broytingar sum td. í Íslandi fyri at minka um lønargjónna millum kynini.
Hetta er avgjørt ikki nøkur løtt uppgáva: vit hava kynsuppbýttan arbeiðsmarknað, sum kann gera tað trupult at samanbera arbeiði, vit hava býti millum alment og privat, har privati arbeiðsgevarin er fríari stillaður at bjóða ymsar lønarpakkar, sum kann gera tað trupult at gjøgnumskoða, hvat hvør einstakur tjenar, og hvussu skalt tú samanbera skiftivaktir, at arbeiða dag- og kvøld og nátt?
Tað er ein trupul spurningur, sum vit millum annað sóu koma fram, tá ið námsfrøðingarnir fóru í verkfall. Hvør eigur størri lønina, hon sum hevur útbúgving ella hon, sum hevur fleiri royndir? Men at tað letur seg gera, síggja vit dømi um úr Íslandi.
Og tað er ikki bara í Íslandi, at politiski myndugleikin hevur gjørt sær greitt, at okkurt má gerast. Eyðgunn Samuelsen, landstýriskvinna í almannamálum undan Elsebeth Mercedis, legði fram álit um javnstøðupolitikk, har eitt av fokusøkjunum var arbeiðsmarknaðurin og at eitt av málinum, ið arbeiðast skuldi við júst var kynsuppbýtti arbeiðsmarknaðurin og lønarspurningurin, har gjógv er millum lønina hjá monnum og kvinnum vegna kyn.
Tað var ógvuliga greitt í seinastu verkføllunum, at júst hetta var ein av høvuðsspurningunum: at kvinnur vildu virðismetast fyri sítt arbeiði og at virði av arbeiði í einum samfelag er ásett við løn.
Júst hetta at arbeiða við fakfelagsspurningum er av stórum týdningi, um nakað skal broytast í løn og arbeiðsviðurskiftum, tað eru fakfeløgini, sum skulu leggja trýst á og fylgja við arbeiðinum í lønarbólkinum og síggja til, at ætlaðu arbeiðini við nýggjum javnstøðupolitikki fara í gongd og verða gjøgnumførd. Og júst tí er tað so ómetaliga týdningarmikið, at vit fáa fleiri kvinnur at stilla upp til kommunuval og løgtingsval. Tí tað eru tit kvinnur, sum fyrst og fremst merkja sviðan av ikki at verða virðismettar á jøvnum føtum við menn.
Val hevur verið útskrivað á bókasøvnum um alt landið. Eg havi fingið nøkur úrslit og kann beinanvegin konstatera, at í mun til vaksnamannavalið, ið verið hevur, ganga børn fult og heilt inn fyri javnstøðu.
Pippi Langsokkur vann sannførandi við 125 atkvøðum.
Úrslitini eru nú komin, og fínteljingin er av, og hesi eru vald inn á barnatingið:
1 Pippi Langsokkur 125 atkvøður
2 Luddi og Lundisa 122 atkvøður
3 Herviligi Henry 99 atkvøður
9 Gruffalo 50 atkvøður
10 Vinni vespa 30 atkvøður
11 Wilbert 27 atkvøður
12 Mamma Mu 26 atkvøður
Hóast valið er sera javnt millum kynini, so er greitt, at dreingjafigurarnir hava fingið væl meira av atkvøðum enn genturnar. 391 atkvøður móti 254, so hóast Pippi er fremst, so vinna dreingirnir í atkvøðutali. Hetta er galdandi bæði á bygd og býi, so her hava atkvøðurnar í høvuðsstaðnum ikki gjørt stóran mun. Spurningurin er, hvat er at gera við hetta? Kynskvoteringar hava verið brúktar í uppstillingini, so her er onki at koma eftir. Vit noyðast helst at smyrja okkum við, at dreingir sum heild eru populerari enn gentur.
Um vit fara inn í eina nærri greining av atkvøðubýtinum, so er umframt hetta, at børn ganga fult og heilt inn fyri javnstøðu, eisini lætt at síggja, hvørjar persónseginleikar børn seta hægst: dirvi, at vera seg sjálv, rættvísi, ans fyri náttúruni og so eisini hetta at vera eitt sindur illavorðin viðhvørt.
Fýra tey fyrstu valevnini geva greitt boð um, at hetta eru eginleikar, sum børn velja fram um aðrar.
So er eitt lítið lop niður til fimm tey næstu valevnini á listanum, hetta eru figurar, sum umboða kvinnur, sum ikki lata seg kúga av kúllasligum dreingjum sum Herviliga Henry td., men børn vilja eisini hava klemm og kærleika, og eitt sindur av spenningi og óhugna er heldur ikki av vegnum, tí okkurt skulu vit hava at søta okkum tilveruna við. Lívið er jú so fjølbroytt.
Eitt, sum vekir ans, nú so nógv verður tosað um kynsskifti niður á 6 ára aldur, er, at børn geva kynsleysum sína atkvøður: lítla og stóra skrímsl hava fingið heilar 57 atkvøður. Hetta átti at givið øllum nakað at hugsa um.
Tey trý seinastu á listanum sleppa eisini inn í barnatingið, tí gáttin er lág, men tey eru ikki nakrir svervektarar, og hvør kann siga børnini ring fyri tað, eg meini so við, hvør er hesin Wilbert? Og hvør er góður við vespur? Og neyt – eru tey ikki bara nøkur neyt?
Men kanska áttu vit at lært børnini, at vespur eru góðar fyri náttúruna, og frá kúm fáa vit mjólk og kjøt (altso bara tey sum ikki eru veganar), men Wilbert, honum flættast ikki við. Hann er fullkomiliga seg sjálvur, hendan, ið skrivar, hevur undrað seg yvir, um hann man hava stillað upp fyri Framtakið!