Tað, vit kunnu standa við

Tíðin er um at ganga undan hjá eini 41 ára gamlari konu, Satinah Binti Jumadi Ahmad, úr Indonesia, sum arbeiðir sum tænastufólk í Saudiarabia.

Hon hevur játtað seg seg seka í at hava dripið arbeiðsgevara sín í sjálvverju, tá ið arbeiðsgevarin var um at knúsa høvdið á henni inn í ein múr.

Familjan hjá arbeiðsgevaranum hevur kravt 7 milliónir riyal fyri at lata Satinah liva. Hava tey ikki fingið peningin innan 3. apríl, verður hon allarhelst hálshøgd.

Hetta las eg í dag, samstundis sum eg eri byrjað at lesa bókina Tað, vit kunnu standa við eftir Geir Lippestad.

Og eg má siga, at eg hevði viljað, at Satinah og allar aðrar Satinur høvdu Lippestad at verja seg, tí so hevði sæð øðrvísi út.

Geir Lippestad munnu flest vaksin fólk enn minnast navnið á. Tað var hann, sum játtaði at vera verji hjá Anders Behring Breivik, sum drap 77 fólk í Oslo og á oynni Utøya í 2011.

Hetta er ein sera persónlig frásøgn um eitt tíðarskeið í lívinum hjá einum sakførara, sum hevur játtað at verja ein mann, sum flest fólk hata, ikki bara í Norra, men um allan heim. Hann greiðir frá, hvussu tað eydnast og miseydnast honum at stýra millum skerini, tá hann verður yvirrendur av fjølmiðlum, og hóast alt var á gosi játtaði at verja ein mann, sum hann á ongan hátt tók undir við.

Bókin snýr seg á mangan hátt um ábyrgdina, vit hava av at liva í einum demokratiskum samafelag, um at øll eiga at hava rættartrygd. Hetta er nakað, sum vit sleingja um okkum sum flosklar, men sum fá okkara sleppa at prógva, tá ið reiðiliga stendur á, og tíbetur!

Ein av orsøkunum, til at Geir Lippestad er førur fyri at taka avgerðina um at verja Breivik, er baklandið, at familjan bakkar hann upp og eisini tað, at tey eiga eina deyðssjúka dóttur, sum ger, at hann og konan er von at koma út í støður, har truplar avgerðir skulu takast. Tað sum krevur, at tú vigar støðuna fyri og ímóti.

Tá eg hoyrdi um Lippestad, og at hann var verji hjá Breivik, kom eg at minnast aftur á, tá Nicolae Ceausescu og konan vórðu sett fyri ein sokallaðan fólkadómstól og síðan avrættað. Tey høvdu ongan at verja seg, og hóast stýrið, ið tey høvdu staðið fyri, var eitt rátt einaveldi, og tey helst høvdu mong lív á samvitskuni, so minnist eg, at eg hevði kuldaskjálvta av hesum. Tí hvar enda vit, um ongar reglur eru fyri rættartrygd?

Í Føroyum vóru somu røddir frammi, sum aðra staðni, at Breivik skuldi bara drepast beinanvegin uttan nakra rættargongd. Eg veit ikki, um Satinah sleppur undan at verða hálshøgd, men livi í vónini. Hin vónin er, at hon fær sømiliga viðferð og verju, men tann vónin er vónleys, eri eg bangin fyri.

 

Ger eina viðmerking