Eldgos

Eg gloymi ongantíð setningin:

Nú er ikki neyðugt/ hjá mær at órógvast/ nú er tað hent/ sigur hann

soleiðis  hugsar 10 ára gamli drongurin í einari yrking í yrkingasavninum Århundradets kärlekssaga eftir Märtu Tikkannen (1978) í frálíkari týðing eftir Lauru Joensen (1998), tá ið pápin enn einaferð er dottin útí og ger gerandisdagin hjá familjuni ótolandi.

Hugsaði mangan um hetta, ímeðan eg týddi ungdómsbókina Vulkan eftir Zakiya Ajmi, sum nú er komin út á Bókadeildini. Pápin í hesari bókini er ikki drankari, men hann er harðligur, og gentan Kili og mamman hava verið noyddar at flýggja til kreppumiðstøð fyri kvinnur fyri at sleppa undan honum. Søgan lýsir á framúrskarandi hátt lívið hjá gentuni, sum skal fóta sær í nýggjum umhvørvi og nýggjum skúla, nú mamman og hon eru fluttar úr aftur kvinnuhúsinum. Hon hevur framvegis samband við pápan, men tá tey hittast endar alt aloftast við, at pápin oysir út av sínari ómegd og setir dóttrina í eina keðiliga støðu, har hon er noydd at verja bæði seg og mammuna:

“Men tú vilt heldur búgva hjá hasari helvitis heksini.”

            Eg pilki við tað lítla kettjupílatið. Har er aldrin nokk til øll kipsini. Tey síðstu má eg eta uttan. Har er ov nógv salt á.

            Pápi hyggur spyrjandi at mær. Sum um tað var ein spurningur.

            “Hon er mamma mín,” sigi eg.

            “Jú, jú, harragud. Men fyri tað kann hon vera ein helvitis heks.” Hann flennir og turkar sær um munnin við einum servietti. (bls. 120)

Søgan er nógv um sorg, vald og harðskap, men hon er eisini um kærleika og forelskilsi. Um alt tað, sum kann ganga av skriðjuni, tá tú ert so ung, men eisini um alt tað, sum er so gott, at tað kitlar í búkinum.

Í Føroyum hava vit sanniliga eisini trupulleikar av harðskapi. At døma eftir tølunum frá Kvinnuhúsinum er trupulleikin stórur. Í 2021, sum eru tey seinastu tølini, eg havi sæð, er talið av kvinnum, ið hava gist í húsinum 15 og tilsamans hava tær 16 børn.

            Um vit gera ein topp 10 lista yvir orsøkirnar til, at kvinnur venda sær til Kvinnuhúsið eftir hjálp, so sær hann soleiðis út:

1. sálarligur harðskapur (486)

2. hóttanir um harðskap (325)

3. annar harðskapur – útleigaari, arbeiðsgevari etc. (205)

4. rúsmisnýtsla (191)

5. likamligur harðskapur (182)

6. fíggjarligur harðskapur (176)

7. materiellur harðskapur (146)

8. sálarligir trupulleikar (131)

9. bústaðarviðurskifti (112)

10. ymiskar mentanir (112)

Harðskapsfremjarin er sum oftast maðurin ella fyrrverandi maður (maki).

Har eru fleiri aðrar orsøkir til, at kvinnur venda sær til Kvinnuhúsið, til dømis, stalking, neyðtøka og kynsligur ágangur (blóðskemd).

            Samanumtikið er harðskapur móti kvinnum vegna teirra kyn ein risa trupulleiki í okkara landi. Kvinnuhúsið førir miðvísa kampagnu á facebook um harðskap, har kvinnur sleppa til orðanna av greiða frá sínum lívi í harðskapsraktari familju.

Eg eri av tí áskoðan, at Kvinnuhúsið skuldi fingið nógv størri peningaligan stuðul frá landi og kommunum. Haraftrat skuldi Kvinnuhúsið ikki fingið harðskapsraktar menn at taka sær av oman á alt hitt, í staðin skuldi ráðgeving verið latin upp fyri monnum, sum eru fyri harðskapi, og sum sjálvir fremja harðskap.

            Frá almennari síðu er ein trongd til at stinga høvdið í sandin og ikki kalla ein spaka fyri ein spaka. Tað skal eita at veita hjálp til harðskapsraktar familjur. Harðskapur í parlagi og nærsambondum, eitur álit, sum varð gjørt í 2011, og hóast ætlanirnar eru góðar, so verður ikki eitt orð sagt um kynsgrundaðan harðskap í álitinum. Ikki eitt orð verður sagt um, at kvinnur eru serliga útsettar fyri harðskapi frá monnum, og so leingi at vit ikki vilja síggja í eyguni, at hetta er veruligi trupulleikin, at kvinnur verðar útsettar fyri harðskapi vegna sítt kyn, so klára vit ikki at loysa trupulleikan nóg væl.

At liva í harðskapi er sum at liva oman á einum eldgosi, tað kann fara í útbrot, nær tað skal vera, og sum Zakiya Ajmi tekur til um eldgos: Eitt eldgos kann vara alt frá fáum døgum til fleiri ár. (bls. 81)

So lesið Eldgos og stuðlið Kvinnuhúsinum!

Don´t dog your woman

Now men, don´t you dog your woman

You let that woman go out sometimes

Soleiðis sang amerikanski blues-gitaristurin, sangarin og lagskrivarin J.B. Lenoir fyrstu ferð í 1956, men tíverri er hesin boðskapurin enn ikki náddur til Føroya.

Hví eg sigi tað?

Jú, hygg bara eftir, hvør sleppur framat at siga sína hugsan um samfelagsviðurskifti í almenna rúminum.

Hesir viðgjørdu ting, sum ganga fyri seg í heiminum í dag

Hesir kjakaðust um tilfeingisrentu og tilfeingisgjald

Nei J.B. Lenoir hevur livað til fánýtis, tí hygg, hvør sleppur at verða heima hjá sjúkum barni í óavmarkaða tíð:

Liljan Weihe tók orðið í løgtinginum, tá aðalorðaskifti var um fiskivinnuna. Eg loyvi mær at sitera:

Eg sakni tó kjakið um kvinnur og vald – ella rættari vantandi vald.

Tað er ein stórur trupulleiki fyri javnstøðuna í Føroyum, at kvinnur er avskornar frá maktini. Vit hava framvegis ikki javna umboðan á Løgtingi, sum vit síggja.

Vit skulu bara tríggjar mánaðir aftur í tíð, so var ongin kvinna í Føroyum mett at vera nóg skikkað til at sita í landsins leiðslu. Ikki ein einasta.

Vantandi javnstøðan sæst eisini aftur í fiskivinnuni – har sum stóru virðini í samfelagnum eru. Kvinnur eru ikki partur av vinnuni – og luttaka heldur ikki í kjakinum um vinnuna.

Mín pástandur er, at mátin vit umrøða fiskivinnuna, ekskluderar kvinnurnar – helvtina av Føroya fólki. (Liljan Weihe)

Og eg má bara siga: Álvaratos tit, sum standa fyri kjaksendingum og øðrum sendingum um samfelagsviðurskifti, sum td. um fisk og tilfeingisgjald og byggivinnu og annað mangt: Please don´t dog your woman, tí: if she don´t, one day she´ll get away

Takk, frú formaður

Foto: Bjarni Árting Rubeksen

Fyri nøkrum døgum síðani hevði kringvarpið tey tíðindini, at nú fór formansskapurin í tinginum at koma við einum uppskoti um lógarbroyting av heitunum fyri løgtings- landsstýrisfólk og løgmann. Tíðindini vórðu løgd á facebook, og so vardi ikki lang tíð, fyrr enn øði kom í grindina.

Ufff!

Álvaratos!!!!!

Eru ikki størri mál á skránni enn hatta??

Maður merkir upprunaliga menniskja. Hvat er trupulleikin???

Har mangla eini 143 onnur kyn og hvørkikyn.

Støðið er høgt má sigast …

Løgkvinna riggar ikki! At vera løggutur er tað sama sum at vera ljótt ílatin …

Finnið eitt annað heiti, kanska tjóðovasti

Aftur fornermað konufólk

Tak teg saman genta

Lær teg at skilja týdningin av orðinum “maður”

Hví ikki gera okkurt vigtugt? So sum at hjálpa fólki?

Aftur eitt dømi, um at politikarar spilla tíðina upp á fjant og fjas

Megingæsakvigga

Seriøsur trupulleiki hjá høsnunum

Sera sera “visioner” samgonga, nógv stórmál á skránni

Valdskommiserur er hóskandi

Hetta er burtur úr rúgvuni, men samanumtikið er alt avgerandi hjá fólki, serliga monnum, at fáa fram, at hetta málið blokerar fyri øðrum stórmálum, hvør skal siga: formaðurin hevur lagt alt løgtingið lamið, tí nú skal bert hetta eina málið viðgerast.

Ein annar máti at fáa okkum burtur frá tí, sum uppskotið leggur upp til, er at tosa um okkurt annað: at so mugu vit eisini hava heiti fyri tey 143 ymisku kynini td., hvør skal siga, hetta er bara so langt úti!

Onkur hevur ikki hugsað seg ordiliga um og sigur, at løgkvinna riggar ikki, tí tað merkir, at hon er løggut, ok? Er Aksel V. Johannsen løggutur. Ikki tá eg hyggi at honum, nydiligur harri í vøkrum klædningi, og hann er løgmaður …

Og so eru tað teir, sum fyri tíggjutúsundu ferð skulu læra okkum kvinnur, at vit hava misskilt hetta við manni fullkomiliga, men ongin hugsar um ella vil ikki hugsa um, at hetta er komið í brúk, tá kvinnur als onki vald høvdu á nøkrum viðurskiftum, hvørki valrætt ella atkvøðurætt ella rætt at stilla upp til ting. Tá trýr fanin, at maður merkir menniskja, tí kvinnur vóru ikki menniskju!

So verður sipað til valdshungurin hjá kvinnum: tær ella kanska rættari Bjørt Samuelsen skuldi itið tjóðovasti ella valdskommiserur, og annars alt tað vanliga niðrandi sum gæs, høsn, fornermað konufólk og at enda genta: tak teg saman, genta, hvør skal siga, tú ert ikki turr bak oyrað og eigur ikki at sita har, tú situr.

Nógv vóru bilsin, tá Bjørt Samuelsen tók við starvinum sum løgtingsformaður. Hildið var, at hon hevði gjørt nógv størri nyttu sum landsstýrismaður. Eg var ikki ein teirra, eg helt, at hon hevði valt akkurát rætt og er eitt virðiligt umboð fyri tingið á sama hátt sum Marita Petersen var á sinni. Hetta uppskotið, sum nú verður lagt fyri tingið, prógvar, at hon situr ikki á reyvini og ger onga nyttu. Hetta ynski frá fólki um alt Føroya land, um at fáa hóskandi starvsheiti er endiliga farið á rull. Tað hevði so ongantíð komið víðari, tá Jógvan á Lakjuni var tingformaður, tí sum hann tók til: eg havi ongantíð følt, at tað var nøkur forðing at eita løgtingsmaður … Eg skilji teg so væl, Jógvan, tú ert jú maður.

So…e uttan mun til, hvussu tit skræða tykkum á sosialum miðlum, so arbeiða kvinnur við góðum treysti fyri at bøta um javnstøðuna og menn eru vælkomnir við.

Dagurin í morgin

Mín yngri bróðir plagar skemtandi at taka til, at tað eru bara eru tvey fólk í Føroyum, ið dáma Tom Waits: Marna og Sámal Ravnsfjall. Eg má rættleiða hann og siga at Oddfríður M. Rasmussen dámar Waits eisini.

Tá eg í morgun setti meg niður at gera mær ein playlista við sangum, sum hóskaðu seg til nýggjárið, kom eg fram á Day after Tomorrow, sum Joan Baez sang. Nú eri eg sera hugtikin av Joan Baez, bæði hennara rødd og spæli og eisini hennara politisku meiningum, sum grunda seg á at vilja frið í heiminum. Eg lurta altíð eyka væl eftir, tá ið Joan Baez syngur, og hesin sangurin fekk meg at hugsa um støðuna í heiminum, ja serliga støðuna í Ukraine og eisini støðuna hjá teimum neyðars hermonnunum, sum Putin hevur noytt út í eitt kríggj.

Eg veit at Joan Baez brúkar ofta tekstir hjá øðrum, so eg fór sjálvandi at kanna, hvør mundi hava skrivað hendan tekstin, og fann útav, at tað var Kathleen Brennan og Tom Waits. Joan syngur hann á plátuni av sama navni frá 2008, meðan Tom Waits syngur hann á plátuni Real Gone frá 2004.

Day after tomorrow er ein av teimum helst fáu beinleiðis mótmælissangunum, hjúnini Waits/Brennan hava skrivað, og snýr hann seg sjálvandi um Irak – kríggið, sum amerikanarar tross devul skuldu byrja undir følskum fortreytum væl at merkja. Á sama hátt sum kríggið móti Ukraina er byrjað undir følskum fortreytum.

Tom Waits fekk íblásturin til sangin, tá hann las í einum blaði um ein falnan hermann úr Rockford town, up by the Wisconsin border.

Sangurin er hjartanemandi – tú merkir inn á bein hendan longsulin hjá tí skjótt 21 ára gamla, at sleppa heim aftur. Hann hevur fingið bræv heimanífrá og telur nú dagarnar, til hann sleppur at síggja øll og at gera nakað so keðiligt sum at skumpa kava og raka bløð.

At kríggjast er strævið, og har er kalt, og hann er troyttir at lýða boðum. Hann veit ikki, hvat hann skal kenna av øllum blóðinum, sum er …

You can´t deny

the other side

don´t wanna die

any more than we do

What I´m tryin´to say

Is, don´t they pray

To the same God

That we do?

Tell me

How does God choose?

Whose prayers does he refuse?

Eg veit ikki, hví eg altíð blívi so ovurviðkvom, tá árið fær eina vend, men tað verði eg, og eg eri helst ikki einsamøll. Eg havi nógv at takka fyri, siti heit og fjálg innandura, lurti eftir tónleiki, skrivi og lesi, arbeiði og bindi, hava eina familju, sum eg elski yvir alt á jørðini. Og kortini, so kemur hendan sorgin í meg hvørja ferð, eitt nýtt ár skal byrja. Helst tí eg veit, hvussu trupult tað er, fyri at vend skal koma í: at tað sjálvt her heima hjá okkum eru fólk, sum hálova Putin og krígginum móti Ukraina. Hálova einum einaræðisráðharra, sum forfylgir øðrvísi hugsandi fólki av øllum slagi. Tankarnir fara at flákra út um mín egna dunnugarð, út í verðina, har fólk stríðast fyri lívinum, bæði so og so. Og eg kann ikki lata vera við at hugsa um meiningsloysi í kríggi. So fullkomiliga út um alt mark sinnisjúkt, at lata bumbur regna niður yvir eitt fólk og sjálv verða dripin í gerðini.

Hugdi at tí nýggja týska filminum Im Westen nichts Neues, sum á framúrskarandi hátt lýsir tað fullkomiliga meiningsloysi í, at menn verða sendir móti hvørjum øðrum í kríggj, ja girndin er so stór í generalinum, at hann sjálvt eftir at vápnahvíld er undirskrivað, sendir sínar menn at drepa aðrar teir seinastu fimtan minuttirnar, ið eftir eru, áðrenn  vápnahvíldin kemur í gildi!

Eg komi aldrin at skilja tað, og eg má siga sum Tom Waits segði um George Bush: Bush calls himself a wartime president, so if you´re anti-war you´re anti-Bush and if you´re anti-Bush you´re anti-war.

Eg sigi tað sama, skifti bara Bush út við Putin.

Tú kanst lurta eftir Tom Waits ella Joan Baez, alt eftir hvussu hýrurin er, tey eru bæði verd at brúka tíðina uppá. Ella sum eitt annað skilafólk segði: Make love not war!

Gott nýggjár!

Hví hí hí hí

Hvussu eg so royni, so komi eg ikki ordiliga í rætta jólahýrin. Valið oyðilegði mær hann. Men kanska tað batnar eftirhondini, tí valserfrøðingurin, sum øll siga er bæði undirhaldandi og góður, vissaði okkum øll um, at val í Føroyum bara hevur nakað við familju at gera; ja, vit fingu enn einaferð eina gjøgnumgongd av pápaeffektum og um mammubeiggjaeffektir og pápabeiggjaeffektir osfr. So nú fari eg at mæla til, at vit gevast at hava valupplegg um politikk næstu ferð, vit fara at velja, men bara leggja ættartræið út hjá teimum uppstillaðu, so vit kunnu finna útav, um vit evt. eru í familju við onkran av valevnunum. So er lagamanni at seta krossin.

Tað er kanska tí, at Tjóðveldi fekk eitt so semi vánaligt úrslit, tey ganga ikki so høgt upp í familju í Havn, sum úti á bygd.

Eg loyvi mær tó at halda, at øvut av td. Javnaðarflokkinum, so kappast tjóðveldisfólk um at skapa split í gonguna. Tað byrjar við, at onkur fer beint ímóti eini útsøgn frá flokkinum og sigur, at ja, sjálvandi skulu vit hava sáttmála við Russland, og onkur annar vil ikki lata seg stilla upp, sum øll væntaðu, fór at stilla upp, og ein vil sleppa inn í flokkin, sum er fólkafloksfólk, men tað síðsta er ikki so farligt, tí har eru nógv fólkafloksfólk í Tjóðveldi, og valið verður næstan broytt til eitt formansval: nú má Høgni frá, hann er so aggandi gamal, at tey ungu á Glasi kunnu ikki fyrihalda seg til hann vegna aldurdóm.

Gud forbarmilsi, hugsi eg við mær, viss Høgni er gamal, so eri eg á gravens rand …

Eg eri kedd av serliga tveimum tingum við valinum: kvinnurnar áttu at havt klárað seg nógv, nógv betur, og Tjóðveldi átti at havt framgongd á sama hátt sum hinir báðir andstøðuflokkarnir. Men so var ikki, og eg sigi sum í sanginum, tí at syngja var eisini populert í valstríðnum: Hví í í í og hví hí hí hí hí, hví í í í og hví hí hí hí og hví?

Javnaðarflokkurin stendur saman um sín formann og Framsókn um sína forkvinnu, Bárður var borin halakukk av sínum floksfólki, ja sjálvt Jóhan bar við, sjálvt um hann ikki hevur skikkað sær so væl alla tíðina, og Beinir, hann er so mega fittur og mildur og Jenis, hann er bara da shit: spennandi við undirgonguteorium og hóttanum um bál og brand, men Tjóðveldi, nei, her lades alt håb ude, í hvussu er, sá eg ongan klemma Høgna …

Valsendingin var góð og undirhaldandi, tey trý í studio saman við John vóru fín, serliga Doris Bjarkhamar. Hana mugu tit biðja aftur, men Jóannes Hansen: vælsignaði flytið hann í onkra sending um ættargransking, ella eina um kvinnumóta kanska, hann visti nógv at siga um, hvussu feminint kvinnurnar vóru ílatnar.

I wonder: Nær fara vit at tosa um politikk og greina politikk?

Flekka

Eg og dóttir mín, Tina, vóru á Listasavninum herfyri og hugdu at serframsýningini Landslagið í broyting. Spennandi framsýning, hóast eg bleiv við at venda aftur til ein lítlan málning hjá Ruth Smith av einari konu, sum situr undir kúnni og mjólkar. Hann eitur Í fjósinum og er útlántur frá Ruth Smith savninum í Vági. Eitt lítið vindeyga, ein básur, ein reyð og hvít kúgv, eitt júgur, ein spann, ein kona í reyðum kjóla og ein leypur.

Eg hugsaði beinanvegin um mammu mína, sum óteljandi ferðir hevur sitið undir okkara kúgv og mjólkað, morgun og kvøld.

Kúgvin æt Flekka og var sum eitt húsfólk, tað plagdi mamma at siga, og eg skilji hana væl, tí hvønn morgun vaknaði eg av, at mamma gekk niðri í køkini og kykaði og stákaðist og gjørdi klárt til at fara niður í kjallaran at mjólka kúnni. Alla tíðina hoyrdi eg, at tær prátaðu saman: Nú komi eg, Flekka, segði hon, muuuu, svaraði Flekka aftur úr kjallaranum. Skal bara fáa mær ein drekkamunn, so komi eg; muuu, ljóðaði aftur, og soleiðis gekk prátið ella rættari pjátranin aftur og fram teirra millum, inntil eg hoyrdi úrhurðina fara upp og aftur, og mamma var farin oman í kjallaran.

Mamma hevur helst ikki verið so fín sum tann á málninginum hjá Ruth Smith, og tó, hon hevur helst verið í kitli, tí tað brúktu konur tá, allarhelst mynstrutan og bestiltan úr Daells Varehus ella Messen.

Flekka var góðslig og sjáldsama ljót. Grá og hvít, rak sum ein heilag kúgv í India, men hon fekk nokk at eta, tók bara ikki uppá. Um hon hevði verið fólk, hevði hon prísað seg lukkuliga.

Hon mjólkaði væl, so har kom fólk á gátt allan fyrrapartin við spann í hondini, og so bleiv mjólk sílað niður í spannina, og mamma fekk pengar afturfyri, men hvussu nógv, tað minnist eg ikki.

Tá í tíðini lógu konur í køksvindeyganum og prátaðu við aðrar konur, sum gingu framvið. Tær høvdu helst verið heima og keypt breyð frá Skelling, sum bakaði breyð hvørja nátt, so sørvingar kundu fáa nýbakað afturvið temunninum. Og helst høvdu tær hoyrt eina góða samstundis, tí var tað nakað, Skelling var ekspertur í, so var tað at fortelja vanvittigar søgur.

Ein av hesum morgunum lá mamma í vindeyganum og tosaði við eina konu, sum var á veg út á Lið, knappliga hoyri eg hana lata vindeygað nokkso ilsliga aftur og siga: tví fyri kjaftin á tær. Eg øtaðist við og fekk at vita, at konan hevði sagt, at Flekka var ein góð kúgv og mjólkaði so væl, og konan hevði spurstungu, segði mamma. Tá var ikki hugsingur um at gugla og spyrja seg fyri, hvat hetta var, men í staðin vóru mamma og pápi okkara privatu gugulmaskinur og svaraðu, so frægt tey kundu uppá alt, vit spurdu um. So nú var bara at bíða og stúra fyri, at tað ringasta kundi henda: at Flekka datt oman, at hon slepti og ongantíð fór at mjólka so væl aftur ella okkurt tílíkt, men ikki veit eg, tað hendi ikki, so kanska hevði konan ikki spurstungu allíkavæl, ella hevði tað hjálpt, tá ið mamma bannaði.

Neytini frá húsunum hjá Rikku og Víka Peturi og allan vegin út eftir vórðu rikin út í Geilina, har tey gingu úti allan dagin saman við tarvinum hjá Heina í Húsi. Eg hataði at reka kúnna út til portrið í Geilini, lata tað upp og lova henni innum, og enn meira hataði eg og beinleiðis ræddist at fara eftir kúnni um kvøldið, tí tá vóru tær allar komnar oman til portrið og stóðu og bíðaðu saman við tarvinum at sleppa heim at verða mjólkaðar. Eg fái kulduskjálvta enn við tankan um at noyðast at lata portrið upp og lokka Flekku út ígjøgnum, altso bara Flekku og ikki hinar tjúgu, sum allar stóðu klárar og skitu á, um tað var ein nervaniðurbrotin smágenta, sum stóð har og ikki ein onnur, sum tær hoyrdu til.

So eg átti tíbetur eina eldri systur, sum fekk hetta lortajobbið nærum hvønn dag. Fjúsi – hvussu heppin kann man vera!

Og tá eg sigi lortajobb, so er tað við vilja, tí vegurin út á Lið og út í Geilini var yvirbroderaður við neytalorti, tær kappaðust um at skíta bæði út og heim, og tað var mangan onkur kona, sum ilskaðist inn á smágentuna, sum rak kúnna. Men hvat kundi hon gera? Tað var ógjørligt at forhandla við eina kúgv og biðja hana bíða, til hon kom heim í kjallaran og kundi skíta í flórin.

At mjólka og ambæta kúnni var kvinnuarbeiði tá, líka til menn fóru at byggja fjós og fingu sær nógv neyt. Tá yvirtóku teir neytini, tí tá vóru pengar í hesum. Um enn teir neyvan gjørdust millióningar.

Soleiðis hvarv eitt kvinnuyrki, sum var so vitalt fyri øll somul, uttan at nakar ordiliga gav sær far um tað.

Eg eri takksom yvir, at Ruth Smith fangaði hesa løtuna, sum hevur ein so friðarligan dám yvir sær. Ja, tað er næstan so, at eg hoyri mammu sita og murra, ímeðan hon mjólkar Flekku.

At reyta ella verða reytað

Eg var til gigtaviðgerð í gjár á Landssjúkrahúsinum. Ein viðgerð, sum tekur umleið seks tímar, har eg liggi á einari briks við nál í handarbakinum og posa við onkrari kemi í, dinglandi uppiyvir, og har tað spakuliga rennur ein dropi fyri og annar eftir, sum skal gera meg sum fjøruti aftaná.

            Á veg suður til viðgerðina lurtaði eg eftir Góðan morgun, Føroyar, og har høvdu tveir unglingar gjørt eina heimasíðu, har tú kanst reyta alt ímillum himmal og jørð: virki, tænastu í handlum og matstovum, læknar, upplivilsir av ymsum slag, ja, snøgt sagt alt, tú kanst koma í tankar um.

            Hetta ljóðar lokkandi, tí hvør hevur ikki sitið og hugsað: hvar finni eg ein elektrikara, sum ikki ger eitt lortaarbeiði, og sum ikki tømir alla bankakontuna? Ella ein skorsteinssópara, sum ikki snýtir meg upp um bæði oyru (eg havi hoyrt onkrar søgur um hetta í seinastuni).  Eitt timburmenniskja, sum er fitt á hondunum og ikki hevur tíggju tummilfingrar? Ella ein lækna, sum vil lova mær víðari, so eg fái abort? Absolutt, tað er lokkandi!

            Hinvegin, so veit eg, at eg kann bara spyrja meg fyri, eg veit, at eg ikki skal fara til Jenis av Rana at biðja um abort, ella eg veit, eg kann spyrja beiggja mín, hvør tað var, sum legði honum tekjuna á húsini, og um hann var vælgjørdur.

            Tað er sjálvandi munur á, hvussu nógvar kenslur tú leggur í alt hetta við tænastum. Verður tú frá tær sjálvari, um handilsmaðurin javnt og samt syngur og floytar og er í góðum lag, tí tú fært ikki hugsað fyri larmi, verður tú fratør, tí gentan við kassan sigur Hav ein góðan dag, tí tað er altso ikki føroyskt! Stendur tú við himmalvendum eygum, tí ongin inni á Jysk hevur tíð at taka sær av tær, so ikki nokk við, at tey hava skippað eitt gott gamalt føroyskt heiti, men so er tænastan versnað eisini!

            Ja, at døma eftir, hvussu vit bera okkum at á Facebook, so er ikki endi á indignatiónunum, ongin endi á okkara harmi, firtni og vreiði yvir, hví ongin vil lurta eftir okkum og okkara genialu meiningum. Tað er snøgt sagt óskiljandi.

            Eg eri eitt sindur bangin fyri hesari heimasíðuni, eg síggi fyri mær, at fólk og virki verða skammað so út, at tey mugu pakka í sekkkin og steingja, ja, fara til hús, tí ongin vil fara til handan skítbýtta læknan, sum ongantíð lurtar eftir, hvat eg sigi, ongantíð vil geva mær tær tablettirnar, eg havi lisið mær til á Netdoktor, sum eg skal hava fyri at koma fyri meg. ella handan skítbýtta tænaran og enn býttari matstovan, har tað tók ein tíma (!) áðrenn eg fekk matin, eg bað um.

            Eg sá einaferð ein film um ein lækna, sum var fráskild, tí maðurin hevði funnið sær eina yngri og penari, og sum bar seg eitt sindur ørt at í eina tíð, tí hon var sjálvandi sjúk av sorg og hatri. Tað gekk útyvir fakið, hon bleiv ill inn á sjúkingarnar eisini við tí úrsliti, at hon bleiv reytað á netinum, og sjúklingarnir góvust at ganga til hennara, og hon mátti gevast sum lækni og endaði sum almannaklientur … og og og …  Eg meini so við, hon snávaði eina tíð av persónligum trupulleikum, hon var ikki perfekt, soleðis sum vit vildu hava hana – á dumpin við henni!

            Nei, so ringt verður hetta hjá okkum ikki. Men eg veit ikki, eru junglutrummurnar givnar at trumma, eru vit givin at tosa saman og finna fram til, hvat er tað besta fyri okkum. Noyðast vit at finna øll svarini á netinum?

            Ná, aftur til Landssjúkrahúsið – eg fekk eina framúr viðgerð og tænastu, teppi um beinini, so eg ikki bleiv køld av at liggja so leingi. Kalt vatn, kaffi og spakuligan sjongur úr lurtinum. Smílandi sjúkrarøktarfrøðingar allar av kvennkyni, sum hjúklaðu um teg, løgdu høvdalagið niður, kodda undir høvdið, so tú fekst sovið eina løtu hesar seks tímarnar, so eg skuldi bara liggja har og syvja og lesa mína e-bók – eina uppbyggiliga eina, sum eitur For han ved ikke hvad han gør. Av og á hugdi eg út á Merkið, sum veittraði í vindinum, tí tað var tjóðardagur Noregs, og mátti at enda konstatera, at hetta helst var tað, sum teir í útvarpinum kalla hann kemur av ymsum ættum – sum aftur fekk meg at hugsa um neyðars útvarpið og alt, tey fáa oman yvir sín kropp. Eg plagi onkuntíð at skriva til tey, um eg eri ónøgd við okkurt, eitt hampiligt bræv, har eg leggi mín sak fram á ein hóvligan hátt, men kortini soleiðis, at ongin ivi skal vera um, hvat eg meini við, og hvat eg haldi, átti at verið gjørt øðrvísi, og eg fái altíð eitt pent aftursvar, sum sjáldan gongur mínum ynski  á møti, men har eg uggi meg við, at eg kortini havi rørt eitt sindur í dunnuhylinum, so næstu ferð fara tey at hugsa seg eitt sindur meira um. Man kann nie wissen …

Men hinvegin, tað er nógv stuttligari at sjeyma – slutsjeyma og newssjeyma – a facebook, meini eg.

Ná, so varð viðgerðin av, og eg leyp uppfrá sum ein gasella, tí gud veit, at virkar kemiin beinanvegin, bæði tann inni í kroppinum og tann ímillum meg og sjúkrarøktarfrøðingarnar, so um eg skal geva stjørnur, so fáa tey – øh, eg meini tær, 10 út av 10 stjørnum.

Glatað

Tá ið eg hugsi um tað, sum fyriferst í verðini, rættari sagt Ukrainu, í løtuni, noyðist eg at lurta eftir tónleiki ella lesa bókmentir fyri ikki at blíva dálkað av hesum æviga tíðindastreyminum úr sjónvarpi og útvarpi, sum fær meg at enda bara at resignera.

Tá er tað so gott at lesa góð orð, sum fara beint inn í hjartað og tosa til mín um, hvussu út av lagi sinnisjúkt hetta er, at kríggjast.

This is the sound of the planes in the night

Coming out of the darkness

And into the light

Shining alarmingly

Curiously bright

Eg síggi fyri mær børnini, sum fjala seg fyri bumbunum, sum gráta og skelva av bangilsi, tí tey als ikki skilja, hvat hetta er, sum hendir, og eg husi um ommusonin, sum spyr meg: Omma, fer tað nú at verða verðinskríggj? Ein so ófatiliga álvarssamur spurningur, sum eg royni at svara, men kortini ikki klári at svara erliga. Men hvussu skal eg gera fyri at sissa mín lítla drong, sum merkir á sær, at okkurt er ravruskandi galið.

This is the sound of the murderous drums

The marching of footsteps

The twisting of thumbs

Over and over

Again here it comes

Hjarta bløðir, tá eg síggi fólkini á flogvøllinum í Vágum, sum tykjast púra vilst. Og eru tey ikki tað? Smágenturnar, sum kanska ímynda sær hetta sum eina útferð, sum skjótt fer at enda, tá tey sleppa heim aftur. Smágentan, sum situr undir liðini á mammuni og umsetir fyri hana og greiðir frá um bumbubrestirnar í Kharkiv, tá hon í grundini átti at gingið í skúla heima og als ikki brúkt tíðina uppá at óttast fyri framtíðini, men bara fyri, um hon fór at fáa ta nýggju blusuna, hon hevur sæð í einum handilsvindeyga.

We´re lost

We´re lost

We´re lost

Og glatað eru vit øll, sum ikki skilja, at kríggj er eitt fjandans uppfinnilsi og aldrin gevur nakra meining. Glatað eru tey, sum stetla eftir vegunum fyri at sleppa sær yvir um markið til Póllands, sum fara fram eftir rommum, tí ein russisk granat verður skotin beint har, tey ganga, og glatað kenna tey seg, tí tey ikki hava ánilsi fyri, um tey nakrantíð sleppa heim aftur.

Tell me the story

´bout when you were young

I want to hear it again

Leave in the part

Where the hero gets stung

I want to savour it

I want to play it again

Lurta vit eftir teirra søgum um teirra lív, ella eru vit bara upptikin av at fortelja, hvussu góð og hjálpsom vit eru? Hvussu nógv fólk hava vit higartil drivið úr londunum av vanvidskríggjum? Nær fær hetta ein enda? Tá ið hetjan hevur fingið mønustingin?

This is the sound of the baby´s first breath

The dying of footsteps

The touching of flesh

To hold in your memory

To keep by your chest

We´re lost

So lost

Lost

Eg hugsi um mín ommuson, sum kom til verðina í januar, og sum vit øll elska. Hvussu heppin er hann ikki, at hann livir í einum landi, har kríggj ikki er brostið á. Og eg síggi, at ongin munur er á teimum føroysku og ukrainsku mammunum, tá tær leggja barnið at bringuni og rura tað í svøvn og royna at verja tað ímóti alskyns órógv, tó at kringumstøðurnar eru so út av lagi ymiskar.

Latið okkum royna at hugsa frið, so vit at enda ikki øll glatast, tað vilja Annie Lennox og eg.

Ein paralellverð

Ársins orð  í 2021 var sammóðir.

            Eg kann ikki lata vera við at smílast at hesum undarliga landi, vit búgva í. Samstundis sum politikarar á Føroya Løgtingi gera alt, hvat teir kunnu at sabotera eitt uppskot um sammøður, so velja føroyingar júst hetta orðið til ársins orð.

            Og vit eru stórt sæð púra samd um, at sjálvandi eiga øll børn at hava somu lívstreytir.  Sama tá ið samkynd sluppu at blíva borgarliga vígd, tá vóru fólk í Føroyum fullkomiliga samd í, at tað áttu tey at sleppa, men politikarnir teir grótu upp í spannir, tí tað gekk móti síðstu tíðum!

            Havi júst sitið og skriva eina uppgávu til setrið um Kristin í Geil. Eg veit ikki, hvussu ofta eg mátti steðga á og spyrja meg sjálva: hvat er í grundini broytt síðan 1900, tá ið Kristin í Geil skrivaðu spaltu upp og spaltu niður um, hvussu religiónin gongur hond í hond við afturhaldinum og vil fyri alt í verðini gera okkum ófræls? Ikki so ólukksáliga nógv.

1. akt

            Tann fundamentalistiski kristindómurin, persónifiseraður í Miðflokkinum, hevur nú hildið sína kleimnu hond yvir øllum, sum vil gera okkum fræls, í nógv harrans ár. Teir hava eisini bundið aðrar samgongur enn hesa á hond og fót og givið teimum munnkurv – so komið ikki for gott í gongd -men í hesari hevur hann harumframt lagt seg oman á alt mentanarlív, gjørt okkum til bumbumál og oman á alt sett bann fyri at loyva nøkrum broytingum, sum kunnu geva samkyndum eina tilveru, sum tey sambært mannarættindasáttmálum hava rætt til.

            Miðflokkurin hevur yvirtikið leiklutin hjá Sjálvstýrisflokkinum sum flokkurin, sum kann líma samgongur saman, men hann er túsund ferðir vandamiklari enn sjálvstýrisflokkurin, tí hann kann altíð buka okkum í høvdið við jesuspápanum. Um tú ikki gert so ella so, so er tað tí, at tú ert ein syndari.

            At hoyra Steffan Klein Poulsen gera seg til talsmann fyri kvinnurørsluna og teirra stríð fyri javnrættindum, har á løgtingsins røðarapalli, fær tað at venda sær í mær, tí maðurin hevur ikki hønuskil fyri, hvat kvinnurørslan stendur fyri: Stendur hann ikki har og pástendur, at kvinnurørslan er hótt av transpersónum, og eg veit ikki hvat. Tí nú fara nakrar transkvinnur at taka 1. plássini í ítróttarkappingum, har kvinnur dystast.

            Hesi brøkdeilsprosentini av transkvinnum, sum ikki kunnu samanberast við tey steffantastisku prosentini hjá miðflokkamanninum, sum evt. fara at verða framman fyri í onkrum ítróttarkappingum, eru ikki stórt øðrvísi, enn tá ið Therese Johaug bukar einar hundrað kvinnur á skíðum av og er so klárt nummar eitt hvørja ferð. Og mær vitandi, er Therese Johaug ikki transkvinna. Tá næsta transkvinna strýkur við sigrinum í onkrari elitu-ítróttargrein, so eiga feministar at jubla av gleði, tí tá samanum kemur, so liggur óivað eitt tógvið stríð aftan fyri hetta væl uppiborna heiðursmerki.

            Tað er hugvekjandi at hoyra hesi fólkini, sum elska at hata feministar, men samstundis glaðiliga gíslataka kvinnurørsluna, tá ið tað passar í teirra hatska narrativ.

            Sig mær eitt, hevur maðurin onki millum oyruni? Eitt av størstu eyðkenninum við kvinnurørsluni er, at hon altíð hevur tikið partí fyri minnilutum og kúgaðum: kvinnum, børnum, gomlum, fólk við breki, svørtum, upprunafólki, samkyndum, transpersónum, ja, øllum bólkum, sum eitt konservativt tilafturskomið land roynir at kroysta niður.

            Allan henda langa teinin rundan um kvinnurørslur og transpersónar brúka hesir menn fyri at sleppa undan at koma aftur til tað, sum málið í veruleikanum snýr seg um: sammøður!

            Tíbetur – tíbetur sigi eg bara, eru tað fólk, sum ikki vilja vera við í hesum glantrileikinum á tingi meira: Annika Olsen og Johan Dahl eru mínar hetjur, sjálvt um eg aldrin í lívinum kundi funnið uppá at valt teirra flokk.

2. akt

Glantrileikurin er fullkomin, tá ið landstýrisfólk fara at spæla sær við demokratiið, sum var tað ein tilboðsvøra.

            Eg eri ólukksáliga kedd av, at okkara landstýriskvinna í javnstøðumálum læt seg draga upp á tráð eftir boðum frá patriarkunum. Hin mannin hevði eg ikki væntað annað av. Men hini duga eisini sínar leikir, Heðin Zachariassen lovar Anniku inn aftur. Løgmaður sigur, at fólk kunnu atkvøða, sum tey vilja, og hervið hevur fólkaflokkurin við sínum taktikki bjargað sambandsflokkinum frá at verða totalt sperlaður av sínum egnu.

            Glantrileikurin var eitt flopp, um tú hugsar sum fólkaflokkurin, hann var ein tragedia, um tú hugsar sum miðflokkurin, men hann var ein sigur fyri Føroya fólk, um enn vit, sum sótu á fyrstu parkett kundu staðfesta, at politikarar enn eina ferð hava megnað at máa burtur virðingina fyri Føroya Løgtingi.

Nú bíða vit eftir 3. akt, men eg má bara enn einaferð staðfesta, at fólkið í Føroyum er so langt framman fyri sínar politikarar – ja, tað er sannheit at siga flóvilsigt at lurta eftir hesum konservativu, religiónssteffanatisku monnunum á tingi, sum liva í einari paralellverð, langt burtur frá sínum fólki.

Tað letur seg gera

Í fyrradagin, tá eg kom aftur úr arbeiði og fór inn í Á-handilin, sum eg ofta geri, tá eg komi til Sørvágs, visti eg, at tvær av okkara rithøvundum høvdu fingið Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs, so lagið var gott, kunnu tit ætla.

Onnur teirra hevur skrivað ungdómsbók, har ið sjúka, deyði, umhvørvisvandar, men eisini gleði um at liva, eru í miðdeplinum. Hon vendir sær beinleiðis til nútíðar ungdóm, sum stríðist við eksistensiellar og eisini sera veruleikanærar spurningar um, hvussu vit fara við hesari klótuni, vit liva á.

Eg síggi meg sjálva aftur í einari av mammunum í frásøguni, sum roynir at skilja hetta, sum roynir at gera onkrar smáar broytingar og ábøtur, sum hon heldur kanska fara at hjálpa, men tann unga dóttirin heldur ikki, at mamman ordiliga hevur skilt boðskapin, og soleiðis kenni eg meg eisini viðhvørt, eitt sindur maktaleysa, tí hvat kann eg gera?

Tá eg komi inn í Á-handilin er tað fyrsta, eg síggi, ein spann frá Amnesty, har tú kanst leggja stearinljósstubbar í, sum síðan verða smeltaðir og brúktir aftur. Tá eg havi keypt mítt økologiska kaffi, grótbreyð og annað mangt, so varnist eg, at eg, sum ikki einaferð, havi gloymt at taka tasku við mær. Men hvat? Ráð eru fyri tí, tí nú kanst tú lána tær eitt net í handlinum, sum er seymað úr endurnýtslutilfari, tað kann hava verið eitt tjald á G ella ein dúkur á Hafnia ella okkurt heilt triðja. Hetta er eitt genialt hugskot. Hattin av fyri Dugna og Á!

Ein dropi í havinum kanska, men kann kortini, sum tey siga í lýsingini av átakinum, verða við til eina hugburðsbroyting.

Var á fundi eitt kvøld í vikuni, góður fundur og nógv góð hugskot vóru at hoyra, men so vóru tað tey, sum við grátirødd tosaðu um, hvussu vánaligt alt var í kommununi, hvør skal siga: her lades alt håb ude.

Her hugsi eg beinanvegin, hví grenja, hví ikki bróta upp um armar og fara í gongd við tað, sum man heldur eigur at broytast og betrast. Broytingar koma ikki eftir einum degi, men tað letur seg altso gerast.

Fyrsta treyt er, at vit eru góð við okkara bygdir í kommununi, at vit ikki tosa niðursetandi um alt, sum fer fram, og bara draga tað fram, sum ikki virkar. Tí sjálvandi er nógv, sum ikki virkar, og sum átti at verið betri. Sjálv kann eg blíva frá mær sjálvari av irritatión yvir allar fløskurnar og dósurnar, sum verða tveittar inn í mín garð aftaná eitt vikuskiftið, men hinvegin, so sigi eg við meg sjálva: gott er, eg samli tær saman og selji tær í Rúsuni (tað eru ikki sodavatnsfløskur, skal eg heilsa og siga) ella eg kann forera SÍ fløskurnar, so tey fáa nøkur oyru. Ella eg kundi gjørt mítt arbeiði betri í kommununi og sett fleiri ruskíløt upp!

Eg øsi meg hvønn dag yvir hundalortar í garðinum, tí eg fái vitjan hvønn morgun av einum haltandi svørtum hundi, sum hevur misskilt okkurt viðvíkjandi mínum garði, tí hann heldur hann vera eina vesikummu. Eg kann sjálvandi leggja meg á lúr og renna eftir hundinum og tveita okkurt eftir honum, ella eg kann gremja meg inni á sørvágsbólkinum á facebook, væl at merkja uttan úrslit, men lívið er ov stutt til grenja, so í staðin havi eg keypt mær plasthandskar og taki hundalortarnar upp sjálv. Ikki nøkur ynskistøða, betur var, um hundaeigarin fór sær ein spasseritúr við sínum hundi og hevði plasthandskar við. Ein fullkomin win win støða, tí so slapp eg undan lortaarbeiðinum, og hundaeigarin og hundurin fáa báðir motión.

Tað eru tekin í sól og mána, at okkurt er við at flyta seg, og okkurt hevur enntá flutt seg fyri langari tíð síðan. Tá kommunan fyri fleiri árum síðan fekk sett í verk at hita skúlan við sjóhita, var tað slóðbrótandi í allar mátar. Tá fólk nú fara at savna tálg og brúka hana í staðin fyri oljuna í nýggjársblikkunum, er tað vegna vaksandi tilvit um náttúru okkara og eitt ynski um at fara væl um. Tá ið vit sita á bygdaráðsfundi og taka fram spurningin um, hvussu okkara komandi kommunalu bygningar skulu hitast, so er tað eisini vegna eina hugburðsbroyting, sum er farin í gongd.

Nú verður skjótt kommunuval, og eg ætli mær at stilla upp aftur. So fæst at síggja, um borgarar halda, at eg kann gera nakra nyttu í fýra ár aftrat. Eitt er vist, ein grøn kommuna stendur hægst á mínum ynskilista. Vit eru farin í gongd, men vit kunnu gera nógv meira. Kommunan eigur at lurta eftir fólki, sum veruliga hava nakað upp á hjarta fyri at betra um umhvørvið og skapa betri trivnað. Vit gera tað longu í ein vissan mun, men kanska áttu vit at havt eina nógv meira tilvitaða støðu til okkara umhvørvi, tí hetta er eitt álvarsmál, sum vit hava ábyrgd av øll somul.