Tað serliga ljósið – Vesturskinið

40008496_311919602889926_2875658412023087104_n

So byrjaði mentanarvikan í Vágum – Í skránni, sum Visitvagar hevur latið gjørt, verður sagt, at fólk kunnu finna súkklurnar fram og so súkkla í felag til Sørvágs at seta mentanarvikuna.

Haldi ikki, at so nógv handanafólk høvdu tikið av tilboðnum, tí har vóru ikki nógv av teimum, men nøkur vóru, og tey skulu vit ikki skelda. Men eg var eitt sindur vónsvikin av, at so fáir sørvingar vóru til setanina á Stakka, tí hon var sera undirhaldandi!

Øll skráin ber brá av nýhugsan, kreativiteti og innovatión. Tað kom eisini til sjóndar á setanini. Og vit, sum høvdu leitað okkum oman á Stakka, fingu eitt fínt upplivilsi.

Marita Dalsgaard setti mentanarvikuna, hon helt eina góða røðu, har tað serliga ljósið – vesturskinið var tema. Og sigast má, at vit sørvingar eru vælsignað við vesturskini, ja tað er ein fragd at njóta ljósið, tá sólin fer til viðar um kvøldarnar.

Blue Coat Brass Band spældi jazz aftaná, so allir gumputungir sørvingar lættu sær á og fingu veingir. Sera gott!

Og so blivu øll bjóðað suppu, treytin var bara at hava egna supputallerk og skeið við – genialt!

Og so kom Jensina í sínum litríku klæðum og fekk fólk rættiliga upp á tá: mammur, pápar, abbar, børn, hundar – tí er tað nakað, Jensina dugir, so er tað at fáa lív í klútarnar. Tá var eg farin inn til Thordis at fáa mær kaffi – har var nógv gott fólk, m.a. Annika Johannessen, sum eg gleði meg til at fara at síggja sunnudagin í Listastovuni. Thordis stákaðist og gjørdi seg klára at fortelja søgu fyri børnum, men tá mátti eg fara, tí ætlanin var at fara fram við kirkjuhúsunum at hyggja at list.

Heðin Kambsdal var komin úr Fuglafirði við nøkrum verkum, sum tóku seg væl út í húsinum. Eg eri enn kedd av, at Mikinesmálningarnir ikki vóru framsýndir inni í kirkjuhúsinum, tá savnsvikuskiftið var. Har høvdu teir rættiliga komið til sín rætt. Har er ljós úr erva og úr síðunum, so at tú sært listina í øllum sínum veldi. Holgar Jacobsen spældi og sang sálmar – altíð hjartanemandi, tá Holgar er við. Serliga hugtakandi var sálmurin Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð, við orðunum hjá Símuni av Skarði. Vit fingu kaffi og kaku og góð prát, Inga Poulsen Dam hugleiddi um list, og henni kann man gott lurta eftir, m.a. tók hon aftur í orðini: Tøkk fyri at tú hevur, mín kæri, góði Gud, mær givið evni til títt verk at skoða … Fitt av fólki var og skoðaðu verkini – og tað var gott.

So rokandi niðan í Gamla skúla at hyggja at Dreymum við havið, og eg má siga, at hetta var eitt flott punktum á degnum – hóast fleiri fóru víðari aftaná í Marghøllina at lurta eftir Hamraduni.

Filmurin var ein tann mest heilskapaði, eg havi sæð hjá Sakarisi – eg merkti Marjuna Syderbø Kjelnæs aftanfyri í replikkunum, men tað var ikki nóg mikið, tí replikkirnir skulu spælast eisini, Tær báðar høvuðsleikararnir, Juliett Nattestad og Helena Heðinsdóttir, vóru framúr góðar – eg má so siga – borgarstjórin eg eg kappaðust at tára, tá filmurin var um at enda. Hesin filmurin fær ug frá mær, og eg eri fegin um, at tað endiliga eydnaðist mær at síggja filmin hjá Sakaris Stórá. Vinjard Magnussen, sum nýliga er settur í starv í Sørvágs kommunu, boðaði frá, at fleiri filmskvøld fara at vera í vetur í Gamla skúla, og at døma eftir teimum væl nøgdu ljóðunum frá publikum, var púra greitt, at tey filmskvøldini fara at vera líka fullsett, sum hetta var.

Í dag geri eg ikki so nógv við at taka lut í Vesturskini; eg fyrireiki meg til bókmentakvøldið, sum skal vera í Marghøllini mánakvøldið, Fróði hevur verið eftir lyklum til Krígssavnið, áðrenn vatnavegurin verður stongdur. Har er opið sum vanligt millum kl. 14 og 17; og í morgin fara eg og Thordis at hyggja at Beintu.

Ger eina viðmerking