Hví hí hí hí

Hvussu eg so royni, so komi eg ikki ordiliga í rætta jólahýrin. Valið oyðilegði mær hann. Men kanska tað batnar eftirhondini, tí valserfrøðingurin, sum øll siga er bæði undirhaldandi og góður, vissaði okkum øll um, at val í Føroyum bara hevur nakað við familju at gera; ja, vit fingu enn einaferð eina gjøgnumgongd av pápaeffektum og um mammubeiggjaeffektir og pápabeiggjaeffektir osfr. So nú fari eg at mæla til, at vit gevast at hava valupplegg um politikk næstu ferð, vit fara at velja, men bara leggja ættartræið út hjá teimum uppstillaðu, so vit kunnu finna útav, um vit evt. eru í familju við onkran av valevnunum. So er lagamanni at seta krossin.

Tað er kanska tí, at Tjóðveldi fekk eitt so semi vánaligt úrslit, tey ganga ikki so høgt upp í familju í Havn, sum úti á bygd.

Eg loyvi mær tó at halda, at øvut av td. Javnaðarflokkinum, so kappast tjóðveldisfólk um at skapa split í gonguna. Tað byrjar við, at onkur fer beint ímóti eini útsøgn frá flokkinum og sigur, at ja, sjálvandi skulu vit hava sáttmála við Russland, og onkur annar vil ikki lata seg stilla upp, sum øll væntaðu, fór at stilla upp, og ein vil sleppa inn í flokkin, sum er fólkafloksfólk, men tað síðsta er ikki so farligt, tí har eru nógv fólkafloksfólk í Tjóðveldi, og valið verður næstan broytt til eitt formansval: nú má Høgni frá, hann er so aggandi gamal, at tey ungu á Glasi kunnu ikki fyrihalda seg til hann vegna aldurdóm.

Gud forbarmilsi, hugsi eg við mær, viss Høgni er gamal, so eri eg á gravens rand …

Eg eri kedd av serliga tveimum tingum við valinum: kvinnurnar áttu at havt klárað seg nógv, nógv betur, og Tjóðveldi átti at havt framgongd á sama hátt sum hinir báðir andstøðuflokkarnir. Men so var ikki, og eg sigi sum í sanginum, tí at syngja var eisini populert í valstríðnum: Hví í í í og hví hí hí hí hí, hví í í í og hví hí hí hí og hví?

Javnaðarflokkurin stendur saman um sín formann og Framsókn um sína forkvinnu, Bárður var borin halakukk av sínum floksfólki, ja sjálvt Jóhan bar við, sjálvt um hann ikki hevur skikkað sær so væl alla tíðina, og Beinir, hann er so mega fittur og mildur og Jenis, hann er bara da shit: spennandi við undirgonguteorium og hóttanum um bál og brand, men Tjóðveldi, nei, her lades alt håb ude, í hvussu er, sá eg ongan klemma Høgna …

Valsendingin var góð og undirhaldandi, tey trý í studio saman við John vóru fín, serliga Doris Bjarkhamar. Hana mugu tit biðja aftur, men Jóannes Hansen: vælsignaði flytið hann í onkra sending um ættargransking, ella eina um kvinnumóta kanska, hann visti nógv at siga um, hvussu feminint kvinnurnar vóru ílatnar.

I wonder: Nær fara vit at tosa um politikk og greina politikk?

Gul blóma í øllum hurlivasanum

Sunnudagur, ein dagur sum eg fyrr ikki orkaði fyri, tí man onki kundi gera, noyddist at vera pent ílatin, ræðuligan klassiskan tónleik í útvarpinum, í heila tikið, var alt so glatt og keðiligt, at eg var um at sálast.

            So er ikki í dag, tá eg sjálv sleppi at ráða yvir mínum sunnudegi. Ógvuliga friðarligt kanska, men eitt sindur av lívi er; eg skal bara hyggja oman á plenuna, so síggi eg smábørn spæla sær við fótbóltar, og hundar, sum royna at sleppa upp í leikin.

            Morgunin byrjaði við rundstykkjum og te, onki áhugavert í dummikassanum, so hann hevur fingið frið. Í staðin havi eg týtt nakrar kapitlar av bókini 304 dagar eftir Simon Stranger, sum snýr seg um ræðuleikarnar í Afganistan. Nicholas er akkurát heimsendur, men veit ikki av, at øll tey skotini, sum hava flogið um oyruni á honum tað hálva árið, hann hevur verið í kríggi, hava savnað seg inni í honum og fara at bresta tríggjar mánaðir seinni, tað, sum á fremmandum máli verður til posttraumatiska strongd.

            Hann hugsar eisini um, hví hann í grundini er í krígnum, tað hevur hann tíð til nú. Kanska er tað bara okkurt við pengum og olju og valdi, hugsar hann. Og tað kunnu vit hóskandi spyrja okkum sjálvi, nú kríggið hevur flutt seg aftur til Europa, og allir politikarar eru um at slíta seg sundur fyri at gera oljurokningina bíligari, tí hevur tað ikki okkurt við olju at gera? Og maskulina sinnisjúku eftir valdi, og angist fyri tí fría orðinum, og onga virðing fyri menniskjum, sum doyggja sum flugur ella eru noydd at flyta burtur? Og fanin og hansara pumpustokk?

            Nå – so lurtaði eg eftir tveimum poddvarpum – føroyskum. gott upplivilsi. Skannarin hjá Brynhild og Øssur var eitt slag av innføring í, hvat tey ætlaðu sær, tey komu ikki so serliga langt inn í nakað mál: Ingolf Olsen slapp at siga eitt sindur um fyrimyndir í ítrótti, sum eru so týdningarmiklar, og Brynhild slapp at siga eitt sindur um, hvussu týðandi tað er, at vit ikki lata Russland vinna hetta kríggið. Brynhild var ikki so aggressiv, sum hon annars er á sosialum miðlum, viðhvørt blívi eg so bangin av henni, tí hon er so krígsgrað, haldi eg, men tað er jú bara eg, sum ræðist so illa, tí konan hevur jú grein í sínum máli, vit kunnu ikki vera so vattut, vit noyðast at taka støðu. Brynhild hevur tikið støðu, og eg eri við, tó ikki so aggressivt sum hon.

            Hin poddurin var av tí meira friðarliga slagnum; Trygvi Danielsen vitjar staðið, sum er grundin undir bókmentaligari útgávu. Hesaferð Sørvág og Sólgarðin hjá Beinir Bergson ella rættari ommu Beinir. Eg varð seld beinanvegin, bara av sanginum hjá Tinganest: Válandi heim eftir Niðaravegi … allir sørvingar fáa tár í eyguni av honum. Men samrøðan var eisini framúr góð. Trygvi Danielsen, sum ikki er bangin fyri at seta seg sjálvan á pall (tíbetur), dugdi óalmindiliga væl at tiga sum mest, men annars at spyrja teir røttu spurningarnar, soleiðis at samrøðan bleiv ein innilig filosofisk samrøða um lívið og deyðan og minni, sum vit bera uppá. Kom at hugsa um Simon Stranger aftur hesaferð, tá hann í byrjanini á bókini: Leksikon um ljós og myrkur, sigur, at í jødiskari mentan, doyr eitt menniskja tvær ferðir. Aðru ferð, tá vit gevast at tosa og minnast tann deyða.

            Stuttligt at abbin eisini slapp við, og at ein 82 ára gamal maður sigur, at vit hava gjørt okkum so nógv inn á náttúruna, at tað nú fer at hevna seg aftur, og hugsi við mær, at tað var honum, løgmaður skuldi lurtað eftir, nú hansara størsta jólaynski er, at útlendsk oljufeløg aftur fara at leita eftir olju við Føroyar.

            Vóni ikki, at tað verður sum Maren Uthaug fortelur um í bókini 11%, at drongurin, sum tær fjala í kleystrinum, nú allir menn eru burtur úr samfelagnum, ikki fer at innihalda so nógv testosteron, at hann verður ein hóttan fyri allar kvinnurnar, sum liva eftir.

Eins og

ein grálig várperla

mugu vit koma til sættis við

at vaksa við okkara

egnu ferð

eg leggi ein avleggara á sárið

sum bindir meg við jørðina

(Sólgarðurin)

Apropos náttúru, so var eg mín dagliga túr niðri í garðinum, sum sær út sum harragud veit, skal eg heilsa og siga, og hvat síggi eg: eina lýsandi gula blómu mitt í øllum tí følnaða og sundurskrædda, so her var eitt tekin um veðurlagsbroyting ella bara ein heilsan til mín um, at tað skal nokk fara at laga seg.

Gentukamarið

Herfyri kom bæði yrkingasavn og leikrit út, sum Marjun Syderbø Kjelnæs hevði skrivað. Eg las beinanvegin leikritið, tí eg bleiv so forvitin at lesa tað, tá eg hevði verið til bókarframløgu, har Paula Gaard tosaði vð Marjuna um tað.

            Yrkingasavnið, Karmageitin,  eri eg ikki liðug at lesa, tí eg taka altíð yrkingar inn í smáum bitum, smakki tær, tyggi og svølgi og meti, um tær smakka væl. Higartil havi eg bara gott at bera teimum.

            Men leikritið? Eg skilti onki. Sjálvt um Elisa Vang sigur á baksíðuni, at tað fær teg at fara aftur í títt egna gentukamar og til teir dreymar og kenslur, sum hetta rúmið fataði um.

            Men í gjárkvøldið var eg og hugdi at leikinum, og eg bleiv ein heilan deil klókari, má eg siga. Kanska er tað so, at tað ber ikki til at lesa eitt leikrit av hesum slagnum, sum er eitt sindur flákrandi, og har tú roynir av øllum alvi at fáa ein samanhang, sum ongantíð rættiliga kemur fram. Tú noyðist at síggja og hoyra tað á palli eisini.

            Av leikinum síggi eg, at samanhangur er ikki júst tað, talan er um. Hetta er meira at kalla, í mínum optikki, skal eg skunda mær at viðmerkja, ein uppgerð við tína fortíð. Alt tað, tú ætlaði, tað, sum síðan hendi, og at koma ásamt við seg sjálva um, at soleiðis er tað bara: Lívið. Men eisini, at tað er loyvt at iðra seg um sumt av tí, tú hevur gjørt, samstundis sum tú veitst, at tú kanst ikki gera nakað fyri at broyta akkurát títt lív, men kanska okkurt annað? Lívið hjá dóttrini … møguliga.

            Eg kann ikki sjálv minnast, at eg havi droymt og spekulerað so nógv um lívið í mínum gentukamari, har eg og eldra systir mín deildust um territoriið, men eg minnist tó angistina, við at hyggja at tapetinum, sum broytti seg til undarlig skap, og sum undirbygdu tað, sum eg hevði upplivað um dagin av happing og øðrum fortreðiliguheitum. Men tíbetur var tapetið plástrað við plakatum av Rolling Stones, so eg hevði Mick Jagger at ugga meg við og vissa meg um, at alt fór at laga seg. Hygg – typiskt! Ein maður skuldi til fyri at definera meg sum menniskjað – og eg skal heilsa og siga, at tað tekur nógv ár at broyta tað – hjá summum broytist tað ongantíð!

            Tað er, sum veran sigur í leikinum, tá ið gentan stóð framman fyri katastrofuni: Hví gjørdi tú onki? Tú kundi verið hetja í tínum egna lívi.

Eg má her at enda bara siga: ug fyri avrik og ug fyri pall, búnar og ljóðeffektir og alt samalt. Eg má eisini sleppa at siga, at øll trý spældu óalmindiliga væl, men eg fari seint at gloyma Hans Tórgarð, sum skaraði framúr – ein eminent framførsla!

Takk fyri Tjóðpallurin, sum nú vónandi sleppur at dvølja í nýggjum hølum – tit gera okkum, sum hungra eftir sjónleiki, eitt vet ríkari fyri hvørja ferð.

Flekka

Eg og dóttir mín, Tina, vóru á Listasavninum herfyri og hugdu at serframsýningini Landslagið í broyting. Spennandi framsýning, hóast eg bleiv við at venda aftur til ein lítlan málning hjá Ruth Smith av einari konu, sum situr undir kúnni og mjólkar. Hann eitur Í fjósinum og er útlántur frá Ruth Smith savninum í Vági. Eitt lítið vindeyga, ein básur, ein reyð og hvít kúgv, eitt júgur, ein spann, ein kona í reyðum kjóla og ein leypur.

Eg hugsaði beinanvegin um mammu mína, sum óteljandi ferðir hevur sitið undir okkara kúgv og mjólkað, morgun og kvøld.

Kúgvin æt Flekka og var sum eitt húsfólk, tað plagdi mamma at siga, og eg skilji hana væl, tí hvønn morgun vaknaði eg av, at mamma gekk niðri í køkini og kykaði og stákaðist og gjørdi klárt til at fara niður í kjallaran at mjólka kúnni. Alla tíðina hoyrdi eg, at tær prátaðu saman: Nú komi eg, Flekka, segði hon, muuuu, svaraði Flekka aftur úr kjallaranum. Skal bara fáa mær ein drekkamunn, so komi eg; muuu, ljóðaði aftur, og soleiðis gekk prátið ella rættari pjátranin aftur og fram teirra millum, inntil eg hoyrdi úrhurðina fara upp og aftur, og mamma var farin oman í kjallaran.

Mamma hevur helst ikki verið so fín sum tann á málninginum hjá Ruth Smith, og tó, hon hevur helst verið í kitli, tí tað brúktu konur tá, allarhelst mynstrutan og bestiltan úr Daells Varehus ella Messen.

Flekka var góðslig og sjáldsama ljót. Grá og hvít, rak sum ein heilag kúgv í India, men hon fekk nokk at eta, tók bara ikki uppá. Um hon hevði verið fólk, hevði hon prísað seg lukkuliga.

Hon mjólkaði væl, so har kom fólk á gátt allan fyrrapartin við spann í hondini, og so bleiv mjólk sílað niður í spannina, og mamma fekk pengar afturfyri, men hvussu nógv, tað minnist eg ikki.

Tá í tíðini lógu konur í køksvindeyganum og prátaðu við aðrar konur, sum gingu framvið. Tær høvdu helst verið heima og keypt breyð frá Skelling, sum bakaði breyð hvørja nátt, so sørvingar kundu fáa nýbakað afturvið temunninum. Og helst høvdu tær hoyrt eina góða samstundis, tí var tað nakað, Skelling var ekspertur í, so var tað at fortelja vanvittigar søgur.

Ein av hesum morgunum lá mamma í vindeyganum og tosaði við eina konu, sum var á veg út á Lið, knappliga hoyri eg hana lata vindeygað nokkso ilsliga aftur og siga: tví fyri kjaftin á tær. Eg øtaðist við og fekk at vita, at konan hevði sagt, at Flekka var ein góð kúgv og mjólkaði so væl, og konan hevði spurstungu, segði mamma. Tá var ikki hugsingur um at gugla og spyrja seg fyri, hvat hetta var, men í staðin vóru mamma og pápi okkara privatu gugulmaskinur og svaraðu, so frægt tey kundu uppá alt, vit spurdu um. So nú var bara at bíða og stúra fyri, at tað ringasta kundi henda: at Flekka datt oman, at hon slepti og ongantíð fór at mjólka so væl aftur ella okkurt tílíkt, men ikki veit eg, tað hendi ikki, so kanska hevði konan ikki spurstungu allíkavæl, ella hevði tað hjálpt, tá ið mamma bannaði.

Neytini frá húsunum hjá Rikku og Víka Peturi og allan vegin út eftir vórðu rikin út í Geilina, har tey gingu úti allan dagin saman við tarvinum hjá Heina í Húsi. Eg hataði at reka kúnna út til portrið í Geilini, lata tað upp og lova henni innum, og enn meira hataði eg og beinleiðis ræddist at fara eftir kúnni um kvøldið, tí tá vóru tær allar komnar oman til portrið og stóðu og bíðaðu saman við tarvinum at sleppa heim at verða mjólkaðar. Eg fái kulduskjálvta enn við tankan um at noyðast at lata portrið upp og lokka Flekku út ígjøgnum, altso bara Flekku og ikki hinar tjúgu, sum allar stóðu klárar og skitu á, um tað var ein nervaniðurbrotin smágenta, sum stóð har og ikki ein onnur, sum tær hoyrdu til.

So eg átti tíbetur eina eldri systur, sum fekk hetta lortajobbið nærum hvønn dag. Fjúsi – hvussu heppin kann man vera!

Og tá eg sigi lortajobb, so er tað við vilja, tí vegurin út á Lið og út í Geilini var yvirbroderaður við neytalorti, tær kappaðust um at skíta bæði út og heim, og tað var mangan onkur kona, sum ilskaðist inn á smágentuna, sum rak kúnna. Men hvat kundi hon gera? Tað var ógjørligt at forhandla við eina kúgv og biðja hana bíða, til hon kom heim í kjallaran og kundi skíta í flórin.

At mjólka og ambæta kúnni var kvinnuarbeiði tá, líka til menn fóru at byggja fjós og fingu sær nógv neyt. Tá yvirtóku teir neytini, tí tá vóru pengar í hesum. Um enn teir neyvan gjørdust millióningar.

Soleiðis hvarv eitt kvinnuyrki, sum var so vitalt fyri øll somul, uttan at nakar ordiliga gav sær far um tað.

Eg eri takksom yvir, at Ruth Smith fangaði hesa løtuna, sum hevur ein so friðarligan dám yvir sær. Ja, tað er næstan so, at eg hoyri mammu sita og murra, ímeðan hon mjólkar Flekku.

Kensluborin løta

Gamli skúli

Seinasta framførsla í Gamla Skúla áðrenn summarsteðgin var heilt vist ein av teimum heilt góðu.

            Vit hava hoyrt sum slatur, at nakrir sørvingar høvdu tikið seg saman og gjørt eitt kór, manskór væl at merkja, og eg fekk sjón fyri søgn eitt kvøldið, eg var á bókasavninum og hoyrdi vakran sang úr Marghøllini. og stóðu teir ikki allir har og ruggaðu og sungu Halelluja hjá Leonard Cohen, sum Niclas Heri Jákupsson hevur týtt ella umyrkt til føroyskt. So tá ið Gamli Skúli boðaði frá dupultkonsert við Gørpum, sum hesir jassarnir eita, saman við Strámonnum, so var eg ikki sein at keypa mær billett.

            Eg kom á tal við ein av kórlimunum og segði, at eg var so glað, at menn nú funnu saman um okkurt felags áhugamál sum td. hetta. Hann visti sum var, at eg eri gløðandi feministur, so hann var skjótar at bedýra, at hetta als ikki var sovorðið følarí, sum tá kvinnur vóru saman. tað var lige på og hårdt.

Ikki veit eg, eg fekk annað at hoyra, tá eg var og lurtaði í gjárkvøldið.

            Stemningurin var settur, beint sum tú komst heim á skúlan: reyð motta eftir brúnni, eg angraði, at eg ikki var farin í ballkjóla. Blikk við eldi í. Fullsettur salur, og Helga Nordendal úr Pakkhúsinum í Bø bjóðaði drinks, so man skuldi vera meira enn idiot, um man ikki kom í stemning beinanvegin.

            Garpar byrjaðu, teir vóru helst eitt sindur nervøsir, giti eg. Tí mær vitandi, er hetta fyrstu ferð, teir syngja alment fyri fólki. Men tíbetur hava teir Niclas Hera, hann leiddi okkum ígjøgnum allar sangirnar við nógvum stuttligum og hugvekjandi søgum, so eg lúgvi ikki, tá eg sigi, at salurin fór upp at kóka beinanvegin.

            Tað er ikki hvørsmansføri at syngja í kóri og ikki hava dirigent framman fyri sær, men eg má siga, at sum heild gekk tað serdeilis væl hjá teimum. treyðugt so, okkurt smákiks var av og á, men alt var framúr væl sungið, og tað verður bara betur, jú meira teir venja. Onki at ivast í at Be my life´s companion, (Bob Hilliard skrivaði orðini, og Milton de Lugg gjørdi lagið, 1951) var tann besti og so sjálvandi Válandi heim eftir Magnus á Stongum, sum kann fáa ein og hvønn sørving at falla í krampagrát.

            Orðini hjá kórliminum um maskulinitet vórðu fullkomiliga gjørd til skammar, hóast rungandi basskendar mannfólkarøddir, so svumu allir runt í einum kensluhavi av kærleika og longsli. Og tíbetur.

            Aftaná komu Strámenn, og tað var ongin ivi um, a teir allir høvdu hildið á einum ljóðføri fyrr og nakað væl tað. Teir opnaðu við einum braki við Miller´s Cave (Jack Clement, 1960), einum bluegrasslagi, sum mangir undan teimum hava sungið: Bobby Bare, Hank Snow, Charley Pride og Johnny Cash millum annað. Tað setti líka sum stemningin! Sera væl spælandi bólkur, eg noyddist at yvirgeva meg, sjálvt um at eg ongantíð hava  havt meira enn eitt vanvirðisligt smíl til yvirs fyri countrytónleiki – sovorðið bygdasligt nakað, serliga tá ið teir spældu Man of constant sorrow, eitt gamalt amerikanskt fólkalag frá fyrst í 1900-talinum, fantastiska væl spælt og Galway girl (Steve Earl, 2000) ikki minni væl spælt. Eg sat og hugsaði um Levon Helm úr The Band og hugsaði, at hetta minti um hann.

            Ein gestatónleikari var við, Tóra æt hon, sang ógvuliga væl, men tíverri var hon ikki presenterað meira enn við fornavni. Øll gingu bara út frá, at vit øll kenna Tóru. men tað kemur kanska.

            Kvøldið endaði við felags sangi og spæli, har Garpar og Strámenn spældu saman. Her vóru sørvingar, miðvingar og sandavágsingar, gittarar, harmonikur, floytur, violin, banjo og sangur í eini lukkuligari greipu.

Tá eg síðan válaði heim, tó ikki eftir Niðari vegi, var eg fullvís í, at hetta ætlaði eg mær at lurta eftir aftur, um høvið beyðst.

At reyta ella verða reytað

Eg var til gigtaviðgerð í gjár á Landssjúkrahúsinum. Ein viðgerð, sum tekur umleið seks tímar, har eg liggi á einari briks við nál í handarbakinum og posa við onkrari kemi í, dinglandi uppiyvir, og har tað spakuliga rennur ein dropi fyri og annar eftir, sum skal gera meg sum fjøruti aftaná.

            Á veg suður til viðgerðina lurtaði eg eftir Góðan morgun, Føroyar, og har høvdu tveir unglingar gjørt eina heimasíðu, har tú kanst reyta alt ímillum himmal og jørð: virki, tænastu í handlum og matstovum, læknar, upplivilsir av ymsum slag, ja, snøgt sagt alt, tú kanst koma í tankar um.

            Hetta ljóðar lokkandi, tí hvør hevur ikki sitið og hugsað: hvar finni eg ein elektrikara, sum ikki ger eitt lortaarbeiði, og sum ikki tømir alla bankakontuna? Ella ein skorsteinssópara, sum ikki snýtir meg upp um bæði oyru (eg havi hoyrt onkrar søgur um hetta í seinastuni).  Eitt timburmenniskja, sum er fitt á hondunum og ikki hevur tíggju tummilfingrar? Ella ein lækna, sum vil lova mær víðari, so eg fái abort? Absolutt, tað er lokkandi!

            Hinvegin, so veit eg, at eg kann bara spyrja meg fyri, eg veit, at eg ikki skal fara til Jenis av Rana at biðja um abort, ella eg veit, eg kann spyrja beiggja mín, hvør tað var, sum legði honum tekjuna á húsini, og um hann var vælgjørdur.

            Tað er sjálvandi munur á, hvussu nógvar kenslur tú leggur í alt hetta við tænastum. Verður tú frá tær sjálvari, um handilsmaðurin javnt og samt syngur og floytar og er í góðum lag, tí tú fært ikki hugsað fyri larmi, verður tú fratør, tí gentan við kassan sigur Hav ein góðan dag, tí tað er altso ikki føroyskt! Stendur tú við himmalvendum eygum, tí ongin inni á Jysk hevur tíð at taka sær av tær, so ikki nokk við, at tey hava skippað eitt gott gamalt føroyskt heiti, men so er tænastan versnað eisini!

            Ja, at døma eftir, hvussu vit bera okkum at á Facebook, so er ikki endi á indignatiónunum, ongin endi á okkara harmi, firtni og vreiði yvir, hví ongin vil lurta eftir okkum og okkara genialu meiningum. Tað er snøgt sagt óskiljandi.

            Eg eri eitt sindur bangin fyri hesari heimasíðuni, eg síggi fyri mær, at fólk og virki verða skammað so út, at tey mugu pakka í sekkkin og steingja, ja, fara til hús, tí ongin vil fara til handan skítbýtta læknan, sum ongantíð lurtar eftir, hvat eg sigi, ongantíð vil geva mær tær tablettirnar, eg havi lisið mær til á Netdoktor, sum eg skal hava fyri at koma fyri meg. ella handan skítbýtta tænaran og enn býttari matstovan, har tað tók ein tíma (!) áðrenn eg fekk matin, eg bað um.

            Eg sá einaferð ein film um ein lækna, sum var fráskild, tí maðurin hevði funnið sær eina yngri og penari, og sum bar seg eitt sindur ørt at í eina tíð, tí hon var sjálvandi sjúk av sorg og hatri. Tað gekk útyvir fakið, hon bleiv ill inn á sjúkingarnar eisini við tí úrsliti, at hon bleiv reytað á netinum, og sjúklingarnir góvust at ganga til hennara, og hon mátti gevast sum lækni og endaði sum almannaklientur … og og og …  Eg meini so við, hon snávaði eina tíð av persónligum trupulleikum, hon var ikki perfekt, soleðis sum vit vildu hava hana – á dumpin við henni!

            Nei, so ringt verður hetta hjá okkum ikki. Men eg veit ikki, eru junglutrummurnar givnar at trumma, eru vit givin at tosa saman og finna fram til, hvat er tað besta fyri okkum. Noyðast vit at finna øll svarini á netinum?

            Ná, aftur til Landssjúkrahúsið – eg fekk eina framúr viðgerð og tænastu, teppi um beinini, so eg ikki bleiv køld av at liggja so leingi. Kalt vatn, kaffi og spakuligan sjongur úr lurtinum. Smílandi sjúkrarøktarfrøðingar allar av kvennkyni, sum hjúklaðu um teg, løgdu høvdalagið niður, kodda undir høvdið, so tú fekst sovið eina løtu hesar seks tímarnar, so eg skuldi bara liggja har og syvja og lesa mína e-bók – eina uppbyggiliga eina, sum eitur For han ved ikke hvad han gør. Av og á hugdi eg út á Merkið, sum veittraði í vindinum, tí tað var tjóðardagur Noregs, og mátti at enda konstatera, at hetta helst var tað, sum teir í útvarpinum kalla hann kemur av ymsum ættum – sum aftur fekk meg at hugsa um neyðars útvarpið og alt, tey fáa oman yvir sín kropp. Eg plagi onkuntíð at skriva til tey, um eg eri ónøgd við okkurt, eitt hampiligt bræv, har eg leggi mín sak fram á ein hóvligan hátt, men kortini soleiðis, at ongin ivi skal vera um, hvat eg meini við, og hvat eg haldi, átti at verið gjørt øðrvísi, og eg fái altíð eitt pent aftursvar, sum sjáldan gongur mínum ynski  á møti, men har eg uggi meg við, at eg kortini havi rørt eitt sindur í dunnuhylinum, so næstu ferð fara tey at hugsa seg eitt sindur meira um. Man kann nie wissen …

Men hinvegin, tað er nógv stuttligari at sjeyma – slutsjeyma og newssjeyma – a facebook, meini eg.

Ná, so varð viðgerðin av, og eg leyp uppfrá sum ein gasella, tí gud veit, at virkar kemiin beinanvegin, bæði tann inni í kroppinum og tann ímillum meg og sjúkrarøktarfrøðingarnar, so um eg skal geva stjørnur, so fáa tey – øh, eg meini tær, 10 út av 10 stjørnum.

Minningarorð um Ellu Smith Clementsen

Mikkjal, 1986

Tað varð mær dátt við, tá eg í gjár frætti, at Ella Smith Clementsen ikki er millum okkum meira.

Ella var fødd 21. februar í 1952 og var tí bara 70 ára gomul, nú hon legði frá sær.

Eg kendi ikki Ellu persónliga, og hon gjørdi heldur ikki nógvan háva burtur úr sær, og kortini fari eg at siga nøkur orð um hana ella rættari um tað, sum, eg haldi, var eitt nýbrot í føroyskum barnabókmentum, og sum Ella Smith Clementsen hevur æruna av.

Í 1986 kom myndabókin Mikkjal út á forlagnum Bókadeild Føroya Lærarafelags. Orðini átti Ella Smith Clementsen, og myndirnar átti Tove Askham. Eg havi mangan hugsað aftaná, at hetta var í grundini fyrstu ferð, at mítt ættarlið fær myndabók á borðið, sum stavaði beinleiðis úr samtíðini, vit livdu í. Eg átti sjálv smá børn, og bókin var fantastisk, tí hon vendi sær beinleiðis til gerandisdagin hjá føroyskum børnum um fýra, fimm ára aldur.

Í einum av ummælinum, sum bókin fekk, helt ummælarin, Hervør Jákupsson, at tað var gott, at sleppa at lesa og síggja um gerandisdagin hjá havnarbørnum, men eg haldi kortini, at vit sum búðu á bygd, eisini kendu gerandisdagin hjá Mikkjali aftur. At spæla við bilar, spæla sjórænarar, svimja við pápanum og á seiðaberg við abbanum, har Mikkjal sjálvandi fór oman í Vágsbotn at halda tráðu, men tað kundi gera tað sama, tí høvuðssakin var at hann slapp at fiska.

Ein annar ummælari, Olivur við Neyst, frøddist um, at føroyskir myndprýðarar sluppu at royna seg, og onki er at ivast í, at sambandið millum tekst og myndir hjá Ellu og Tove eydnaðist stak væl. Bara tað at síggja tann so væl kenda mjólkarpakkan frá MBM á køksborðinum, gjørdi bæði meg, míni børn og allar trúgvar barnabókalesarar so sjelaglaðar. Tað skal bæði kreativitetur til og ikki minst evni til at síggja tingini úr barnins eygum og sjónarhorni. Tað dugdi Ella Smith Clementsen.   

Í aðru bókini Mikkjal og Guðrun, sum kom út í 1990, fær Mikkjal eina lítlasystur. Sensatión! Ein upprunaføroysk bók, sum fortelur frá, at mamman skal eiga, og at Mikkjal fær úr at gera, tí lítlasystirin er komin. Og so er Mikkjal og ferðast heima á Sandi, og tað var ikki minni spennandi, tí har búðu vit.

“Um eg hevði skula valt millum tíggju kranabilar og eina lítlusystur, so hevði eg valt eina lítlasystur,” sigur Mikkjal, tá hann fær kranabil frá mammuni, tí at lítlasystirin fær so nógvar gávur, tá hon er fødd. 

Ella hevur uttan iva fingið íblástur frá børnum sínum Pæturi og Hannu.

Ella Smith Clementsen skrivaði eisini aðrar søgur, serliga upp undir jól. Og munnu flestu okkara ikki kenna tann fitta jólasangin: Eg eri so spent til jóla, eg fái ein nýggjan kjóla. Vætturin, sum sjálvandi ikki hevur hala, men flættur.

Ella týddi eisini barnabøkur, t.d. bøkur hjá Astrid Lindgren, Ulf Löfgren, Anders Bodelsen, Sven Otto S. Sven Nordqvist; og so hevur hon eisini týtt Filpus Forvitna.

Tá eg inni á Andlátum sá, at familjan vil hava fólk at lata Bókadeildini eina peningagávu heldur enn at lata blómur og kransar, tá mátti eg svølgja nakrar ferðir. Eg veit, at Ella var glað fyri samstarvið við Bókadeildina. Hon fekk nógva hjálp frá teimum, sigur hon í samrøðu við útvarpið, tá hon fylti 60 ár. Og eg ivist onga løtu í, at Bókadeildin eisini er takksom fyri samstarvið við Ellu. Hon hevur saman við mongum øðrum rithøvundum lagt støði undir góðskuna á barnabókum, sum nú eyðkennir føroyska barnabókaútgávu.

Ella Smith Clementsen fekk Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs í 1994. Tá hevði hon skrivað fleiri bøkur og skrivað jólaleikir til sjónvarpið.

Dóttir mín Turið og Hanna hjá Ellu eru góðar vinkonur, og tí rakar tað meg eyka nógv. “Tað allarbesta, vit eiga, eru børnini,” sigur Ella í sama viðtali um sangin Vit eru rík, sum hon hevur skrivað.

Eg minnist undangongukonuna, Ellu Smith Clementsen, við takksemi.

Fjákutir dreymar

Eg var á einari konsert í gjárkvøldið, og hon var so góð, at eg haldi, at hon hevur uppiborið eitt lítið ummæli.

Haraftrat haldi eg so avgjørt, at tey, ið eru farin undir at skipa fyri konsertum í Gamla Skúla í Sørvági, eiga tøkk uppiborna. Hetta er uttan iva besta spælistað í Vágum, um enn lítið.

Vit bíðaðu nokkso leingi eftir tónleikarunum, eg var um at blíva eitt sindur pissed off, tí máti skal vera við fashionable late.

Men eg vildi sleppa at hoyra teir live, tí mær dámar ómetaliga væl Marius Ziska og hansara tónleikarar.

Og eg varð ikki vónsvikin. Konsertin var ikki long, ein tímas tíð, men hon var harafturímóti av bestu góðsku.

Eg beit fyrstu ferð ordiliga merki í Marius Ziska, tá fløgan Recreation kom út í 2013. Hetta var ein stílur, sum mær dámdi sera væl.

Í settlistanum í gjárkvøldið vóru fyrst og fremst løg úr teimum báðum Home (2015) og Portur (2018) spældir. Við sær á pallinum hevði hann Allan Tausen, sum spældi bass, trummur og annað mangt og Magnus Johannesen á piano. Vanliga eru fleiri í orkestrinum, men ikki í gjárkvøldið.

Gamli skúli er framúr góður til slíkar, eg hevði nær sagt, intimkonsertir. Akustikkurin er fantastiskur, ljóðið var sera gott, Alexander Gaard stóð við pultin, eg sá bara eina ferð, at Marius hugdi eitt sindur ørkymlaður yvir á Allan Tausen, og til seinastu framførsluna skifti hann gittarin út við eina annan, tí hann vildi ikki makka rætt. Í heila tikið var stemningurin avslappaður og góður, teir tyktust at stórtrívast har frammi, og fólk vóru væl við.

Um eg skal siga, hvussu eg upplivdi framførslurnar, so var tað onkursvegna tað mannliga aftursvarið til Dixie Chick ella The Chicks, sum tær kalla seg nú. Marius Ziska hevur eitt heilt serligt slag av ljóði, brúsandi og melodiskt, og eina serliga høga rødd. Tað, sum eg helt vera heilt fantastiskt við framførsluni í gjárkvøldið, var, at máltónin var so klárur, tað var sum at vera til eina syngjandi poesiframførslu. Eg hoyrdi hvørt einasta orð! Tekstirnir eru merktir av eitt sindur av melankoli, kærleika, sveimandi dreymum, og ljóðið er so ótrúliga rymtiskt og fangandi.

Vit eru mong, sum hava longst eftir, at Gamli Skúli kom til sín rætt, tað má hann sigast at verða komin nú. Marius Ziska lýsti tað við einari søgu: tá hann hevði verið her seinast fyri sjey árum síðan, vóru 10 fólk til konsertina, nú var fullsett.

Siti bert kvirrur og hyggi út

Fuglurin hoyrist

stákast nú

Bygdi sær reiður har eg og tú

sóu bilarnar koyra hvør sín veg

Alt er á ferð

í hesi verð.

Tá eg spakuliga gekk mær til hús aftaná konsertina, sá eg bjarta ljósið av flúgvaranum úr Keypmannahavn koma inn uppi yvir Mykinesi – ja, alt er á ferð í hesi verð …

 … og í dag er várjavndøgur – tað kann næstan ikki blíva betri.

Glatað

Tá ið eg hugsi um tað, sum fyriferst í verðini, rættari sagt Ukrainu, í løtuni, noyðist eg at lurta eftir tónleiki ella lesa bókmentir fyri ikki at blíva dálkað av hesum æviga tíðindastreyminum úr sjónvarpi og útvarpi, sum fær meg at enda bara at resignera.

Tá er tað so gott at lesa góð orð, sum fara beint inn í hjartað og tosa til mín um, hvussu út av lagi sinnisjúkt hetta er, at kríggjast.

This is the sound of the planes in the night

Coming out of the darkness

And into the light

Shining alarmingly

Curiously bright

Eg síggi fyri mær børnini, sum fjala seg fyri bumbunum, sum gráta og skelva av bangilsi, tí tey als ikki skilja, hvat hetta er, sum hendir, og eg husi um ommusonin, sum spyr meg: Omma, fer tað nú at verða verðinskríggj? Ein so ófatiliga álvarssamur spurningur, sum eg royni at svara, men kortini ikki klári at svara erliga. Men hvussu skal eg gera fyri at sissa mín lítla drong, sum merkir á sær, at okkurt er ravruskandi galið.

This is the sound of the murderous drums

The marching of footsteps

The twisting of thumbs

Over and over

Again here it comes

Hjarta bløðir, tá eg síggi fólkini á flogvøllinum í Vágum, sum tykjast púra vilst. Og eru tey ikki tað? Smágenturnar, sum kanska ímynda sær hetta sum eina útferð, sum skjótt fer at enda, tá tey sleppa heim aftur. Smágentan, sum situr undir liðini á mammuni og umsetir fyri hana og greiðir frá um bumbubrestirnar í Kharkiv, tá hon í grundini átti at gingið í skúla heima og als ikki brúkt tíðina uppá at óttast fyri framtíðini, men bara fyri, um hon fór at fáa ta nýggju blusuna, hon hevur sæð í einum handilsvindeyga.

We´re lost

We´re lost

We´re lost

Og glatað eru vit øll, sum ikki skilja, at kríggj er eitt fjandans uppfinnilsi og aldrin gevur nakra meining. Glatað eru tey, sum stetla eftir vegunum fyri at sleppa sær yvir um markið til Póllands, sum fara fram eftir rommum, tí ein russisk granat verður skotin beint har, tey ganga, og glatað kenna tey seg, tí tey ikki hava ánilsi fyri, um tey nakrantíð sleppa heim aftur.

Tell me the story

´bout when you were young

I want to hear it again

Leave in the part

Where the hero gets stung

I want to savour it

I want to play it again

Lurta vit eftir teirra søgum um teirra lív, ella eru vit bara upptikin av at fortelja, hvussu góð og hjálpsom vit eru? Hvussu nógv fólk hava vit higartil drivið úr londunum av vanvidskríggjum? Nær fær hetta ein enda? Tá ið hetjan hevur fingið mønustingin?

This is the sound of the baby´s first breath

The dying of footsteps

The touching of flesh

To hold in your memory

To keep by your chest

We´re lost

So lost

Lost

Eg hugsi um mín ommuson, sum kom til verðina í januar, og sum vit øll elska. Hvussu heppin er hann ikki, at hann livir í einum landi, har kríggj ikki er brostið á. Og eg síggi, at ongin munur er á teimum føroysku og ukrainsku mammunum, tá tær leggja barnið at bringuni og rura tað í svøvn og royna at verja tað ímóti alskyns órógv, tó at kringumstøðurnar eru so út av lagi ymiskar.

Latið okkum royna at hugsa frið, so vit at enda ikki øll glatast, tað vilja Annie Lennox og eg.

2.332.597,900

Hetta talið stendur á talvu á heimasíðuni hjá Hagstovuni, sum vísir, fyri hvussu nógvar pengar vit hava flutt fisk út til Russlands í 2021.

Eru vit til reiðar at ofra hendan útflutningin fyri at revsa Russland?

Er Varðin Pelagic og Bakkafrost til reiðar at ofra sín útflutning, sum fær ávirkan á inntøkur hjá fleiri familjum, sum arbeiða fyri tey ella sigla við bátunum, sum landa sín fisk til teirra?

Er løgmaður til reiðar at seta sanktiónir í verk fyri at revsa Russland?

Eru vit til reiðar at taka ábyrgd av okkum sjálvum, ella vilja vit bara sleppa at spæla fólk í húsi?

Eru vit øll til reiðar?

Eru aðrar reglur galdandi fyri okkum enn fyri onnur lond?

Tá vit tosa, um vinnupolitikkur og uttanríkispolitikkur hanga saman ella ikki í sambandi við radaramálið, er tað sama galdandi fyri innrásina í Ukraine?

Friður ella kríggj, tað er eitt val í báðum førum.

Kríggj er eitt maskulint fyribrigdi, har menn máta, hvussu stórar fansar teir hava: hvussu nógvar rakettir havi eg skotið, hvussu nógv fólk havi eg dripið, hvussu nógvar hermenn (sum opinbart er okkurt annað enn fólk), hvussu skjótt kann eg leggja alt internetið niður, hvussu nógv vald kann eg fáa?

Nei, eg spyrji bara.