Filmsframvísing var í bygdarhúsinum í Nólsoy í gjár. Ein av okkara ungum í familjuni, Dina Poulsen, hevði verið á skeið úti í Nólsoy í filmsgerð. Klappari var hon, og tað hevur sanniliga stóran týdning fyri filmsgerðina, annars kann lættliga sperðil koma í, tá klipt verður.
Filmurin æt nakað so vaksið sum Til deyðin okkum skilir. Tey høvdu arbeitt við suspense, krimi, spenningi og nógvum øðrum ræðuliga óhugnaligum tingum.
Her stendur ein partur av filmsfólkunum uttan fyri Á í Nólsoy, sum sjálvandi hevði latið upp, sjálvt um tað var sunnudagur. Har vóru jú kundar uttanfyri!
Øll verða bjóða vælkomin við hesum skeltinum. Gud viti, um eg hevði fingið Sørvágs bygdaráð at sett slík skelti upp í mínari bygd.
Eg havi ongantíð verið í Nólsoy fyrr, og eg má siga, at eg var hugtikin. Eg veit ikki, hvussu tú lýsir hesa bygdina rættvíst, men tað er okkurt slag av blandi við skemtingarsemi, vágafýsni, kreativiteti, skítáhvat hini siga, finnuppá, fáatað stuttligastaburturúrøllum. Havi ongantíð verið í so sermerktari bygd áður, má eg siga.
Bara skeltið NÓLLYWOOD, eg meini so við, bygdaráðið í Nólsoy má vera mega við uppá alt! Á forrestin, bygdaráðið í Nólsoy er í Havn …
Her er nýtt og gott gamalt blandað saman, og væl er blandað.
Har koyrdi ongin bilur, meðan eg var har, men nakrir stóðu parkeraðir ymsa staðni. Hinvegin koyrdu nakrar trillubørur, og tað vóru ikki bara onkrar trillubørur, men heilt serliga trillubørur. Vit hugsaði eina góða løtu, um vit skuldu taka okkum eina at hava við til Pridina, men hinvegin, man eigur ikki at stjala, og tað ber til at stjala hugskotið og gera sær eina sjálv.
Og eigur tú ikki húsdýr ella bara ikki tímir at passa tey, ja, so kanst tú bara seta tær standmyndir av teimum úti í garðinum. Tað er eisini so ólukksáliga nógv lættari, tá tú skalt út at ferðast, tú sleppur undan at plága gud og hvønn mann um at passa hesi ólukku dýr.
Ja, sjálvt nakað so einkisigandi sum ein parabol, fær heilt aðrar dimensjónir, ja, tú verður reint út sagt, so glað av at hyggja at fótbólti, tá tú hevur so stuttliga parabol!
Trý støð eru at fara inn í og fáa tær upplýsingar, sauna, sova, eta, drekka og hoyra tónleik. Trý støð í hesari megalítlu bygdini, sum bara telur eitt sindur meira enn 200 fólk.
Fyrst vóru vit í Kaffistovuni, og eg fekk kaffi og apple pie, og mátti klípa meg í armin, tí eg helt meg vera á onkrari kaffistovu á Nørrebro – vegansúpan og you name it. Har var alt! Og vit endaðu sjálvandi í Maggies, og tað gjørdu so mong onnur eisini.
Bara eitt vesi er á Maggies, og tað er fyri øll, tað boðar myndin á hurðini frá av einari kvinnu, sum eg ikki kenni, og Frank Zappa. Og tá hugsað verður um tað, so eru ørindini inni á slíkum staði nøkulunda eins, hvat kyn tú so ert, ella um tú ert eitt kyn í heila tikið.
Og hevur tú havt okkurt at dragast við inni á Maggies, so kanst tú bara stinga trupulleikarnar eitt vist stað, áðrenn tú fert út.
Eg hevði als ongar trupulleikar í Nólsoy, tvørturímóti, og filmurin var fínur! Og Dina Poulsen helt, at hendan vikan í Nólsoy var sera øðrvísi enn vikan, hon eina ferð hevði verið á Zarepta. Og hon ætlar sær aftur –
Til Nóllywood, altso.