Riddarar í Keypmannahavn

37._film_for_de_seje_ridder_ordrednyt

Fyrradagin var heeeiiitt, í gjár var heeeiiitt, og í dag er aftur heeeiiitt. Hvat er tað ikki herligt at liva!

Havi verið inni á Christiansborg slotti og hugt at gobelinunum, sum drotningin fekk í gávu, tá ið hon fylti 50. Tað tók 10 ár at veva gobelinurnar, í Paris sjálvandi, eftir mynstri hjá Bjørn Nørgaard.

Tær vóru ólukksáliga flottar! Men enn eina ferð, má man turrisliga konstatera, at kvinnur onki pláss eiga í søguni. Jú, ein kvinna fekk serligt pláss millum teir hundraðtals menninar og tær kongaligu kvinnurnar sjálvsagt: Bodil Koch …

Hugsaði eitt sindur um hetta, nú Pia Kjærsgaard hevur fingið æruna at vera forkvinna fyri fólkatingið, men kanska er hon ikki verri enn ein Jógvan á Lakjuni. Í øllum førum líkast tey nógv í orð og tal.

Men harragud, sum tað er flott inni á Christiansborg, alt osar langan veg av stættarmuni, men tað taka vit við ein dag sum hendan við 30 hitastigum, tí tað er ein lætti at spæla kongalig og njóta svalan inni á slottinum. Ok, vit vóru í bláum plastskóm, neyvan ganga tey kongaligu í plastskóm inni á Amalienborg!

Útkomin keypa vit okkum ísakalda rabarbusaft og eina tvíflís afturvið komplimangum frá tveimum eldri harrum, sum siga, at vit mugu sleppa fram um teir at keypa, tí vit eru so nógv vakrari enn teir …

Tá vit hava notið breyðflísina afturvið rabarbusaftini, fara vit inn í Ríkisarkivið at hyggja at einari framsýning av skjølum frá hersetingini av Danmark. Hersetingin byrjar av álvara kl. 4.40, og kl 8.00 koma boð um, at Danmark hevur steðgað allari mótstøðu. Nakrir mans eru dripnir, turrisliga verður ført inn í bøkur, hvør maðurin er, nær hann er føddur, hvar hann er skotin, og nær hann er deyður. Lungnaskot, skot í høvdið, ryggin: hørð fakta henda heita summardagin í Keypmannahavn. Nakrir riddarar fóru í tí umfarinum!

Vit fara víðari oman móti kanalunum, har nógv ferðsla er á sjónum bæði av bussferjum, privatum spitbátum og kajakkrógvarum. Ein ungur maður kemur og setir seg hjá okkum framman fyri kaféina. Hann hevur fingið gott eyga á mína síðukonu, sum hann roynir at bedára, alt hann kann, við innbjóðingum til sumbadans, romantiska kanalrundferð og mangt annað, men hon bítur ikki á. Hann roynir eisini at sjarmera meg, tá hann hoyrir síðukonuna venda sær til mín og tosa við meg, mest fyri at fáa meg at bróta inn, so hon kann fáa eina góða umbering fyri at fara. So hann spyr, um hon er úti og gongur við mammu síni, og henda gamla her má trekkja upp á smílubandið, tí tað ljóðar fyri henni, sum hann heldur, at eg eri sloppin úr ellisheiminum eina løtu og nú verði luftað í hesum góða veðrinum. Men hann kennir ikki síðukonuna, so hon verður enn meira pissed off av hesari viðmerkingini, tá hann leggur afturat, at tað átti hann eisini at gjørt meira av: altso at lufta mammuna.

Neyðars riddari, hevði hann bara vitað …

Vit fara víðari og enda dagin á kaféini við Skuispælshúsið, saman við rosévíni og einum kaldligum loti úr kanalini.

Sum sagt: tað er herrligt at liva, og nú fara vit oman á Kapelvej at fáa okkum okkurt etandi og kanska eina kalda afturvið.

The Flat Rabbit

flatÍ Amerika er alt so stórt, øll tosa small talk, og øll kunnu blíva rík og forsetar.

Soleiðis hugsaði eg, tá eg í morgun kom til arbeiðis og sá, at ein bók hjá Bárði Oskarsson varð blivin ummæld í The (við trýst á di) New York Times!

Tað næsta, eg hugsaði, var Evangeliið eftir Matteus, 5 kapittul, 15 ørindi: Ikki heldur kveikja tey ljós og seta tað inn undir skeppumálið, men í ljósastakan; tá lýsir tað fyri øllum, ið inni eru í húsinum.

At seta sítt ljós undir skeppumál er myndamál, hvør skal siga: gevst at goyma teg og halda, tú onki ert verd!

Hvat var tað so, sum bæði gav mær ein feril av stórheitsvanviti og setti mær hesar bíbilsku grillir í høvdið? Jú, ein myndabók sum eitur Flata kaninin.

Og hvat handlar hon so um? Jú, eina kanin, sum liggur fløt sum ein pannukaka á vegnum, steindeyð, og um ein hund og eina rottu, sum finna hana har. Hvør hevur forrestin nakrantíð hoyrt um, at ein hundur og ein rotta eru makkarar? Nei, ha?

Hesi bæði, hundurin og rottan, gera tað, sum so mong ikki gera, tey fara ikki bara víðari og siga: oh well, hon um tað. Nei tey steðga á og grunda yvir, hvat tey skulu gera, tí sjálvt um tey ikki kenna hana sum so, so halda tey, tað vera syrgiligt, at hon bara skal liggja har.

Tað stutta av tí langa er, at tey fara aftur á staðið og pilka kaninina upp av vegnum, og tað verður gjørt við gefühl:

”Ansa eftir oyrunum, segði hundurin, meðan hann varisliga pilkaði tey fløtu beinini upp av vegnum.”

Og so fara tey undir operatión jarðarferð ella rættari luftferð, og tað verður gjørt í røttum praktiskum anda, einki snýs og tár og kreppuhjálp og talur: kaninin verður klistrað upp á ein dreka, og so á flog, og tað er ikki sum at siga tað: 42 ferðir mugu tey renna aftur og fram, áðrenn drekin fer uppfrá. Og so lovar Bárður hesari kensluni fram, sum vit mangan hava í okkum: hvussu man hetta vera? Hesin spurningurin, sum vit so mangan hoyra í útvarpi og sjónvarpi eftir onkra marksetandi hending: hvussu føldist tað?

Og sjálvandi sleppur rottan at royna at halda drekanum eisini:

”Hevur tú hug at royna?”

Og á myndini síggja vit hundin rætta rottuni snórin, tí slíkt upplivilsi mugu tey bæði vera felags um!

Tá eg lesi og hyggi at Fløtu kaninini, minnist eg afturá eina hending, tá sonurin hjá mær, Hanus, og vinmaðurin Meinhard høvdu funnið ein deyðan fugl uttan fyri húsini. Teir høvdu eisini jarðarferð; Hanus er bóndasonur, so hann stóð fyri grevstrinum, og sum so mangan fylgdi eg við í passaligari frástøðu og hoyrdi hann siga við vinmannin: ”Meinhard, pápi tín er prestur, so tú kanst halda taluna.” Tað var sanniliga eisini praktiskt!

Bókin kom út í 2011.

Hon er síðan útkomin í Danmark, Noregi, Týsklandi, Kanada og Kekkia. Og skjótt eisini í Íslandi og Svøríki.

Eg má siga, sum mín skilagóða dóttir Turið ofta sigur, tá hon verður noydd at hyggja at katastrofufilmum, hoyrir um eina komet, ið er á veg til jørðina ella sær ein dokumentar um veðurlagsbroytingar: “Eg verði konfronterað við mína egnu deyðiligheit”.

Kanska vit endiliga fara at viðurkenna, at vit duga til nakað innan bókmentir, at vit lova bara einum veti av stórlætisørskapi framat, kanska eitt pikkalítið ummæli í føroyskum miðlum hevði verið ein byrjan?

Tú doyrt, sum tú hevur livað

Nakrir tankar í summar framman fyri Salvador Allende á Reyða plássinum í Superkilen á Nørrebro:

IMG_2362

Kæmp for alt, hvad du har kært;
dø, om så det gælder,
da er livet ej så svært,
døden ikke heller.

 

Soleiðis yrkti Chr. Rickhardt í 1867, og J. H. Poulsen og Niels Winther týddu soleiðis til føroyskt í 1897:

 

Fyri tí, tú veitst, er rætt,

doyggj, um so má vera;

tá skal lívið falla lætt,

deyðin einki gera.

 

Í føroysku týðingini er onki kæmp, kanska er tað undirskilt, men tá Mikael Wiehe yrkti um Victor Jara í 1975, segði hann soleiðis:

 

Men om framtiden är som ett träd vi har planterat i jorden,

och ifall friheten är som den sprödaste, sköraste ros,

måste vi väpna oss väl för att försvara det svaga,

vi måste värna det mot dom som vill krossa det som spirar och gror.

Dom förtvivlade säger att döden är lika för alla,

men det är väl sannare att säga att man kan dö på samma sätt som man har levt.

Och att dö för förtjänst, det väger lätt som en fjäder,

men att dö för sitt folk, det väger tungt som en sten.

 

Mikael Wiehe greiðir sjálvur frá, at tá ið hann var á konsertferð við Lisu Ekdahl í 1994, segði hon, at tá hon hevði lurtað eftir sanginum sum barn, hevði tað altíð undrað hana, at ”tung som en sten” var betri enn ein “lätt som en fjäder”. Ein fjøður var jú nógv vakrari enn ein steinur! Mikael Wiehe var tá noyddur at viðganga, at tað var ein umskriving av einum sitati hjá Mao Tse Tung í 1944: “At doyggja fyri fólkið vigar meira enn Taifjallið, men at arbeiða fyri fascistarnar og doyggja fyri eyðrænararnar og kúgararnar vigar minni enn dún.”

 

Í yrkingini Gategutt hjá Rudolf Nilssen frá 1925 sigur hann:

 

I krematoriet skal min hvite ild tilslutt,
når hjertet flammer i det siste spill,
forkynne stolt for den som lytter til:
Jeg var en gategutt.

 

Tað var serliga meiningina við lívinum, sum Rudolf Nilssen royndi at fáa svar uppá í sínum stutta lívi.

Felags fyri øll hesi ørindini er: at liva og doyggja við góðari samvitsku, doyggja skulu vit so øll, kennist tað sum fjøður ella steinur.

 

Kanska verður tað, sum Rufus Wainwright yrkir:

 

Wandering properties of death
Arresting moons within our eyes and smiles
We did rest
Amongst the granite tombs to catch our breath

 

 

 

 

 

Sivilfólk og sivilfólk valdast

gaza_child

Allan fyrrapart hevur útvarpið sagt frá um eitt sivilflogfar, sum er skotið niður í eystara parti av Ukrainu. Eg skilji tað væl, tí hetta er ein sorgarleikur av teimum heilt stóru, ein sorgarleikur, sum er orsakaður av kríggi og valdsgerðum.
Men tað, sum undrar meg, er, at tað ikki í sama mun er breaking news, at ísraelski herurin er farin inn um mark á Gaza og myrðir frá hond.

Seint hóskvøldið byrjaði atsóknin, meðan eg havi sitið og lurtað eftir Guðruni og Bartali, Toxido Rebels og eftir stuttliga klovnaleikinum hjá Kjartani Hansen á G. Eg hugsaði eisini við mær, tá eg vaknaði í morgun og tendraði donsku dr2 støðina, sum eg geri hvønn morgun, áðrenn eg fari til arbeiðis, at mitt í allari gleðini eru fólk, sum liva í sorg, ræðslu og armóð.
Eitt má eg geva útvarpinum, at tónleikurin hevur verið so nógv betri fyrrapartin, enn hann hevur verið leingi, so alt gott um G, sum hevur givið teimum í útvarpinum íblástur, men samstundis má eg siga, at onkur á sama stað svevur í tímanum, tá tað kemur til tíðindaflutning. Tey eru ikki sína uppgávu vaksin, stutt og greitt.
Tíðindaflutningurin higartil um stríðið í økinum hevur snøgt sagt næstan bara snúð seg um at tosa við føroyingar, sum eru giftir við onkrum ísraela, ella sum búgva har av onkrari orsøk, og sjálvandi er tað viðkomandi at hoyra fyrstuhondsupplivingar, men so má eg bara siga, at tað er spell, at ongin føroyingur er giftur við einum palestina!
Hvat hevur størri týdning, 298 myrd ferðafólk í einum flogfari ella 298 myrdir palestinar? Útvarp Føroya hevur givið okkum svarið.

Í pit

stonesogeg

Stones á Roskilde – hvussu var?

Havi ikki nóg mikið av superlativum! Spæligleði, autentisitetur, nostalgi, blíðskapur, kæti …

Roskilde var: trunkað saman í bíðistøðu, landluktur, gleði, øl og musikkur, søtur hashroykur, alt sum fekk undirritaðu at minnast aftur á Roskilde fyri 39 árum síðan, í sjeynda mánaði, í tjaldi, alt bar til, 21 ára gomul og forelskað.

Roskilde nú var eisini litleysari, ikki so sprøklut fólk, men gleðin var tann sama við ella uttan hash.

Konsertin hjá Rolling Stones hevur fingið blandað ummæli í donsku bløðunum. ØLL tosa um tað ótrúliga, at Mick og teir klára at framføra, tá teir eru so GAMLIR. Heili 70 ár er Mick. Og ok, kanska er tað ikki so vanligt, at síggja 70 ára gamlar menn vríggja við tí sindrinum av reyv, ið Mick nú hevur og dansa/renna út og inn eftir pallinum, men hey! Hví skalt tú tross allar djevlar setast í ruggustól ella fáa rollator, bara tí at tú hevur rundað tey sjeyti? Men ok, eg fekk ikki latið verið at hugsa: gott at Mick ikki er ein 70 ára gomul kona við kálkmangli, tað hevði endað við undirpartinum í øðrum endanum á pallinum og yvirpartinum í hinum.

Ná, henda 60 ára gamla var í hopla, og besta ummælið, Stones fekk, kom frá mínum báðum døtrum, Jenny og Turið: hetta var besta konsert, tær nakrantíð høvdu upplivað! Soleiðis søgdu tvær, sum eru fløskaðar upp við Mjús, við Múrin, G!, Roskilde og øðrum festivalum. Mission accomplished!

Setlistin var hesin:

Jumpin´ Jack Flash

Let´s Spend the Night Together

It´s Only Rock´n Roll (But I Like It)

Tumbling Dice

Wild Horses

Doom and Gloom

She´s So Cold

Out of Control

Honky Tonk Women

You Got the Silver (Keith)

Can´t Be Seen (Keith)

Midnight Rambler (Mick Taylor)

Miss You

Gimme Shelter

Start Me Up

Sympathy for the Devil

Brown Sugar

You Can´t Always Get What You Want (kórið Vocal Line, Århus)

(I Can´t Get No) Satisfaction

Tveir tímar og eitt korter spældu teir, meira enn 85.000 fólk lýddu á. Sjálv var eg farin í pit, eitt fullkomiliga nýtt hugtak, sum eg annars altíð havi bundið saman við Formel 1, men sum eisini er eitt stað, har tú stendur væl fyri bara nakrar metrar frá øllum tí, sum fer fram í sælulívslandi.

Vit, sum kenna Stones, kenna eisini teir fyrstu tónarnar í Jumpin Jack Flash, sum fær alt upp at gartera, og tað hóast teir ikki megnaðu at halda tað reiðiliga koyrandi, tað var ov falskt, ov illa samanspælt, og alt møguligt annað, men tað vóru Stones, so what the hell!

Í grundini funnu teir ikki seg sjálvar, fyrr enn teir komu til Wild Horses: ´a sweet and romantic song’ sum Mick tók til:

I watched you suffer a dull aching pain
Now you’ve decided to show me the same
No sweeping exit or offstage lines
Could make me feel bitter or treat you unkind
Wild horses couldn’t drag me away
Wild, wild horses couldn’t drag me away

Var tað løgið, at eg tá hugsaði um unnustuna, sum Mick hevði mist fyri trimum mánaðum síðan, og tók synd í honum. Kanska var tað júst hesin sangurin, sum fekk teir á beint, tí eftir hetta var alt bara rock´n roll and I liked it!

Tó var eitt lag, sum eg helt vera ein joke, tað var lagið She´s so cold, sum fólk høvdu atkvøtt um, skuldi framførast. Hvør hevur atkvøtt um hetta, er mær ein gáta, Mick Jagger segði eisini eitt sindur skemtandi: We haven´t played THIS for a while …

Keith slapp at framføra sínar tveir sangir, og tað var, sum hann kundi verið systkinabarn Tom Waits við sínari whiskeyrødd, men tað er eisini rock´n roll, og tað dámar okkum eisini, og so er hann so skidi sjarmerandi, skemtari, blíður, smílandi, við tí flákrandi turriklæðnum hangandi afturi í reyv, bless you, segði hann fleiri ferðir, og tað var, sum hann segði tað við bara meg. Ronny Wood, everybody, did a great job, segði hann og smíltist um alt fimmoyrað yvir á Ron Wood.

Og so kom Mick Taylor og Midnight Rambler, og honum hava vit bíðað eftir í fleiri ár, og sum tað var gott! Ein rundur, fittur væl spælandi (sum altíð) Mick Taylor og nakað, vit fyrr kallaðu jam session. Og tað merkir ikki súltutoys sessión.

War, children, it’s just a shot away
It’s just a shot away
War, children, it’s just a shot away
It’s just a shot away

Mick Jagger og Lisa Fisher: orð eru fátæk!

So tá ið Start Me Up byrjaði, var tað nærum óneyðugt, tí vit vóru byrjað fyri langari tíð síðan og vildu ikki hava tað at enda:

It you start it up,
Love the day when we will never stop
Never stop, never, never, never stop
Tough me up
Never stop, never stop
You, you, you make a grown man cry
You, you make a dead man come,
You, you, you make a dead man come

Tey seinastu løgini hava negativ heiti, Vocal Line frá Århus sluppu at royna seg, og greiddu seinni frá, at tey vóru gobsmacked, tí Mick Jagger hevði sjálvur verið til staðar, meðan tey vandu, tað høvdu tey ikki væntað, men soleiðis er Mick, segði eg við meg sjálva. Eg veit: havi ikki ánilsi av, hvussu Mick er, men haldi meg vita eftir at hava lurtað og notið hetta orkestrið í eini 48 ár.

So eg fekk bæði tað eg vildi og var væl nøgd.

Faðir okkara í himmiríki

holmens-orgel

Í dag fekk eg lokkað dóttrina Turið við mær inn í Holmens kirkju at lurta eftir orgulkonsert. Hetta var ein matiné, sum skuldi byrja árliga orgulfestivalin í Holmens kirkju. Erik Kolind spældi, hann er organistur í kirkjuni og er ikki hvør sum helst.
Eg havi verið púra burtur í orgulspæli, síðan eg hoyrdi Kevin Bowyer spæla orgul í eini kirkju í Odense, á fløgu væl at merkja, so nú vildi eg sleppa at hoyra orgulspæl live, væl at merkja á einum monsturstórum orgli.
Eg kann enn fáa míni børn at undrast yvir míni løgnu áhugamál, men tá ið Turið var komin yvir tað allarversta, gjørdi hon av at koma við.
Tá ið vit komu inn í kirkjuna, vóru longu nógv fólk komin, flestu teirra vóru gomul; stuttligt at síggja so nógvar gamlar keypmannahavnarar upp á eingang og so ein gamlan sørving mitt í speisuni. Hetta vóru væl uppdrignir áhoyrarar, tyktist sum fleiri teirra kendu hvør annan, tey heilsaðust og smíltust. Eg legði serliga merki til ein gamlan mann, sum heilsaðu upp á kvinnur við at kyssa tær á hondina, so fitt hugsaði eg og vónaði, at hann var líka fittur við sína konu heima við hús.
Ein bjóðaði vælkomin, og tað gjørdist púra greitt, at hann bólkaði áhoyrarnar í tveir partar: hann bjóðaði fyrst teimum vælkomnun, sum altíð plagdu at koma, síðan bjóðaði hann okkum, sum ikki vóru von at koma, vælkomnum. Vit vóru líkasum eitt slag av a og b áhoyrarum. “Legg onki í,” segði Turið: “Várharra setti ongan eftir.” Turið blívur við at fáa meg at undrast, tá hon kemur við slíkum sitatum. Eg minnist, hvussu ofta hon spurdi meg: tú mamma, hvør er hasin Adam, sum lærarin altíð tosar um í kristni. (Ok, so ringt var tað kanska ikki …)
Vit fingu eisini greitt at vita, at kirkjan gjarna vildi hava, at vit løgdu pengar í bússuna, tá ið vit fóru avstað, men tey vildu ongar tveykrónur hava, segði hesin, men kundu hugsa sær, at 100 kr var hóskandi donatión.
Sovorðið ‘skitprat ‘leggi eg ikki so nógv í. Og tað samsvarar á ongan hátt við ørindini hjá Jesupápa, men tað kundi eg ikki fara at siga við henda tápuliga mannin.
Skráin var góð, har vóru verk eftir Weckmann, Bach, Steigleder, Vierne og Widor. Weckmann var eitt sindur trilvandi, Kolind var ikki komin í stødið, Í Vater unser im Himmelreich, BWV 737 eftir Bach helt eg meg hóma eitt kent sálmalag. Altíð hugaligt at kenna okkurt aftur. Mær dámdi væl Résignation eftir Louis Vierne, har var okkurt lætt yvir lagnum, kanska minti tað meira um nútímans kompositiónir, uttan at eg á nakran hátt skal gera meg til serfrøðing, men bæði hann og seinni Widor doyðu í 1937, í mun til hinar harrarnar, sum eru frá 15, 16- og 1700 talinum. Résignation er eitt karakterstykki, lesi eg í programminum, sum snýr seg um klokkurnar í Westminster, kærleikssangir og gargoilurnar á Notre-Dame katedralinum.
Eitt sindur av gálgaskemti er í programminum, sagt verður, at Vierne fall deyður um niður á tangentarnar á orglinum í Notre-Dame, har hann var organistur, og tað elvdi til eitt tragikomiskt ýl inni í kirkjuni. Sikken en sortie, sigi eg bara.
Okkurt var tó við hesum stykkinum, sum fekk meg at slappa av, ja, eg fór næstan í dvala. Knappliga var mær hyggjandi yvir á veggin, og har hekk Kristus naglaður á ein smalan kross. Hann hevði ikki útbreiddar armar, sum vit er von at síggja, men upprættar armar, so hann hekk har sum ein strika í luftini við síðuna av prædikustólinum. Eg hugsaði eina løtu, um Jesupápan, sum sigst vera sendur til jarðar at bjarga menniskjum frá synd, mundi halda seg hava loyst uppgávuna, og eg kundi ikki lata vera at hugsa um Sýria, teir tríggjar dreingirnar í Ísrael, sum onkur hevur myrt við køldum blóði og mangar aðrar syndir, sum fara fram hvørt sekund í hesum heimi.
So endaði konsertin við Orgulsymfoni no. 1, fyrsta sats – Allegro vivace hjá Widor. Fantastiskt, sigi eg bara. Stórbart og vakurt alt í senn, lættir tónar og djúpir, brølandi tónar, tónar langt burturi og nær við. Nei gott er, lat meg heldur gevast, eg verði ongantíð orgulummælari.
Men handalagð var framúr!
Eg má viðganga, at Holmens kirkja fekk ongar pengar frá mær, tá ið eg fór út: eg átti bara tveykrónur, men upplivilsi var framúr, hóast Turið ikki var so imponerað, hon segði sum er, at nú hevði eg aftur lokkað hana til nakað so løgið sum eina orgulkonsert í einari monsturkirkju saman við einari rúgvu av gomlum fólkum.
Na well, í morgin verða aðrir tónar, tí tá gongur leiðin til Roskilde, og har verða sikkurt eisini nógv gomul fólk.

Samvitskubit – bara ov seint

Vit hava hoyrt tað óteljandi ferðir: at teir sum hava verið fedrar at oyðileggjandi tøkni, sum hevur ført til bumbur og skotvápn brúkt fyri at taka lívið av fólki og smildra alt rundan um seg í túsund pettir, hava havt ringa samvitsku av hesum. Niels Bohr hevði tað, Alfred Nobel eisini og nú hoyra vit, at Mikhail Kalasjnikov eisini hevði givið til kennar, áðrenn hann doyði, at hann hevði ringa samvitsku av øllum teimum deyðu, hann helt seg hava á samvitskuni.

Men hvat skal eg brúka tað til?

Hetta er longu uppfunnið og verður brúkt um allan heim í øllum kríggjum, sum man framvegis heldur fer at loysa allar verðsins trupulleikar, ja amerikanarar halda sogar, at tað ber til at innføra demokrati við vápnum.

 Code-Pink-bus-12969

Søga

Byrsan kalasjnikov ella AK-47, sum hon eisini verður kallað, varð uppfunnin eftir 2. veraldarbardaga og sett í framleiðslu í 1949. Hon er gjørd við týska Sturmgewehr 44 sum fyrimynd.

Byrsan vísti seg at vera eitt framúr gott vápn, um til ber at tosa um nakað gott í slíkum sambandi; hon var egnað í øllum viðurskiftum frá oyðimørk til mýrilendi, hon skýtur við stuttari frástøðu, og tað, siga tey kønu, er sera gott, hon skýtur 600 skot um minuttin, so har kunnu nógv liggja eftirá, hon er løtt at hava við sær, vigar bara eitt sindur meira enn 3 kg. og tolir ómetaliga nógv av. Hetta við at hon vigar so lítið ger hana eisini fyrimyndarliga í kríggi, har børn verða brúkt sum soldátar.

Byrsan er ikki bara eitt skotvápn, men er eisini eitt symbol, ja kanska enntá eitt ikon, eitt heilagt symbol.

Hon er nærum ímyndin av stríðnum hjá frælsisstríðsfólki, hon er í flagginum hjá Mosambik og Simbabvi, Hiszbollah hevur hana í sínum flaggi, Osama Bin Ladin hevði altíð eina uppi á sær, Saddam Hussein sigst at hava havt eina gulllagda kalasjnikov í sínari vápnagoymslu, Sylvester Stallone gjørdi, at hon bleiv partur av einari machomentan, hon var máttmikil og potent, tá hon sprændi sínar kúlur út millum fólk og lat okkum síggja, hvussu lætt tað var, og at tey lógu og sløddust deyð fyri føtur okkara í filmum. (Tí vit jú sjálvandi ikki eru við í nøkrum bardøgum).

Upplivingar ferðamál

Hon verður enntá brúkt sum ferðamál. Hóast byrsan verður brúkt í øllum heimsins londum í kríggi, so er ikki loyvt alla staðni at brúka hana, hevði nær sagt í friðartíð. Men í summumlondum er tað loyvt eisini, td. í Kekkia, Estlandi, Polen og Ungarn, har loyvi er at skjóta á góðkendum skjótibreytum og við kønum vegleiðarum.

Tað er júst hetta, sum ger, at ferðaskrivstovur bjóða út bólkaferðir, har endamálið er at skjóta til máls. Til dømis skrivstovan Go Dreams á Blegdamsvej á Østerbro, sum mitt ímillum golfferðir til slott í Frankaríki ella Tivoli túrar, lýsir við ferð til Budapest við yvirskriftini Fyr den af med sovjetiske skydevåben. Ferðin er ætlað minimum 8 persónum, málbólkurin er polterabends, firmaevents ella bara ein drengerøvstur med vennerne. So er stílurin líka sum lagdur. Møguleiki er fyri at skjóta við Margolin – 8  skot, Stechkin – 16 skot, Shpagin Assault Rifle -8 skot, Kalashnikov AK-47 – 8 skot og Dragunov Sniper Rifle – 3 skot. Altso hvør persónur sleppur at skjóta 43 skot, og einasta treyt er so at siga, at tú ikki ert skít og undir 18 ár. Eg siga bara eitt – sikken eitt tilboð!

Nei – álvaratos – tá vil eg heldur hava frið og Code Pink, hvørs seinasta aktión hevur verið ímóti dronuálopum hjá Barack Obama, sum mær er sagt, eisini hevur samvitskubit av teimum krígnum, hann hevur arvað frá sínum undanmonnum.

Herman er frælsur maður

angola-freeNú ein dagin segði ein facebookvinur mær, at tað mundi hjálpa lítið at skriva undir uppá ditten ella dattin. Eg havi hugsað um hetta líka síðani, ikki tí at eg ivist í tí sjálv, men tí at tað undrar meg, at onnur ivast í tí.

Í gjár klokkan seks minuttir yvir seks um kvøldið fekk eg eitt teldubræv frá Amnesty International í Bretlandi, sum segði mær, at nú er Herman frælsur maður.

Týskvøldið hevði økisdómarin í Louisiana givið Hermani grið og lovað honum úr fonglsinum, har han hevur sitið síðan 1971.

Og skjótt verður Herman fullkomiliga frælsur í hesum heimi, tí hann er á seinasti stigi í krabbasjúku síni og fór úr fongslinum í sjúkrabili beinleiðis til eitt sjúkrahús.

”Through the ambulance window, he may have glimpsed the streets of New Orleans,” siga tey í brævinum, men hann sleppur neyvan at ganga har í gøtunum aftur.

Herman Wallace var saman við tveimum øðrum dømdur fyri vápnað rán í 1971 og fongslaður. Seinni var hann og ein annar dømdur fyri at hava myrt ein fangavørð, men onki prógv er nakrantíð funnið, sum bendir á, at teir hava gjørt hetta. DNA royndir hvurvu og annað mangt, sum fekk fólk at ivast stórliga í, at teir høvdu nakra skyld. Sjálvt einkjan eftir myrda mannin hevur gjørt greitt, at hon als ikki trýr, at teir hava myrt mannin.

Hetta er eftir øllum sólarmerkjum eitt klassisk dømi um rasismu, tí Heman Wallace er svartur og var aktivur í Black Panther rørsluni. Hann stríddist fyri at betra um viðurskiftini í fonglinum, men úrslitið var, at hann hevur sitið yvir 40 ár í fongsli og størsta partin fullkomiliga avbyrgdur

Bæði kend og ókend hava stríðst fyri at fáa Herman og vinir hansara leyslatnar, og nú er hann so leyslatin og skjótt ávegis til annan heim.

So tit: Skrivið fyri lívi – eisini tí, sum er um at fara handan sýn. Tað loysir seg!

Amnesty International

Orð drepa ikki, bara gerðir

883160-sushmita-banerjee

Tað var við blandaðum kenslum, at eg lurtaði eftir Flemming Rose í gjárskvøldið í Norðurlandahúsinum. Flemming Rose skrivaði Tavshedens tyranni eftir hendingina við Muhammed-tekningunum, og tað er ein sera áhugaverd og væl skrivað bók, sum setir tankar í gongd.Men meðan eg lurtaði eftir honum í gjárkvøldið, fekk eg eina kenslu av, at nógvar av argumentatiónunum vóru ov lættkeyptar, serliga hetta argumentið við, at tað ikki er gott fyri okkum at seta lógarparagraffir í verk, sum hava til endamáls at verja fólk fyri ikki at verða hunddálkað av einum mótparti. Hann tosaði um m.a. 266b. Sjálvt um eg kann fylgja honum langt í hesum, at vandi kann verða fyri at politisk korrektheit kann bana vegin fyri einari tøgnmentan, so meti eg ikki hesar paragraffir at hava nakað við politiska korrektheit at gera. Hetta er bara ein staðfesting av, at í staðin fyri at kalla fólk bæði líkt og ólíkt, so ber til at argumentera á sømiligum støði. Tað haldi eg, at 266b er ætlað sum.

Orð drepa ikki, segði Rose, bara gerðir, tvs. at um tú sigur, at jødar eru kakelakkar, so drepur tað ikki jødar, men sigur tú, at jødar skulu drepast, so hevur tú eggjað til dráp, og tað skal bannast.

Eg haldi, tað var Sjúrður Skaale, sum undraði seg yvir, at Flemming Rose er journalistur og leggur so lítlan dent á orðið, og hvørja effekt tað kann hava, eisini dráp sjálvt um tú ikki beinleiðis leggur upp til tað.

At orð elva til dráp, máttu vit sanna, sum lótu bløðini upp og tendraðu tíðindaportalarnar í morgun. Meðan eg havi sitið og notið mín kopp av espresso, áðrenn niðurfaringartíð, er Sushmita Banerjee tikin og dripin av Talibanmonnum í Afganistan.

Hví? Jú, tí at hon dittaði sær at skriva orð um viðurskiftini hjá kvinnum undir talibanstýrinum.

Hesar skeggapurnar og teirra øra trúarfatan!

Hygg hatta vóru aftur orð!

Sushmita_Banerjee_file_pic_295Friður veri við Sushmitu Banerjee

Gleðilegt sumar!

IMG_1641

Havi verið í Íslandi hesa vikuna, hetta var aðru ferð, eg vitjaði grannarnar fyri vestan, og ein kennir seg sum heima, ongin ivi um tað.

Vitjanin var í samband við ráðstevnu um barnabókmentir, sum stovnur Vigdís Finnbogadóttur stóð fyri. Og tvær ferðir untist mær at síggja hesa fryntligu konu. Bæði fyrikomandi og ein fyrimynd!

Flaggdagurin 25. apríl er fyrsti summardagur í Íslandi, sjálvandi eftir gamla heidna kalendaranum. Henda dag er siður at ynskja hvør øðrum gleðiligt summar.

Eitt, sum slær meg ferð eftir ferð, tá eg hitti íslendarar, er, hvussu avklárað tey eru við seg sjálvi, sína mentan og mál. Meðan vit her á landi bæði í bløðum og ikki um at tala á facebook ferð eftir ferð hoyra grátan og gremjan um mál okkara, sum allarhelst er alt ov føroyskt og haraftrat er fullkomiliga ógjørligt at læra, so at tað er upp á hægstu tíð at farið verður yvir at skriva ljóðskrift, so øll kunnu vera við.

Gud forbarmi seg, sigi eg bara!

Har í landinum setur man ein æru í at fara væl við málinum, ongin skammast av tí! Og um alt ikki er fyrsta floks og so ólukksáliga væl eydnað, so er bara at royna aftur. Og alt er á íslendskum, bløðini, vørurnar í handlinum, osfr osfr og fyri mær at síggja, eru tey ikki heimføðisligari fyri tað. Heldur tvørturímóti vil eg siga. Og glað við sítt egna og viss um, at íslendskt er teirra mál, tað eru tey so ivaleys í og eru komin so langt víðari og kunnu konsentrera seg um annað enn altíð at skula orsaka seg við at tosa og skriva á íslendskum, sum vit í hesum landinum ferð eftir ferð noyðast.IMG_1639

562568_10151635575581189_1687725299_nFráfaringardagin var stór samkoma í miðbýnum í Reykjavík fyri Jóhonnu Sigurðardóttur. Eg eri so heppin at kenna konu Jóhonnu, Jóninu, sum er ein sera vitug kona og blíð aftrat. Kom hon ikki út til ráðstevnustaðið at heilsa uppá og drekka ein kaffimunn saman við mær! Hóast tær báðar høvdu úr at gera við at skipa fyri fráfaringarveitslum, nú Jóhanna gevst í politikkki aftaná 35 ár. Hon var stórliga fagnað við rósum av fólki, sum vildu takka henni fyri arbeiðið, henda dagin leiðin hjá mær gekk heim aftur.

Heimkomin verði eg heiðrað næstan sum Jóhanna. Hanus og Marjun koma vestur við blómutyssi, og bilurin er vaskaður og skimmaður innan, so hann sær út sum nýggjur. Ein fantastisk føðingardagsgáva at fáa, og tá so einkarsonurin fer undir at gera døgurða til okkum øll, so er tað eitt prógv um, at eg hóast alt kanska havi ávirkað hann eitt sindur feministiska vegin, og tað skammast hann ikki av, tvørturímóti.

IMG_1646

So gleðiligt summar øll somul!