Eg eigi tvær ommudøtrar.
Onnur er beint nú og vitjar.
Tað er so deiligt at sleppa at forkela. At eta gullkorn, ís og annað snask.
At baka kaku og drekka saft afturvið.
Bara sita og flóta í einum stóli og hyggja at skíðum ella fótbólti.
At sleppa at lesa fyri barninum, sjálvt um hon er nakað stór.
At lova henni at spæla teldu, so galið hon vil.
At lata hana bestemma, hvat vit skulu eta til døgurða.
At síggja verðina gjøgnum hennara eygu…