Ein skrubbforvirrað tíð!

top_folk

Hvønn sunnudag prædika prestar í kirkjunum í Føroyum.

Vit, sum ikki ganga so nógv í kirkju, vita ikki, hvat teir prædika um, men vit hoyra av og á okkurt, av tí at gudstænastur jú verða sendar í útvarpinum.

Bergur Debes Joensen, prestur, hevur, sum so mangir aðrir prestar, ta greiðu fatan, at hjúnalagið er til fyri at 1) seta børn í verðina, 2) hava ein at vera saman við og 3) at fáa bæði andaligan og kynsligan kærleika frá mótpartinum.

So far so good.

Hjúnalagið er grundað í Bíbliuni, sigur Bergur, nærri frásagt í Fyrstu Mósebók, øðrum kapitli, ørindi 24, har sagt verður, at maður skal fara frá mammu og pápa sínum og halda seg afturat konu síni.

Tí, sigur Bergur, er tað synd at liva saman ógift, at liva saman við sama kyni, at vera ótrúgv, at brúka porno og at skiljast.

Men alt hetta er nú farið á rull, sigur Bergur, tí verða vit so skrubbforvirrað!

 

Tíðin er forvirrað – ja, skrubbforvirrað. Menniskju vita ikki, hvat vendir upp, og hvat vendir niður. Vita ikki – heldur ikki tey lærdu! – hvat kyn er, og finna nýggjar samlívseindir og noyða málfrøðingar at uppfinna nýggj orð, sum samsvara nýggja hugburðinum. Og tað ger bara forvirringin alt størri, tí har eingin haldgóð grund er, har er einki at byggja á.

(http://www.folkakirkjan.fo/Default.aspx?pageid=6203&NewsItemID=24281).

 

Úrslitið av skrubbforvirringinum er einsemi, tunglyndi, stríð, fíggjarligur missur, fosturtøka, harmur og ring samvitska og lág sjálvkensla.

Bergur veit, hvør lekingin er: at trúgva upp á Várharra, so er vón fyri tær. Trúgvin fer at venda øllum á aftur, tú verður ikki einsamøll longur, tú verður glað, hevur onki stríð, og klárar teg væl fíggjarliga. Fosturtøku hevur tú ikki fyri neyðini, og tú sleppur undan harmi og ringari samvitsku, og sjálvkenslan verður høg.

Og hvør vil ikki tað? Og man ikki onkur, sum hevur lýtt á, fingið eina vón um, at alt kanska fór at blíva betri?

Tí vit liva jú í eini skrubbforvirraðari tíð, tað hevur Bergur fullkomiliga rætt í!

Men nú vilja LGBT og Humanistafelag Føroya hava, at Bergur tekur orðini í seg aftur, tí soleiðis kann man ikki tosa um fólk.

Hallóv, hvørjari verð liva tit í? Nær hava tit seinast verið í kirkju?

Sjálvandi kann man tosa soleiðis um fólk, eisini tey, sum eru hálv ella heil almenn. Men øll hava vit loyvi at vera ósamd og vísa pástandinum aftur, men vit hava sanniliga ikki lov at geva prestum forboð at tosa, sum teir tosa.

Humanistafelagið vil vera við, at vit eiga øll fólkakirkjuna, tað haldi eg, at tey hava misskilt. Samkynd td. eiga ikki fólkakirkjuna, uttan so at tey lova ikki at vera samkynd. Tað er so einfalt sum tað!

Tað er bara ein prestur, sum alment er komin fram við, at hann vil vælsigna samkynd. Vælsignaður verði hann, sigi eg bara, hann hevur so tulkað kærleiksboðið øðrvísi enn Bergur.

Og eg má siga, sum er, at eg nikkaði fleiri ferðir at uppramsingini, tí sambært hana eigi eg heldur ikki fólkakirkjuna og endi eitt vist stað, har tað er øgiliga heitt!

Um eg altso ikki vendi um og angri, sjálvandi. Altso, um eg nú taki undir við fortreytunum.

Míni ráð skulu vera: Vísið hasum aftur, sum Bergur sigur, men ikki geva honum forboð at tosa, Og eitt aftrat: Tað er so deiliga befríandi at hoyra hetta, her verður onki ballað inn, tað duga prestar jú so ómetaliga væl.

Nei, tú veitst, hvar tú hevur Berg, og tú veitst hvar tú hevur Jens Mortan.

 

 

 

 

 

Góða Johanna …

letter-of-intent2

Góða Johanna …

Hvat hugsaði tú, tá tú sá navn títt standa á prenti í Føroyatíðindum tann 28. januar í 1918?

Lærerinde Johanne Mortensen stóð har, uppstillað á listanum hjá Froðbiar Sóknar kommunu millum 15 menn.

10 ár eftir at tú og aðrar kvinnur høvdu fingið loyvi at velja á kommunuvali, royndi tú tínar veingir og varð vald.

Hvat er tað, sum ger, at summi eru undangongufólk?

Tú vart fødd í 1865 og vaks upp í Skopun.

Í 1887 tóku tú og tríggjar aðrar kvinnur læraraprógv, tær fyrstu kvinnur í Føroya søgu, sum fóru á læraraskúla. Her gekst tú á odda saman við flokssystrum tínum, Amaliu úr Havn, Elisabeth av Selatrað og Johannu av Saltnesi.

Tá vart tú 22 ár.

Henda tíðin, tá tú vart í besta blóma, var ein kollveltandi tíð á allan hátt. Einahandilin var avtikin, níggju ár áðrenn tú vart fødd, handlar komu í nógvum bygdum, fyritakssemið vaks, fólk gjørdust meira tilvitað um seg sjálv og um samfelagið.

Mundi tú vera við á jólafundinum í Tinghúsinum í 1888? Ella vart tú farin til Skopunar at halda jól? Nei, helst vart tú ikki við, tí í Wikipedia stendur um jólafundin:

 

Hetta var ein illveðursdag, regn og vindur, tøssut at ganga, men kortini fór maður av húsi niðan í tinghúsið.

 

So har vóru bara menn á fundinum eftir øllum at døma.

Men um tú vart ella ikki, so vóru samtyktirnar nakað, sum tú mást hava hugsað um. Nýútbúgvin lærari, sum tú vart: tí har var gjørt vart við, at føroyskt skuldi lærast í skúlanum, at føroyskar skúlabøkur skuldu gerast, at næmingarnir skuldu læra um Føroya søgu, og at ongin uttanatslæra skuldi vera í kristnikunnleika, í staðin fyri at lira alt av sær á donskum, skuldi tað endurgevast á føroyskum.

Tú starvaðist sum lærari í Quillingsgarði í Havn í 8 ár og gjørdist eisini fyristøðukvinna fyri sunnudagsskúlan í Havn í 1894, men tú slapst kortini ikki at velja lim í kirkju- ella meinigheitsráð.

Tá vart tú 29 ár.

Skúlakommissiónin gav tær gott viðmæli, hon:

 

“Johanne Poulsen maa anses for en lærerinde af fremragende dygtighed, hun formaar at holde Orden og Disciplin og at bibringe den hende betroede Ungdom gode Kundskaber.”

 

Sjálvandi stóðst tú fyri, alt annað var ógjørligt, tú mást hava verið eitt sjáldsamt barn, nær byrjaði hesin frælsishugurin í tær, nær birtist sjálvsálitið í tær: hetta, sum gjørdi, at tú vart vís í, at tú dugdi sjálv, at tú dugdi at skipa fyri, at stýra?

Henda tíðin er sanniliga eisini kollveltandi tíð fyri kvinnurnar, hóast fólkaræðisligu tilgongdirnar, sum byrja at taka skap hesa tíðina, ikki verða hildnar at fevna um kvinnurnar ella tey ognarleysu fyri alt tað.

Fyrst tóku teir sær æruna av landnáminum, teir sóu jú sum kunnugt landið og góvu tí eisini navn. Tjóðskaparrørsluna tóku teir sær eisini æruna av, tí í Føringafelag í keypmannahavn skuldu kvinnur ikki vera limir, tí tað vóru jú sum kunnugt bara menn, sum vóru menniskju. Men her steðgaði dansurin, tí har vóru Súsanna, Billa, Jetta, Andrea og Frida, og tær løgdu ikki ein lort í, at tær ikki sluppu upp í felagið, tær stovnaðu bara sítt egna.

Tá vart tú 31 ár, Johanna, og kanska fekst tú íblástur av hesum kvinnunum, tí ikki gekk long tíð, so vóru tær viðurkendar sum menniskju og gjørdust limir í Føroyingafelag saman við monnum.

Hetta ólýdnið hevur verið eitt signal út til bæði menn og kvinnur tá í tíðini, at hetta finna vit okkum altso ikki í, vit mótmæla.

Og tær líktust tær, Johanna, tær tóku sakina í egnar hendur. Súsanna í Kirkjubø skrivaði og gav blað út, Billa heiman av Sandi skrivaði yrkingar og fekk tær prentaðar. Her hendi okkurt við kvinnunum, tær førdu seg fram og vildu nakað, tær vildu so í øllum førum síggjast aftur í almenna rúminum. Tær vóru ikki offur, men aktørar í søguni.

Hví eru vit so tigandi? spyr ein kvinna í grein í Fuglaframa í 1899. Hví samráðast vit ikki eisini um okkara viðurskifti (…) Mannfólkini leggja síni viðurskifti fram fyri hvørjum øðrum bæði í talu og upp á prent, og tað vísur ikki annað enn, at tað er rættur mátin. Hví skulu vit ikki gera tað sama?

Tá ið tú las hetta, vart tú 34 ár, Johanna.

Men sum vanligt, tá ið kvinnur ditta sær at gera vart við seg í almenna rúminum, so verður hetta snarað á heilt annan bógv av monnum, teir fara at tosa um klæðini, tær lata seg í, hvussu fínar tær eru blivnar uppá tað, hvussu illa tær síggja út og so framvegis.

Ring a bell? Tit minnast kanska Helle við Gucci taskuni, Hilary við tí ótrúgva manninum, Ritt við tí dýra hotellkamarinum, Anniku, sum rak sum bukka millum sengur ella Liljuna Weihe, tann grussan í Kringvarpinum?

 

Tú hitti Dánjal Johan, skipara av Tvøroyri, og gjørdist smaskforelskað, ja, so forelskað, at tú giftist og broytti navn frá Poulsen til Mortensen, og tú flutti úr Havn til Tvøroyrar. Men gavst tú tá? Nei, als ikki, tú fórt undir at hava skúla heima við hús við Sílánna, tríggjar flokkar hevði tú inni í stovuni, og tú helt fram sum lærarinna næstan til tín doyggjandi dag.

Mundi tú lesa yrkingina, sum Frúgv hevði skrivað í Tingakrossi 1. januar 1902: Konufólkið til árar, kanska at stýra! var heitið á yrkingini:

 

Hann:

“Vilja tit kvinnur ein ljósari dag,

so dvøljið ikki, men komið av stað

og sláið tykkum í lag við okkum!”

 

Hon:

“Hoyr, eru tit ørir í knokkum?

 

Kunnu vit, kunnu tit, so sigur tú mær …

Nei, nei! Eg gevi tær einki svar.

At stemma – eg! Á, gakk burt tín veg,

er slíkt tó nakað fyri meg?

 

Eg, mítt gamla dreiv,

havi byttu og sleiv,

har veit eg vist, at eg fari skeiv.

Slíkt er kunnugt hjá mær,

men at stemma við tær …

nei, hvar vilt tú tó hen? Kom mær ikki ov nær!”

 

Løgdu aðrar uppí:

“Mugu vit vera frí!

slíkt ókvinniligt er til at koma sær í.”

“Damir” spæla klaver,

seyma franska brodér,

men at stemma sum menn, tað jú gysiligt er!”

 

Tagdu hinar allar samlar,

bæði ungar kvinnur og gamlar,

hugsaðu nógv og umráddu seg.

Tá segði ein:”Jú, stemma vil eg!”

 

“Vilt tú?” segði hin, sum stóð longst burtur frá,

“hvat siga so tit aðrar, sum her standa hjá?”

Tá mælti tær allar av eins manns munni:

“Vit vilja stemma!” – Spælið var vunnið.

 

Tá upp brátt ein sum snarljós fór:

“Bíða nú, tað er meir: Vit sleppa sjálvar í kór.

Nú fyrstani síggi eg munin á.

Vit eiga sjálvar sess í borgarráð.

 

Og kanska meir: Vit ganga tær dyr,

sum ein aleina hevði lov til fyrr;

óvist, tað verður so mikið knoss,

at ein av okkum fær hansara pláss.

 

Tá umbýtt verður í holini,

ja, tá verður eldur í kolini.

Tá ein hvør gevur skomm fyri takk,

tá ið formaðurin er farin í stakk …

 

Takk fái hann, sum gav okkum slík boð.

Góð er væl súpan og gott tykist soð,

men lívið er meir enn eitt grunnesartroð.

 

Sjálvandi las tú yrkingina,.

Tú vart 37 ár tá, Johanna.

Og kanska hómaðist eitt lítið smíl í munnvikunum, tá tú las fundarfrágreiðingina í Fuglaframa um fundin, sum hevði verið um kvinnurætt og frælslyndi tann 8. juni í 1902, har heitt orðaskifti fór fram, um kvinnur skuldu fáa meira rættindi, um tær vóru nóg búnar at taka við hesari ábyrgdini, ella um tær skuldu uppvenjast.

Ein hugburður og menniskjafatan, sum minnir ikki sørt um ta fatan, sum kom fram, tá tosað var um at geva svørtum valrætt bæði í USA og Suðurafrika. Blaðmaðurin á Fuglaframa endar við at siga frá, at:

 

Her kom eitt kvikligt orðaskifti millum A. Jógvansson, S. Hansen, R. Rasmussen og Símun Skarð um, antin tað var beint at geva kvinnunum javnlíkan rætt við mannin alt fyri eitt ella at seta eitt mark fyri, hvussu langt tær skuldu sleppa.

 

Hetta orðaskiftið á fundinum hevði sjálvandi samband við, at tað í 1902 var givið ógiftum kvinnum, sum guldu minst 4 kr í skatti, loyvi at velja á kommunuvali.

Tú vart gift, og tú hevði starv, men tú slapst ikki at velja, Johanna. Kanska vart tú ein av teimum illu kvinnunum, sum talaðu at og vildi, at giftar kvinnur eisini skuldu sleppa at velja? Tí føroyskar kvinnur vóru eisini illar, tær vildu sleppa at vera javnbjóðis partar av samfelagnum.

Mundi tú lesa Oyggjarnar, blaðið hjá Súsonnu Patursson? Helst gjørdi tú tað, Johanna, um ikki annað so fyri at síggja allar tær góðu uppskriftirnar upp á rabarbur og hvannir og annað, sum tú mundi hava í tínum vakra urtagarði uttan fyri húsini við Sílánna.

Men har var annað at lesa enn uppskriftir í Oyggjunum, har sæst bæði á reglunum og serliga ímillum reglurnar, hvussu væl tær fylgja við í vánaligu korunum hjá kvinnum, har koma fram dreymamyndir um kvinnurnar í Amerika, sum eru so høgt í metum, so nógv øðrvísi enn her heima hjá okkum, hvussu nógvar pengar tær forvinna, at tær sleppa hagar, tær vilja, at læra og taka útbúgvingar. Í Oyggjunum verður tosað um valrættin, sum føroyskar kvinnur ikki hava enn.

Kanska fekst tú eisini íblástur og kendi teg stuðlaða av yrkingini hjá Føroya fyrsta mannliga feministi Jóannesi Paturssoni, tá ið hann í 1904 yrkti Tað frættist nú og fregnast um land og um bý, í sambandi við kommunala kvinnuvalrættin?

 

Tað frættist nú og fregnast

um land og um bý,

At konufólkaøldin, hon rennur so ný.

Um allan heimsins ring

nú kemur várligt lot;

nú verða konubrot.

 

Og helst las tú greinina, sum stóð í Oyggjunum 5. september 1906 við heitinum Kvinnu-valgrætt-stevni, har  ein Mantefiera verður nevnd, sum er undangongufrú hjá teim eingilsku, sum ikki vilja gjalda skatt, altantíð teim ikki er játtað stemmurætt.

Undangongufrá, ja, soleiðis verður tikið til í Oyggjunum, men í móðurmálsorðabókini eru slíkar als ikki til, har eru bara undangongumenn.

Jú, vist mundi bæði tú, Johanna, og aðrar við tær, fylgja væl við, hvat fór fram í alheimspolitikki. Tit vóru mitt í rokanum, tit kendu til suffragettirnar, sum settu alt á gos fyri at fáa valrætt, júst um hetta mundi.

Og tíbetur fingu vit valrættin – fingu, sigi eg? Nei, okkara formøður stríddust fyri rættinum og vunnu hann! Í 1915 var valrættur settur í gildi í Danmark fyri kvinnur.

Forslag til lov om Forandringer i Lov om Færøernes Lagting varð eisini viðgjørt í Føroyum, bæði í 1915 og -16. Helst vistu teir allir á tingi, at ongin orsøk var at mótmæla valrættinum, tí tað, sum serliga var kjakast um, var støðan hjá prósti og amtmanni á tingi.

Lóg um Føroya Løgting og Landsting kom í gildi 28. apríl 1916, sum gav kvinnum og ognarleysum yvir 25 ár valrætt til Føroya Løgting.

Tá vart tú 50 ára gomul, Johanna.

Og tvey ár seinni bjóðaði tú teg fram til sóknarstýrið, fyrsta kvinna í Føroyum, sum hevði tikið sær rættin at bjóða seg fram at stýra saman við hinum.

Tá vart tú 52 ár.

Og tú vart vald og sat í sóknarstýrinum í fýra ár, og so vart tú 57 ár og hevði undirvísingina og kærleikan eftir. Tú átti tvey børn og ein mann og eina kúgv í kjallaranum, sum tú vart góð við.

Og vist gjørdu tit mun, hóast tað í nevndaráliti til uppskotið um nýggja løgtingslóg verður sagt um kvinnurnar: at als ongin orsøk er at bíða við at gera broytingar, til tær hava fingið valrætt, tær hava als ikki gjørt vart við seg alment, hóast grundlógarbroytingarnar hava stórt árin á teirra støðu í samfelagnum.

So líka sum man í Danmark ikki hevur tímað at bíða við at taka avgerð um støðu kongs í tinginum, so var ikki hildið vera neyðugt í Føroyum, at lata kvinnurnar koma við í eina avgerð um støðuna hjá prósti og amtmanni. Tað skulu menninir nokk taka sær av.

Tær hava ikki gjørt vart við seg alment siga teir í tinginum, tað fær meg at hugsa um, at seinasta kanning av, hvørjar keldur verða nýttar í fjølmiðlum Who makes the news frá 2015, kemur fram til, at kvinnur telja umleið 24% av teimum, sum verða umrødd ella siterað í miðlunum. Hvussu mundi tað síggja út í 1915?

Men kvinnurnar gjørdu kortini mun. Tá tær sluppu á fólkaatkvøðu í 1907 um rúsdrekkalógina, var bann sett fyri útskeinking, eitt mál, sum kvinnur høvdu stóran og aktivan leiklut í,  sjálvt um tær heldur ikki sluppu at vera við í Havnar Avhaldsfelagi saman við monnum, men sjálvar settu sítt egna á stovn í 1899; og tá ið tú og aðrar við tær, Johanna, á fyrsta sinni sluppu á løgtingsval í 1918, fekk Sjálvstýrsiflokkurin fyrstu ferð meiriluta á tingi.

Og tað er vist og sannheit, at kvinnur vóru tilvitaðar um sína støðu tá. Fyrsta fakfelag stovnað av kvinnum var Fiskepigernes Fagforening á Tvøroyri. Stovnað í 1922 við teimum trimum, Magdalenu Olsen, Annu Hovgaard og Poulinu Niclasen Einarsson í nevndini. Tær vóru undangongufrúur, sum tikið var til í Oyggjunum.

Tá vart tú 56 ár, Johanna, og sat síðsta árið í kommunustýrinum, helst hevði tú ikki nógv við fisk at gera annað enn at gera hann til matna, men kanska fleiri av børnunum hjá fiskagentunum høvdu sitið inni í tínari stovu og lært at lesa?

Í 1927 fór ein fitt, lítil genta, sum æt Elin, at ganga í skúla hjá tær. Hon sigur soleiðis frá:

 

Tað frættist skjótt, at henda unga lærarinnan dugdi væl bæði at fáast við børn og at læra tey. Skúlagjaldið var fimm krónur um mánaðin, men tað stóð ongantíð á hjá henni at hava nóg mikið av næmingum. Summi børn gingu ókeypis, onkur mamman seymaði fyri lærarinnuna, og onkur drongur í grannalagnum bar mjólkina heim í handilin, áðrenn hann fór í skúla.

Skúlavegurin hjá mær var fyri tað mesta niðan gjøgnum bøin, tvørtur um Stóragil og síðan beint fram, til eg kom í skúlatúnið.

Lærarinnan kom út á trappuna eftir okkum, og tá ið vit høvdu latið okkum úr troyggju og tuflum, fóru vit inn í skúlastovuna, sum var hennara spísistova. Vit sessaðust kring borðið, og lærarinnan sat við borðendan. Hon var í vøkrum, síðum kjóla við høgum hálsi. Á bringuni hevði hon brosju og gullringar í oyrunum. Teir skygdu, tá ið hon vendi sær á. Hon hevði ljóst, purlut hár og lítlan topp. Men tað besta av øllum var, at hon var so blíð og smíltist, sum vildi hon siga: -Tit skulu ikki vera bangin, góðu børn!

Vit trivust væl her í skúlanum við Sílánna. Mestur var tað hennara tol, og at hon var góð við børn, sum fekk okkum at trívast. Tað var so trygt, næstan sum heima, at sita her í hennara hugnaligu stovu, prýðiligir urtapottar vóru í vindeygunum, myndir á bróstinum, messinglampan uppi yvir borðinum og í horninum stovuklokkan, sum sló hvønn tíma.

Tað var vakurt við Sílánna. Har vóru uppdyrkaðar traðir, hoyggjhús, fjós og snøgt laðaðir grótgarðar. Urtagarðurin hjá lærarinnuni var sera vakur við nógvum væl angandi urtum og berjarunnum.

 

Longu trý ár eftir at Elin var farin í skúla, andaðist Johanna bara 64 ára gomul.

Tað var 3. november 1930, og Elin Mortensen, sum jú var tann lítla gentan, sum fór í skúla hjá Johonnu, skrivar í bókini Heimbygd mín Tvøroyri um saknin eftir henda holla grundstuðulin, sum hevði verið so týðandi partur av teirra barnadøgum.

 

Long tíð gekk, áður enn vit fingu eina kvinnu á ting.

Í 1964, 48 ár eftir at valrættarlógin var samtykt, kom Malla Samuelsen inn á ting fyri Sjálvstýrisflokkin sum varafólk. Malla Samuelsen var við til at stovna Kvinnufelagið í Havn og sat í nevnd sum forkvinna og næstforkvinna frá 1952 til 1967. Hon var vald inn í Tórhavnar kommunu á kvinnulista, sum Kvinnufelagið í Havn læt gera í 1956.

62 ár seinni ella 2416 ár eftir, at grikkar funnu upp á demokrati, komu tvær beinleiðis valdar kvinnur á ting: Jona Henriksen fyri Javnaðarflokkin og Karin Kjølbro fyri Tjóðveldisflokkin.

Í dag umboða kvinnurnar 30 % av tingfólkunum. Tað vil við øðrum orðum siga, at vit liggja niðast á listanum, um vit samanbera norðurlendsku tingini. Ovast liggur Svøríki við 43,6%, síðan Finnland við 42,5%, Ísland við 40 %, Noreg við 39,6%, Danmark við 39,1 %, Grønland við 35,5% og Føroyar við 30%.

Og hvussu stendur til í kommunustýrunum her hjá okkum? Jú, illa! Í kommununum sita 72 % menn og 28 % kvinnur. So tað gongur bæði seint og aftur á hond, hóast vit hava átt nógvar kvinnur, sum hava slóðað fyri. So her verður nóg mikið hjá okkum at gera, nú kommunuval verður í heyst.

Hví man so vera? Jú kanska tí at tað skuldu ganga meira enn 2000 ár, áður enn kvinnur fingu lut í fólkaræðinum? Og kanska eisini tí at vit ikki kenna okkara egnu søgu, okkara kvinnusøgu, vit kenna ikki fyrimyndirnar. Og vit eru alt ov vanar við at verða settar út á eitt síðuspor, at verða skrivaðar út úr søguni.

Korini bæði áðrenn og eftir at Jóhanna okkara var farin undir grønu torvu vóru hørð. Javnaðarflokkurin var stovnaður trý ár, áðrenn Johanna doyði, og slagorðini vóru: frælsi, javnaður og brøðralag, tí sosialismuni ætlaðu teir eisini at taka patent uppá, men tað sluppu teir ikki, tí vit eiga Rosu og Alexandru og Claru og Emmu, og her hjá okkum eiga vit Magdalenu og Annu og Poulinu og Andreu og Ingeborg og Vígdis og mangar aðrar við teimum.

Og vistu tit av, at Kvinnufelagið í Havn gjørdi semingsuppskot í 1955 í sambandi við læknastríðið í Klaksvík, sum var sent sóknarstýrinum og húsmøðrafelagnum í Klaksvík og Læknafelagnum og Landstýrinum. Hava tit nakrantíð hoyrt tað gitið í nakrari søgu um læknastríðið? Nei, ha?

Nær gjørdust ógiftar kvinnur myndugar, nær fingu vit rætt at arva, nær sluppu vit at ganga í hægri skúla, nær sluppu vit at gjalda skatt, nær fingu vit myndugleikan yvir børnunum, nær fingu giftar konur rætt at ráða yvir sínum egnu pengum, nær fingu kvinnur rætt at fáa almenn størv, nær sluppu vit at vera prestar, nær gjørdust giftar kvinnur myndigar, nær sluppu tær at sita í óskiftum búgvi, nær fekk elsta dóttir rætt at arva garð? Og soleiðis kundu vit hildið fram,

Í Svøríki eru tær farnar at geva søguligt tíðarrit út, Historiskan eitur tað.

Her hava vit sannliga eisini brúk fyri at kenna okkara søgu, vit mugu síggja okkara leiklut sum aktørar í søguni og ikki longur góðtaka at verða trýstar út á eitt síðuspor.

Heitið á tíðarritinum havi eg longu givið tykkum.

Johanna, skal tað sjálvandi eita.

 

 

 

 

 

 

 

Borgararøkt

dscf0296

Tú hoyrir tað dag og dagliga. Fyri at trívast á einum arbeiðsplássi, so má leiðslan syrgja fyri starvsfólkarøkt.

Soleiðis eigur eitt kommunustýri eisini at hugsa!

Vit gleðast sjálvsagt yvir, at fleiri fólk eru flutt til Sørvágs kommunu, men ikki ber til at hvíla á lauberjabløðunum, men støðugt má arbeiðast fyri at skapa upplivingar og betri karmar fyri borgararnar í kommununi.

Og tá eg hugsi borgarar, hugsi eg sørvingar, bíggjarfólk, gásadalsfólk og fólk í Mykinesi. Eg hugsi børn, ung og vaksin, fólk, ið er fødd og uppvaksin her, fólk, ið eru flutt higar aðra staðni frá í Føroyum og tey, ið eru flutt úr øðrum londum higar.

Hetta við borgarum úr øðrum londum er eitt heilt kapittul fyri seg, sum Sørvágs kommuna ikki hevur gjørt nógv við. Her má staðiliga koma vend í! Ein, sum hevur tikið trupulleikan upp, er Sørvágs skúli, sum hevur havt undirvísing í føroyskum fyri útlendingum, men her sakna vit kommununa sum viðspælara. Her kann gerast so ómetaliga nógv meira eisini.

Nógv hevur verið gjørt fyri at fríðka um, og tøkk fái kommunan fyri tað, men eg sigi tað sama sum, tá eg stillaði upp til seinasta kommunuval, at rammurnar mugu fyllast út.

Borgararøkt er bæði at hava eitt gott stað at búgva, at skil er á kloakkviðurskiftum, at spæliøki eru fyri børnini, har tey ikki eru í vanda fyri at verða yvirkoyrd, at barnagarður og skúli eru í góðum standi, at útróðarmenn hava tað, sum teimum nýtist á kaiini, at vit skulu kenna okkum trygg á staðnum.

Hetta eru teir meira at kalla fysisku karmarnir, men líka neyðugt er at hava innbúgvið í besta standi. Hava vit brúk fyri vitjanarvinum? Kunnu vit skipa fyri dansi fyri børnum undir skúlaaldur? Ber til at hava skreiðibreyt í svimjihylinum? Kunnu vit skipa fyri upplestri fyri gomlum á ellisheiminum? Skipa fyri sambinding á bókasavninum? Jogaundirvísing, hevði tað verið nakað? Víðka skránna fyri kvøldskúlaundirvísing saman við Vága kommunu, so tilboðini verða enn fleiri? Taka mentanarkvøldini upp aftur?

Hetta og mangt annað er neyðugt fyri at hava trivnaðin í hásæti í einari kommunu. Eg eri ikki so góðtrúgvin at halda, at alt kann gerast í einum, og helst fer alt ikki at vera líka væl umhildið, men eg haldi, at vit eiga at hugsa nýtt, alla tíðina at royna.

Vit síggja longu nú, at tað ber til. Tilboð eru til pensjónistar: dansur og fimleikur td. Holgar er trúliga yviri á Sýnini og spælir fyri teimum gomlu, nakað sum ikki ber til at seta nóg høgan prís uppá. Ítróttur og sunnudagsskúli er eisini nakað, sum nógvum dámar væl.

Eitt, sum eg legði dent á seinast, og sum eg aftur fari at nevna nú, er kunning til borgarar og møguleiki fyri at fylgja við og geva sína áskoðan til kennar. Kommunan hevur heimasíðu, vit fáa eina ársfrágreiðing eina ferð um árið, og øll kunnu fara á bygdaráðsfund at lurta eftir tí, ið verður tikið upp til viðgerðar. Nógv meira kann gerast, stórmál eiga at koma fram á borgarafundum, heimasíðan kann útbyggjast nógv meira. Tað er alneyðugt at lurtað verður eftir borgaranum, og at borgarin fylgir við í arbeiðinum, ið fer fram í kommununi. Tað er neyðugt fyri at styrkja fólkaræðið og neyðugt fyri at hava nøgdar borgarar.

 

Fast stóð í fonnum eitt fjalladalsfylgi

hedvig-matras-seydur-i-raett1

Eg var stødd í einum av stóru høllunum á Frankfurtar bókamessuni, tá útvarpið ringdi og kunngjørdi, at prosenttalið av uppstillaðum kvinnum var lækkað í mun til seinast. Henda, ið ringdi, vildi sjálvandi hava at vita mína hugsan um hetta.

Beint eftir samrøðuna kom eg at hugsa um sangin hjá Effersøe, sum hann yrkti í 1897: Fára siðir – Førja siðir, sum var ein uppgerð við Jóannes Patursson. Ein av hesum macho – sláan seg fyri bringuna sangunum, sum vit eru so von við.

 

Fast stóð í fonnum eitt fjalladalsfylgi,
svulturin neit nú í mønu og merg,
ørðug var skor yvir blámandi bylgju,
ræsurnar stongdust frá fjalli til berg;
fylgið gav tol, tí tað bilaði ei:
veðrurin prúði, tann slóðarin treysti,
kundi sum fyrr øllum vísa á leið,
enn hann við nakkanum bresti.

 

Tá so Helgi Abrahamsen í nærum at kalla skaðafrøi skrivaði grein í Norðlýsi, har sagt varð, at nú hevði Demokratia spælt fallit, so var tað ikki sørt, at eg ímyndaði mær Helga sum tann prúða veðrin í sanginum, sum slóðaði fyri, og so skuldi fylgið bara fara aftaná og trúgva øllum, sum sagt var.

 

Men nú er tað einaferð soleiðis, at innan fyri tað økið, sum Demokratia fæst við, henda ikki undur. Tað er ikki soleiðis, at vit hava billað okkum inn, at einar høghælaðar skógvar skuldu fara at loysa allar trupulleikar, og at kvinnur fóru at blíva so benovaðar av skónum, at tær streymaðu upp á listarnar, hartil er tað so væl kenda glasloftið nærum skottrygt, tað skal ómetaliga nógv til fyri at fáa eina rivu í tað, soleiðis at kvinnur reelt hava tað fría valið at siga nei ella ja til at lata seg stilla upp til politiska umboðan.

 

Tað hevur síðan víst seg, at tað ikki er ein afturgongd í uppstillingini, men ein stagnatión. Og tað er sum so heldur onki at reypa av. Hinvegin so hevur Demokratia verið sera aktivt alt hetta árið bæði við 100 ára haldinum fyri valrættinum hjá kvinnum og ognarleysum og upp undir kommunuvalið, og eg haldi at til ber at siga, at nú vita fólk væl og virðiliga, hvat Demokratia stendur fyri.

 

Tað skal sterkur løgur til skurvut høvur, mugu vit ásanna, tá vit ferð eftir ferð fáa at vita, at her er ongin trupulleiki, kvinnur tíma bara ikki at stilla upp, og tær, sum stilla upp, fáa nógv meira rúmd í miðlunum enn menninir.

 

Gudforbarmiseg, hugsi eg øgiliga ofta. Tað er ikki bara fjalladalsfylgið, sum stendur fast í fonnum, men har stendur okkurt rimmarfast í høvdunum eisini, kanska síggja vit ikki útvegirnar ella møguleikarnar?

 

Jú, sanniliga er brúk fyri Demokratia!

Søgurnar sita ikki í gardinunum

dsc00041_web

Júst afturkomin av seminari í Århus um søvn og framsýningar á 21. øld.

Hvat er uppgávan hjá søvnum nú á døgum? Havi verið fyri Krígssavnið, forstås.

Seminarið fór fram í Den gamle by. Eitt ótrúliga spennandi úti- og innisavn, sum hevur gjørt niðursløg í fýra serstøk ár: 1864, 1889, 1927 og 1974.

Haraftrat hava tey serframsýningar, sum standa uppi eina tíð, m.a. varð greitt frá einari framsýning av einum bústaði hjá einum heimleysum í Århus, apropos, at høvuðsdenturin jú liggur á at sýna fram privat heim, verkstøð og handlar.

Ein serframsýning, sum stóð uppi beint nú, var ein íbúð hjá somalskari kvinnu við fimm børnum. Tað sló meg, hvussu samleiksleys henda íbúðin var; tað einasta, sum segði mær, at her búði kanska onkur annar enn ein dani, vóru gardinurnar og seingjarteppini. Alt hitt vóru teir vanligu bíligu ikeamøblarnir, har var ógvuliga, ógvuliga sterilt inni. Framsýningin er gjørd av somalskum kvinnum, og hon er eydnast væl, má eg siga, tí hon fær júst hetta fram, at hesi fólkini, sum av einihvørjari orsøk eru noydd at flyta úr sínum heimlandi, eru fangað í ongamannlandi, uttan røtur, uttan søgu, væl at merkja ongari søgu í nýggja heimlandinum, tí øll søgan liggur eftir heima við hús, í Eritrea, ella Turkalandi, ella Palestina.

Nú er toyggið at skapa sær eina framhaldandi søgu, eitt nýtt lív, har tú fært blandað tíni sermerki saman við teimum donsku.

Eitt av evnunum á seminarinum var tað serliga í norðurlendsku søvnunum, hvat ið er sermerkt fyri tað norðurlendska. Hvørja ferð, hetta evnið kemur upp at venda, hugsi eg við mær, at vit mugu skapa eitt nýtt norðurlenskt sermerki, har vit taka onnur fólkasløg uppí, so kanska tey fara at kenna seg umfevnd og ikki burturrikin.

Sjálvdráttur

220px-Mikkjal_a_Ryggi_and_Bina

Í Vágum hava vit eina Kunningarstovu, hon liggur á flogvøllinum. Flogvøllurin er í Sørvágs kommunu. Kunningarstovan tekur sær av ferðavinnuveitingum í allari kommununi.

Men onkursvegna er tað fyri mær, sum at ferðavinnan nú er farin at ganga í tveimum bólkum. Annar bólkurin er í Vága kommuni, og hin er í kunningarstovuni á flogvøllinum í Sørvági.

Ómetaliga harmiligt haldi eg, at vit ikki kunnu skapa eitt ferðavinnuprodukt, sum tekur støði í báðum kommunum. Hvar, ið feilurin liggur, veit eg ikki, møguliga liggur hann í Sørvági, møguliga liggur hann bara í avoldaðum vanahugsanum.

Eg var á aðalfundi hjá Visitvagar, sum var í Miðvági, og har vóru tveir faldarar presenteraðir, hvør flottari enn annar. Faldararnir vóru um bygdirnar í Vága kommunu og friður verið við tí. Og nú er flott heimasíða gjørd afturat á enskum um bygdirnar í Vága kommunu, og tað stuttliga er, at ein útlendingur, sum ikki veit betur, nú fer at halda, at í Vágum eru fýra bygdir: Miðvágur, Sandavágur, Vatnsoyrar og Slættanes. Síðan eitur vagaturist.com, ( turist er forrestin skeivt stavað, tað eitur tourist á enskum) so tað sigur seg sjálvt, at hinar bygdirnar: Sørvágur, Bøur, Gásadalur, Víkar og Mykines eru ikki til.

Sørvágur liggur akkurát sum Vestmanna sum ein blindtarmur í oynni, og tey flestu ferðandi, sum koma henda vegin (og tey eru ikki fá), fara til Mykinesar, sum er ein týðandi partur av Sørvágs kommunu.

Nú kann hetta tykjast sum eitt illsinnisgleps av reinari øvundsjúku, og tað er tað kanska eisini, men tað er eisini fyri at vísa á sundurlyndið og hetta at ganga í sjálvdrátti. Hví ber tað ikki til at gera eitt felags produkt fyri alla kommununa?

Skal alt dikterast eftir, at borgarar í Sørvágs kommunu eina ferð atkvøddu ímóti samanlegging? Ella er tað tí, at so sleppur man ótarnaður at skrivað hitt navnið, sum ongin sørvingur fær seg til at siga hart?

Vit skulu hava túsund møguleikar og ikki bara ein. Vit skulu kunna hava tónleikakonsertir bæði í Listastovuni í Miðvági og í flotta Musikkskúlanum í Sørvági, vit eiga at kunna skipa fyri bókmentaligum tiltøkum bæði í flotta bókasavninum á Giljanesi og í líka flotta bókasavninum í Sørvági, vit eiga at fáa okkum kaffi og njóta eina hugnaliga løtu bæði í Gamla Hotelli og úti á Café Fjørðoy. Og Mikkjal á Ryggi? sjálvandi eigur ein túrur við Mikkjali at byrja í Miðvági, síðan niðan í Gásadal, heim aftur framvið húsunum hjá honum og Binu, har hann vegna tuberklasjúku neyvan mundi búgva leingi, og enda á kirkjugarðinum í Sørvági, fyri síðan at njóta eina hugnaliga sangløtu við kaffi og sálmum hjá Mikkjali í flotta kirkjuhúsinum í Sørvági.

Burtur við sundurlyndi, latið okkum arbeiða saman, sigur ein sørvingur!

Hunangssøtir demagogar

lordshiva

“Et udbrud af hylende, jamrende sorg stiger fra vores fælles hals op I øens røgfyldte luft. Lyden af ren og skær pinsel bryder frem fra hver og én af os, der har betalt en pris til krigens dæmoner. En lyd smedet i lungerne på mødre, hvis sønner er døde unavngivne på slagmarkerne, og fædre, hvis døtre er draget I kamp. En lyd, der skal få krigsmagerne til at skælve og flygte ligesom de ældgamle dæmoner med deres våben, deres landminer, deres honningsøde retorik, deres nationalisme, deres martyrer og hellige buddhistiske doktriner, alt deres pis og lort.”

(Nayomi Munaweera: De tusind spejles ø)

 

Á facebook í morgun hevur ein vágamaður deilt ein danskan blogg við einum heiti, sum sigur, at Vestureuropa verður stýrt av grátikonum. Grátikonurnar er m.a. uttanríkisstjórin í EU, Federica Mogherini, sum sker í sjóðheitan grát eftir at hava hoyrt um terrorálopini í Bruxelles, og Anglea Merkel, sum sigur, at hon er skelkað og kennir djúpa sorg av hendingunum.

Eg tori næstan ikki at siga, at eg lá í sjóðheitum gráti í morgun, tá eg las endan á hesi frálíku bókini, sum á meistarligan hátt roynir at lýsa borgarakríggið í Sri Lanka, sum vardi í sløk 25 ár, har hatrið fekk frítt spæl, og fólk fóru herjandi ígjøgnum gøturnar og vórðu lamløstað og dripin. Alt í rættvísisins navni, onkur var kúgaður, og onkur sat væl bjargaður og hugdi at.

Tað er nærum ein klisje at siga, at søgan endurtekur seg: Palestina, Irak, Afganistan, Turkaland, Belgia, Frankaríkið, Danmark, USA, Balkan, Ukraina, Sudan, tað blívur bara við og við … og onkur heldur eftir øllum at døma, at svarið er meira hatur, meira kríggj, meira morð, meira hetta og meira hatta.

Orsøkin til borgarakríggið í Sri lanka hevur sín uppruna í bretska kolonivaldinum, og orsøkin til at krígsharrar við sínum hunangssøta retorikki megna at fáa ungar dreingir og gentur av egnum vilja at fremja sjálvmorðsálop, liggur eisini í tí fakta, at vesturheimurin hevur skamfílað og traðkað á teirra sjálvkenslu bæði so og so. Og hvat svara vit føroyingar so á facebook? Vit sum hava alt okkara upp á tað turra og ikki hava ein einasta muslim sum granna? Jú vit mæla staðiliga til, í besta føri at blaka allar hesar helvitis muslimarnar út úr Danmark og Europa sum heild, og í versta føri at skjóta, lamløsta og fara herjandi gjøgnum gøturnar og ikki vera sovorðnar lortaktigar grátikonur.

 

Uha, uha, hevði eg verið italskur einabúgvi, so hevði eg heilt vist verið flagellantur, men tað eri eg ikki, so eg søki mær linna í mínum góða Espedal, sum eg týði og njóti og drekki í meg, og so taki eg ein steðg í týðingini og lesi um allar tær tilsíðis settu kvinnurnar í tónleikaverðini: She Bop, The Definitive History of Women in Rock, Pop and Soul eftir Lucy O´Brien, og so verði eg aftur fratør.

Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so eri eg farin undir at lesa Kain eftir José Saramago, har var sanniliga grátur og tannagrísl eisini, so the story repeats itself

Party pooper

flat,800x800,075,f.u2Harragud, tað er óinteressant altíð at vera the party pooper – ljósasløkkjarin – grussan og eg veit ikki alt.
Síðan eg varð vald til forkvinnu í Demokratia, er tað fallið á eitt tíðarskeið, har 8. mars nærkast, og formaður er valdur til janvstøðunevndina, so tíðindastreymurin verður meira og meira merktur av tíðindum um støðuna hjá serliga kvinnum í samfelagnum.
Eg havi tann hugburð, at um tað á nakran hátt letur seg gera, so sigi eg altíð ja til at úttala meg í miðlunum. Hetta, eisini tí at eg veit, at kvinnur eru í undirskoti í miðlunum. Seinasta kanning, Who makes the news í 2015, vísti at kvinnur í miðal verða umrøddar ella brúktar sum keldur 24 % av tíðini. Og tað er jú ikki nógv. Tá ið so hugsað verður um, at miðlar arbeiða við evstamørkum, so nyttar altso onki, at kvinnan, sum evt. verður spurd, biðir um umhugsanartíð, tí tað hava fjølmiðlar ikki altíð tíð til at bíða eftir.
So her mugu kvinnur halda seg meira framat!
Eg heitti á Nám at gera temasíðu um javnrættindi, tá hugsaði eg serliga um, at tað í ár eru 100 ár síðan, at kvinnur og ognarleys fingu valrætt, og tað játtaðu tey og hava gjørt eina fína temasíðu um evnið.
Síðan varð umrødd í Skúlablaðnum, sum vituligt er, og seinni var hon nevnd í tíðindunum í ÚF.
Síðan havi eg verið og tosað um kynsmál, av tí at eg so mangan havi havt hetta fyri munni, at føroyskt er eitt kallkynsmál burturav. Tann sendingin, Máltíð, verður send seinnapartin í dag.
Í morgun ringdi ein so fittur starvsnæmingur á Kvinnu (sum var ein genta, sjálvt um tað ljóðar sum hann var ein drongur) og spurdi meg tveir spurningar um, hvørt tað var neyðugt framvegis at halda 8. mars. Og tað heldur amigo her sjálvandi, at tað er.
So ringdi GMF og spurdi, um eg vildi koma í Góða morgun, Føroyar í morginári og tosa um hetta, at kvinnur ikki kenna seg heima í Føroyum. Og tað fari eg sjálvandi at breiða meg um.
Og í kvøld skal eg halda røðu í Norðurlandahúsinum fyri Kvinnufelagið í Havn. Røðan eitur Góða Johanna … og er um fyrstu kvinnu, sum tók sess í sóknarstýri í tí Kvinnu ári 1918, og um tey rák, ið vóru í tíðini framman undan valrættarlógini, og so líti eg sjálvandi eisini at okkara tíð og okkara søguloysi, sum vit mugu royna at taka ræði á.
Og til øll tey, sum halda, at kvinnur bera seg at sum offur, vil eg bara siga, at tað gera vit als ikki, vit sita ikki hendur í favn og grenja, men eru aktørar í samfelagnum, og tí krevja vit somu virðing sum øll onnur.

Politiskt tev

sorvags_kirkja

Nýggja samgongan er kærkomin broyting frá tí afturhaldssinnaða politikki, ið framdur hevur verið í landinum tey seinastu árini.

Men tá ið tað er sagt, so má eg ásanna, at hon mangan manglar politiskt tev.

Eitt av teimum er uppskotið um at lógarfesta, at bert hinskynd skulu vígast í fólkakirkjuni. Tá eg fyrst hoyrdi um hetta uppskotið, var eg um at detta niður av stólinum.

Hví er hetta uppskotið í heila tikið vorðið til?

Eitt boð er kanska, at uppskotsstillararnir vilja tekkjast fólkakirkjuni, kanska kyrra hana, so at prestar og kirkjufólk ikki skulu gerast bangin fyri, at tey eisini fara at noyðast at víga samkynd. Tað kann ikki vera fyri at fyribyrgja, at lógin verður misskilt, tí bara við hyggja at gongdini í Danmark, so vita vit, at har fyrst kom lóg um borgarliga giftu, sum einki hevði við fólkakirkjuna at gera, og at grundin til, at samkynd kunnu giftast í kirkjuni í Danmark, er so einføld, at tað var táverandi kirkjumálaráðharri Manu Sareen, sum av sínum eintingum setti lógina í gildi fyri fólkakirkjuna.

Niðurstøða hansara var, at fólkakirkjan er fólksins kirkja, og tí er als ongin grund at útihýsa teimum samkyndu úr kirkjuni.

Tað, sum eg haldi, uppskotsstillararnir hava hugsað, er, at prestar og kirkjufólk kanska eru eitt sindur góðtrúgvin. Og trúgvandi eru tey helst og helst eisini góð, tey flestu, men býtt eru tey ikki! Í grundini hava uppskotsstillararnir tosað niður á hesa átrúnaðarligu stætt.

Tí er eitt av teimum 29 skrivunum, sum komin eru inn sum viðmerkingar til lógaruppskotið, er eitt frá Prestafelagnum, Føroya Stiftsstjórn og Felagnum Kirkjuráðslimum. Og sjálvandi tað! Fólkakirkjan kann ikki hava tað sitandi á sær, at hon útihýsur einum parti av fólkinum, sjálvt um hon í grundini ger tað. At hon ger tað og kortini sigur seg ikki vilja gera tað, er tí, at nú ætla politikarar at seta tað í lógina um fólkakirkjuna, og har gongur markið.

Í viðmerkingunum eru bert tríggjar stuttar viðmerkingar:

Tey mótmæla, at lóggivið verður um fólkakirkjuna, uttan at tey verða tikin við í lógarsmíðið.

Tey mótmæla at blanda borgarliga giftu og kirkjuliga vígslu saman.

Og týdningarmest av øllum: tey meta tað vera prinsipielt skeivt at diskriminera ávísan bólk av fólki í løgtingslóg um fólkakirkjuna.

Hattin av fyri fólkakirkjuni!

Kanska letur hetta manglandi politiska tevið tó kortini upp fyri einum sannleika, sum vit mangan hava hug at skjóta frá okkum, at fólkakirkjan og samkomur annars ikki halda tað vera ein mannarætt at vera samkynd. Hvussu ofta tey so upp í saman mølma um, at Gud (og tey apparently) elskar syndaran, men ikki syndina. Og kortini noyðist kirkjan nú út at siga, at hon vil ikki hava slíkan lógarásettan mismun at standa í lóg fólkakirkjunnar.

So okkurt gott kom kortini burturúr.

To Karbala we want to fly

karbala

Í dag er minningardagur teirra sjólætnu, og hóast talið á deyðum føroyingum á sjónum tíbetur fækkast, so er hesin dagurin serligur, av tí at tað eru 70 ár síðan, at kríggið endaði, og dagurin tí verður brúktur at minnast teir føroyingar, ið fórust á sjónum undir 2. veraldarbardaga.

Nú eg hyggi yvir á Sørvágs kirkju, har ljós er í vindeygunum í kirkjuni og í stásiliga nýbygninginum við síðuna av, komi eg at hugsa um eina syrgigongu, sum eg upplivdi á Nørrebro tann 24. oktober.

Vit vóru ávegis til hús og nærkaðust Nørrebro støðini; tá tú kemur inn á støðina, sært tú niður á vegin, og har var ein levint og gangur á vegnum. Fólk, serliga kvinnur í turriklæði, flýddu yvir háls og herðar, og róp og gangur hoyrdist.

Bæði dóttirin og eg ógvaðust við og skundaðu okkum av tokinum og niður á gøtuna, tí hetta mátti sjálvandi kannast, og fyri ein, sum er von at ganga kravgongur fyri alt møguligt, var hetta ógvuliga spennandi.

Men eg var ikki sørt bangin. Tí tá eg kom oman á gøtuna tustu folk í túsundatali fram eftir gøtuni, øll ílatin svørt klæðir, har vóru serliga menn í gonguni, tað tyktist sum kvinnurnar hildu seg eitt sindur fyri seg sjálvar.

Og hví var eg bangin? Tí eg hevði ikki ánilsi av, hvat hetta merkti. Vóru allir muslimar í Keypmannhavn endiliga farnir totalt amok? Rópini Yā Hussain! Yā Hassan! hoyrdist alla tíðina, og fólk tustu fram eftir og steðgaðu allari ferðslu á vegnum, og har er ikki so lítil ferðsla, skal eg heilsa og siga.

Í gonguni vóru menn í gulum vestum, hesir royndu at halda skil á gonguni. Nú eina ferð kemur ein av hesum monnum yvir til okkara, heilsar og spyr, um vit vilja hava ein faldara? Jú, tað vilja vit gjarna, og síðan bjóðar hann sær til at greiða okkum frá, hvat hetta alt merkir, sum hendir framman fyri okkum, og sum onkurvegna má hava fingið øgiliga nógvar danir at seta okkurt galið í hálsin. Í hvussu er at døma eftir reportasjunum, sum stóðu í donskum miðlum aftaná.

Hetta er tað, eg fann útav: Tey gingu syrgugongu, tí tað var tíggundi dagurin eftir Muharram. Dagurin nevnist Ashura dagur og er til minnis um, at abbasonur Muhammed varð dripin saman við 72 av familjulimum sínum fyri at hava sett seg upp ímóti einum harðrendum kaliffi um ár 680.

Hesin sonur Fatimu, ið var dóttir Muhammed, æt Hussain ibn´Ali. Ibn, haldi eg, merkir sonur. Okkara góði Hussain stríddist fyri at fáa rættvísi og javnrættindi. Tað eru shiamuslimar, sum halda henda syrgidagin; fyri sunnimuslimar harafturímóti er dagurin ein gleðishátíð, tí teir feira, at tað er dagurin, har ísraels fólk slap undan faraounum.

Tað eru sjálvandi ymsar meiningar um hesa minnishátíð, og tær eru bannaðar av mongum manni, td. av Sadammi Hussaini, og tá hesar gongur hava verið, eru tær mangan endaðar í blóðbaði, tað mundi eisini endað galið í Keypmannahavn, tí ein av teimum 3000 syrgjandi gekk amok við einum revolvara, og tað var hetta, donsku miðlarnir heftu seg serliga nógv við og ikki, hvat hinir 2999 muslimarnir gjørdu.

So eg gjørdist klókari og mintist, at eg onkuntíð hevði sæð slíka gongu í sjónvarpinum, har menn sláa seg til blóðis av sorg. Nú verður viðmælt at geva blóð í staðin. Alt broytist.

Tað er øgiliga týdningarmikið at samskifta, so at sjálvt um eg ikki konverteraði á staðnum, og heldur ikki ætli mær at gera tað, so fór eg knappliga at varnast, at ein rúgva av hesum turriklæðsílatnu kvinnunum høvdu hvítar rósur í hondunum, á faldaranum sló ein hvít dúgva við veingjunum, og eina staðni í rúgvuni sá eg tveir gamlar menn leiðast so fittir fyri ikki at missa hvønn annan burtur. Og rópini? Tey flestu vóru á donskum og vóru áheitanir til fólkið í gonguni um ikki at tyrpa seg saman, men ganga víðari fram móti moskuni, har syrgihátíðin skuldi enda.

Eg eri sera takksom fyri, at eg slapp at tosa við henda skilagóða muslimin.

Nú er gudstænastan byrjað …